Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 10-03-1992
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

10. mars 1992Nr. 20

Løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 29. mai 2017

Kapittul 1

Lógarøkið, framleiðsla og innflutningur

§ 1. Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.

§ 2. 1) Sum rúsdrekka eftir lógini er at skilja allur løgur, sum hevur minst 2,8 rúmprosent av alkoholi í sær.

Stk. 2. 1) Sum rúsdrekka verður ikki roknað heilivágur, sum bert er loyvdur apotekum at selja eftir apotekaralóggávuni, hóast hesi hava í sær eitt alkoholrúmprosent, ið fer upp um 2,8.

Stk. 3. Hóast reglurnar í lógini er apoteksverkinum loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og heilivágsframleiðslu eftir teim reglum landsstýrið ásetir.

§ 3. 1) 2) Tað er ikki loyvt

1)   at bryggja ella framleiða rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av aloholi ella

2)   at gera drekkandi tær í § 2, stk. 3 nevndu vørur.

Stk. 2. 1) 2) Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.

Stk. 3. 2) Landsstýrið ásetir í góðkenningini nærri reglur um eftirlit við framleiðsluni av rúsdrekka.

§ 4. Sett verður á stovn Rúsdrekkasøla Landsins, við tí endamáli at innflyta og selja rúsdrekka.

Stk. 2. 3) Landsstýrið ger nærri reglur fyri skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins.

Stk. 3. 1) (Strikað).

Kapittul 2

Innflutningur av rúsdrekka

§ 5. 4) Rúsdrekkasøla Landsins hevur einkarrætt til innflutning av rúsdrekka, jb. tó § 8, stk. 4.

Stk. 2. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við skipi ella flogfari, kunnu taka við sær rúsdrekka til egna nýtslu eftir nærri reglum, sum landsstýrið ger.

Stk. 3. Reglan í stk. 1 er ikki galdandi fyri innflutning av víni ætlað til altarnýtslu.

Stk. 4. 5) Reglan í stk. 1 er ikki galdandi fyri innflutning av rúsdrekka, sum góðkend framleiðsluvirki, sbr. § 3, stk. 2, skulu nýta í sam­bandi við rúsdrekkaframleiðslu.

§ 6. 1) 2) 5) Tað er ikki loyvt at innflyta rúsdrekka, sum í sær hevur meira enn 60 vektprosent av alkoholi. Tó er loyvt góðkendum framleiðsluvirkjum, sbr. § 3, stk. 2, at innflyta ethanol at nýta í sambandi við framleiðslu av rúsdrekka.

Kapittul 3

Søla og útflýggjan

§ 7. Einkarrætt at selja rúsdrekka hevur Rúsdrekkasøla Landsins.

Stk. 2. 2) Hóast reglurnar í stk. 1 kann rúsdrekka, framleitt í Føroyum, smbr. § 3, stk. 2, verða selt Rúsdrekkasølu Landsins, eins og rúsdrekka kann verða skeinkt sbrt. reglunum í kapittul 4. Eisini kann rúsdrekka verða selt ferðafólki umborð á skipum í altjóða sigling.

Stk. 3. 6) 4) Rúsdrekkasøla Landsins og bryggjarí, ið hava fingið loyvi at útflýggja egna framleiðslu av øli, kunnu selja føroyskum provianteringsfyritøkum rúsdrekka til víðari sølu til proviantering av skipum og flogførum til nýtslu ella sølu umborð. Toll- og Skattstova Føroya hevur eftirlit við provianteringini.

§ 8. 1) 7) 2) Loyvisnevndin kann heimilað føroysku bryggjaríunum at útflýggja egna framleiðslu teirra av øli, sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi.

Stk. 2. 3) Landsstýrið ásetir nærri reglur um veitan av heimild og um sølu av øli frá bryggjaríunum.

Stk. 3. 7) Hevur bryggjarí brotið treytirnar fyri loyvinum, kann loyvisnevndin taka loyvið aftur eftir ásetingunum í § 14. Afturtøka av loyvi til útflýggjan av øli kann vera avmarkað til ávís sølustøð

Stk. 4. 7) 4) Loyvisnevndin kann heimila øðrum enn føroyskum bryggjaríum at útflýggja egnu framleiðslu teirra av øli, um hesi eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum. Tann í § 6 ásetta avmarking er eisini galdandi.

