Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2016Nr. 151
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
(Umlegging av vektgjaldi til umhvørvisgjald av motorakførum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 23. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a.”
2. Í § 2, stk. 1 verður aftan á “Vektgjald” sett: “ella umhvørvisgjald”.
3. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, eru undantikin árligum gjaldi fram til 31. desember 2020.”
4. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri motorakfør skrásett til og við 31. desember 2016 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 1. Fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2017 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2.”
5. Í § 4, stk. 2, 1. pkt. verður “Vektgjald og útjavningargjald” broytt til: “Vektgjald, útjavningargjald og umhvørvisgjald”.
6. Í § 4 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Akfør, ið hava verið skrásett í føroysku akfarsskránni fyri 1. januar 2017, rinda árligt gjald sambært gjaldsskrá í skjali 1, um tey verða endurskrásett eftir 1. januar 2017.”
7. Í § 11 verður “vektgjaldi og útjavningargjaldi” broytt til: “vektgjaldi, útjavningargjaldi og umhvørvisgjaldi”
8. Skjal 1 til hesa lóg verður sett sum skjal 2 til løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 23. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 27/2016
Skjal 1
“Skjal 2
Árligt umhvørvisgjald verður roknað sambært hesi gjaldsskrá:
Motorakfør upp til 3.500 kg totalvekt | Kr. |
|
|
-CO2-útlát 0 g/km | 1.500 |
|
|
Bensindrivin akfør við euronormi 6 og hægri: |
|
-CO2-útlát 1-100 g/km | 2.000 |
-CO2-útlát 101-110 g/km | 2.500 |
-CO2-útlát 111-120 g/km | 3.000 |
-CO2-útlát 121-130 g/km | 3.500 |
-CO2-útlát 131-140 g/km | 4.000 |
-CO2-útlát 141-150 g/km | 4.500 |
-CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst
| 5.000 |
|
|
Diesel ella onnur drívmegi við euronormi 6 og hægri: |
|
-CO2-útlát 1-100 g/km | 4.000 |
-CO2-útlát 101-110 g/km | 4.500 |
-CO2-útlát 111-120 g/km | 5.000 |
-CO2-útlát 121-130 g/km | 5.500 |
-CO2-útlát 131-140 g/km | 6.000 |
-CO2-útlát 141-150 g/km | 6.500 |
-CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst
| 7.000 |
|
|
Eykagjald fyri euronorm 1-5 ella um euronormurin ikki er upplýstur | 2.000 |
|
|
Motorakfør úr 3.500 kg totalvekt | Kr. |
|
|
Motorakfør við euronormi 6 og hægri: |
|
upp í 7.000 kg totalvekt | 7.000 |
7.001-10.000 kg totalvekt | 9.500 |
úr 10.001 kg | 13.000 |
|
|
Eykagjald fyri euronorm 1-5 ella um euronormurin ikki er upplýstur | 6.000 |
|
|
Legu- og viðfestivognar | Kr. |
|
|
upp í 3.500 kg totalvekt | 650 |
úr 3.501 kg totalvekt | 3.000 |
|
|
Motorsúkklur | Kr. |
|
|
El-drivnar motorsúkklur | 1.400 |
Motorsúkklur við aðrari drívmegi enn el | 1.600 |
“