Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 05-07-1971
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

5. juli 1971Nr. 31

Løgtingslóg um tænastumenn landsins, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 19. mai 2008 1)

1. Partur.

Vanligar fyriskipanir.

Kap. 1.

Lógarumráðið.

 § 1. Tænastumaður eftir hesi lóg er hann, ið settur er í landsins tænastu eftir reglunum í hesi lóg.

Kap. 2.

Setan.

 § 2. Tænastumaður verður at seta í starv á fylgjandi hátt:

1)   Varug seta.

2)   Royndarsetan við varugari setan í hyggju seinni.

3)   Setan upp á áramál.

 § 3. 2) Landsstýrið setir tænastumenn. Landsstýrið kann við kunngerð heilt ella partvís geva setanarmyndugleika sín til annan almennan stovn.

 § 4. Fyritreytin fyri at verða settur í starv sum tænastumaður er, at avvarðandi hevur aldur, heilsu og útbúgving, ið ger hann føran fyri at inna tænastu í avvarðandi starvi. Eru treytir um aldur, heilsu og útbúgving ikki ásettar í aðrari lóg ella við heimild í henni, kunnu tílíkar treytir ásetast av landsstýrinum.

§ 5. Tænastumannastørv verða sett, aftan á at tey hava verið lýst leys, uttan so at tey verða sett við einum, sum frammanundan hevur verið settur við royndartíð.

 Stk. 2. Í lýsingini skal starvsøkið, starvsheitið og tann fyri starvið í løtuni galdandi lønarramma og tað í løtuni galdandi tænastustað, tilskilast.

 Stk. 3. Eftir áheitan fáa umsøkjarar og feløg, hvørs limir eru sjálvsagdir umsøkjarar til starvið, upplýsing um nøvn umsøkjaranna.

 Stk. 4. Umsóknarfreistin eigur ikki at vera styttri enn 14 dagar, uttan so at serlig viðurskifti gera tað fyri neyðini.

 Stk. 5. Heldur landsstýrið, at eingin av umsøkjarunum, ið søkt hava lýst starv innan ásettu tíðarfreist, er nóg væl skikkaður til starvið, ella at nýggj lýsing kann elva duguligari monnum at søkja, skal starvið verða lýst av nýggjum.

§ 6. 3) Fyrsta setan í varugt starv fer fram aftan á royndartænastu frammanundan.

 Stk. 2. Landsstýrið kann gera undantak frá regluni í stk. 1.

 § 7. Tá ið tænastumaður søkir leyst starv, skal næsti yvirmaður hansara geva landsstýrinum eina skrivliga meting av tænastumanninum og tænastumaðurin skal fáa avrit av metingini.

 § 8. Tá maður gerst tænastumaður, fær hann tænastubræv, sum tilskilar starvsheiti og starvsøki.

 Stk. 2. Samstundis fær tænastumaður at vita eftir hvørjari lønarrammu, hann verður løntur og á hvørjum tænastustað, hann skal inna tænastu, til annað verður fyrisett.

 Stk. 3. Eingin kann samstundis vera varugt settur í meira enn eitt tænastumannastarv.

Kap. 3.

Skyldur tænastumansins.

 § 9. Tænastumaður skal samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir.

 Stk. 2. Tænastumaður hevur tøgnskyldu um viðurskifti, hann í tænastustarvi sínum fær kunnleika um, og sum eru so háttað, at neyðugt er, at hann gongur loyniliga um tey, ella hetta verður honum álagt. Tøgnskyldan heldur ikki uppat, tá ið hann fer úr tænastuni.

§ 10. Tænastumaður hevur skyldu at røkja fyribils tænastu í javnstillaðum ella hægri starvi enn hansara egna innan somu tænastugrein.

§ 11. Tænastumaður hevur skyldu til á tænastuøki sínum at ganga undir tílíkar broytingar í tænastuviðurskiftunum, sum ikki broyta starvseyðkennið, og sum ikki ger, at starvið ikki longur kann haldast hóskandi fyri hann. Í sama mun kann áleggjast honum at taka við øðrum starvi.

 Stk. 2. Um so er at broytingar í fyrisitingini gera tað neyðugt, kann landsstýrið í samráð við nevndina eftir § 12 áleggja tænastumanni at taka við starvi uttan fyri sítt egna tænastuøki, um arbeiðið svarar til tað í starvinum higartil og kann haldast hóskandi fyri hann.

