Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mars 2012Nr. 21
Løgtingslóg um havnaloðsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
(Loðslógin)
Kapittul 1
Endamál og allýsingar
Endamál
§ 1. Við hesi løgtingslóg verður ásett loðsskylda í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum við tí endamáli at betra um trygdina á sjónum og at verja umhvørvið.
Allýsingar
§ 2. Í hesi løgtingslóg og í reglum sambært hesi løgtingslóg merkir:
a) “Loðsskylda”: At tey í § 7 nevndu skip, hvørs vakthavandi navigatørur ikki hevur loðsfrítøkuskjal, ikki kunnu sigla í ella út úr føroyskari havn uttan at nýta loðs.
b) “Loðsing”: At ein persónur, ið hevur gildugt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg, antin staddur á brúnni umborð á skipinum ella frá loðsbáti vegleiðir vakthavandi navigatøri á skipinum um sigling, navigasjón og mannereran.
c) “Loðsur”: Persónur, sum hevur gilt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg.
d) “Loðsprógv”: Próvskjal útskrivað eftir hesi løgtingslóg, sum heimilar ávísum navngivnum persóni at útinna loðsing eftir hesi løgtingslóg.
e) “Loðsfrítøkuskjal”: Eitt próvskjal útskrivað eftir hesi løgtingslóg til ein ávísan persón, sum heimilar viðkomandi at føra ávíst skip ella skipaslag inn og út úr føroyskari havn uttan at nýta loðs.
f) “Loðsstøð”: Tann kommuna, sum hevur ábyrgdina av at útinna loðsing inn og út úr føroyskari havn.
Kapittul 2
Loðsskyldan
Loðsskyldan v.m.
§ 3. Loðsskyldan er galdandi í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um loðsskipanina, undir hesum um loðspunkt, fráboðanarskyldu, skipan av loðsingini, um freist fyri at veita loðs v.m.
Loðsstøðir
§ 4. Kommunurnar hava skyldu til at tryggja, at skip, sum eru loðsskyldug eftir hesi løgtingslóg, sbr. § 7, stk. 1, og skip, sum biðja um loðs, verða loðsað, tá ið tey skulu í ella úr einari havn í viðkomandi kommunu.
Stk. 2. 1) Kommunurnar umsita loðsingina og skipa fyri loðsing eftir nærri ásettum reglum.
Stk. 3. 1) Umbøn um loðs og loðsflutning verður send viðkomandi kommunu, sum síðan útvegar neyðugu loðstænastuna.
Stk. 4. 1) Øll skuldskriving og innkrevjing í sambandi við loðstænastuna fer fram umvegis viðkomandi kommunu. Tann, sum biður um loðs og loðsflutning, heftir beinleiðis mótvegis kommununi fyri tænastuveitingina.
Stk. 5. 1) Kommunurnar kunnu gera avtalu við privatar um at útinna loðsing sambært stk. 1.
§ 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skylduna at tekna trygging fyri loðsar, um egið eftirlit, um skyldu til at lata landsstýrismanninum upplýsingar, og hvussu hesar verða latnar inn, sbr. § 14, stk. 1.
§ 6. Loðsbátar skulu lúka galdandi krøv frá Sjóvinnustýrinum til loðsbátar.
Loðsskyldugu skipini
§ 7. Hesi skip eru fevnd av loðsskyldu, sbr. § 3, stk. 1:
1) Skip 500 BT og størri,
2) olju-, gass- og kemikaliutangaskip, uttan mun til stødd,
3) skip, uttan mun til stødd, sum sigla við vandamiklum farmi sambært IMDG-koduni,
4) skip, sum sigla við:
a) óreinsaðum lasttangum, sum ikki eru tryggjaðir við inaktivari luft,
b) meira enn 1.000 tons av bunkersolju umborð, ella
c) háradioaktivum evnum.
Stk. 2. 2) Loðsskyldan sambært stk. 1 fevnir tó ikki um:
1) Føroysk fiskiskip,
2) føroysk handilsskip undir 100 metrar, tó ikki skip sambært § 7, stk. 1, nr. 2-4,
3) skip, sum verða nýtt til fiskiveiðieftirlit í føroyskum sjóøki,
4) hernaðarskip,
5) statsskip,
6) skip hjá Strandfaraskipum Landsins, og
7) skip, har vakthavandi navigatørur hevur fingið loðsfrítøku sambært § 12.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur samsvarandi altjóða allýsingum nærri reglur um, hvat er at skilja sum olja, kemikaliu, gass, háradioaktiv evni og vandamikil farmur v.m., sbr. stk. 1.
