Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 05-07-1971
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

5. juli 1971Nr. 32

Løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 15. apríl 2016

Kapitul 1.

Lógarumráðið.

§ 1. Henda lóg umfatar tænastumenn, sum settir eru í starv eftir løgtingslóg um tænastumenn landsins og eftirlivandi hjúnarfelagar og børn teirra.

Kapitul 2.

Egineftirløn.

§ 2. Tænastumaður hevur rætt til egineftirløn, tá ið hann aftan á 10 ára tænastu í einum starvi, sum eftir reglunum í § 4 kann roknast upp í eftirlønaraldurin, verður loystur úr starvi vegna aldur, veikleika ella av øðrum honum ótilrokniligum grundum.

Stk. 2. Uttan mun til starvstíð hevur tænastumaður tó rætt til egineftirløn eftir §§ 7-8, um so er, at hann verður uppsagdur vegna minkaðan førleika, sum í § 7 umrøtt, ella tí at hann hevur meinslað seg í tænastuni.

Stk. 3. 1) Hevur tænastumaður áðrenn skipan í tænastumannastarv havt eina eftirlønarskipan, sum hevur verið knýtt til arbeiðið, og sum ikki telur við í eftirlønaraldrinum, kann landsstýrið avgera, at tílíkt arbeiði verður roknað upp í starvstíðina, eftir 1. stk. við upp til 10 ár.

§ 3. Tænastumaður kann krevja seg loystan úr starvinum vegna aldur, tá ið mánaðurin, hann fyllir 60 ár í, er úti, ella hann røkkur ein lægri aldur, sum eftir aðrari lóg kann verða fyrisettur um henda rætt.

§ 4. 2) Eftirlønaraldur tænastumansins er tað áramál, sum hann aftan á at hava fylt 25 ár hevur verið tænastumaður hjá landinum ella í føroyska fólkaskúlanum, verið statstænastumaður ella tænastumaður í Keypmannahavnar kommunala skúla innan 1. januar 1997 ella hjá grønlendska heimastýrinum innan 1. januar 1997 ella hevur fingið løn eftir § 29 í lóg um tænastumenn landsins.

Stk. 2. 1) Landsstýrið kann avgera, at tíðin, sum tænastumaður aftan á 25. ár sítt hevur starvast eftir tænastumannatreytum og við eini eftirlønarskipan, sum yvirhøvur gevur sama rætt sum henda lóg, verður roknað upp í eftirlønaraldurin.

Stk. 3. Tænastumaður, sum aftan á at hava fylt 25 ár hevur havt alment starv í Finlandi, Íslandi, Noreg ella Svøríki við somu eftirlønarskipan sum tænastumenn í avvarðandi landi ella við einari tilsvarandi statsfíggjaðari ella statstryggjaðari eftirlønarskipan, fær hesa tíð roknaða upp í eftirlønaraldurin, um so er at avvarðandi eftirlønarskipan á sama hátt roknar almenna starvstíð her á landi upp í eftirlønaraldurin. Verður ein loystur úr starvi vegna aldur, telur tílík starvstíð bert við, um so er at 10 ára starvstíð fylgir aftaná, sum eftir reglunum í 1. og 2. stk. verður roknað upp í eftirlønaraldurin.

Stk. 4. Tíðin, sum tænastumaður hevur havt stytta arbeiðstíð, verður við tilsvarandi lækking roknað upp í eftirlønaraldurin.

Stk. 5. 1) Landsstýrið avger um tíðarskeið, sum tænastumaður hevur havt tænastufrí uttan løn, kunnu roknast upp í eftirlønaraldurin.

Stk. 6. 1) Um so er at tænastumaður verður skipaður í starv vegna heilt serligar kvalifikasjónir, kann landsstýrið avgera, at eftirlønaraldurin verður hækkaður við upp til 10 árum. Tá ein verður loystur úr starvi vegna aldur, ella um krav upp á útsetta eftirløn skal gerast upp eftir §§ 23-25, kann hækkaður eftirlønaraldur í mesta lagi uppíroknast við einum tíðarskeiði, sum svarar til starvstíðina.

