Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. oktober 2011Nr. 136
Løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023
1. kapittul
Økið og allýsingar
§ 1. Henda lóg er galdandi fyri:
1) Vinnuligt útboð og sølu av fastogn,
2) vinnuliga mekling í sambandi við keyp og sølu av fastogn, og
3) aðra vinnuliga ráðgeving og tænastu í sambandi við keyp og sølu av fastogn.
Stk. 2. § 22, stk. 1 er tó galdandi fyri alt vinnuvirksemi, og § 25, stk. 1, 3. pkt. er galdandi í øllum førum.
Stk. 3. Undantikið ásetingina í § 25, stk. 1, 3. pkt. er henda lóg bert galdandi, tá tað vinnuliga virksemið er vent til ein brúkara, ella tá tað vinnuliga virksemið er framt vegna ein brúkara, sbr. stk. 5. Tann vinnurekandi hevur próvbyrðuna fyri, at tað framda vinnuvirksemi ikki er fevnt av lógini.
Stk. 4. 3. kapittul er bert galdandi fyri virksemi, sum er fevnt av stk. 1, nr. 2. Ásetingarnar í § 8, stk. 3, 4. pkt. um áseting av reglum um deponering og veitan av trygd, § 17, stk. 1, nr. 4 um søluuppseting, § 17, stk. 1, nr. 5 um keypssáttmála, § 17, stk. 3 um áseting av reglum um innihald í og fremjan av fyrisetninginum, § 18 um fíggingartilboð og § 19 um brutto- og nettoútreiðslur eru tó eisini galdandi fyri virksemi, sum er fevnt av stk. 1, nr. 1.
Stk. 5. Ein brúkari eftir hesi lóg er at skilja sum ein, sum
1) selur eina fastogn, sum viðkomandi sjálvur í høvuðsheitum ikki hevur nýtt til vinnuligt virksemi, ella
2) keypir eina fastogn, sum í høvuðsheitum ikki er ætlað til vinnuligt virksemi hjá viðkomandi sjálvum.
Stk. 6. Ein fastogn eftir hesi lóg er at skilja sum
1) ein fastogn ella partur av eini fastogn,
2) ideellur lutur av eini fastogn,
3) ein lutur í einum lutaíbúðafelag, sum er stovnað ella sum er undir stovnan, og
4) eitt partabræv ella annað heimildarskjal við einum bústaðarnýtslurætti knýttum afturat sær.
Stk. 7. Ein ognarmiðlari eftir hesi lóg er at skilja sum ein millumgongumaður, sum vinnuliga starvast við keyp og sølu av fastogn frá einum ella fleiri handilsstøðum.
Stk. 8. Ein ognarmeklari eftir hesi lóg er at skilja sum ein ognarmiðlari, sum er skrásettur í almennu ognarmeklaraskránni hjá Skráseting Føroya, og sum tí hevur fingið rætt til at kalla seg ognarmeklari, sbrt. § 25.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum nágreina ella víkja frá reglunum í hesi lóg, um neyðug atlit verða tikin til serlig viðurskifti, sum eru galdandi fyri viðkomandi slag av fastogn.
2. kapittul
Almennar ásetingar
Kontantprísur
§ 2. Kontantprísur er at skilja sum tann prísur, sum ognin kann keypast fyri kontant uttan yvirtøku av láni.
Virðismeting
§ 3. Tá ein ogn verður virðismett við keypi ella sølu fyri eyga, skal tann vinnurekandi meta um tann prís, sum ognin ætlandi kann verða seld fyri innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tann vinnurekandi skal taka atlit til marknaðarviðurskiftini, staðsetingina og skipanina av ognini og aldur og støðu á ognini.
Stk. 2. Tann vinnurekandi skal ráðgeva brúkaranum um tørv á og møguleika fyri eini byggitekniskari gjøgnumgongd av ognini.
Kontantprísútboð
§ 4. Ognin skal verða boðin út fyri kontantprís. Ognin kann tó verða boðin út við áheitan um at geva tilboð, men í slíkum føri skal metti kontantprísurin verða upplýstur. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um licitatiónssølu, tá fastogn verður boðin til sølu, heruppií eisini um rættin til upplýsingar um givin boð.
Stk. 2. Søla kann verða treytað av yvirtøku av verandi lánum, men ikki av avtalu um fíggingina í aðrar mátar.
