Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 09-05-2007
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2007 A - Hefti 9 A frá 9. mai 2007
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mai 2007Nr. 41

Løgtingslóg um fólkayvirlit, sum broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2011

Kapittul 1

Endamál og fyrisiting

§ 1. Lógin hevur til endamáls at tryggja, at

1)   øll, ið § 3, stk. 1 fevnir um, hava eitt persónstal,

2)   Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal,

3)   hvør einstakur verður skrásettur á tí bústaði, har hann veruliga býr ella heldur til, og

4)   upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt kunnu latast almennum myndugleikum ella privatum, ið hava heimilaðan áhuga í hesum.

§ 2. Innlendismálaráðið situr fyri Landsfólkayvirlitinum saman við kommunustýrunum samsvarandi hesi lóg. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um leiklutin hjá kommunustýrunum at halda Landsfólkayvirlitið við líka.

Stk. 2. Kommunustýrini røkja skyldurnar eftir hesi lóg við Landsfólkayvirlitinum sum undirstøði, ella, um so er, at landsstýrismaðurin hevur gjørt nærri ásetingar um tað, eftir øðrum skráum, ið einans hava Landsfólkayvirlitið sum undirstøði, og goyma upplýsingar í dagførdum formi.

Stk. 3. Aðrir myndugleikar halda Landsfólkayvirlitið við líka sambært reglum, ið avvarðandi landsstýrismaður hevur ásett eftir samráðing við landsstýrismannin í innlendismálum.

Kapittul 2

Persónstøl og aðrar upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum

§ 3. Øll skulu fáa hvør sítt persónstal, um so er, at tey

1)   verða skrásett í Landsfólkayvirlitinum, tí tey eru fødd her í landinum ella eru flutt til Føroya,

2)   sambært skattamyndugleikunum skulu hava eitt persónstal í sambandi við viðgerð av skattamáli í Føroyum.

Stk. 2. Innlendismálaráðið hevur ábyrgd av, at persónstølini verða givin, tá ið treytirnar fyri at fáa eitt tílíkt eru loknar.

Stk. 3. Innlendismálaráðið sendir viðkomandi fráboðan um givna persónstalið, tá ið

1)   hann er føðingarskrásettur,

2)   hann er skrásettur at vera fluttur til Føroya fyrstu ferð, og

3)   persónstalið er broytt, sbr. stk. 5.

Stk. 4. Øll hava rætt til at venda sær til kommununa at fáa skjalváttan um sítt persónstal. Kostnaðurin er upp til 50 kr. Kommunustýrið kann krevja, at peningurin skal rindast, áðrenn váttanin verður latin.

Stk. 5. Eru skeivleikar í persónstalinum, gevur Innlendismálaráðið viðkomandi persóni nýtt persónstal.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu persónstøl verða skipað, og kann áseta reglur um, hvussu persónar, ið ikki fáa persónstal sbrt. stk. 1, kunnu skrásetast í Landsfólkayvirlitinum við persónstali.

§ 4. Øll, ið hava eitt persónstal sbrt. § 3, stk. 1, verða skrásett í Landsfólkayvirlitinum við teimum upplýsingum, nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa lóg.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð gera broytingar til fylgiskjal 1, tá ið hesar eru neyðugar orsakað av broytingum í tøkniligu skipanini hjá Landsfólkayvirlitinum.

§ 5. Øll, ið verða skrásett í Landsfólkayvirlitinum, skulu skrásetast við fullum navni samsvarandi navnalóggávuni í tann mun, hetta ber til tøkniliga.

Stk. 2. Ber ikki til tøkniliga at skráseta fulla navnið, tí tað er ov langt, skal skrásetandi myndugleikin stytta navnið.

Stk. 3. Persónar, sum eru skrásettir við styttum navni sbrt. stk. 2, og persónar við nøvnum, ið skrivast við teknum, ið ikki ber til at skráseta, hava rætt at venda sær til kommununa at fáa sett frámerki í skrásetingina, sum vísir, at navnið víkir frá fulla navninum samsvarandi navnalóggávuni.