§ 4 a. 1) 3)  Landsstýrið kann avgera, at í eftirlønaraldrinum verður viðroknað tann tíð, ið tænastumaður átti aftaná at vera fyltur 25 ár, hevur verið sáttmálasettur innan tey í § 4, 1. stk. nevndu øki ella í eini kommunu ella einum koncessioneraðum felag ella privatum vinnufelag.

Stk. 2. Fyri at fáa eftirlønaraldur eftir 1. stk., skal tænastumaður, tá ið hann varð sáttmálasettur hava verið limur í góðkendum eftirlønarkassa, sum bæði hann og viðkomandi arbeiðsgevari hava goldið til, og at tað afturkeypsvirði, ið tilkemur honum, verður goldið í landskassan.

§ 4 b. 1) 3) Landsstýrið kann avgera, at tænastumaður sum frammanundan, at starvið er vorðið tænastumannastarv, hevur havt sama starv, og treytirnar í § 4 og 4 a) ikki eru loknar, kann fáa tíðina í hesum starvi aftaná 25. ár sítt talda við í eftirlønaraldurin.

§ 5. 2) Eftirløngevandi lønarinntøkan er lønin á tí nádda lønarstigi, hækkað við møguligum persónligum eftirløngevandi viðbótum.

§ 6. 2) Hægsta egineftirløn fæst, tá eftirlønaraldurin er 37 ár, og hon er 60% av eftirlønargevandi lønini hjá tænastumanni, tá hann fer frá, smb. § 5 og stk. 2 í hesi grein. Hvørt eftirlønaraldurár er íroknað í útrokningarprosentinum soleiðis at 1-10 ár telja 2,50%, 11- 26 ár 1,50% og 27 til 37 ár 1%.

Stk. 2. Frá 1. januar 1997 og til lønin hjá tænastumonnum kemur upp á somu upphædd, sum hon var 1. januar 1993, verður egineftirlønin útroknað við grundarlagi í eftirlønargevandi lønini hjá tænastumonnum 1. januar 1993.

Stk. 3. Eftirløntir tænastumenn á lønarstigi 18 til 47 fáa eina árliga viðbót sum við 37 ára eftirlønaraldur er kr. 5.000,-, við 36, 35, 34 og 33 ára eftirlønaraldur ávíkavist kr. 4.000,- kr. 3.000,-, kr. 2.000,- og kr. 1.000,-. 1. januar 2007 lækkar viðbótin 20% fyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. januar - 31. desember 2007. 1. januar 2008 lækkar viðbótin 40% fyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. januar - 31. desember 2008. 1. januar 2009 lækkar viðbótin 60% fyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. januar - 31. desember 2009. 1. januar 2010 lækkar viðbótin 80% fyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. januar - 31. desember 2010. Viðbótin verður í tíðarskeiðnum 1. januar 1997 til 31. desember 2003 javnað samb. § 26, stk. 1.

Stk. 4. 4) Eftirløntir tænastumenn, sum ikki hava fylt 67 ár fáa til teir fylla 67 ár fyri hvørt eftirlønarár árliga viðbót, sum hjá giftum er 1/37 av kr. 29.419,44 og hjá støkum kr. 37.020,72.

Stk. 5. 2) Søkir tænastumaður um uppsøgn aftan á at hava fylt 60 ár, verður eftirlønin lækkað í mun til tíðina, sum eftir er, til hann fyllir 67 ár ella røkkur ein lægri aldur, tá ið hann í seinasta lagi skuldi verið uppsagdur. Lækkingin av eftirløn verður útroknað, samstundis sum eftirlønin verður útroknað og javnað eftir § 26.

Stk. 6. 2) Reglurnar í §§ 31-33 í løgtingslóg um tænstumenn landsins koma í nýtslu viðvíkjandi frádráttinum eftir 2. stk.

§ 7. Tænastumaður undir 60 ár, hvørs vinnuføri er minkað niður í ein triðing ella minni av fullum vinnuføri og sum fær uppsøgn av hesi grund, hevur rætt til eina eftirløn, sum ásett verður við tí eftirlønaraldri sum grundarlag, ið hann vildi fingið við framhaldi í tænastuni til ta tíð, tá ið hann skuldi fingið uppsøgn vegna aldur.

Stk. 2. Í samband við skipan í tænastumannastarv kann tó tilskilast, at starvið í nærri ásetta tíð ikki hevur rætt til eftirløn eftir 1. stk., um so er at uppsøgn úr starvinum fer fram vegna brek, sum longu er prógvað við setanina.