Prísupplýsingar í lýsingum o.a.
§ 5. Í lýsingum og í aðrari marknaðarføring skal kontantprísurin á ognini verða upplýstur, sbr. § 4, stk. 1, 1. pkt., ella metti kontantprísurin, sbr. § 4, stk. 1, 2. pkt. Fíggjarligar upplýsingar, sum verða givnar í lýsingum og við aðrari marknaðarføring, skulu vera einsháttaðar.
Ognarkeyp og privatbúskapur
§ 6. Ráðgeving um, hvørt ein brúkari hevur ráð til at keypa eina fastogn, skal verða grundað á ta neyðugu gjøgnumgongdina og metingina av kendum upplýsingum um inntøkur og útreiðslur brúkarans. Ráðgevin skal áseta ta brutto- og nettoútreiðslu, sbr. § 19, sum, grundað á eina neyva fíggjarætlan, ráð eru til. Ráðgevin skal harumframt áseta tað kontantprísstøðið, sum fíggjarætlanin gevur møguleika at keypa fastognina fyri, umframt teir møguleikar, sum brúkarin hevur fyri at fáa eitt keyp fíggjað.
Serlig ráðgevaraáhugamál
§ 7. Hevur ráðgevin serlig fíggjarlig ella persónlig áhugamál í vali brúkarans av fígging, trygging ella av øðrum veitingum, sum eru knýttar at keypi og sølu av fastogn, skal ráðgevin kunna brúkaran um hesi viðurskifti.
Stk. 2. Fær ráðgevin provisión, avsláttur ella annað viðurgjald fyri ognarmiðlanina ella fyri útvegan av fígging, trygging, lýsingum ella øðrum veitingum í sambandi við keyp og sølu av fastogn, skal ráðgevin kunna brúkaran um, hvaðani hetta viðurgjald kemur. Ráðgevin skal harumframt kunna brúkaran um møguleikan at fáa upplýst støddina á provisión, avslátri ella øðrum viðurgjaldi og skal, eftir umbøn, upplýsa hetta. Upplýsingarnar skulu vera skrivligar og skulu latast brúkaranum samstundis, sum brúkarin verður kunnaður um tær treytir ella tey viðurskifti, sum ráðgevin hevur serligan áhuga í, sbr. stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta serligar reglur um upplýsingarskylduna eftir stk. 1 og 2.
3. kapittul
Ognarmiðlan
Rætturin at útinna ognarmiðlanarvirksemi
§ 8. Rætt til vinnuliga at miðla fastogn hava einans
1) ognarmeklarar, sum eru skrásettir, sbr. § 25, og
2) advokatar, sum hava rætt til at útinna advokatvirksemi eftir rættargangslógini.
Stk. 2. Vinnuligt ognarmiðlanarvirksemi kann einans verða skipað sum einstaklingavirki, íognarfelag ella serligt smápartafelag, partafelag ella kommandittpartafelag (partnarafelag). Ognarmiðlaravirksemi skal verða rikið frá einum sjálvstøðugum handilsstaði, uttan so, at allir eigararnir eru ognarmeklarar ella advokatar, sbr. stk. 1.
Stk. 3. Tað er ein treyt fyri at útinna ognarmiðlanarvirksemi, at nøktandi fíggjarlig trygd er útvegað, soleiðis at eitt og hvørt peningakrav, sum ein brúkari kann fáa móti viðkomandi ognarmiðlara í sambandi við ognarmeklaravirksemið, kann verða rindað. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur um hetta, heruppií hvussu leingi, trygdin skal vera tøk. Landsstýrismaðurin ásetur harumframt reglur um deponering keyparans av parti av keypsupphæddini og garantiveitan, heruppií reglur um, nær trygdin skal verða veitt og støddina og rentanina av teirri deponeraðu upphæddini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fastognarmiðlanarvirksemi.
Stk. 5. Ognarmiðlanarvirksemi skal verða útint frá einum høvuðshandilsstaði, sum er undir leiðslu av einum ognarmeklara ella einum advokati, ið hevur hetta sum høvuðsstarv. Loyvt er at seta deildir á stovn, sum ikki hava sjálvstøðuga leiðslu, men sum eru fevndar av høvuðsleiðsluni.
