Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 18-04-2014
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2014 A - Løgtingslóg 30 frá 14. apríl 2014
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

14. apríl 2014Nr. 30

Løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016

Stovnan av partafelagi

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy og hartil hoyrandi vegagerð, hava rakstur av tunlunum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.

Stk. 2. Tunnilin millum Streymoy og Eysturoy verður í hesi lóg nevndur Eysturoyartunnilin. Tunnilin millum Streymoy og Sandoy verður í hesi lóg nevndur Sandoyartunnilin.

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta navn felagsins, í hesi lóg nevnt: felagið.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um øll viðurskifti, sum eru løgd til partaeigara felagsins at avgera á aðalfundi felagsins.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin skal góðkenna starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevnd og stjórn felagsins.

Ognarviðurskifti

§ 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins.

Stk. 2. Tað er ikki loyvt felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

Stk. 3. Felagið kann taka lán og ábyrgdarlán við at útskriva lánsbrøv til verkætlanina. Landsstýrismaðurin skal í síni heild góðkenna lánstreytirnar.

Stk. 4. Tá samlaða skuldin hjá felagnum er fult afturgoldin, íroknað ábyrgdarlán, verða allar ognir felagsins uttan viðurlag avhendaðar landinum til ognar.

§ 3. Felagið fær rætt til vegagerð og tunnilsgerð og ognarrætt til lidnu tunlarnar við tilhoyrandi vegi.

Stk. 2. Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlanirnar, herundir vegagerð og tunnilsgerð, áðrenn tunnilsarbeiðini verða sett í verk, og skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlanirnar verða framdar samsvarandi góðkendu ætlanunum.

§ 4. Landsstýrismanninum er heimilað uttan viðurlag at avhenda til felagið tað verklagsarbeiði, allar forkanningar og annað tilfar, ið Landsverk hevur framleitt í sambandi við hesar verkætlanirnar og aðrar. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

Játtan og veðhald

§ 5. Játtanin til verkætlanina, stór kr. 400 mió., verður ásett á fíggjarlógini soleiðis:

1)   kr. 15 mió. í 2014

2)   kr.   5 mió. í 2015

3)   kr. 25 mió. í 2016

4)   kr. 35 mió. í 2017

5)   kr. 35 mió. í 2018

6)   kr. 35 mió. í 2019

7)   kr. 50 mió. í 2020

8)   kr. 50 mió. í 2021

9)   kr. 50 mió. í 2022

10) kr. 50 mió. í 2023

11) kr. 50 mió. í 2024

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita felagnum rakstrarstuðul eftir umsókn frá felagnum. Rakstrarstuðulin kann í mesta lagi vera kr. 10 mió. árliga frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin alment í nýtslu.

Stk. 3. 1) Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan og trygd fyri minstu ferðslu sbrt. stk. 4, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum, og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan til ognar og trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanunum.

Stk. 4. 1) Heimilað verður landsstýrismanninum at hækka partapeningin í felagnum ella at veita felagnum trygd fyri minstu ferðslu í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum til fígging av báðum nevndu tunlum.

Stk. 5. Hevur felagið ikki javnvág í sínum rakstri, skal landsstýrismaðurin góðkenna støddina á nýtslugjøldunum, sum felagið sambært § 7 hevur heimild at áseta.

Raðfylgja

§ 6. Felagið fer fyrst undir Eysturoyartunnilin.

Stk. 2. Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram, og tá ið borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin. Farið verður tó í seinasta lagi undir at bora Sandoyartunnilin í 2018.

Nýtslugjøld

§ 7. Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vegirnar og tunlarnar.

Ognartøka

§ 8. Landsstýrismaðurin kann ognartaka neyðugt lendi ella tilfar fyri at fremja verkætlanina, um so er, at semja ikki verður fingin við tey, sum hava rættindir yvir lendinum ella tilfarinum.

Stk. 2. Ognartøka verður gjørd móti fullum endurgjaldi.

Stk. 3. Ognartøka verður framd sambært Lov om forpligtigelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarkostnað.

Skattlig viðurskifti

§ 9. Frá og við árinum, tá tunlarnir verða latnir upp fyri ferðslu, hevur felagið við grundarlagi í útveganarkostnaðinum rætt til skattligar avskrivingar samsvarandi reglunum um vinnuligar bygningar.

Stk. 2. Við útveganarkostnaðin skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir og tunnilsgerð o.a.

Vegstøða og linjuføring

§ 10. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru ikki partar av landsveganetinum sambært løgtingslóg um landsvegir við seinni broytingum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur tó tær heimildir, sum eru ásettar í løgtingslóg um landsvegir viðvíkjandi ferðslu, vegum og tunlum.

Stk. 3. Skelting og avmerking skal gerast samsvarandi galdandi kunngerð og ferðsluavmerkingum. Øll skelting og vegavmerking skal góðkennast av ferðslumyndugleikanum og landsvegamyndugleikanum.

Stk. 4. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at hava tunlarnar íbundnar í almenna veganetið.

Stk. 5. Við íbinding í landsvegin skal felagið gera og rinda útreiðslurnar fyri møguliga umlegging av landsveganetinum. Felagið skal rinda fyri íbindingar uttan mun til, um tað er rundkoyring ella onnur íbinding. Um so er, at íbindingin kemur inn í landsveg, verður íbindingin partur av landsvegnum, og ognarrætturin fellur til landsstýrið.

§ 11. Eysturoyartunnilin verður lagdur sambært linjuføring norðan fyri Tórshavn við rundkoyring, har annar armurin kemur upp í Runavík og hin á Strondum.

Stk. 2. Sandoyartunnilin verður lagdur sambært linjuføring millum Gomlurætt og Traðadal.

Eftiransing

§ 12. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um skrásettar eigarar og brúkarar av akførum til tess at ansa eftir gjaldstaðnum.

Gildiskoma

§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

 

 

Tórshavn, 14. apríl 2014

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 77/2013

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016.