§ 8. Fær tænastumaður uppsøgn vegna óarbeiðsføri, sum kemur av at hann hevur fingið løst í starvinum, sum gevur rætt til at krevja endurgjald eftir lóggávuni um vanlukkutrygging, kann hann krevja ta egineftirløn, ið er galdandi fyri ein eftirlønaraldur upp á 37 ár.

Stk. 2. Hevur tænastumaður í grovum ósketni ella í fyllskapi verið sær úti eftir løstinum ella stórliga gjørt sítt til hansara, kann landsstýrið gera av, at hækkað eftirløn eftir 1. stk. skal detta burtur ella skerjast.

§ 9. Verður eftirløntur tænastumaður, sum hevur fingið uppsøgn vegna óarbeiðsføri, aftur arbeiðsførur, hevur hann, um so er at hann ikki hevur fylt 60 ár, skyldu til at lata seg seta aftur í sítt fyrra starv ella annað hóskandi starv, sum hann innan uppsøgnina hevur skyldu at taka við.

Stk. 2. Ber tænastumaður, sum hevur fingið uppsøgn vegna heilsubrek, seg hóast kravdur undan at útvega tílíka heilsuupplýsing, sum í § 31 nevnt ella lýkur hann ikki skyldu sína eftir 1. stk., verður eftirlønin steðgað, og reglurnar í §§ 23-25 koma í nýtslu. Tá eftirlønaraldurin verður uppgjørdur, telur tíðin við, sum hann hevur fingið eftirløn.

§ 10. Eftirlønin verður steðgað, um so er at tænastumaður aftur fær starv, sum eftir reglunum í § 4 telur við í eftirlønaraldrinum. Við seinni uppsøgn vegna eftirlønargrund hevur avvarðandi rætt til í minsta lagi líka stóra eftirløn sum tann steðgaða eftirlønin.

Kapitul 3.

Hjúnafelagseftirløn.

§ 11. Hjúnafelagið eftir tænastumann, sum doyr aftan á at hava fingið minst 3 árs eftirlønaraldur, ella sum í deyðsstundini fekk eftirløn, hevur rætt til hjúnaeftirløn, uttan so at tey giftust á deyðastrá ella aftan á at deyði hjúnafelagin hevði fylt 60 ár ella var uppsagdur við rætt til eftirløn eftir kapitul 2.

Stk. 2. Hjúnafelagi eftir tænastumann, sum umkemst í røking av sínum starvi ella er deyður av skaðatilburði í starvinum, hevur tó hóast starvstíð hjúnafelagsins rætt til hjúnaeftirløn.

§ 12. 2) Hjúnafelagaeftirlønin er fyri hvørt ára eftirlønaraldur 74% av egineftirlønini roknað eftir § 6, stk. 1 og 3.

Stk. 2. 4) Eftirløntum hjúnafeløgunum undir 67 ár verður veitt viðbót fyri hvørt eftirlønarárið sum er 1/37 av kr. 37.020,72.

Stk. 3. Hjúnafelagaeftirlønin verður roknað við grundarlagi í forvunna eftirlønaraldrinum hjá tænastumanninum, tó í minsta lagi við 15 ára eftirlønaraldri. Hjúnafelagaeftirløn eftir eftirløntan tænastumann, sum, tá hann doyði, fekk eftirløn eftir § 7, verður roknað eftir forvunna eftirlønaraldrinum, og løgd verða síðan aftrat árini, tænastumaðurin fekk eftirløn eftir § 7. Hjúnafelagaeftirlønin kann tó ikki verða roknað eftir einum eftirlønaraldri, sum fer uppum eftirlønaraldurin, sum tænanstumaðurin hevði fingið, tá hann fór frá vegna aldur.

Stk. 4. 2) Er hjúnafelagin deyður av skaðatilburði í starvinum, verður eftirlønin tann upphædd, ið er galdandi fyri ein eftirlønaraldur upp á 37 ár. Sama er galdandi, um so er at deyði hjúnafelagin fekk eftirløn eftir § 8.

Stk. 5. 2) Um so er at aldurin á deyða hjúnafelagnum við frádrátti av teimum árum, hjúnabandið hevur vart, fer upp um aldurin á longstlivandi hjúnafelaganum við meira enn 10 árum, verður hjúnaeftirlønin lækkað eftir 1.-2. stk. við 2% fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.