Stk. 6. Eitt deyðsbúgv, ein hjúnafelagi, sum situr í óskiftum búgvi, eitt trotabúgv ella verji hjá einum, sum er ómynduggjørdur, kann, hóast ásetingina í stk. 1, halda fram við ognarmeklaravirkseminum við tí endamáli at niðurlaða ella selja virksemið. Hetta er tó bert galdandi í 1 ár eftir, at ognarmeklarin er deyður, eftir at trotaúrskurður er sagdur, ella eftir at avgerð um ómynduggering er tikin.
Fyrisetningurin
§ 9. Ein vinnurekandi, sum átekur sær sum fyrisetning at miðla keyp og sølu av fastogn, skal, við fyriliti fyri áhugamálunum hjá báðum pørtum, virka fyri, at handilin verður framdur, og at handilin verður framdur innan fyri ta tíð, fyri tann kostnað og eftir teimum treytum, sum eru avtalað við tann, sum hevur sett fyrisetningin.
Avtalan um fyrisetningin
§ 10. Avtala um ognarmiðlan skal vera skrivlig, og týðiliga skal vera tilskilað, nær og hvussu viðurgjaldið skal verða rindað. Avtalan skal í minsta lagi innihalda treytir um longd á fyrisetninginum, nágreinan av teimum veitingum, sum eru partur av fyrisetninginum, og upplýsingar um tað viðurgjald, sum verður rindað fyri hvørja einstaka veiting. Um úrslitatreytað viðurgjald er avtalað, kunnu veitingarnar, nevndar í 2. pkt., tó verða givnar upp sum eitt samlað viðurgjald.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um innihaldið í avtaluni, undir hesum reglur um, hvussu endaliga viðurgjaldið skal verða nágreinað. Landsstýrismaðurin kann við hesum víkja frá § 11, stk. 4, tá umræður rindan til triðjamann fyri veitan av váttan, sum er partur av avgerðargrundarlagnum undir einum handli.
Stk. 3. Ognarmiðlarin kann ikki krevja viðurgjald á øðrum grundarlagi enn á eini avtalu, sum er í samsvari við stk. 1 og 2.
Úrslitatreytað viðurgjald og uppgerð av endaligum viðurgjaldi
§ 11. Í avtalum um ognarmiðlan, har ásett er, at rindanin av viðurgjaldinum er treytað av, um keypssáttmáli er gjørdur (úrslitatreytað viðurgjald), kann ognarmiðlarin einans treyta sær viðurgjald, um
1) keypssáttmáli verður gjørdur, áðrenn avtalan um ognarmiðlan gongur út, ella um
2) tað, eftir at avtalan um ognarmiðlan er gingin út, verður gjørdur keypssáttmáli, sum hevur støði í tí arbeiði, sum ognarmiðlarin hevur gjørt, og uttan at annar ognarmiðlari hevur luttikið, um metast má, at gerð av keypssáttmálanum er útsett fyri at halda ognarmiðlaran uttanfyri.
Stk. 2. Fevnir fyrisetningurin um sølu, fellur kravið um úrslitatreytað viðurgjald burtur, um handilin ikki verður framdur vegna viðurskifti hjá einum ávísum keypara. Snýr fyrisetningurin seg um at keypa, fellur kravið um úrslitatreytað viðurgjald burtur, um handilin ikki verður framdur vegna viðurskifti hjá einum ávísum seljara.
Stk. 3. Fyri tiltøk, sum eru partur av fyrisetninginum, kann gjald bert verða kravt rindað sum partur av avtalaða viðurgjaldinum.
Stk. 4. Avtalast kann, at viðurgjaldið fevnir um nærri ásettar nettoútreiðslur, sum ognarmiðlarin rindar sum gjald fyri uppgávur, sum eftir avtaluni skulu verða gjørdar av triðjamanni.
Stk. 5. Í uppgerðini av endaliga viðurgjaldinum skal greitt verða tilskilað, hvørjar veitingar brúkarin hevur fingið, umframt viðurgjaldið fyri hvørja einstaka veiting sær. Um úrslitatreytað viðurgjald er avtalað, kann uppgerðin fyri tær í § 17, stk. 1 nevndu veitingar tó verða givin sum eitt samlað viðurgjald.
Stk. 6. Ognarmiðlarin kann ikki frá keypara krevja viðurgjald fyri at vísa fram ognina í sambandi við broyting av eini fíggingaravtalu, sbr. § 18, stk. 3.