 Stk. 3. Um so er at ein varugt settur tænastumaður undir 60 ár vegna heilsubrek er ikki førur at røkja sítt starv, kann áleggjast honum at taka við øðrum starvi í sama tænastuøki, og sum kann haldast hóskandi fyri hann. Við góðkenning frá nevndini eftir § 12 kann eisini áleggjast honum at taka við hóskandi starvi uttan fyri tað tænastuøkið, sum hann higartil hevur havt.

 Stk. 4. Tann, sum settur verður upp á áramál og sum frammanundan er tænastumaður, hevur skyldu til, tá ið áramálið er úti ella hann verður loystur úr tænastuni av aðrari orsøk, sum hann ikki er sekur í, at taka við einum hóskandi arbeiðsøki innan ella uttan fyri tað starvsøkið, hann higartil hevur havt.

§ 12. 2) Til at viðgera mál eftir § 11, 2., 3. og 4. stk. setir landsstýrið nevnd við einum umboði úr hvørjum av teimum sambært § 35, 1. stk. góðkendu feløgum og sama tal umboðandi landsstýrið.

§ 13. Tænastumaður kann sleppa undan at taka við borgarligum ella kommunalum umboði, um so er at landsstýrið heldur tað vera neyðugt, fyri at hann skal kunna røkja tænastuna til lítar.

 Stk. 2. Landsstýrið setir nærri reglur fyri, hvussu nógv landið kann bera av møguligum útreiðslum til at røkja tænastuna, meðan tænastumaður er burturstaddur úr tænastuni í borgarligum ella kommunalum umboði.

 § 14. Tænastumanni er bert loyvt at hava starv uttan fyri tænastuna, um so er, at tað ikki er til bága fyri, at hann væl og virðiliga fær røkt tær skyldur sínar sum tænastumaður, ella um tað ikki minkar um ta virðing, og tað álit, ið neyðugt er í tænastu hansara.

§ 15. Fyri at røkja skyldurnar, sum fylgja við tænastumannastarvinum, og fyri tílík størv, sum mugu haldast at vera ein partur av tænastumannastarvinum, kann tænastumaður bert fáa tílíka løn og aðrar samsýningar, sum fyrisettar eru eftir §§ 31-33 ella § 40.

Kap. 4.

Fyribils fráseting, agamál og sakarmál um æruskemming.

 § 16. Tænastumaður kann verða fyribils frásettur ella fyribils fluttur í annað arbeiði, tá ið hann er komin undir illgruna í viðurskiftum, har hann missir tað álit, sum inningin av starvinum krevur, ella sum ger tað vágiligt at lata hann halda fram í sínum starvi.

 Stk. 2. Viðurskifti, sum føra við sær, at stig verða tikin eftir 1. stk., men sum ikki verða framd eftir straffilóggávuni, verða viðgjørd sum agamál eftir reglunum í §§ 17-21.

 Stk. 3. Landsstýrið ásetir nærri reglur um fremjing og avtøku av fyribils fráseting.

§ 17. Tænastumaður, sum tænastufrágreiðing verður gjørd um viðvíkjandi tænastumisbroti ella straffbarum viðurskiftum, hevur rætt til at fáa eina skrivliga frágreiðing um tey veruligu viðurskiftini og fáa høvi til at geva skrivligt ummæli um frágreiðingina. Hann skal samstundis fáa at vita, at hann ikki hevur skyldu til at ummæla frágreiðingina.

 Stk. 2. Tá ið rannsóknin í agamáli verður fyrireikað móti tænastumanni fyri tænastumisbrot, verður rannsóknarleiðari settur av rættinum.

 Stk. 3. Verður tað í serligum føri hildið neyðugt, kann landsstýrið eftir tilmæli frá rannsóknarleiðaranum og aftan á ummæli er fingið frá felagnum við tingingarrætti uppnevna ein persón at umboða umsitingina.

 § 18. Tænastumaður hevur rætt til at møta við hjálparmanni, og skal hann fáa hetta at vita, tá ið boðað verður til fyrsta forhoyr.

 Stk. 2. Sum hjálparmaður kann nýtast ein umboðsmaður fyri yrkisfelag tænastumansins, ein tænastumaður frá avvarðandi stovni ella ein advokatur.

 Stk. 3. Rannsóknarleiðarin tekur avgerð um vitnisførslu og um útvegan av øðrum prógvum.

