Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 13-03-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2002 A - Hefti 6 A frá 13. mars 2002
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. mars 2002Nr. 17

Løgtingslóg um adressur

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Tilluting av adressum

§ 1. Allar bústaðar- og vinnueindir, hús, bygningar, grundstykki og almenn tilhaldsstøð skulu verða tillutað eina adressu.

§ 2. Adressan skal í hvørji bygd sær eyðskilt og eintýtt siga, hvar adressueindin er.

Stk. 2.  Adressan verður sett saman av:

1)   navni, sum vísir til adressuøkið (staðið) í bygdini,

2)   nummari, sum skilvíst býtir upp adressuøkið, og

3)   einum uppískoyti, um fleiri eindir eru á adressuni.

§ 3. Kommunustýrini eru adressumyndugleiki og hava ábyrgdina av adressutillutingini og umsiting av adressuskipanini í kommununi.

Stk. 2. Kommunustýrið skal fyri hvørja bygd í kommununi:

1)   seta navn á vegir og gøtur og eitt nú á býlingar og tún v.m. og harvið býta bygdina upp í hóskandi avmarkað adressuøki, hvørt við sínum serstaka navni,

2)   talmerkja adressueindirnar í hvørjum adressuøki,

3)   um fleiri eindir eru í sama bygningi ella á sama grundstykki, eyðmerkja tær við uppískoyti til adressuna.

Stk. 3. Kommunustýrið skal leggja seg eftir, at adressurnar í hvørji bygd sær ikki kunnu koma í bland.

Stk. 4. Fyri landsvegastrekki skal navnið ásetast í samráð við landsvegamyndugleikan. Tá adressuøki fer um kommunumark, skal samráðast við grannakommununa.

Stk. 5.  Kommunustýrið kann broyta talmerkið á einstøku adressueindunum.

§ 4. Kommunustýrið skal síggja til og bera kostnaðin av, at neyðug skelti og tilvísingar verða sett upp, og kann um neyðugt seta upp skelti v.m. inni á privatari ogn.

Stk. 2. Tá kommunala adressuskipanin er góðkend sbrt. § 7, stk. 2 skal kommunustýrið geva eigaranum boð um, hvørja adressu adressueindin hevur fingið tillutað. Á sama hátt skal vera, tá nýggjar adressur verða tillutaðar, ella tá adressur verða broyttar.

Stk. 3. Kommunustýrið kann avgera, at eigarin fyri egnu rokning skal seta skelti við húsanummari á  bygningar v.m.

Stk. 4. Neyðug skelti skulu setast upp skjótast gjørligt eftir, at kommunala adressuskipanin er góðkend sbrt. § 7, stk. 2.

§ 5. Í kommununi skal adressunavn og nummar skrásetast á kort í hóskandi stødd. Adressukortið skal dagførast, tá nýggjar adressur verða tillutaðar, og tá adressur verða broyttar.

§ 6. Kommunustýrisins avgerðir eftir hesi lóg kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Tó kunnu avgerðir, tiknar sbrt. § 4, stk. 1, kærast til landsstýrismannin.

Landsadressuskrá

§ 7. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at sett verður á stovn ein landsadressuskrá, sum er yvirlit yvir allar adressur í landinum. Skráin er almen.

Stk. 2. Kommunustýrini skulu geva upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni allar tillutaðar adressur í kommununi og skulu somuleiðis geva upp allar broytingar í adressutillutingini.

Stk. 3. Tá adressa verður upptikin í landsadressuskránna, skal hon eyðmerkjast við eintýddum talmerki og staðbindast við tilknýti til alment viðurkenda kortskipan.

Ymiskar ásetingar

§ 8. Landsstýrismaðurin kann seta greiniligari reglur fyri, hvat adressuøki og adressueindir eru, og um hvussu farast skal fram, tá adressutillutingin verður framd v.m.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjøld fyri útskriftir úr skránni.

§ 10. Landsstýrismaðurin kann seta kommunum, sum innan 3 ár eftir, at henda lóg er komin í gildi, ikki hava givið upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni allar tillutaðar adressur í kommununi, eina freist upp til 6 mánaðir at geva kommunalu adressuskipanina og broytingar í henni upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni.

Stk. 2. Verða adressuskipanin og broyting í adressuskipanini ikki latnar landsadressuskránni innan ta av landsstýrismanninum settu freist  sbrt. stk. 1, kann landsstýrismaðurin lata kommunalu adressuskipanina og broyting gera fyri kommununnar rokning.

§ 11. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Tórshavn, 6. mars 2002

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður