Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mars 2013Nr. 19
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir
(Stytting av freist)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, verður í § 6 sum stk. 6 og 7 sett:
“Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum, eftir áheitan frá kommunustýrinum, taka avgerð um at víkja frá ásettu freistum í stk. 1, soleiðis at framløgutíðin verður ásett til 1 viku og mótmælisfreistin til 1 viku frá kunngerðardegnum. Við áheitanini skal grundgevast fyri, hvørji týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri, at umsóknin kann verða gingin á møti. Verður áheitanin gingin á møti, skal kommunan beinleiðis og persónligt kunna teir borgarar, ið beinleiðis verða ávirkaðir av broytingini, um hetta í seinasta lagi dagin eftir, at frávikið er givið.
Stk. 7. Kærur sambært § 10 a um loyvir, ið eru givin við heimild í byggisamtykt, sum er fevnd av stk. 6, hava ikki steðgandi virknað.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Tórshavn, 18. mars 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 145/2012