Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 07-04-1986
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. apríl 1986Nr. 30

Løgtingslóg um frítíð við løn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 16. mai 2006 1)

Kapittul 1

Lógarøki

§ 1. Løntakarar í almennum ella privatum starvi hava rætt til frítíð og frítíðarløn, sum fyrisett í hesari lóg.

§ 2. Undir lógina koma tó ikki

1)   tænastumenn landsins, ríkisins, fólkakirkjunnar og fólkaskúlans.

2)   fiskimenn undir starvsviðurskiftum, ið ikki áseta reglur um frítíð við løn.

§ 3. Henda lóg viðvíkir ikki løntakara í almennum starvi, sum av landi, ríki, løgtingi ella kommunu hevur fingið vissað frítíð við løn, um so er, at landsstýrið metir viðkomandi skipan at veita løntakaranum ikki verri kor, enn fyriskipanirnar í hesi lóg tryggja.

2. stk. Landsstýrið kann fyriseta, at lógin verður ikki at galda starv ella starvsøki, har við sáttmála ella fyriskipan er vissað løntakaranum frítíð við løn eftir reglum, sum bjóða ikki verri kor, enn fyriskipanirnar í hesi lóg.

3. stk. Henda lóg minkar einki um víðari fevnandi frítíðarrætt sambært aðrari lóg ella fyriskipan eftir semju millum arbeiðsgevara og løntakara ella eftir gerðarrættardómi ella vanligum siði.

§ 4. Landsstýrið tekur avgerð í ivaspurningum, um persónur kemur undir hesa lóg.

Kapittul 2

Innvinningarár og talið á frídøgum

§ 5. 2) Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðinum 1. apríl til 31. mars (innvinningarárið). Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar. Er starvstíðin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin sett í mun til starvstíðina.

2. stk. Burturvera frá arbeiðinum vegna sjúku, vanlukku, fyribils arbeiðssteðg av rakstrarligum ávum ella frítíð eftir hesari lóg, eins og burturvera vegna barnsburð skal ikki verða frádrigin við uppgerðini av starvstíðini, sum gevur rætt til frítíð.

3. stk. Frítíðarrætturin verður at rokna uttan mun til, um viðkomandi virki ella skip skiftir eigara í starvstíðini.

§ 6. 2) Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn í 30 dagar hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári.

Kapittul 3

Frítíðarár og frítíðarskeið

§ 7. Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðinum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið).

2. stk. Frítíð eftir § 5 verður tikin áðrenn frítíð eftir § 6.

§ 8. 2) Minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið). Er løntakari uppsagdur, má tó uppsagnarfreistin í ongum føri skerjast við, at frítíðin verður løgd innan fyri uppsagnarfreistina.

2. stk. 2) Frítíð út yvir teir 24 dagarnar kann verða givin uttan fyri frítíðarskeiðið, tó seinast 1. mai árið eftir.

Stk. 3. 3) Fyri fólk, sum starvast á skipi ella í flogfari, kann frítíðin, tá viðurskiftini gera tað neyðugt, tó verða givin aðra tíð av árinum. Frítíðin skal falla, so skjótt skips- ella flogfarisstarvið loyvir tað, og taka við á tí degi, sum báðir partar semjast um.

§ 9. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær frítíðin skal takast og boðar honum frá hesum við rímiligari freist.

Kapittul 4

Frítíðarløn og frítíð við løn

§ 10. 2) 4) Arbeiðsgevarin veitir løntakaranum frítíðarløn, ið er 12% av vunnari løn. Frítíðarlønin fellur til gjaldingar samstundis við lønini.

§ 11. 3) 2) Mánaðarløntir løntakarar hava rætt til frítíð við løn. Veitt verður harafturat frítíðarískoyti, ið er 1½ % av vunnari løn í undanfarna innvinningarári.

2. stk. 4) Fer mánaðarløntur løntakari úr starvi, verður veitt honum frítíðarløn eftir § 10 fyri alla ta frítíð, hann eigur á. Samstundis sum hann fer úr starvinum, verður upphæddin goldin eftir reglunum í § 20 a.

§ 12. Við útrokning av frítíðarløn og frítíðarískoyti verður ikki tald við løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti.