 Stk. 4. Ein og hvør starvandi hevur skyldu til at møta til forhoyr og geva frágreiðing. Tann, sum gevur skeiva frágreiðing sum vitni, verður revsaður við bót ella hefti. Um eitt vitni ikki møtir ella ber seg undan at geva frágreiðing, kann rannsóknarleiðarin lata rættin avhoyra tað.

 Stk. 5. Tænastumaðurin hevur rætt til at koma við skrivligum frágreiðingum, eisini aftan á at forhoyrini eru liðug.

 Stk. 6. Tá ið rannsóknin er liðug, gevur rannsóknarleiðarin eina frágreiðing. Um landsstýrið biður um tað, skal rannsóknarleiðarin eisini koma við tilmæli um avgerð í málinum.

 Stk. 7. Tænastumannaforhoyr og rættarfundir, sum hildnir verða undir málsviðgerðini, eru ikki almennir. Tó kann landsstýrið avgera, at málsviðgerðin skal vera almenn, um tænastumaðurin við undirtøku frá avvarðandi yrkisfelag setir fram krav um hetta.

 Stk. 8. Almenn frásøgn um tað, sum fram er farið undir forhoyrum og rættarfundum, sum ikki eru almennir, verður revsað við bót.

§ 19. Verður hildið, at málið endar við flyting til annað arbeiðspláss ella í annað starv í ella uttan fyri starvsøkið, starvslækkan ella avseting, skal avvarðandi felag við tingingarrætti fáa frásøgn um, hvussu statt er í málinum, soleiðis at tað kann fáa høvi til at ummæla málið, áðrenn avgerð verður tikin.

 Stk. 2. Avvarandi felag við tingingarætti kann krevja at verða gjørt kunnugt við ta avgerð, sum tikin er við tilfarinum frá tænastuforhoyrinum sum grundarlag.

 Stk. 3. Kemur tænastumaður undir illgruna fyri nakað straffbart, kann hann krevja málið viðgjørt sum brotsmál. Hetta er ikki til hindurs fyri, at tænastuligt forhoyr kann fara fram móti tænastumanninum, tá ið brotsmálið er avgjørt.

 Stk. 4. Er tænastumanni álagt agarevsing uttan tænastuligt forhoyr frammanundan, smbr. § 21, kann hann krevja, at tænastuligt forhoyr fer fram. Tað er bert neyðugt at koma áheitanini á møti, um so er at hann fær viðmæli frá avvarðandi felag við tingingarrætti.

§ 20. Endar rannsóknin uttan at agarevsing verður áløgd, verða útreiðslurnar til hjálparmann endurgoldnar tænastumanninum. Í øðrum førum avger landsstýrið við úrslitunum av málinum og umstøðunum annars í huga, um útreiðslurnar til hjálparmann skulu endurrindast heilt ella fyri ein part.

 Stk. 2. Samsýningin eftir 1. stk. verður bert goldin, um tað verður hildið rímuligt, at tænastumaður hevur nýtt útreiðslur til hjálparmann, og samsýningin kann ikki vera hægri, enn hvat ein tilnevndur verji í einum brotsmáli vildi fingið fyri tilsvarandi arbeiði. Eftir áheitan gevur rannsóknarleiðarin ummæli um hetta.

 Stk. 3. Hevur tænstumaður undir einum agamáli sjálvur útvegað prógv, fær hann hesar útreiðslur endurgoldnar heilt ella fyri ein part, um hildið verður, at hann hevur havt rímuliga orsøk til at útvega prógvini. Eftir áheitan gevur rannsóknarleiðarin ummæli um hetta.

 § 21. Sum agarevsing fyri tænastumisbrot kann landsstýrið geva ávaring ella átalu, sekt, sum tó ikki má fara upp um 1/2 mánaðarløn, flyting til annað arbeiði ella arbeiðspláss ella til annað starv í ella uttan fyri starvsøkið, starvslækking, herundir lækking við einum ella fleiri lønarstigum innan fyri somu lønarrammu, ella loysn úr starvi. Sekt yvir 1/25 av mánaðarlønini og flyting til annað arbeiði kann bert nýtast, um tænastuligt forhoyr hevur verið frammanundan samsvarandi §§ 17-19, uttan so at treytaleys skrivlig játtan fyriliggur, har tænastumaðurin viðgongur tey veruligu viðurskiftini, hann er ákærdur fyri og játtar seg sekan í tænastumisbroti. Flyting til annað arbeiði ella til annað starv í ella uttan fyri starvsøkið, starvslækking ella loysn úr starvi sum revsing fyri tænastumisbrot, kann, tá málið ikki er avgjørt við dómi, ongantíð fara fram uttan so at tænastuligt forhoyr hevur verið frammanundan. Sektir kunnu verða tiknar av lønini.

