Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2017Nr. 155
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðar útleiga bústaðir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 20. desember 2016, verður henda broyting gjørd:
§ 8 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Inntøka, ið stavar frá útleigan av húsum o.tíl. til bústað, sbr. § 1 í leigulógini, verður bruttoskattað við 25%. Bert tann parturin av inntøkuni, sum fer upp um kr. 50.000, verður skattaður. Eiga persónar í felag hús o.tíl., er samlaði frádrátturin eftir hesum stykki kr. 50.000. Avgerðin um at brúka hetta stykki ávikavist stk. 2 er bindandi fyri trý ár í senn. Leiguinntøka, skattað eftir hesum stykki, verður ikki tikin við í skattagrundarlagið í § 1. Skatturin verður býttur við 45% til avvarðandi kommunu og 55% til landskassan.”
§ 2
Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2018.
Í Tinganesi, 13. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 32/2017