Kapittul 4

Útskeinking av rúsdrekka

§ 9. Tað er bert loyvt at skeinkja rúsdrekka á støðum við skeinkiloyvi.

Stk. 2. Loyvisnevndin veitir skeinkiloyvi.

Stk. 3. 3) 7) Loyvisnevndin hevur 5 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Í loyvisnevndini skulu vera ein løgfrøðingur, eitt umboð fyri løgregluna, eitt umboð fyri Fyribyrgingarráðið, ein grannskoðari og ein persónur við hollum kunnleika til hotel- og restauratiónsvinnuna, ið tó ikki sjálvur skal vera vinnurekandi innan  hesa vinnugrein. Løgfrøðingurin er formaður í loyvisnevndini. Limirnir verða tilnevndir fyri eitt 4 ára tíðarskeið ísenn. Fyri hvønn av limunum verður tilnevndur ein tiltakslimur.

Stk. 4. Landsstýrið ger skipan fyri loyvisnevndina.

Stk. 5. Avgerðir hjá loyvisnevndini kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

§ 10. 7) Skeinkiloyvi kann verða veitt persónum og partafeløgum, smápartafeløgum og øðrum feløgum, sum hava avmarkaða ábyrgd (herímillum feløg við skiftandi limatali ella skiftandi ogn, felagsskapir, sjálveigandi stovnar við alment góðgerandi endamáli og aðrir sjálvsognarstovnar), um hesi feløg v.m. eru heimahoyrandi í Føroyum og reka hotel- og restauratiónsvirksemi.

Stk. 2. Sum hotel- og restauratiónsvirksemi er at skilja:

1)   Borðreiðing av mati og drykkjuvørum.

2)   Móttøka av gistandi við møguleika fyri borðreiðing.

3)   7) (Strikað).

Stk. 3. 1) Reglurnar í stk. 1 um útskeinkingarloyvi eru eisini galdandi fyri feløg í tann mun, sum virksemi teirra úteftir er at meta sum vinnuligt virksemi, og fyri feløg, ið skeinkja rúsdrekka fyri limum móti gjaldi. Loyvi til skeinking av rúsdrekka móti gjaldi verður tó ikki kravt av feløgum, ið bert halda ársveitslur ella tílíkar einstakar veitslur fyri limunum. Loyvt er ikki persónum undir 18 ár at hava atgongd til støð, ið hava loyvi til útskeinking eftir hesum stk., ta tíð av degnum, skeinking er loyvd.

Stk. 4. 1) Reglurnar í stk. 1 um loyvi eru eisini galdandi fyri skip í heimasigling.

Stk. 5. 4) Kravið í stk. 1 um, at feløg v.m. skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, er ikki galdandi fyri feløg v.m., ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum.

§ 11. Áðrenn loyvi til útskeinking verður givið, skal ummæli verða fingið frá bý- ella bygdaráðum. Loyvið er galdandi í 4 ár, men kann av loyvisnevndini eftir umstøðunum avmarkast og treytast.

Stk. 2. Tá útskeinkingarloyvi verður givið, skulu samfelagslig, fráhaldslig og onnur í hesum sambandi galdandi sjónarmið havast í huga. Hesi sjónarmið verða framd m.a. við meting av:

1)   Handilsliga førleikanum hjá umsøkjaranum.

2)   Fíggjarlig viðurskifti umsøkjarans og fíggjarætlan.

3)   Stødd, innrætting og serkenni annars á fyritøkuni.

4)   Hvar fyritøkan liggur.

5)   Ítøkilig fráhaldslig og onnur í hesum sambandi knýtt sosial og løgreglulig sjónarmið.

§ 12. 4) Fyri at ein persónur kann fáa útskeinkingarloyvi krevst, at hesin

1)   8) hevur fylt 25 ár, er myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7,

2)   ikki er undir fíggjartroti,

3)   7) (Strikað).

3)   7) hevur bústað í Føroyum og

4)   7) ikki hevur víst tílíka atferð, at orsøk er at halda, at hann ikki fer at reka virksemið forsvarliga.

Kravið í stk. 1, nr. 3, um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.