§ 22. Tá ið tænastumaður verður lagdur undir órættiligan atburð í tænastugerningi sínum, ella æruskemmandi skuldsetingar verða bornar móti honum, kann verða álagt honum at sleppa sær undan skuldsetingini við dómi. Um umstøðurnar tala fyri, kann landsstýrið gera av, at landskassin veitir tænstumanninum fult ella lutvíst endurgjald fyri møguligar útreiðslur í rættarmálinum.

Kap. 5.

Loysn úr starvi.

 § 23. 2) Landsstýrið ella tann, sum landsstýrið gevur myndugleika til tess, loysir tænastumenn úr starvi. Tó kann bert landsstýrið loysa tænastumenn úr starvi uttan umsókn.

 § 24. Tænastumaður kann krevja at verða loystur úr starvi við 3 mánaða fyrivarningi til mánaða útgang.

 § 25. Tænastumaður kann uttan umsókn verða loystur úr starvi við 3 mánaða fyrivarningi til ein mánaða útgang. Tænastumaður kann verða loystur úr starvi við stytri fyrivarningi, um hann er óskikkaður til starvið vegna brotsgerð, tænastumisbrot ella misgerð.

§ 26. Tænastumaður verður loystur úr starvi, tá mánaðurin er úti, sum hann fyllir 70 ár í, ella røkkur tann aldur, sum í lóggávuni annars er fyrisettur sum aldursmark fyri avvarðandi starv, ella røkkur aldur yvir 60 ár, sum fyrisettur er í avtalu, samb. § 31.

 § 27. Tænastumenn, sum settir eru upp á áramál, kunnu bert loysast úr starvi uttan umsókn, um so er at orsøkin er heilsubrek ella viðurskifti, sum nevnd eru í § 25, 2. pkt., ella § 26. Annars endar starvstíðin, tá ið áramálið er úti.

 § 28. Áðrenn tænastumaður verður loystur úr starvi uttan umsókn, skulu, við undantak av teimum í § 26 nevndu førum, bæði avvarðandi felag við tingingarætti og tænastumaðurin sjálvur fáa høvi til at siga sína áskoðan, um so er at forhoyr ikki hevur verið eftir §§ 17-19.

 Stk. 2. Hann, sum uttan umsókn verður loystur úr starvi, hevur rætt til at fáa skrivliga upplýsing um grundirnar.

 Stk. 3. Áðrenn tænastumaður verður loystur úr starvinum uttan umsókn, ger landsstýrið av, um hann hevur rætt til eftirløn.

 § 29. Verður tænastumaður loystur úr starvi, av tí at starvið verður tikið av vegna umlegging av fyrisitingini ella broyting av arbeiðslagnum, og tað ikki er gjørligt at ávísa honum annað starv, sum hann eftir §§ 11-12 hevur skyldu at taka av, fær hann sína higartil galdandi løn í 3 ár, tó ikki longur enn til tann fyri starvið galdandi fráfaringaraldur. Í hesum tíðarskeiði kemur hann undir reglurnar í §§ 11-12.

Kap. 6.

Serreglur um royndarsettar.

 § 30. Tænastumaður kann fyrstu 6 mánaðirnar av royndartíðini krevja seg loystan úr starvinum við 14 daga fyrivarningi og í restini av royndartíðini við 1 mánaða fyrivarningi, í báðum førum til mánaðar útgang.

 Stk. 2. Fyrstu 6 mánaðarnar av royndartíðini kunnu tílíkir tænastumenn loysast úr starvi uttan umsókn við 14 dagar fyrivarningi til mánaðar útgang.

 Stk. 3. Reglurnar í § 29 eru ikki galdandi fyri tænastumenn í royndartíðini.

Kap. 6a

Serreglur um tænastumenn í fólkakirkjuni 4)

§ 30a. Ásetingarnar í § 2, stk. 1, 2. pkt., § 5, stk. 5, § 6, § 7, § 10 og § 11, stk. 1 eru ikki galdandi fyri tænastumenn í fólkakirkjuni.