§ 13. Við útrokning av frítíðarløn og frítíðarískoyti teljast við allar skattskyldugar lønarveitingar.

2. stk. Fyri fiskimenn verður frítíðarlønin útroknað og útgoldin sambært galdandi sáttmála.

3. stk. Um so er, at lønin fult ella partvís er kostur og innivist ella aðrir fríir ágóðar, verður virðið av hesum at seta av landsstýrinum ella øðrum heimilaðum myndugleika. Hava partarnir avtalað eitt hægri virði, er hetta tó galdandi.

§ 14. Í tí føri, at eitt virki verður steðgað í frítíðini, kann løntakari har, sum ikki eigur rætt til frítíð allar dagarnar, virkið er steðgað, ikki av steðginum krevja endurgjald út um ta frítíðarløn, sum viðkomandi eigur á eftir ásetingunum í hesari lóg.

§ 15. Viðvíkjandi løntakarum á skipi eigur landsstýrið heimild at gera tey avvik frá fyrisetanunum í hesari lóg, sum kunna vera neyðug og rímilig undir teim serligu viðurskiftum, sum elvast á sjónum; t.d. kunna eftir samráð við viðkomandi løntakarafeløg setast reglur, soleiðis at tann árliga frítíðin kann vera býtt ella samanløgd við viðkomandi frítíð, og undir viðurskiftum, har okkurt serligt verður til hindurs fyri tí lógfyrisettu frítíð, frammíhjá løn og kostpeningur verða givin sum frítíðarendurgjald.

§ 16. Verður frítíðarlønin ikki goldin rættstundis, skal gjaldast 11/2% í rentum fyri hvønn byrjaðan mánaða frá gjalddegnum.

Kapittul 5

Vanligar reglur

§ 17. Rætturin til frítíðarløn, løn í frítíðini ella frítíðarískoyti fyrnast, um krav til rættin ikki verður fráboðað arbeiðsgevaranum fyri 1. apríl í frítíðarárinum, frítíðin skal takast.

2. stk. Ger arbeiðsgevarin ikki eftir kravinum, fyrnast tað, um ikki løntakarin uttan óneyðugt dvøl letur kravið fremja.

3. stk. Er kravið fyrnað, fer upphæddin í Frítíðargrunnin.

§ 18. 4) Krøv um frítíðarløn, ið ikki eru fráboðað Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 5 ár frá tí degi, frítíðarlønin er tøk 2. mai, eru fyrnað, og fer frítíðarlønin fyri krøv, sum eru fyrnað, í Frítíðargrunnin.

§ 19. Avtala um at siga frá sær rætt til frítíð, frítíðarløn, frítíð við løn ella frítíðarískoyti er ógildug.

2. stk. Loyvt er ikki at lata øðrum rættin til vunna frítíðarløn, eins og hesin rættur ikki kann verða fyri rættarsókn.

§ 20. Avgerð í ósemju arbeiðsgevara og løntakara millum um rættin til frítíð ella frítíðarløn verður tikin av Føroya Rætti.

§ 20 a. 5) 4) Arbeiðsgevarin skal um tey av landsstýrinum góðkendu avrokningarstøð rinda frítíðarlønina á frítíðarlønarkonto avvarðandi løntakarafelags.

Stk. 2. 4) Hevur løntakari einki umboðandi løntakarafelag at vísa á, skal frítíðarlønin, á sama hátt sum tilskilað í 1. stk., rindast á frítíðarlønarkonto hjá Frítíðarkontu, sum er skipan til varðveitslu og útgjald av  frítiðartløn hjá teimum, sum einki umboðandi løntkarafelag hava.

Stk. 3.4)   Tað einstaka løntakarafelagið og Frítíðarkonta skal útvega sær eina frítíðarlønarkonto til at varðveita frítíðarlønir á.

Stk. 4. 4) Løntakarafelagið hevur ikki ræði á peningi, sum stendur á frítíðarlønarkonti. Einans Toll- og Skattstova Føroya kann ráða yvir innistandandi á frítíðarlønarkontum, tá ið tað er neyðugt í sambandi við fyrisitingina av skipanini.

Stk. 5. 4) Renta av innistandandi á frítíðarlønarkontu hjá løntakarafeløgunum og hjá Frítíðarkontu skal rindast avvarðandi løntakarafelag og ávikavist Frítíðargrunninum. 