Longdin á fyrisetninginum
§ 12. Fyrisetningurin má ikki standa við longri enn 6 mánaðir. Fyrisetningurin kann verða longdur við í mesta lagi 3 mánaðum í senn.
Stk. 2. Fyrisetningurin kann verða sagdur upp uttan ávaring.
Stk. 3. Verður fyrisetningurin sagdur upp av brúkara, hevur ognarmiðlarin bert krav upp á eitt rímiligt viðurgjald fyri tað arbeiðið, sum er gjørt, um hetta er avtalað frammanundan. Viðurgjaldið kann, tá ið talan er um sølufyrisetning, bert í serligum førum verða hægri enn fjórðingurin av tí viðurgjaldi, sum hevði verið goldið, um handlað varð fyri tann kontantprís, sum ognin var sett til sølu fyri. Hevur ognarmiðlarin sett skyldur sínar til viks, hevur hann ikki krav upp á viðurgjald.
Upplýsingarskylda
§ 13. Ognarmiðlarin skal ráðgeva tí, sum hevur sett fyrisetningin, og skal geva báðum pørtum tær upplýsingar, sum hava týdning fyri handilin og fyri fremjanina av handlinum. Ognarmiðlarin skal
1) ráðgeva báðum pørtum um tørv á og møguleika fyri eini byggitekniskari gjøgnumgongd av ognini,
2) kunna báðar partar um frágreiðingina frá byggiteknisku gjøgnumgongdini av ognini, um henda er gjørd,
3) ráðgeva báðum pørtum um tørv á og møguleika fyri at tekna eina eigaraskiftistrygging móti fjaldum feilum o.a., og
4) lata seljara og keypara kunningartilfar um byggitekniska gjøgnumgongd (støðulýsing), umframt annað týðandi kunningartilfar.
Kanningarskylda
§ 14. Ognarmiðlarin skal í neyðugan mun gera kanningar og skal fáa til vega og eftirkanna upplýsingar við tí fyri eyga at tryggja, at keypssáttmálin á fullgóðan hátt skipar viðurskiftini partanna millum soleiðis, at endaliga staðfestingin av handlinum bert er eitt avgreiðslumál.
Partsumboðan
§ 15. Eingin kann umboða báðar partar í sama handli.
Stk. 2. Ognarmiðlarin skal røkja tørvin og áhugamálini hjá tí, sum hevur sett fyrisetningin. Tó skal ognarmiðlarin fremja virksemi sítt við atliti til hin partin. Um hin parturin ikki er stuðlaður av egnum ráðgeva, skal ognarmiðlarin ráðgeva viðkomandi um tørv á og møguleika fyri at søkja sær stuðul.
Stk. 3. Um ein ognarmiðlari sjálvur ynskir at keypa eina ogn, sum viðkomandi hevur til uppgávu at selja, skal viðkomandi skrivliga
1) siga upp fyrisetningin,
2) frásiga sær viðurgjald sítt og
3) ráðgeva seljara um tørv á og møguleika fyri at søkja sær annan stuðul.
Stk. 4. Eftir at bindandi keypssáttmáli, sum ikki kann verða iðraður eftir lóggávuni um iðranarrætt, er gjørdur, kann ognarmiðlarin gera avtalu við hin partin um stuðul til uppgávur, sum bert eru avgreiðsluuppgávur í sambandi við, at handilin verður endaliga staðfestur.
Brúkaraleiðbeinandi ráðgeving
§ 16. Ráðgevingin hjá ognarmiðlara skal lúka tey krøv, ið verða sett sakkønari ognarmiðlan, sum einans er treytað av áhugamálum og viðurskiftum partanna.
Stk. 2. Ein ognarmiðlari skal upplýsa báðum pørtum um eitt og hvørt fíggarligt ella persónligt áhugamál, sum ognarmiðlarin hevur í, at handilin verður framdur, ella í vali partanna av fígging, trygging ella í øðrum veitingum, sum eru knýttar at keypi og sølu av fastogn. Ognarmiðlarin skal geva tí, sum hevur sett fyrisetningin upplýsingar um hetta í avtaluni um fyrisetningin. Ognarmiðlarin skal geva hinum partinum skrivliga upplýsing um hetta samstundis, sum hesin parturin verður kunnaður um tær treytir ella tey viðurskifti, sum ognarmiðlarin hevur serligan áhuga í. Ein ognarmiðlari, sum hevur ein fyrisetning frá seljara, skal geva upplýsingar um hetta í søluuppsetingini.