Stk. 4. Er navn hjá persóni sbrt. stk. 1 og 2 ov langt, tá ið adressulistar verða útskrivaðir, áliggur tað Innlendismálaráðnum at gera eina uttanáskrift til viðkomandi. Í uttanáskriftini skal, um tað er gjørligt tøkniliga, eftirnavnið standa og í minsta lagi eitt av fornøvnunum, sum er skrásett eftir stk. 1.

Stk. 5. Styttingar verða gjørdar soleiðis, at fornavn ella millumnavn verður stytt til 1. bókstavin, har tað er neyðugt. Møguligar styttingar verða gjørdar í síðsta fornavninum ella millumnavninum áðrenn eftirnavnið, síðan í næstsíðsta o.s.fr. Fer fyrsti bókstavurin í fyrsta fornavninum saman við eftirnavninum út um tað, sum tøkniliga ber til at hava sum uttanáskrift, verða styttingarnar eisini gjørdar í eftirnavninum.

Stk. 6. Hava styttingarnar gjørt uttanáskriftina ónýtiliga, verður frægasta uttanáskriftin skrásett. Í henni skal, um tað ber til, altíð eftirnavnið standa og minst eitt fult fornavn.

Stk. 7. Øll hava rætt til at venda sær til sína bústaðarkommunu at fáa skrásett eina uttanáskrift við støði í fulla navninum, undir hesum eisini at fáa eina uttanáskrift broytta. Í uttanáskriftini skal eftirnavnið altíð standa og minst eitt fult fornavn.

Kapittul 3

Kommunala fólkaskrásetingin

§ 6. Kommunustýrið skal skráseta øll í Landsfólkayvirlitinum við bústaði teirra, sum sbrt. kapittul 4-6 skulu vera skrásett í Føroyum. Bústaður merkir her tað býlið, har persónurin vanliga gistir, tá ið hann ikki er burturstaddur á frítíðarferð, handilsferð, vegna sjúku ella tílíkt,  og  har  ognarlutir  hansara eru.

Stk. 2. Kommunustýrið skal skráseta tey, ið einki býli hava, á fasta tilhaldsstaði teirra í kommununi, sama hvat slag av tilhaldi tað er. Til tess at rokna slíkt tilhald sum fastan bústað, skal tað hava verið nýtt í eina tíð og ikki vera flutt úr stað.

Stk. 3. Kommunustýrið ger av, hvørt ein fráboðað flyting lýkur treytirnar fyri at verða skrásett, sbr. kapittul 4-6. Kommunustýrið kann ikki skráseta ein persón á einum bústaði, um ivi er um, hvørt viðkomandi býr har ella heldur til har, sbr. stk. 1 og 2, men skal fyrst kanna málið, millum annað við at nýta reglurnar í § 10, stk. 2 og 3.

Stk 4. Kommunan, har viðkomandi higartil hevur verið skrásettur, skal framvegis hava tann, ið einki fast tilhaldsstað hevur, í skrá síni, men viðmerkjast skal, at hann er fluttur haðani. Kommunustýrið skal við jøvnum millumbilum taka málið til viðgerðar og meta, hvørt viðkomandi er fluttur til ein ávísan bústað ella fast tilhaldsstað.

Stk. 5. Kommunan, har viðkomandi higartil hevur verið skrásettur, skal, hóast leitað er eftir persóninum uttan úrslit, skráseta viðkomandi sum horvnan, til hann er funnin ella hevur givið seg til kennar. Kommunustýrið skal við jøvnum millumbilum taka málið til viðgerðar og meta um, hvørt viðkomandi er fluttur til ein ávísan bústað ella fast tilhaldsstað.

§ 7. Kommunustýrið skal skráseta persónar, ið hava fleiri bústaðir her á landi, á tí bústaði, sum teir eftir eini heildarmeting eru mest knýttir at.

