Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juni 1978Nr. 37
Løgtingslóg um 40 tímars arbeiðsviku
§ 1. Í øllum arbeiðsviðurskiftum, har arbeiðsløn eftir siðvenju, sáttmála ella avgerðardómi verður roknað sum ein ávís grundløn um tíman og harafturat prísviðbót, jbr. løgtingslóg um prístalsviðgerð av arbeiðsløn, verður hin vanliga arbeiðsvikan stytt soleiðis:
Frá |
1. okt. |
1978 niður í |
42 |
tímar |
» |
1. apr. |
1979 » |
41,5 |
» |
» |
1. okt. |
1979 » |
41 |
» |
» |
1. jan. |
1980 » |
40 |
» |
Stytting av arbeiðsvikuni førir ikki við sær, at vanliga vikulønin verður lækkað.
§ 2. Viðkomandi feløg, ella um feløg ikki eru, hvørt virki sær saman við verkafólkum gera av, hvussu vanliga dagliga arbeiðstíðin verður stytt.
2. stk. Verður ikki semja, ásetur landsstýrið í kunngerð, hvussu vanliga arbeiðstíðin verður løgd.
§ 3. Viðkomandi feløg, ella um feløg ikki eru, hvørt virki sær saman við verkafólkinum gera av, hvussu tímalønin verður hækkað, so ikki verður farið niður í løn roknað út frá eini vanligari arbeiðsviku uppá 42½ tíma.
2. stk. Verður ikki semja um, hvussu lønin skal javnast, verða bruttotímalønirnar hækkaðar soleiðis:
Frá |
1. okt. |
1978 við |
1,19% |
» |
1. apr. |
1979 » |
1,21% |
» |
1. okt. |
1979 » |
1,23% |
» |
1. jan. |
1980 » |
2,51% |
3. stk. Procentviðbót fyri arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð verður roknað av tí eftir 2. stk. hækkaðu bruttolønini.
§ 4. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.