Kapittul 3
Loðsar
Loðsprógv
§ 8. Bert persónur, sum hevur gildugt loðsprógv eftir hesi løgtingslóg, hevur rætt til at loðsa og at nýta heitið loðsur.
Stk. 2. Loðsur kann bert loðsa í og úr havn, sum loðsprógvið fevnir um, og eftir avtalu við avvarðandi kommunu.
Førleikakrøv
§ 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir umsókn loðsum loðsprógv.
Stk. 2. Umsøkjari fær útflýggjað loðsprógv um viðkomandi:
1) Hevur fingið vinnubræv sum skipsførari sambært manningarlógini,
2) hevur siglt í eitt tíðarskeið sum skipsførari ella yvirstýrimaður,
3) er staðkendur í viðkomandi øki,
4) hevur tikið kravda praktiska og teoretiska roynd fyri loðsar,
5) er knýttur at eini loðsstøð, sbr. § 4.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøvini sambært stk. 2 og møgulig onnur neyðug krøv, undir hesum um tíðaravmarking og endurnýggjan av loðsprógvi.
Stk. 4. Um tann, sum hevur eitt gildugt loðsprógv, ikki longur lýkur treytirnar fyri at útinna loðsing eftir hesi løgtingslóg, skal viðkomandi lata landsstýrismanninum loðsprógvið.
Aðrar skyldur enn at loðsa
§ 10. Loðsur skal veita kunning til skip um viðurskifti av týdningi fyri trygdina í sambandi við sigling, fyri umhvørvi ella við atliti til onnur samfelagsviðurskifti.
Stk. 2. Loðsur skal boða viðkomandi myndugleikum frá um viðurskifti, sum viðkomandi er vorðin varugur við, og sum hava týdning fyri trygdina í sambandi við sigling, fyri umhvørvi ella við atliti til onnur samfelagsviðurskifti.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skyldurnar sambært stk. 1 og 2.
Arbeiðsumhvørvi í sambandi við loðsing
§ 11. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um arbeiðsumhvørvi og hvílitíð fyri loðsar, undir hesum um eftirlit við hesum.
Kapittul 4
Loðsfrítøka
Loðsfrítøkuskjal
§ 12. Vakthavandi navigatørur, sum hevur gjølligan kunnleika til loðsskyldugt øki, skip og skipaslag, kann søkja um at fáa eitt loðsfrítøkuskjal, ið gevur viðkomandi loyvi til at sigla uttan loðs, hóast loðsskylda er í økinum, og skipið er fevnt av loðsskyldu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytirnar fyri at fáa loðsfrítøkuskjal, um tíðaravmarking og endurnýggjan av loðsfrítøkuskjali, v.m., og kann harumframt áseta, at ávís skipasløg ikki kunnu sigla uttan loðs, hóast vakthavandi navigatørur hevur loðsfrítøkuskjal.
Stk. 3. Um tann, sum hevur eitt gildugt loðsfrítøkuskjal, ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa loðsfrítøkuskjal, hevur viðkomandi skyldu til at lata landsstýrismanninum loðsfrítøkuskjalið.
Kapittul 5
Gjald fyri loðsing v.m.
§ 13. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar reglur um gjald fyri loðsing, undir hesum kann verða ásett gjald fyri bíðitíð, uppihald- og ferðaútreiðslur hjá loðsi og gjald fyri, at loðsur eftir umbøn møtir á staðnum, uttan at loðsing verður framd.
Stk. 2. Gjaldið fyri loðsing verður ásett útfrá stødd á skipi og út frá tíðarnýtslu.
Stk. 3. Gjøldini sambært stk. 1 skulu fíggja útreiðslurnar hjá kommunum av skipanini.
Kapittul 6
Eftirlit, afturtøka v.m.
Eftirlit
§ 14. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við loðsum og við loðsvirksemi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útinnan av eftirlitinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin førir eina almenna skrá yvir góðkendar loðsar, sbr. §§ 8 og 9. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytirnar fyri skráseting í skránni, undir hesum um hvørjar uppýsingar skulu standa í skránni.