Stk. 2. Avgerðin hjá kommunustýrinum sbrt. stk. 1 skal m.a. grundast á hesi metingarstøði:

1)   Hvussu ofta gist verður á bústaðnum.

2)   Hvussu langur teinurin er til arbeiðis.

3)   Hvørt hjúnafelagi ella sambúgvi og børn búgva á bústaðnum.

4)   Stødd og dygd á bústaðnum.

5)   Hvørt ognarlutirnir hjá viðkomandi eru á bústaðnum.

Stk. 3. Vísir heildarmeting kommunustýrisins ikki greitt á ávísan bústað, kann persónurin sjálvur ráða fyri, hvør bústaður verður valdur. Er ein bústaður valdur út á henda hátt, kann persónurin ikki sjálvur broyta hetta aftur, uttan so at viðurskiftini eru broytt, eftir at áðurnevndi bústaður varð valdur.

§ 8. Kommunustýrið skal skráseta barn, hvørs foreldur ikki búgva saman, hjá tí av foreldrunum, ið oftast hevur barnið, uttan mun til, hvør ið hevur foreldramyndugleikan.

Stk. 2. Um so er, at barnið er líka ofta hjá báðum foreldrunum, skal kommunustýrið skráseta barnið hjá tí, ið hevur foreldramyndugleikan, uttan so at foreldrini skrivliga hava váttað, at tey eru samd um, at barnið skal skrásetast hjá hinum. Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, skal kommunustýrið skráseta barnið sambært skrivligari váttan frá foreldrunum um hjá hvørjum teirra, barnið skal vera.

Stk. 3. Er barnið líka leingi hjá báðum foreldrunum, og foreldrini ikki eru samd um skrásetingina, hóast tey hava felags foreldramyndugleika, skal barnið framvegis vera skrásett á sama bústaði, sum áður enn ósemjan tók seg upp.

§ 9. Fær eitt kommunustýri gruna um, at ein persónur ikki er rætt skrásettur, eigur tað at kanna málið til tess at rætta møgulig mistøk. Kommunustýrið, har viðkomandi er skrásettur, tekur stig til  kanningina, men eru upplýsingar um ávísan bústað í aðrari kommunu, har viðkomandi sigst halda til, kann eisini síðstnevnda kommunustýri gera kanningina. Koma kommunustýrini ikki ásamt um, hvørt teirra eigur at gera kanningina, ger Innlendismálaráðið hetta av.

Stk. 2. Verða bústaðarviðurskiftini hjá einum persóni kannað, kann kommunustýrið, umframt at nýta tær upplýsingar, tað hevur til taks sambært aðrari lóggávu, krevja at fáa hesar upplýsingar:

1)   Nærri frágreiðing frá persóninum sjálvum um bústaðarviðurskifti hansara.

2)   Váttan frá húsaeigara ella leigara um, hvør ið flytur í ella úr ogn ella íbúð hansara, og um hvør, ið býr ella heldur til í ognini ella íbúðini.

3)   Upplýsingar frá fyritøkum, ið hava loyvisbræv (konsessjón) sbrt. løgtingslóg um postvirksemi og kunngerð um loyvi givið SEV, frá privatum tele- og veitingarfyritøkum, privatum bústaðarfeløgum, arbeiðsloysistryggingum, fakfeløgum og peningastovnum til tess at avgera bústaðarviðurskiftini hjá viðkomandi.

Stk. 3. Verða bústaðarviðurskiftini hjá einum persóni kannað, kann kommunustýrið útvega sær upplýsingar í elektroniskum formi frá øðrum almennum myndugleikum. Hetta kann vera sum liður í viðgerðini av einum stakmáli ella sum liður í leiting í sambandi við meira generelt eftirlit.

§ 10. Metir kommunustýrið, eftir at kanning er gjørd, at persónur er skeivt skrásettur, skal kommunustýrið skrivliga heita á viðkomandi um at boða frá flyting innan 14 dagar, og skal samstundis upplýsa, hvat fráboðanin er grundað á.