Stk. 3. Upplýsingarskyldan eftir § 7, stk. 2 um provisión, avsláttur ella annað viðurgjald er galdandi í mun til báðar partar og skal verða lokin, sum ásett í stk. 2.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvussu upplýsingarskyldan eftir stk. 2 og 3 skal verða lokin.
Sølufyrisetningurin
§ 17. Ognarmiðlarin skal
1) virðismeta ognina og skal avtala við tann, sum sett hevur fyrisetningin, tann kontantprís, sum ognin skal verða boðin til sølu fyri, sbr. § 3 og § 4,
2) fáa til vega eina fíggingarváttan frá keypara,
3) meta um søluvinningin, sbr. § 20,
4) gera eina søluuppseting við teimum upplýsingum um ognina, sum eru neyðugar fyri at taka avgerð um keyp, og
5) gera uppskot til keypssáttmála.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innihaldið í fyrisetninginum, og hvussu fyrisetningurin verður framdur, undir hesum eisini reglur um nýtslu ognarmiðlarans av standardskjølum, m.a. keypssáttmálum, og um tilskilast skal í skjalinum, at vikið verður frá standardtekstinum, ella um onnur skjøl enn standardskjøl verða nýtt.
Láns- og fíggingarupplýsingar
§ 18. Ognin kann verða boðin til sølu við upplýsingum um verandi lán, sum kunnu verða yvirtikin.
Stk. 2. Um ein ognarmiðlari ger fíggingaruppskot, skal hetta síggjast í einum skjali, sum er leyst av søluuppsetingini. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur um hetta.
Stk. 3. Hóast ein keypssáttmáli inniheldur treytir um yvirtøku av verandi láni ella aðra fígging, hevur keypari, í mun til seljara og ognarmiðlara, rætt til at fíggja keypið á annan hátt, um hetta kann verða gjørt uttan tap ella munandi bága fyri seljara. Hetta er galdandi, sama um ognarmiðlarin hevur ein sjálvstøðugan áhuga í, at fíggingin verður løgd til rættis sum avtalað.
Nýtsluútreiðslur
§ 19. Ognin skal verða boðin til sølu við upplýsingum um tær faktisku nýtslutreytaðu útreiðslurnar, sum hava verið seinasta árið. Kunnu hesar upplýsingar ikki verða útvegaðar, ella eru hesar ikki umboðandi, skal upplýsast ein mett nýtsla.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um avmarking av útreiðslunum í stk. 1 og um brutto- og nettoútreiðslur eftir § 6, undir hesum reglur um, hvussu útreiðslurnar verða roknaðar og upplýstar.
Søluvinningur
§ 20. Við søluvinning er at skilja tann upphædd, sum seljari fær at ráða yvir, tá ognin er seld og handilin endaliga staðfestur. Tá ein ogn verður boðin út, skal gerast ein serlig útrokning av søluvinninginum, alt eftir um ognin verður seld fyri kontantprís ella við yvirtøku av verandi láni. Við sølu skal útrokningin gerast við støði í treytunum í keypssáttmálanum.
Fulltrú ognarmiðlarans
§ 21. Ognarmiðlarin kann ikki ábyrgja tann, sum sett hevur fyrisetningin, mótvegis triðjamanni uttan serliga fulltrú.
Frítt val av ognarmiðlara
§ 22. Ein avtala um annað enn ognarmiðlan millum ein vinnurekandi og ein brúkara skal ikki innihalda treytir um, at ein fyrisetningur um ognarmiðlan skal gevast einum ávísum ognarmiðlara. Er slík treyt avtalað, er avtalan í síni heild ikki bindandi fyri brúkaran, meðan avtalan, nevnda treyt tó undantikin, er bindandi fyri tann vinnurekandi.
Stk. 2. Stk. 1 er tó ikki galdandi fyri eina skuldarskipan viðvíkjandi skuld í ognini, sum er tryggjað við panti, um
1) debitor, sum liður í skuldarumskipanini, fær ein munagóðan lætta í gjaldstreytunum,
2) um ognin skal seljast sum liður í skuldarumskipanini, og um
3) kreditor hevur ein munandi áhuga í søluúrslitinum.
