Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 17-08-1955
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

17. august 1955Nr. 26

Løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10. mai 2000

§ 1.1) Stovnað verður Føroya Náttúrugripasavn. Savnið er ogn landsins.

Inn í savnið gongur tað djórasavn, sum H.A. Djurhuus og Niels á Botni hava fingið til vega, og plantusavnið hjá Rasmus Rasmussen (Herbarium Færoense), sum hann letur til endamálið.

§ 2. Virkisevni er:

a)    at savna, varðveita og framsýna náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins,

b)   at savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar.

§ 3. 1) 2) Savnið verður í 2 deildum:

1)   Djórasavnið,

2)   Plantusavnið,

undir leiðslu hvørt av sínum deildarleiðara, sum landsstýrið setir.

§ 4. Savnið liggur undir landsstýrinum, sum hevur eftirlit við tí, tess bygningum og ognum yvirhøvur.

§ 5. 2) Landsstýrið tilnevnir eftir umsókn ein av deildarleiðarunum til fyristøðufólk.

§ 6. 2) Landsstýrið ger ætlan yvir savnsins inntøkur og útreiðslur eftir tilmæli frá fyristøðufólkinum. Hon gongur inn sum deild í fíggjarlóg landsins, hevur sama roknskaparár, endurlit og góðkenning.

§ 7. 2) Fyristøðufólkið sendir fyri hvørt roknskaparár landsstýrinum frágreiðing um virki savnsins.

§ 8. Landsstýrirð ger reglugerð um stýri og virki savnsins.

§ 9. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1956.

 

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10. mai 2000.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.