Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 02-05-1952
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. mai 1952Nr. 32

Løgtingslóg um fornminnissavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964

§ 1. Í framhaldi av forngripasavninum sum Føroya Forngripafelag hevur sett á stovn og í 1946 hevur givið Føroya Løgtingi, verður gripasavnið at uppihalda sum mentunarstovnur fyri landskassans rokning undir navninum “Føroya fornminnissavn“.

Setur stovnsins er í Tórshavn, og starvsøki hansara eru allar Føroyar.

§ 2. Virkievni stovnsins er:

1)   at skráseta, kanna og hava eftirlit við jarðføstum fornminnum, sum lýst er í løgtingslóg um friðan av føstum fornminnum og byggningum.

2)   at fyrireika og standa fyri útgrevstri av toftum, fornum búplássum og søguligum lendum,

3)   at savna, skráseta og framsýna fornlutir og lutir frá nýggjari tíð, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan Føroyinga til ymsar tíðir ella eru knýttar til søguligar hendingar,

4)   at hava í hondum savnan av staðarnøvnum og munnliga goymdum søguminnum og hava hetta tilfar greitt til vitskapliga granskan.

§ 3. 1) Til at standa fyri tí í § 2 nevnda starvi setur landsstýrið ein antikvar, sum í sínum dagliga starvi stendur beinleiðis undir landsstýrinum.

Annað starvsfólk setur landsstýrið eftir uppskoti frá stjóranum.

§§ 4 og 5. 2)

§ 6. Fyri dagliga starvinum á fornminnissavninum skipar landsstýrið við reglugerð.

§ 7. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964.

2) Sett úr gildi við løgtingslóg nr. 54 frá 27. november 1952.