Stk. 2. Ásetingin í § 5 er ikki galdandi fyri størvini sum biskupur og próstur.

§ 30b. Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til í staðin fyri ella samstundis, sum hann røkir egið starv, at røkja fyribils tænastu í javnstillaðum ella hægri starvi enn hansara egna.

§ 30c. Tænastumaður í fólkakirkjuni hevur skyldu til at ganga undir tílíkar broytingar í tænastuviðurskiftunum og tænastuøki sínum, sum ikki broyta starvseyðkennið, og sum ikki gera, at starvið ikki longur kann haldast hóskandi fyri hann.

§ 30d. Eftir tilmæli frá biskuppi kann sóknarprestur verða sagdur úr starvi eftir § 29, vegna álvarsama ósemju millum sóknarprest og kirkjulið, ið hevur verið til munandi bága fyri kirkjuliga lívið og trivnaðin á staðnum.

§ 30e. Halda kirkjuráðini, at eingin av umsøkjarunum, ið hava søkt lýst starv sum sóknarprestur, er nóg væl skikkaður til starvið, ella eru ov fáar umsóknir komnar til starvið, kunnu kirkjuráðini heita á biskupin um at lata starvið lýsa leyst av nýggjum.

2. Partur.

Lønar- og aðrar starvstreytir.

Kap. 7.

Tingingar- og fakfelagsmál.

§ 31. 2) Lønar og aðrar starvstreytir hjá tænastumonnum verða fyrisettar við avtalu millum landsstýrið og tey í  § 35 nevndu feløg.

 Stk. 2. Avtalur eftir 1. stk. kunnu tó ikki gerast um viðurskifti, sum ásett eru við lóg ella við heimild í lóg ella viðvíkja uppgávunum, skipanini ella fólkatørvinum hjá umsitingini.

 § 32. Fæst ikki semja um støddina av samlaðu upphæddini til broyting av lønar- og øðrum starvstreytum, herundir til rætting av lønarstiga, og staðarviðbótum, til broyting í lønaráseting fyri tænastumannastørvini og til broyting av øðrum samsýningum fyri inning av tænastumannastarvi, sambr. § 15, leggur landsstýrið fram serligt lógaruppskot.

 Stk. 2. 3) Fæst ikki semja um nýtsluna av tí í 1. stk. nevndu upphædd, leggur landsstýrið fram serligt lógaruppskot.

 § 33. 3) Fæst ikki semja um viðurskifti, sum ikki koma undir § 32, tekur landsstýrið avgerð í málinum.

 § 34. 2) Reglur um starvstreytir, sum avtala ikki kann gerast um, og broyting av tílíkum reglum, verða fyrisettar aftan á at tingast hevur verið við tey í § 35 nevndu feløg.

 Stk. 2. Tey í § 35 nevndu feløg kunnu tingast við landsstýrið um ein og hvønn fakligan spurning, sum viðvíkur tænastumonnum.

 § 35. 2) 3) Tænastumenn landsins hava rætt at tingast við feløg teirra, um feløgini lúka fylgjandi treytir:

a)    Feløgini skulu verða góðkend av landsstýrinum.

b)    Allir tænastumenn, sum koma undir hesa lóg, skulu kunna gerast limir í feløgunum, eisini eftirløntir tænastumenn.

Kap. 8.

Lønarráðið.3)

 § 36. 3) (avtikin).

 § 37. 3) (avtikin).

Kap. 9.

Gerðardómur og skjóting av málum fyri rættin.

 § 38. Landsstýrið og tænastumannafelagið kunnu leggja spurningar um brot ella tulking av gjørdum avtalum ella reglum, sum eftir §§ 32-33 koma í staðin fyri avtalur, fyri ein gerðarrætt til avgerðar.

 Stk. 2. 2) Í gerðarrættinum eru 3 limir. Sorinskrivarin setir 1, landsstýrið 1 og avvarðandi yrkisfelag 1 lim.

 § 39. 2) Spurningar, sum eftir § 38 kunnu leggjast fyri og avgerast av gerðarrættinum, kunnu ikki leggjast fyri rættin. Tó hevur tænastumaður rætt, tá avvarðandi yrkisfelag hevur noktað at leggja málið fyri gerðarrættin.