§ 13. Um so er at eftirlivandi hjúnafelagi hjá tænastumanni hevur rætt til meira enn eina hjúnaeftirløn vegna starv, sum eftir § 4 telur við í eftirlønaraldrinum, verður bert tann hægsta hjúnaeftirlønin útgoldin.

Kapitul 4.

Barnaeftirløn v.m.

§ 14. Eftirløntur tænastumaður hevur rætt til barnaeftirlønarviðbót fyri børn síni.

Stk. 2. Doyr tænastumaður ella eftirløntur tænastumaður, hava børn hansara rætt til barnaeftirløn.

Stk. 3. Rætturin eftir 1. og 2. stk. umfatar eisini stjúkbørn, sum hava havt uppihald í felagsheiminum.

Stk. 4. Fyri hvørt barn kann bert útgjaldast ein veiting eftir 1.-3. stk. Eru treytirnar í 1. og 2. stk. loknar samstundis, fer útgjalding fram eftir 2. stk.

§ 15. 2) Barnaeftirlønarviðbót er kr. 23.464,- fyri hvørt barnið. Barnaeftirløn til foreldraleys børn er kr. 46.863,- árliga fyri hvørt barnið.

Stk. 2. Barnaeftirlønarviðbót í samband við egineftirløn og barnaeftirløn í samband við hjúnaeftirløn kann tó ikki fara upp um eftirløngevandi lønarinntøkuna. Tað sama er galdandi um barnaeftirlønir til eftirsitandi børn tænastumansins tilsamans.

§ 16. 2) Rætturin til barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eftir § 14 varir til barnið fyllir 21 ár.

Kapitul 5.

Serreglur.

§ 17. Tá tænastumaður fær uppsøgn aftan á at hava fylt 60 ár, men áðrenn hann fyllir 70 ár vegna tess, at hann hevur rokkið tað aldursmark, sum er galdandi fyri avvarðandi starv, verður eftirlønin fyrisett eftir § 6 og § 12 við tí eftirlønaraldri sum grundarlag, sum hann vildi fingið við at starvast til 70 ára aldur.

§ 18. 1) Landsstýrið kann avgera at statsborgarar úr hinum norðanlondunum, sum starvast innan tað í § 1, 1. stk. nevnda øki eftir tilsvarandi treytum sum tænastumenn, verða viðgjørdir eftir reglunum í hesi lóg hvat eftirløn viðvíkur.

Kapitul 6.

Eftirsitiløn.

§ 19. Hjúnafelagið eftir tænastumann, sum í deyðsstundini fekk løn ella eftirløn, hevur rætt til eftirsitiløn, uttan so at hjúnabandið var slitið við skilna. Situr eingin hjúnafelagi eftir, men børn við barnaeftirlønarrætti, hava hesi rætt til eftirsitiløn.

Stk. 2. Eftirsitiløn eftir persón, sum í deyðsstundini hevði rætt til hjúnaeftirløn sambært hesa lóg, fellur til tey børn hjá avvarðandi, sum hava rætt til barnaeftirløn eftir hjúnafelagan, sum doyði fyrst.

Stk. 3. Doyr tænastumaður uttan at hjúnafelagi ella børn við barneftirlønarrætti sita eftir, hevur búgvið rætt til eftirsitiløn.

§ 20. Eftirsitilønin um mánaðin er tann sama sum síðst útgoldna lønarinntøka ella eftirløn.

§ 21. Rætturin til eftirsitiløn varir í 3 mánaðar eftir andlátið, samb. tó 2. og 3. stk.

Stk. 2. Er deyði tænastumansins ein beinleiðis avleiðing av skaðatilburði í starvinum, varir rætturin til eftirsitiløn eftir § 19, 1. stk. í 12 mánaðar.

Stk. 3. Rætturin hjá hjúnafelaga til eftirsitiløn eftir tænastumann, sum er deyður áðrenn hjúnafelagin eftir § 11 fær rætt til hjúnaeftirløn, varir í 9 mánaðar.