Stk. 6. 4) Toll- og Skattstova Føroya fyrisitur inn- og útgjaldingina av fríðtíðarløn og Frítíðarkontu.  Løntakarafeløgini og Frítíðarkonta  rinda Toll- og Skattstovu Føroya fyri umsiting sambært hesi lóg.

Stk. 7. 4) Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásetur nærri reglur um inn- og útgjaldsskipanina og um Frítíðarkontu.

Kapittul 6

Frítíðargrunnur

§ 21. 4) Frítíðargrunnurin er sjálveigandi stovnur.

Stk. 2. 4) Fæ grunsins fæst til vega frá rentuinntøkum smbrt. § 20 a, stk. 5 og avkasti av fænum, og peningi, sum sambært § 18 í løgtingslóg um frítíð við løn er ogn grunsins. Harafturat hoyrir til fæ grunsins tann upphædd, sum 1. apríl 1986 sambært landskassans roknskapi stóð í grunninum.

Stk. 3. 6)  Fæ grunsins fer til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Í førum, har talan er um trotabúarviðgerð av peningastovni, kann frítíðargrunnurin í tann mun, fæ grunsins røkkur, tryggja løntakara frítíðarlønarkrøv, móti at vinna rættin til kravið mótvegis trotabúnum.

Stk. 4. 4) Landsstýrismaðurin velur nevndina fyri grunnin  fyri 3 ár í senn.

Stk. 5. 6) 4) Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið. Nevndin hevur skyldu at lata gera ársroknskap fyri farna árið við fíggjarstøðu tann 31. desember. Nevndin velur løggildan grannskoðara fyri eitt 3-ára skeið til at grannskoða roknskapirnar, sum verða sendir landsstýrinum á hvørjum ári innan 1. juni.

Stk. 6. 4) Landsstýrismaðurin ásetur viðtøkurnar fyri grunnin

Kapittul 7

Revsireglur

§ 22. Revsaður við sekt verður

1)   arbeiðsgevari, sum uttan rímiliga orsøk letur vera við at gjalda vunna frítíðarløn, løn í frítíðini ella frítíðarískoyti, hóast hann verður kravdur.

2)   arbeiðsgevari, sum ger avtalu um at siga frá sær skylduna til at veita frítíð, frítíðarløn, løn í frítíðini ella frítíðarískoyti.

3)   persónur, sum ger avtalu um avhending av rætti til vunna frítíðarløn.

2. stk. Í fyriskipanum givnar við heimild í hesari lóg kann áleggjast revsing við sekt fyri brot á reglurnar í nevndu fyriskipanum.

3. stk. Verður brot útint av partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast felagnum sektarábyrgd.

Kapittul 8.

§ 23. 3) (Strikað).

Kapittul 9

Gildisfyriskipanir

§ 24. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 1986, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 31 frá 19. mars 1951 um frítíð við løn við seinri broytingum og § 4, 4. stk. og 5. stk. í løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 um lærlingaviðurskifti við seinni broytingum.

 



1) Sambært § 3 í stýrisskipanarlógini frá 1948 vóru løgtingslógir orðaðar á føroyskum og donskum máli. Henda grein er ikki endurtikin í galdandi stýrisskipanarlóg frá 1994.

Eftir at nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku 1995, hevur vanlig mannagongd verið, at danski teksturin er tikin úr gildi við fyrstkomandi broyting í lógini, tó er tvítekstur varðveittur í summum førum.

Vinnumálaráðið, sum varðar av feriulógini, hevur í hesum føri valt ikki at taka danska tekstin úr gildi. Broytingar í feriulógini eftir 1995 eru bara gjørdar á føroyskum, og gjørt verður vart við, at munur er á danska og føroyska tekstinum. 

2) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 20. mai 1996.

3) Broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 2. apríl 1993. § 2 í hesi løgtingslóg er avtikin við løgtingslóg nr. 75 frá 20. mai 1996 § 1, nr. 7.

4) Broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 16. mai 2006, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi 1. juni 2006.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: “Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1998.“

6) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 14. marts 1995. § 2, stk. 2 í hesi er soljóðandi:Lógin fevnir eisini um frítíðarlønarkrøv, sum vóru greið til útgjaldingar 2. mai 1994.“