Forboð móti at knýta saman veitingar
§ 23. Ognarmiðlan má ikki vera treytað av, at partarnir keypa veitingar, sum ikki eru neyðugar fyri at tryggja, at ognarmiðlanin fer fram á rættan hátt.
Stk. 2. Ognarmiðlarin má ikki vegna seljaran biðja um byggitekniska gjøgnumgongd ella orkumerking ella avrokna fyri hetta. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um møguleika ognarmiðlarans at veita seljaranum stuðul í sambandi við umbøn um byggitekniska gjøgnumgongd ella orkumerking og um framløgu ognarmeklarans av byggiteknisku frágreiðingini fyri keypara.
Stk. 3. Verður forboðið í stk. 1 og 2 sett til viks, hevur ognarmiðlarin ikki krav upp á viðurgjald.
Endurgjaldsábyrgd
§ 24. Verður brúkarin fyri tapi sum úrslit av, at ognarmiðlarin setur til viks sínar skyldur eftir lógini ella eftir fyrisetninginum, hevur brúkarin rætt til at fáa endurgjald eftir vanligu reglunum. Hevur brúkarin gjørt eftir ráðum frá einum ognarmiðlara, sum hevur serligan áhuga í hesum, sbr. § 16, stk. 2 og 3, skal ognarmiðlarin veita prógv fyri, at hann hevur lokið skyldur sínar eftir lógini og eftir avtaluni.
Stk. 2. Er gjørd ein skeiv útrokning av søluvinninginum, sbr. § 20, 3. pkt., og er henda útrokning til bága fyri brúkaran, og er brúkarin í góðari trúgv, hevur brúkarin krav um endurgjald av muninum millum ta skeivu og ta røttu útrokningina. Er gjørd ein skeiv útrokning í uppskotinum til fígging, sbr. § 18, stk. 2, og er henda útrokning til bága fyri brúkaran, og er brúkarin í góðari trúgv, hevur brúkarin krav um rímiligt endurgjald fyri munin millum ta skeivu og ta røttu útrokningina. Hevur brúkari í góðari trúgv handlað við áliti til rættleikan av eini virðismeting, og víkir henda virðismeting munandi frá einari rættari virðismeting, hevur brúkarin krav um rímiligt endurgjald fyri munin millum virðismetingarnar.
Ognarmeklarar
§ 25. Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir ognarmeklarar. Persónar, sum eru tiknir upp í hesa skrá, hava rætt til at nýta heitið ognarmeklari. Eingin annar hevur rætt til at nýta hetta heitið ella heiti, sum eru soleiðis háttað, at tey kunnu mistakast fyri heitið ognarmeklari.
Stk. 2. 1) Rætt til at verða tikin upp í skránna hevur ein og hvør, sum
1) hevur bústað her í landinum,
2) er myndugur og ikki undir verjumáli eftir § 5 í verjumálslógini ella undir samverjumáli eftir § 7 í verjumálslógini,
3) ikki er undir endurskipanarviðgerð,
4) ikki er undir trotabúarviðgerð,
5) ikki útinnir vinnuvirksemi ella hevur eitt starv, sum eftir reglum, ásettar av landsstýrismanninum, ikki er sambæriligt við virksemi sum fastognarmiðlari,
6) lýkur neyvaru treytirnar til ástøðiligt innlit í ognarmiðlan, sum landsstýrismaðurin ásetur,
7) lýkur neyvaru treytirnar til praktiska vitan um ognarmiðlan, sum landsstýrismaðurin ásetur,
8) er fevndur av trygd eftir § 8, stk. 3,
9) ikki hevur víst slíkan atburð, at metast má, at viðkomandi ikki fer at útinna virksemi sum ognarmeklari á fullgóðan hátt, og
10) ikki hevur falna skuld til tað almenna upp á 50.000 kr. ella meira.
Stk. 3. Ein skráseting verður strikað
1) tá viðkomandi doyr,
2) um treytirnar í stk. 2, nr. 1, 2, 4, 5 ella 8 ikki longur eru loknar,
3) um viðkomandi hevur gjørt seg sekan í grovum ella endurtiknum vansketni í útinnan síni av virkseminum sum ognarmiðlari, og Skráseting Føroya metir, at viðurskiftini geva orsøk til at halda, at viðkomandi heldur ikki frameftir fer at útinna virksemi á fullgóðan hátt, ella
4) um viðkomandi hevur falna skuld til tað almenna upp á 100.000 kr. ella meira.