 Stk. 2. Kann eitt mál leggjast fyri rættin, skal hetta verða gjørt innan 6 mánaðir aftaná, at saksøkjarin hevur fingið boð um, at málið er endaliga avgjørt av fyrisitingini ella málið er avvíst av felagnum ella gerðarrættinum.

3. Partur.

Ymsar reglur.

Kap. 10.

Persónligar viðbøtur.

 § 40. Um tænastumaður eftir reglunum í § 11 ella av aðrari orsøk, sum hann ikki er sekur í, verður fluttur í annað starv, sum er skipað í lægri lønarrammu, enn starv hansara frammanundan, fær hann eina persónliga viðbót til útjavning av muninum.

 Stk. 2. Viðbøtur eftir 1. stk. detta burtur heilt ella lutvíst, um ein fær lønarframgongd við at koma í hægri lønarrammu ella á hægri lønarstig.

Kap. 11.

Lønarforskot og lønarskuldbinding.

 § 41. Tænastumaður kann í heilt serligum førum, tá ið á stendur, fáa lønarforskot uttan trygd. Landsstýrið ásetir reglur um hetta.

§ 42. Tænastumanni er eftir reglum, sum landsstýrið setir, loyvt at geva skuldbinding av løn síni til lánistovnar, sum landsstýrið góðkennir.

 Stk. 2. Tá ið tey í 1. stk. nevndu dømir eru frá, kann tænastumaður ikki avhenda, pantseta ella á annan hátt ráða yvir løn, sum ikki er útgoldin.

Kap. 12.

Tænastufrí v.m.

 § 43. Landsstýrið kann geva tænastumanni tænastufrí uttan løn í eitt ávíst tíðarskeið, tó í minsta lagi ein mánaða. Tíðin verður frádrigin í útrokningini av lønaraldrinum.

 Stk. 2. Eftir nærri av landsstýrinum fyrisettum reglum kann tænastumaður fáa aðra tænastufrí uttan fyri vanligu frítíðina.

 Stk. 3. Um tað samtykkir við tænastuna, kann landsstýrið koma umsókn frá tænastumanni á møti um stytta arbeiðstíð í avmarkaða tíð, ella til annað verður fyrisett móti tilsvarandi lønarhækking.

 Stk. 4. 3) Landsstýrið kann fyriseta reglur, um løn ella lønaraldur skal missast heilt ella lutvíst undir tænastufrí eftir 2. stk. ella undir styttari arbeiðstíð.

4. Partur.

Fremjingar- og fyribilsreglur.

Kap. 12.

 § 44. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1971.

 Stk. 2. Reglurnar í §§ 12-13 og § 29 eru bert galdandi fyri tænastumenn, sum eru settir ella útnevndir í annað starv, aftan á at lógin kemur í gildi. Aðrir tænastumenn koma undir higartil galdandi reglur.

 Stk. 3. Tænastumenn, sum farnir eru frá við eftirløn áðrenn henda lóg kemur í gildi, fáa eftirløn eftir higartil galdandi reglum.

 Stk. 4. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 31. frá 18. mai 1961 við seinni broytingum um tænastumenn landsins og løgtingslóg nr. 1 frá 25. februar 1953 við seinni broytingum um eftirløn og eftirsitiløn tænastumanna landsins v. fl.

 Stk. 5. Tær eftir higartil galdandi lóg givnu kunngerðir galda framvegis, til annað verður fyrisett.

 



1) Sambært § 3 í stýrisskipanarlógini frá 1948 vóru løgtingslógir orðaðar á føroyskum og donskum máli. Henda grein er ikki endurtikin í galdandi stýrisskipanarlóg frá 1994.

 

Eftir at nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku 1995, hevur vanlig mannagongd verið, at danski teksturin er tikin úr gildi við fyrstkomandi broyting í lógini, tó er tvítekstur varðveittur í summum førum.

 

Fíggjarmálaráðið, sum varðar av lógini um tænastumenn landsins, hevur í hesum føri valt ikki at taka danska tekstin úr gildi. Broytingar í lógini um tænastumenn landsins eftir 1995 eru bara gjørdar á føroyskum, og gjørt verður vart við, at munur er á danska og føroyska tekstinum. 

 

2) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 9. juni 1988.

 

3) Broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 13. juni 1995, har § 2 er soljóðandi: ”Henda lóg fær gildi ólavsøkudag 1995”

 

4) Broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 19. mai 2008.