Stk. 2. 7) Skeinkiloyvi kann einans verða veitt feløgum v.m., jb. § 10, stk. 1, um stjórnin og helvtin av nevndarlimunum lúka treytirnar í stk. 1. Í serligum førum kann loyvisnevndin gera undantak frá kravinum í stk. 1, nr. 3. Koma nýggir limir í stjórnina ella nevndina, skal hetta fráboðast loyvisnevndini.

Stk. 3. 1) Dagligi raksturin av eini fyritøku við loyvi til útskeinking skal leiðast av loyvishavaranum sjálvum ella av einum leiðara. Er loyvishavarin eitt partafelag, lutafelag ella líknandi ella eitt felag, skal fyritøkan leiðast av einum leiðara. Leiðarin skal lúka treytirnar í stk. 1 og skal vera góðkendur av loyvisnevndini. Løgreglan kann góðkenna ein fyribilsleiðara í eitt avmarkað tíðarskeið. Leiðarin og fyribilsleiðarin hava somu revsirættarligu ábyrgd fyri rakstrinum av virkinum sum loyvishavarin.

§ 12 a.9) Til støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, konsertir og stevnur, kann loyvisnevndin uttan mun til ásetingina í § 11, stk. 1, 1.pkt. loyva,  at rúsdrekka verður skonkt, um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini. Til størri uttanduratiltøk kann loyvi tó einans verða givið til at skeinkja øl.  Skeinkingin er ikki treytað av atknýttum matstovuvirksemi undir tiltakinum.

Stk. 2. 9) Loyvisnevndin kann í serligum føri loyva, at persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini, um eingin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini

Stk. 3. 9) Loyvi eftir stk. 1 og 2 kann eftir umstøðunum avmarkast og treytast. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur sambært 1. pkt. í kunngerð.

§ 13. 10) Landsstýrismaðurin ásetur eftir at hava fingið ummæli frá loyvisnevndini nærri reglur um útskeinking av rúsdrekka.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um gjøld fyri viðgerð av umsóknum og fyri eftirlit, sum skal útinnast sambært lógini ella reglum, settum við heimild í lógini. Gjaldið kann eisini verða ásett sum eitt árligt gjald.

§ 14. 1) Hevur loyvishavarin brotið reglurnar í hesi løgtingslóg, reglur ásettar við heimild í hesi lóg ella treytirnar í loyvinum, kann loyvisnevndin taka loyvið aftur. Sama er, um virksemið verður rikið á slíkan hátt, at tað elvir til drykkjuskap ella revsiverdar gerðir, og løgreglan frammanundan hevur ávarað loyvishavaran.

Stk. 2. Loyvishavarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 1 skal verða løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og fyri kærufreist.

Stk. 3. Áheitan eftir stk. 2 skal fráboðast landfútanum í seinasta lagi 4 vikur, eftir at avgerðin er boðað viðkomandi. Málið verður lagt fyri dómsvaldið eftir reglunum í revsilógini § 78, stk. 3.

Stk. 4. Áheitan eftir stk. 2 virkar steðgandi. Tó kann rætturin í úrskurði avgera, í hvønn mun viðkomandi kann fáa loyvi til at halda fram við fyritøkuni, meðan málið er til viðgerðar. Víðari kann rætturin gera av, at kæra ikki er steðgandi.

Stk. 5. Reglurnar í hesi grein eru eisini galdandi fyri leiðarar.

§ 15. Á støðum við útskeinkingarloyvi er tað forboðið at skeinkja rúsdrekka ella lata rúsdrekka skeinkja til persónar, tá orsøk er at halda, at teir við at drekka meira, kunnu verða sær sjálvum til vanda ella verða øðrum til vanda ella ónáðir.

Stk. 2. Er nakar vorðin fullur, skal loyvishavarin ella hjálparfólk hansara taka sær av, at tann fulli undir tryggum umstøðum verður fingin til hús ella á løgreglustøðina ella boðsenda løgregluni.

Stk. 3. 1) Hevur nakar notið rúsdrekka, og loyvishavarin ella hjálparfólk hansara vita ella hava orsøk at halda, at viðkomandi hevur akfar við, og at viðkomandi orsakað av rúsdrekkanýtslu ikki er førur fyri at koyra akfarið á forsvarligan hátt skal loyvishavarin ella hjálparfólk hansara, um neyðugt við at boðsenda løgregluni royna at forða viðkomandi í at koyra akfarið.