Stk. 4. Striking úr skránni eftir stk. 3, nr. 3, kann vera millum 1 ár og 5 ár ella fyribils.
Stk. 5. Ein avgerð um striking úr skránni eftir stk. 3, nr. 3 ella 4 kann av tí, sum avgerðin viðvíkur, verða løgd fyri rættin. Umbøn um hetta skal vera móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi. Skráseting Føroya leggur síðani málið fyri rættin. Málið verður reist sum eitt borgarligt mál móti viðkomandi. Umbøn um sakarmál eftir stk. 3, nr. 3 hevur steðgandi virknað. Umbøn um sakarmál eftir stk. 3, nr. 4 hevur ikki steðgandi virknað, men rætturin kann gera av, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, skal hava rætt til at virka sum ognarmeklari. Verður ein dómur viðvíkjandi stk. 3, nr. 4 kærdur, og verður úrslitið, at strikingin úr ognarmeklaraskránni ikki er lóglig, kann tann rætturin, sum hevur sagt dómin, ella rætturin í øðrum instansi, avgera, at ognarmeklaravirksemi má ikki verða útint, meðan kæran verður viðgjørd í øðrum instansi.
Stk. 6. Er orsøkin til, at ein ognarmeklaraskráseting er strikað, ikki longur til staðar, skal viðkomandi eftir umbøn verða tikin upp aftur í skránna.
Stk. 7. Tey, sum verða tikin upp í skránna, rinda fyri upptøku og striking úr skránni, undir hesum gjald fyri at fáa útskrivað ognarmeklaraprógv. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um gjaldið eftir 1. pkt.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at umsóknir um skráseting sum ognarmeklari ella umbønir frá advokatum um skráseting sum ognarmeklari kunnu ella skulu gerast elektroniskt, og at skráseting, undir hesum skjalprógv fyri, at treytirnar í stk. 1-6 eru loknar, broytingar í skrásettum viðurskiftum, striking og endurupptøka verða gjørdar elektroniskt.
Ognarmiðlanarvirksemi hjá ognarmeklarum
§ 26. Ein ognarmeklari hevur rætt til at kalla seg óheftur ognarmeklari, um viðkomandi
1) ikki hevur bundið seg til at virka fyri søluni av fíggjarligum veitingum ella tænastum ella øðrum veitingum, sum hava samband við keyp og sølu av fastogn,
2) í sambandi við miðlan av veitingum og tænastum, nevnd í nr. 1, førir eina og hvørja provisión ella annan vinning, sum hann fær frá útbjóðaranum, víðari til brúkaran, og
3) sum heild útinnir virksemi sum ognarmiðlari á ein slíkan hátt, at ivi ikki kann verða reistur um óheftni hjá viðkomandi.
Stk. 2. Eingin annar hevur rætt til at nýta heiti “óheftur ognarmeklari” ella heiti, sum eru soleiðis háttað, at tey kunnu mistakast fyri hetta heitið.
Stk. 3. Ein ognarmeklari, sum hevur bundið seg til at virka fyri sølu av fíggjarligum veitingum og tænastum ella øðrum veitingum, sum hava samband við keyp og sølu av fastogn, skal útinna virksemi sítt undir einum navni, sum at sær hevur knýtt orðini “umboð fyri” ella undir einum navni, har navn samstarvspartsins ella –partanna er skoytt upp í.
Ognarmiðlanarvirksemi hjá advokatum
§ 27. Ásetingin í § 26, stk. 3, er eisini galdandi fyri advokatar.
Upplýsingarskyldan hjá ognarmiðlanarvirkjum
§ 28. Er ein peningastovnur, eitt realkredittinstitutt ella eitt tryggingarfelag eigari ella partseigari við munandi eigaraáhugamálum av einari ella fleiri ognarmiðlanarfyritøkum, ella er veitari av navni og forskriftum fyri virkismannagongdum til eina ella fleiri ognarmiðlanarfyritøkur, skal sambandið við peningastovnin, realkredittinstituttið ella tryggingarfelagið greitt ganga fram av navninum hjá ognarmiðlanarfyritøkuni ella skal leggjast afturat navninum á ein hátt, sum skal góðkennast av Skráseting Føroya. Í mun til samstarvsavtalur, har eigaraáhugamál ikki eru, og har ognarmiðlanarfyritøkan hevur bundið seg til at virka fyri søluni av fíggjarligum veitingum og tænastum ella øðrum veitingum, skulu hesi viðurskifti verða upplýst í tí tilfari, sum verður latið brúkaranum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at stk. 1 er galdandi fyri aðrar fyritøkur, sum eru eigarar av, hava munandi eigaraáhugamál í, ella sum veita navn og forskriftir fyri virkismannagondum til eina ella fleiri ognarmiðlanarfyritøkur.
