Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2008Nr. 18
Løgtingslóg um at broyta ymsar lógir undir Vinnumálaráðnum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í § 159 b, stk. 1 í anordning nr. 1356 frá 9. desember 2007 “om ikrafttræden for Færøerne af lov om aktieselskaber” verður í staðin fyri “Erhvervsministeriets Erhvervsankenævn” sett: ”Vinnukærunevndina”.
§ 2
Í § 78, stk. 1 í anordning nr. 1111 frá 20. september 2007 om ikrafttræden af lov om anpartsselskaber verður í staðin fyri ”Erhvervsministeriets Erhvervsankenævn” sett: ”Vinnukærunevndina”.
§ 3
Í § 17, stk. 2 í anordning nr. 1114 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhversdrivende virksomheder verður í staðin fyri ”Erhvervsankenævnet” sett: ”Vinnukærunevndina”.
§ 4
Í § 62, stk. 2 í anordning nr 1113 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhversdrivende fonde verður í staðin fyri ”Erhvervsankenævnet” sett: Vinnukærunevndina”.
§ 5
Í § 163, stk. 1 í anordning nr. 1355 frá 9. desember 2007 ”om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven” verður í staðin fyri ”Erhvervsankenævnet” sett: ”Vinnukærunevndina”.
§ 6
Í løgtingslóg nr. 64 frá 27. apríl 2001 um vinnu sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006 verður eftir § 14 sum nýggj yvirskrift sett: “Kapittul 4 a kærur”, og sum nýggj § 14 a verður sett:
“§ 14 a. Avgerðir, tiknar av Skráseting Føroya eftir hesi lóg, kunnu kærast til Vinnukærunevndina í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi”.
§ 7
Í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping verða gjørdar hesar broytingar:
1) Allastaðni í løgtingslógini verður orðið “kærunevnd” í øllum bendingum og vendingum broytt til “Vinnukærunevnd” í øllum bendingum og vendingum.
2) § 29 verður strikað.
§ 8
Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg 176 frá 21. desember 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Allastaðni í løgtingslógini verður orðið ”kærunevnd” í øllum bendingum og vendingum broytt til “Vinnukærunevnd” í øllum bendingum og vendingum.
2) Yvirskriftin eftir § 17 “Kærunevnd” verður strikað og í staðin verður sett: “Upplýsingar”.
3) § 18 og § 19, stk. 2 verða strikaðar.
§ 9
Í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi verður eftir § 20 sett:
“§ 20 a. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir hesi lóg til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
§ 10
Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (elveitingarlógin) sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 20. november 2007, verður § 18 orðað soleiðis:
“§ 18. Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir hesi lóg til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
§ 11
Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 17. mai 2004, verður § 11 orðað soleiðis.
“§ 11. Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
§ 12
Í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 12. desember 2007, verður í § 46, stk. 1, 1. pkt. verður í staðin fyri “landsstýrið” sett: “Vinnukærunevndina”.
§ 13
Í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 46, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”§ 46. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
2) § 46, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin kann áseta, at avgerðir hjá hesum stovnum ella myndugleikum kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
3) Í § 46, stk. 3 verður eftir orðini “hjá hesum stovnum” sett: “til Vinnukærunevndina”.
§ 14
Í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m. verður § 32 orðað soleiðis:
“§ 32. Heimildir, ið landsstýrismaðurin hevur eftir §§ 2-7, 13, 16, 23 og §§ 24-31, kann hann lata til annan myndugleika. Avgerðir hjá hesum myndugleika kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
§ 15
Í løgtingslóg nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o. ø. verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvið hjá einum myndugleika at taka upp aftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært”.
2) § 3, stk. 2, 2. og 3. pkt. verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin kann áseta, at avgerðir hjá hesum myndugleikum kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvið hjá einum myndugleika at taka upp aftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært”.
3) Í § 3, stk. 3 verður eftir orðini “avgerðir hjá hesum stovnum” sett: “til Vinnukærunevndina”.
§ 16
Í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 21. desember 2001 verður eftir § 7 sett:
“§ 7 a. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir hjá myndugleikanum kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
§ 17
Í løgtingslóg nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2007 verður eftir § 64 l sett:
“§ 64 m. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at kærur hjá hesum myndugleikanum kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
§ 18
Í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verður § 63 strikað og sum nýggj § 63 sett:
“§ 63. Avgerðir, tiknar eftir hesi lóg ella eftir reglum, settar við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina”.
§ 19
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.
Tórshavn, 8. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørt Samuelsen (sign.)
Lm. nr. 162/2007