Stk. 4. Á støðum við útskeinkingarloyvi hevur loyvishavarin skyldu at ansa eftir, at tað eisini ber til at fáa annað at drekka, sum ikki er rúsandi. Tað skal framganga av príslistum, vínkorti ella lætt lesiligum uppslagi, at tílíkt drekka fæst.

Stk. 5. Til at útskeinkja rúsdrekka mugu ikki setast fólk undir 18 ár, við undantak av kokka- og tænaralærlingum við góðkendum lærusáttmála, ella persónar, ið hava lokið alla lærutíðina í tænarafakinum.

§ 16. Útskeinkingarloyvi fellur burtur,

1)   tá ið loyvishavarin doyr, smbr. tó stk. 2,

2)   tá ið tíðin fyri skeinkiloyvið er útgingin, uttan at útskeinkingarloyvið er endurnýggjað,

3)   um loyvishavarin ikki longu lýkur treytirnar í § 12, stk. 1, nr. 1, nr. 2 nr. 3 ella nr. 4.

Stk. 2. Doyr loyvishavarin, hevur hjúnamakin rætt til at taka yvir útskeinkingarloyvið, um samlívið hevur vart til deyða loyvishavarans, og um viðkomandi annars lýkur treytirnar í § 12, stk. 1.

Stk. 3. Loyvisnevndin kann geva loyvi til, at einkja/einkjumaður eftir loyvishavara kann taka yvir útskeinkingarloyvi eftir stk. 2, hóast viðkomandi ikki hevur fylt 25 ár.

Stk. 4. 8) Loyvisnevndin kann eisini játta einum deyðabúgvi, einum hjúnamaka í óskiftum búgvi, einum trotabúgvi ella einum verja hjá einum, ið komin er undir verjumál eftir § 6 í verjumálslógini, at halda fram við fyritøkuni hjá tí deyða, hjá trotabúnum ella hjá honum, ið komin er undir verjumál eftir § 6 í verjumálslógini, við atliti til, at fyritøkan verður at halda uppat, verður latin av hondum ella tílíkt. Loyvið kann bert verða givið í upp til eitt ár eftir, at loyvishavarin er deyður, trotaúrskurðurin er gjørdur, ella viðkomandi kom undir verjumál eftir § 6 í verjumálslógini. Í heilt serligum føri kann henda freist tó verða framlongd.

Stk. 5. Góðkenning av leiðara dettur burtur, um viðkomandi ikki longur lýkur treytirnar í § 12, stk. 1, nr. 1, nr. 2, nr. 3 ella nr. 4.

Kapittul 5

Almennar ásetingar

§ 17. 1) Tað er forboðið, at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekkað er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa rúsdrekka.

Stk. 2. 1) Tann, sum selir, flýggjar út, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, hevur skyldu til at um neyðugt tryggja sær við framvísan av samleikaprógvi, at móttakarin lýkur aldurstreytina.

Stk. 3. Á støðum við útskeinkingarloyvi hevur loyvishavarin skyldu til við uppslagi á sjónligum staði at gera vart við, at tað er forboðið at skeinkja rúsdrekka fyri persónum, sum ikki hava fylt 18 ár.

§ 18. 7) Á støðum við útskeinkingarloyvi er tað forboðið gestunum at njóta rúsdrekka, sum teir hava havt við sær. Á sjónskum staði í hølinum skal vera sligið upp, at hetta ikki er loyvt.

§ 19. Øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin.

§ 20. Tað er ikki loyvt at útflýggja rúsdrekka frá handlum og líknandi handilshølum hjá handlum, fyritøkum ella á almennum støðum á ein hátt, ið kann metast við úskeinking.

§ 21. Landsstýrið kann, um so er at hetta er neyðugt vegna almennan frið og alment skil, fyribils banna, at rúsdrekka verður selt og/ella borðreitt á støðum við útskeinkingarloyvi í ávísum økjum ella í øllum landinum.

Kapittul 6

Revsing

§ 22. Við sekt, hefti ella fongsli upp í eitt ár verður tann sektaður, sum

1)   7) brýtur § 3, § 5, § 6, § 7, stk. 1, § 9, stk. 1, § 12, stk. 2, 3. pkt. og stk. 3, § 15, § 17, § 18, § 19 og § 20, ella

2)   2) setir tilsíðis treytir fyri loyvi ella góðkenning eftir lógini ella samsvarandi ásettum forskriftum sambært lógini, ella

3)   letur vera við at lýða forboð ella boð, sum eru givin sambært lógina ella sambært ásetingum sambært lógini.