4. kapittul
Frávik lógarinnar
§ 29. Víkjast kann ikki frá lógini og frá teimum við heimild í lógini ásettu reglum til bága fyri brúkaran.
5. kapittul
Ymsar ásetingar
Myndugleikar og kæra
§ 30. Landsstýrismaðurin leggur umsitingina av lógini til Skráseting Føroya.
§ 31. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um kærur um avgerðir, tiknar av Skráseting Føroya, undir hesum eisini, at avgerðir kunnu ikki verða kærdar til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Freistir
§ 32. Tær freistir, sum eru ásettar í hesi lóg, ella í reglum, givnar við heimild í hesi lóg, byrja at ganga dagin eftir, at gerðin, sum útloysir freistina, fer fram. Hetta er galdandi fyri bæði dags-, viku, mánaðar- og ársfreistir.
Stk. 2. Er freistin ásett í vikum, er freistin, sbr. stk. 1, farin vikudagin eftir tann dag, freistin byrjaði at ganga.
Stk. 3. Er freistin ásett í mánaðum, er freistin, sbr. stk. 1, farin mánaðardagin eftir tann dag, freistin byrjaði at ganga. Er gerðin, sum útloysir freistina, framd seinasta dagin í einum mánaði, ella gongur freistin út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð farin seinasta dagin í mánaðinum, líka mikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. Er freistin ásett í árum, er freistin, sbr. stk. 1, farin ársdagin eftir tann dag, freistin byrjaði at ganga.
Stk. 5. Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, verður freistin longd til fyrsta gerandisdag eftir hetta.
6. kapittul
Revsiásetingar
§ 33. Er ikki harðari revsing uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 3, stk. 2, §§ 4 og 5, § 7, stk. 1 og 2, § 8, § 10, stk. 1 og 3, § 11, stk. 5, § 12, stk. 1 og 2, § 13, 2. pkt., § 15, § 16, stk. 2 og 3, § 18, stk. 1, § 18, stk. 2, 1. pkt., § 19, § 22, stk. 1, 1. pkt., § 23, § 25, stk. 1, 3. pkt., § 26, stk. 2 og 3, § 27 og § 28.
Stk. 2. Í reglum, givnar við heimild í § 1, stk. 9, § 4, stk. 1, § 7, stk. 3, § 8, stk. 3 og 4, § 10, stk. 2, § 16, stk. 4, § 17, stk. 3, § 18, stk. 2, 2. pkt., § 19, stk. 2, § 25, stk. 2, nr. 5 og § 28, stk. 2, kann verða ásett, at brot á reglurnar verða revsað við bót.
Stk. 3. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
7. kapittul
Gildiskomu- og skiftisreglur
§ 34. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 2012.
§ 35. 2) Teir persónar, sum reka ognarmiðlanar- og meklaravirksemi, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, hava framvegis rætt til at reka hetta virksemi, hóast teir ikki lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7, um Skráseting Føroya, eftir eini ítøkiligari meting sbrt. stk. 2, metir, at teir hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiska vitan um ognarmiðlan.
Stk. 2. 1) Tá ið Skráseting Føroya ger ta í stk. 1 nevndu meting, kann dentur m.a. leggjast á ástøðiligar og praktiskar førleikar, fingnir í verandi starvi ella øðrum starvi, viðkomandi útbúgvingar ella skeið o.tíl.
Stk. 3. 1) Verður mett, at teir í stk. 1 nevndu persónar hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiskari vitan um ognarmiðlan og annars lúka tær treytir, sum eru ásettar í § 25, stk. 2, nr. 1-5 og nr. 8-10, kunnu hesir verða skrásettir í ognarmeklaraskránni, sbr. § 25, stk. 1.
Stk. 4. 1) Aðrir enn teir í stk. 1 nevndu persónar, sum fara undir at reka ognarmiðlanarvirksemi og meklaravirksemi, skulu lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7.
Tórshavn, 6. oktober 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 18/2011