§ 22. Doyr hjúnafelagin, sum hevur rætt til eftirsitiløn, áðrenn eftirlønarskeiðið er úti, fáa børnini hjá fyrst deyða við barnaeftirlønarrætti tann partin av eftirsitilønini, sum ikki er útgoldin áðrenn andlátið. So leingi henda eftirsitilønin verður útgoldin børnunum, hava hesi ikki rætt til eftirsitiløn eftir § 19, 2. stk.

Stk. 2. So leingi longstlivandi hjúnafelagi hevur rætt til eftirsitiløn, fer eingin útgjalding fram av hjúnaeftirløn ella av barnaeftirløn til børnini við barnaeftirløn hjá longstlivandi hjúnafelaga.

Stk. 3. Barnaeftirløn til børn, sum hava rætt til eftirsitiløn sambært § 19, 1. stk., verður ikki útgoldin so leingi rætturin til eftirsitiløn varir. Í førum, har barnaeftirlønin er størri enn eftirsitilønin, fæst tó barnaeftirløn í staðin fyri eftirsitiløn.

Kapitul 7.

Útsett eftirløn.

§ 23. Tænastumaður, sum hevur vunnið í minsta lagi 3 ára eftirlønaraldur, og sum fer úr starvinum uttan rætt til eftirløn eftir § 2, hevur rætt til eina eftirlønarsamsýning, sum svarar til eina egineftirløn, roknað eftir § 6, 1. stk., sambr. § 26, við eftirlønaraldri og lønarinntøku hansara við fráfaring sum grundarlag (útsett eftirløn). Hetta er ikki galdandi, um tænastumaðurin fer í annað starv, sum telur við í eftirlønaraldri hansara eftir § 4.

Stk. 2. Útsett eftirløn verður útgoldin tænastumanni frá 1. í mánaðinum aftan á at hann hevur fylt 67 ár. Verður hann aftan á fráfaringina óarbeiðsførur og fær rætt til almenna avlamispensjón, verður eftirlønin frá sama mundi útgoldin sum avlamispensjón.

Stk. 3. Rætturin til útsetta eftirløn heldur uppat, um so er at avvarðandi aftur verður settur í eitt starv, har starvstíðin eftir § 4 kann roknast upp í eftirlønaraldur hansara.

§ 24. 2) Doyr persónur, sum hevur rætt til útsetta eftirløn, hevur hin hjúnafelagin rætt til eina eftirløn, sum er 2/3 av tí eftirløn, sum hin deyði hevði rætt til. Hetta er ikki galdandi, um tey giftust á deyðastrá ella aftan á at hin deyði hevði fylt 60 ár.

Stk. 2. Eftirløn eftir 1. stk. verður útgoldin frá 1. í mánaðinum aftan á andlátið.

Stk. 3. 2) Til hjúnafelaga undir 67 ár verða veittir 2/3 av teirri í § 6, stk. 3 nevndu viðbót

§ 25. Doyr persónur, sum hevur rætt til útsetta eftirløn, hava børnini frá 1. í mánaðinum aftan á andlátið rætt til eina eftirløn, sum fyri hvørt barnið er 10% av eftirlønini, sum hin deyði hevði rætt til. Um so er at hjúnaeftirløn ikki verður útgoldin, er eftirlønin fyri hvørt barnið 20% av tí útsettu eftirlønini.

Stk. 2. Eftirløn eftir 1. stk. í samband við eftirløn til hjúnafelaga kann tó ongantíð verða størri enn eftirløn eftir § 23. Sama er galdandi fyri samlaðu eftirlønina til eftirsitandi børn.

Stk. 3. Rætturin til barnaeftirløn eftir 1. stk. varir til barnið fyllir 18 ár.

Kapitul 8.

Javning.

§ 26. 2) 5) Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetur eftir samráð við tey í § 35 í lóg um tænastumenn nevndu feløg hvussu eftirlønir og eftirsitilønir skulu javnast.

Stk. 2. 2) 3) 5) 4) Til fólkapensjónsgrundupphæddirnar koma ájavnt fólkapensjónsgrundupphæddirnar pr. 31. desember í 2015, verða viðbøturnar í § 6, stk. 4 og § 12, stk. 2 ikki javnaðar. Eftir hetta verða viðbøturnar í § 6, stk. 4 og § 12, stk. 2 javnaðar á sama hátt, sum fólkapensjónsgrundupphæddin verður javnað.

