Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. juni 1972Nr. 38
Løgtingslóg um eftirlønir eftir eldri lógum, sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 27. mars 1990
§ 1. Henda lóg er galdandi fyri eftirlønir eftir løgtingslóg nr. 1 frá 25. februar 1953 við seinni broytingum um eftirløn og eftirsitiløn til persónar, hvørs eftirlønarrættur stendst av tænastu, sum er endað áðrenn 1. juli 1971.
§ 2. Eftirlønir eftir hesi lóg verða veittar við eini grundupphædd, sum framkemur við at falda ta fyri mars 1972 útgoldnu eftirløn hækkað við 15% við 400/625.
Stk. 2. Grundupphæddir eftir 1. stk. verða hækkaðar ella lækkaðar um so er at ein fær ella missir barnaeftirlønarviðbøtur aftaná 31. mars 1972.
§ 3. 1) Grundupphæddir eftir § 2 verða javnaðar eftir reglunum um javning av eftirlønum í § 26, 1. stk. í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.
§ 4. Reglurnar í 9. kapitli í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir viðvíkjandi samskipan við pensjónir eftir sosialu pensjónslóggávuni verða nýttar samsvarandi fyri eftirlønir, sum koma undir hesa lóg.
§ 5. Frádráttur eftir § 28 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir verður fyri eftirløntar eftir hesi lóg roknaður við einum umroknaðum eftirlønaraldri sum grundarlag.
Stk. 2. Umrokning eftir 1. stk. av eftirlønum fer fram soleiðis:
Egineftirløn.
Ein eftirlønaraldur |
|
|
undir 10 ár |
verður umr. til |
25 ár |
frá |
|
|
10-12 ár |
– |
26 ár |
12-14 ár |
– |
27 ár |
14-16 ár |
– |
28 ár |
16-18 ár |
– |
29 ár |
18-20 ár |
– |
30 ár |
20-22 ár |
– |
31 ár |
22-24 ár |
– |
32 ár |
24-26 ár |
– |
33 ár |
26-28 ár |
– |
34 ár |
28-31 ár |
– |
36 ár |
31 ár og yvir |
– |
37 ár |
Einkjueftirlønir.
Ein eftirlønaraldur |
| |
undir 7 ár |
verður umr. til |
24 ár |
frá |
|
|
7-12 ár |
– |
25 ár |
12-16 ár |
– |
28 ár |
16-20 ár |
– |
29 ár |
20-24 ár |
– |
31 ár |
24-28 ár |
– |
33 ár |
28-32 ár |
– |
35 ár |
32 ár og yvir |
– |
37 ár |
Stk. 3. Landsstýrið kann loyva, at frádráttur vegna samskipan verður lækkaður ella fellur burtur, um so er at samskipaða eftirlønarupphæddin er lægri enn eftirlønin við uppískoyti av inntøkujavnaðari sosialari pensjón eftir reglunum galdandi áðrenn 1. apríl 1972.
§ 6. Henda lóg fær gildi frá 1. apríl 1972.