Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2009Nr. 177
Løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Lógin fevnir um ogn hjá persónum, sum eru aldursómyndug sambært § 1 í verjumálslógini ella undir verju sambært §§ 5 og 6 í verjumálslógini, Anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.
Stk. 2. Reglurnar í hesi lóg eru ikki galdandi fyri samverjumál sbr. § 7 í verjumálslógini.
Stk. 3. Reglurnar í hesi lóg eru ikki galdandi fyri verjumál, har verjin saman við einum hjúnafelaga umsitur tann partin av felagsbúnum, sum er fevndur av verjumáli, sbr. § 33, stk. 1 í verjumálslógini.
Umsiting
§ 2. Reiður peningur, partabrøv, lánsbrøv, veðskuldarbrøv og onnur virðisbrøv, sum koma undir eitt verjumál, skulu umsitast av eini umsitingardeild í peningastovni, sum Innlendismálaráðið hevur góðkent til endamálið.
Stk. 2. Verjin umsitur
1) fastar ognir, leysafæ, krav um býtishandil ella vøruveiting og onnur virðir, sum ikki verða umsitin av umsitingardeild eftir stk. 1, og
2) upphæddir undir eina stødd, sum verður ásett av Innlendismálaráðnum.
Stk. 3. Verjin skal syrgja fyri, at ogn, fevnd av stk. 1, verður latin eini umsitingardeild, og verjin kann ikki vátta fyri móttøku av slíkari ogn.
Hvar skal ogn setast
§ 3. Reiður peningur, fevndur av einum verjumáli, skal setast inn í eina umsitingardeild, sbr. § 2, stk. 1, ella í ein peningastovn, sbr. § 2, stk. 2, nr. 2, ella setast í virðir, sum hava nøktandi trygd.
Gávur og fríarvur
§ 4. Viðvíkjandi gávu til aldursómyndug ella persón undir verju verða reglurnar í § 2, stk. 1 og § 3 einans brúktar, um gávugevarin hevur ásett hetta.
§ 5. Í testamenti kann arvaleggjarin áseta, at reglurnar í § 2, stk. 1 og § 3 ikki skulu nýtast viðvíkjandi fríarvi.
Umsitingarligar reglur
§ 6. Innlendismálaráðið ásetir reglur um
1) umsiting sambært § 2 og um eftirlit við umsitingardeildunum, heruppií um teirra skyldur at lata upplýsingar um teirra umsjón,
2) í hvørji virðir, ogn fevnd av verjumáli, kann verða sett í, sbr. § 3 og um undantøku av minni upphæddum frá reglunum um, hvar virði verða sett í,
3) skyldu hjá almennum myndugleikum, tryggingarfeløgum, pensjónskassum og peningastovnum at inngjalda ogn, fevnd av § 2, stk. 1, til eina umsitingardeild, og um skyldu at boða eftirlitsmyndugleikanum frá framhaldandi veitingum til ein aldursómyndugan ella persón undir verju og
4) møguleikan til í ítøkiligum førum at víkja frá reglunum um umsiting og reglunum um, hvar ogn skal setast í.
Eftirlit og kæra
§ 7. Innlendismálaráðið hevur eftirlit við umsitingardeildunum.
Stk. 2. Innlendismálaráðið kann krevja allar upplýsingar frá umsitingardeildunum, sum eru neyðugar fyri eitt fullgott eftirlit.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann leggja eftirlitsmyndugleikan til ein annan stovn ella myndugleika.
§ 8. Avgerðir hjá umsitingardeildunum kunnu kærast til Innlendismálaráðið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan til ein annan myndugleika ella stovn og áseta, at avgerðirnar hjá hesum skulu vera endaligar.
§ 9. Starvsfólk í umsitingardeildunum hava tagnarskyldu um tað, sum tey fáa kunnleika um viðvíkjandi umsiting av peningaogn.
Gildiskoma v.m.
§ 10. Hendan lógin kemur í gildi 1. mai 2010.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi “Anordning nr. 186 af 12. maj 1962 om ændring i anordning angående udlån af umyndiges og andre under offentlig bestyrelse eller offentligt tilsyn stående midler m.m”
§ 11. Ogn, sum tá lógin fær gildi, verður umsitin av Føroya Yvirformyndaríi, skal innan 31. desember 2012 verða flutt til umsiting í eini umsitingardeild.
Stk. 2. Ogn, sum aldursómyndugur ella persónur undir verju fær aftan á 15. februar 2010, og sum skal umsitast eftir § 2, verður tó latin til Føroya Yvirformyndarí at umsita, um tann aldursómyndugi ella persónurin undir verju eigur ogn har, sum enn ikki er flutt til umsiting í eini umsitingardeild.
Stk. 3. Nærri reglur um flyting og um framhaldandi umsiting av ogn í skiftistíðini verður ásett av Innlendismálaráðnum, sum um neyðugt kann leingja freistina í stk. 1.
Tórshavn, 22 desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 68/2009