Stk. 3. 2) 4) (Strikað).

Kapitul 9. 2) 3)

(Strikað)

 

Kapitul 10.

Ymiskar reglur.

§ 30. Landsstýrið avger, um persónar, sum koma undir reglurnar í § 1, 1. stk., lúka treytirnar fyri at fáa veitingar eftir hesi lóg.

Stk. 2. Avgerðir, sum eftir hesi lóg byggja á eina heilsumeting, verða tiknar aftan á ummæli frá lækna.

§ 31. Til nýtslu í avgerðum, sum eftir hesi lóg byggja á eina heilsumeting, kann landsstýrið krevja tílíkar upplýsingar um heilsuna, sum tað heldur vera neyðugar og harafturat krevja, at viðkomandi gevur seg undir serstakar kanningar, møguliga við innlegging á sjúkrahús til kanningar.

§ 32. Landsstýrið fyrisetir nærri reglur um útgjalding av veitingum eftir hesi lóg.

Stk. 2. Eftir reglum, sum landsstýrið ásetir, kunnu rættindishavarar geva transport upp á veitingar eftir hesi lóg til lánistovnar, sum landsstýrið góðkennir.

Stk. 3. Veitingar eftir hesi lóg, sum ikki eru útgoldnar, kunnu rættindishavarar ikki avhenda, pantseta ella á annan hátt ráða yvir, við undantak av tí í 2. stk. nevnda føri.

Kapitul 11.

Fremjingar og fyribils reglur.

§ 33. Henda lóg kemur í gildi samstundis sum løgtingslóg um tænastumenn landsins og er galdandi frá sama mundi.

Stk. 2. Viðvíkjandi avtøku av higartil galdandi lóggávu um eftirløn tænastumanna v.m. galda reglurnar í § 44 í løgtingslóg um tænastumenn landsins.

§ 34. Eftirlønaraldurin hjá teimum tænastumonnum, sum settir eru áðrenn henda lóg kemur í gildi, og sum hava fingið eftirlønaraldur eftir higartil galdandi reglum, verður, tá ið teir fáa eftirløn, umroknaður við eftirlønaraldrinum, teir vildu fingið eftir higartil galdandi reglum sum grundarlag.

Stk. 2. Umrokning eftir 1. stk. fer soleiðis fram:

Ein eftirlønaraldur eftir higartil galdandi reglum

 

 

undir

10 ár

verður

umrokn.

til 25 ár

frá

10-12 ár

-

-

til 26 ár

frá

12-14 ár

-

-

til 27 ár

frá

14-16 ár

-

-

til 28 ár

frá

16-18 ár

-

-

til 29 ár

frá

18-20 ár

-

-

til 30 ár

frá

20-22 ár

-

-

til 31 ár

frá

22-24 ár

-

-

til 32 ár

frá

24-26 ár

-

-

til 33 ár

frá

26-28 ár

-

-

til 34 ár

frá

28-31 ár

-

-

til 36 ár

frá

31 ár og yvir

-

 

til 37 ár

Stk. 3. Tá ið serstøk viðurskifti tala fyri, kann landsstýrið aftan á ummæli frá lønarráðnum áseta, at arbeiði frammanundan skipan í starv sum tænastumaður, verður tikið við í útrokningini av eftirlønaraldri eftir higartil galdandi reglum, um tílíkt arbeiði er avrikað í starvi innan tað í tilskilaða øki aftan á 30 ára aldur.

Stk. 4. Eftirlønaraldur eftir 1.-3. stk. verður tó ikki nýttur sum grundarlag undir útrokning av eftirløn, um so er at tænastumaðurin eftir hinum reglunum í lógini hevur fingið ein hægri eftirlønaraldur.

§ 35. Hjá tænastumonnum, sum settir eru við ongum eftirlønaraldri, áðrenn henda lóg kemur í gildi, verður starvstíðin áðrenn lógin kemur í gildi roknað upp í eftirlønaraldurin eftir reglunum í § 4, um so er at vanligt eftirlønargjald eftir higartil galdandi reglum verður eftirgoldið fyri viðroknaðu tíðina.