Stk. 2. Tann, sum nýtir, keypir ella á annana hátt útvegar sær rúsdrekka í stríð við § 9 verður revsaður við bót.

Stk. 3. Í fyriskipanum, sum verða ásettar sambært lógini, kann áleggjast revsing við bót, hefting ella fongsli upp í eitt ár fyri brot á ásetingarnar í fyriskipanunum.

Stk. 4. Fyri brot framd av juridiskum persónum, heruppií partafeløgum og feløgum, kann áleggjast tí juridiska persóninum sum slíkum sektarábyrgd.

Stk. 5. Sektarábyrgd kann áleggjast loyvishavarum og leiðarum fyri brot á § 15, stk. 1, og § 17, stk. 1, 2. pkt., sum verða framd av starvsfólki í fyritøkuni, sjálvt um brotið ikki kann roknast við sum tilætlað ella av ósketni.

Stk. 6. Málini verða viðgjørd sum løgreglusakir. Rættarráðini í kapitlunum um hald og rannsókn í rættargangslógini verða nýtt í sama vavi sum í statsákæramálum.

§ 23. Løgregluni kann ikki verða sýtt atgeingi til høli í fyritøkum við útskeinkingarloyvi. Hetta er tó ikki galdandi fyri kømur, ið leigað eru út til gistingar.

Kapittul 7

Gildisásetingar.

§ 24. Landsstýrið ásetir í kunngerð, nær lógin fær gildi í síni heild ella í pørtum.

Stk. 2. Tá lógin kemur í gildi, smbr. stk. 1, setir landsstýrið úr gildi í síni heild ella í pørtum fylgjandi:

1)   ,,Anordning nr. 649 af 21. december 1917 om hvad der i lov for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m. af 21. december 1917, skal forstås ved drikke.“

2)   ,,Anordning nr. 624 af 30. november 1918 om udlevering af berusende drikke fra apoteker på Færøerne.“

3)   ,,Bekendtgørelse nr. 148 af 18. april 1923 om hvad der i lov for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m. af 30. januar 1923 skal henregnes til drikke.“

4)   ,,Lov nr. 115 frá 4. april 1928 for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m.“, sum broytt seinast við løgtingslóg nr. 54 frá 9. juni 1988.

5)   Løgtingslóg nr. 35 frá 18. november 1954 um innflutning av denatureraðum spritti.

6)   Løgtingslóg nr. 61 frá 19. mai 1980 um skamtan av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 20. mai 1988.

7)   Kunngerð nr. 7 frá 29. januar 1986 um denaturerað spritt.

8)   Løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, §§ 1 og 3.

Stk. 3. Hesar kunngerðir hava framvegis gildi, til tær verða settar úr gildi við kunngerð heimilaðari í hesi løgtingslóg:

1)   Kunngerð nr. 36 frá 19. november 1954 um keyp og sølu av kumpassspritti.

2)   Kunngerð nr. 78 frá 11. juli 1980 um brygging og útflýgging av sterkum øli, sum broytt við kunngerð nr. 86 frá 1. juli 1988.

Stk. 4. Um so verður, at ásetingarnar um útskeinking í lógini verða settar í gildi áður enn kapitlini 1, 2 og 3, kann landsstýrið játta loyvishavara innflutning av rúsdrekka til útskeinkingar á útskeinkingarstaðnum.

§ 25. 1) Landsstýrið skal leggja løgtingslógina um innflutning og sølu av rúsdrekka fyri tingið at viðgera í 1998.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: ,,Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1996. Samstundis fer danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka úr gildi.“

2) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 17. mai 2011, har § 2 er soljóðandi: ”Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2011. Tó kemur § 1, nr. 4 ikki í gildi fyri enn 1. apríl 2012.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 10. mai 2000. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002, og samstundis verður danski teksturin í løgtingslógini strikaður.”

4) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 29. mai 2017.

6) Broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996.

7) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003. § 2 í hesi lóg er sóljóðandi: “Hendan lóg kemur í gildi 1. juni 2003.”

8) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 er soljóðandi: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”

9) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006.

10) Broytt við løgtingslóg nr. 126 frá 22. desember 2008.