Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 1969Nr. 27
Løgtingslóg um fýrverk
§ 1. Fýrverk má hvørki gerast ella flytast inn uttan loyvi frá landsstýrinum.
§ 2. Fýrverk, sum brestur, má hvørki latast, útvegast ella nýtast uttan loyvi frá løgregluni.
2. stk. Ásetanin í 1. stk. er ikki galdandi fyri sølu til sølumann.
§ 3. Fýrverk má ikki latast persónum undir 18 ár.
§ 4. Landsstýrið kann fyriseta reglur:
1) at tilskila sløg av fýrverk kunnu undantakast frá reglunum í §§ 2 og 3,
2) um gerð, innflutning, at avhenda, at fáa sær og gera nýtslu av fýrverk, sum fyrisett er sum neyðsignal ella sum kann blandast við tílík signal,
3) um forboð fyri sølu av kemikalium, sum nýtast kunnu til gerð av fýrverk, til persónar undir 18 ár,
4) um eftirlit, at lógin verður aktað.
§ 5. Lógin er ikki galdandi fyri alment vald, sum nýtir fýrverk sum lið í virki sínum.
§ 6. Brot móti §§ 1-3 kemur undir bót, um so er at tað kemur ikki undir størri revsing eftir lóggávuni annars. Undir somu revsingina kemur hann, sum heldur ikki treytir, sum eru fyrisettar í loyvum eftir lógini.
2. stk. Í forskriftum, sum givnar verða eftir lógini, kann revsing av bót verða fyrisett fyri brot uppá onkra forskriftina.
§ 7. Henda lógin kemur í gildi beinanvegin.
§ 8. Henda lógin ger onga broyting í lógini um spreingievnir ella í reglum, sum givnar eru eftir tí lógini og brandlóggávuni.