§ 36. Tænastumaður, sum fer úr starvinum uttan at hava rætt til eftirløn eftir § 2, kann í staðin fyri at varðveita rætt til útsetta eftirløn eftir §§ 23-25, krevja at fáa útgoldið eftirlønargjald eftir § 5, 2. stk. í løgtingslóg nr. 1. frá 25. februar 1953 fyri starvstíð sína áðrenn henda lóg kemur í gildi.

Stk. 2. Eftirlønargjøld, sum eru afturgoldin vegna loysn úr tænastumannastarvi, skulu gjaldast aftur eftir higartil galdandi reglum, um so er at ein verður settur aftur sum tænastumaður.

§ 37. 2) Eftirlønir eftir kap. 2 og 3 og eftirinntøka av eftirløn eftir kap. 6, sum byrjað er at útgjalda innan 31. desember 1996, verða umroknaðar pr. 1. januar 1997 eftir reglunum í § 6 ávikavist § 12, stk. 1 og 2.

Stk. 2. Tænastumonnum, sum eru eftirløntir eftir hesi lóg 31. desember 1996, og eftirlønarútrokningin eftir § 6 ávikavíst § 12, stk. 1-2 førir við sær niðurgongd í eftirlønini, verður veitt ein persónlig viðbót, sum er munurin millum eftirlønina eftir higartil galdandi reglum og eftirlønina roknaða eftir § 6 ávikavist § 12, stk. 1-2.

§ 38. 2) Reglurnar í § 37 eru somuleiðis galdandi fyri eftirlønir, sum verða útgoldnar grundað á eftirlønarrætt, sum fyrstu ferð uppstendur í tíðarskeiðnum 1. januar 1997 - 31. desember 2003.

§ 39. 2) Eftirlønir, sum verða útgoldnar grundaðar á eftirlønarrætt, sum fyrstu ferð kemur fyri í tíðarskeiðinum 1. januar 2004 til 31. desember 2006 verða roknaðar eftir reglunum í § 37, tó soleiðis at persónliga viðbótin verður ásett við grundarlagi í viðbótini 1. januar 2004.

Stk. 2. Eftirlønir, sum verða útgoldnar grundaðar á eftirlønarrætt, sum fyrstu ferð kemur fyri í tíðarskeiðnum 1. januar 2007 til 31. desember 2007 fáa útgoldið eftirløn eftir reglunum í stk. 1, tó soleiðis at persónliga viðbótin 1. januar 2007 lækkar 20%.

Stk. 3. Eftirlønir, sum verða útgoldnar grundaðar á eftirlønarrætt, sum fyrstu ferð kemur fyri í tíðarskeiðnum 1. januar 2008 til 31. desember 2008 fáa útgoldið eftirløn eftir reglunum í stk. 1, tó soleiðis at persónliga viðbótin 1.januar 2008 lækkar 40%.

Stk. 4. Eftirlønir, sum verða útgoldnar grundaðar á eftirlønarrætt, sum fyrstu ferð kemur fyri í tíðarskeiðnum 1. januar 2009 til 31. desember 2009 fáa útgoldið eftirløn eftir reglunum í stk. 1, tó soleiðis at persónliga viðbótin 1. januar 2009 lækkar 60%.

Stk. 5. Eftirlønir, sum verða útgoldnar grundaðar á eftirlønarrætt, sum fyrstu ferð kemur fyri í tíðarskeiðnum 1. januar 2010 til 31. desember 2010 fáa útgoldið eftirløn eftir reglunum í stk. 1, tó soleiðis at persónliga viðbótin 1. januar 2010 lækkar 80%.

§ 40. 2) Reglurnar í §§ 37, 38 og 39 eru bert galdandi fyri tænastumenn, settir í starv eftir løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 við seinni broytingum innan 31. desember 1996.

§ 41. 2) Viðbøturnar eftir § 37 og § 38 verða javnaðar sambært reglunum í § 26.

Stk. 2. 4) Til fólkapensjónsgrundupphæddirnar koma ájavnt fólkapensjónsgrundupphæddirnar pr. 31. desember í 2015, verður samskipanarfrádrátturin óbroyttur.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 13. juni 1995.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 14. mars 1997.§ 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997, og samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 32 frá 5. juli 1971 við seinni broytingum úr gildi.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 5. mai 1987.

4) Broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 15. apríl 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 3 hevur tó virknað frá 1. februar 2016.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 27. mars 1990.