Stk. 3. Loðsur verður strikaður úr skránni, um loðsprógvið er farið úr gildi ella er tikið aftur, sbr. § 17.
§ 15. Starvsfólk, sum í teirra starvi hava eftirlit við loðsum og loðsvirksemi, hava ikki loyvi til at taka lut í loðsvirksemi ella hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í loðsvirksemi, undir hesum vera limur í nevnd ella stjórn í einum felagi, sum fæst við loðsvirksemi, sbr. § 4, stk. 2.
Gjald
§ 16. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um gjald fyri eftirlit, roynd, útgávu og endurnýggjan av loðsprógvum og loðsfrítøkuskjølum v.m.
Afturtøka
§ 17. Landsstýrismaðurin kann taka aftur loðsprógv og loðsfrítøkuskjal, um treytirnar fyri at fáa loðsprógv ella loðsfrítøkuskjal ikki longur eru til staðar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur loðsprógv og loðsfrítøkuskjal í hesum førum:
1) Tann, sum hevur prógvið ella skjalið, hevur framt grovt brot á treytirnar í loðspróvnum ella loðsfrítøkuskjalinum, á ásetingar í ella sambært hesi løgtingslóg, ella
2) onnur viðurskifti gera seg galdandi, sum gera tað vágiligt at lata viðkomandi halda fram við at loðsa ella at lata viðkomandi sigla í ella úr føroyskari havn uttan loðs.
Stk. 3. Tann, sum avgerðin sambært stk. 1 og 2 viðvíkur, kann krevja, at avgerðin verður løgd fyri rættin. Áheitan um hetta skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Landsstýrismaðurin leggur málið fyri rættin eftir borgarligu rættargangslógini.
Stk. 4. Áheitan um, at avgerðin verður løgd fyri rættin, hevur ikki steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi kann loðsa ella sigla uttan loðs, meðan málið verður viðgjørt.
Kæra
§ 18.3) Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir hesi løgtingslóg til annan myndugleika at fyrisita, tá kann hann áseta reglur um kæru, undir hesum at avgerðir myndugleikans ikki kunnu kærast til landsstýrismannin, men kunnu kærast til Føroya Kærustovn, og at ávísar avgerðir ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 7
Revsing
§ 19. Við bót verður tann revsaður, sum fremur brot á § 4, stk. 1, § 7, stk. 1, § 8, § 9, stk. 4, § 12, stk. 3 ella § 15.
Stk. 2. Skipari og reiðari á skipinum verða revsaðir, um góðkendur loðsur ikki verður brúktur, sum ásett í § 4, stk. 1.
Stk. 3. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 1 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um sama brot verður endurtikið.
Stk. 4.4) Í reglum, sum ásettar verða við heimild í § 5, § 9, stk. 3, § 10, stk. 3, § 11, § 12, stk. 2 og § 14, stk. 1 , kann ásetast revsingvið bót. Somuleiðis kann ásetast, at revsingin kann herðast til fongsul í upp til 1 ár undir somu umstøðum, sum nevndar eru í stk. 3.
Stk. 5. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 6. Kommuna, sum er vitandi um ella átti at vita, at loðsskyldugt skip kemur í havn uttan loðs, verður revsað við bót.
Stk. 7.5) (Strikað).
Kapittul 8
Gildiskomu- og skiftisreglur
§ 20. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. januar 2013, og samstundis fer úr gildi Lov nr. 131 af 17. april 1916 om lodsvæsenet, som senest ændret ved lov nr. 155 af 14. april 1920.
Stk. 2. Teir persónar, ið loðsa fyri kommunurnar, tá ið løgtingslógin kemur í gildi, og sum hava skipsføraraútbúgving, hava framvegis rætt til at loðsa inntil tann 1. januar 2014, tá ið krøvini til førleikar, loðsprógv v.m. eftir hesi løgtingslóg skulu vera lokin. Hesir persónar skulu verða fyribils skrásettir í skránni sambært § 14, stk. 2 í skiftistíðarskeiðinum.
Stk. 3. 6) Persónar, fevndir av stk. 2, ið umframt skipsføraraútbúgving hava fingið vinnubræv sum skipari við fiskiskipi, skulu lúka krøvini, ásett í stk. 2, tó undantikið krøvini í § 9, stk. 2, nr. 1 og 2.
Tórshavn, 16. mars 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 115/2011
1) Broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 9. mai 2019.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 29. mai 2017.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.”