Stk. 2. Hevur kommunustýrið innan 14 dagar eftir, at brævið má haldast vera komið fram, einki frætt, sum broytir áskoðan kommunustýrisins um rætta bústaðin, ella hevur ikki verið gjørligt at fáa samband við viðkomandi, skal kommunustýrið skráseta rætta bústaðin, undir hesum møguliga flyting úr Føroyum.

Stk. 3. Kommunustýrið skal skrivliga boða viðkomandi frá avgerðini um bústaðarbroyting, og hvat avgerðin er grundað á.

Kapittul 4

Innlendis flytingar

§ 11. Øll, ið flyta, hava skyldu til í seinasta lagi 5 dagar eftir flyting at boða kommununi, sum flutt verður til, frá flytingini. Fráboðanin kann eisini fevna um tey húsfólk, ið flyta við, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.

Stk. 2. Í flytifráboðanini skulu vera hesar upplýsingar um persónin, sum flytur:

1)   persónstal,

2)   fult navn ella navn til uttanáskrift,

3)   núverandi bústaður og bústaðarkommuna,

4)   komandi bústaður og bústaðarkommuna og

5)   flytidagur.

Stk 3. Kommunustýrið kann krevja, at flytifráboðanir skulu vera skrivligar og skrivaðar á serligt oyðublað.

Stk. 4. Kommunustýrið kann nokta at taka ímóti flytifráboðanum, ið verða latnar inn áðrenn 4 vikur undan tilskilaða flytidegnum. Hevur kommunustýrið gruna um, at flytifráboðan ikki er røtt, kann tað, tá ið støða verður tikin, nýta reglurnar í § 9, stk. 2 og 3.

Stk. 5. Tann, sum hevur boðað frá flyting, hevur rætt at fáa kvittan fyri, at fráboðanin er givin.

Stk. 6. Verður flyting, sum er fráboðað, ikki veruleiki, skal tann, ið boðaði frá, beinanvegin kunna kommunustýrið um tað. Tá ið flytingin er skrásett í Landsfólkayvirlitinum, kann skrásetingin, og harvið eisini flytidagurin, einans broytast aftur, um kommunustýrið fær skjalprógv um, at skrásettu upplýsingarnar eru rangar.

§ 12. Er tann, ið flytur, ikki sjálvur førur fyri at boða frá flytingini, so skal tann, ið hevur ábyrgdina av viðkomandi, boða frá.

Stk. 2. Áðrenn flyting verður skrásett fyri barn, ið higartil hevur búð saman við báðum foreldrunum, skal tað av foreldrunum, ið ikki flytur við, verða hoyrt, um so er, at viðkomandi ikki hevur samundirskrivað flytifráboðanina. Sama er galdandi, áðrenn boðað verður frá flyting viðvíkjandi barni, ið higartil hevur búð saman við øðrum av foreldrunum, um so er, hetta ikki flytur við barninum og heldur ikki hevur samundirskrivað flytifráboðanina.

Stk. 3. Tá ið flytingar, sum stk. 2 fevnir um, verða fráboðaðar, og tað samstundis verður biðið um navna- og bústaðarvernd á tí bústaði, har sum barnið flytur til, skal tann kommunan, sum flutt verður úr, avgreiða hoyringina, og ikki er loyvt tí kommununi at upplýsa bústaðin, flutt verður til. Landsstýrismaðurin í innlendismálum  ásetir nærri reglur um hesi viðurskifti.

Stk. 4. Kommunustýrið kann áleggja teimum, ið eru leiðarar á heimum, stovnum o.tíl., at lata fólkayvirlitið vita av, so hvørt sum persónar flyta inn ella út úr tí heimi, stovni ella øðrum, sum teir varða av.

§ 13. At ein persónur fer inn at sita hevur ikki beinleiðis við sær, at bústaðarskrásetingin broytist, men hesi serligu viðurskiftini verða skrásett í Landsfólkayvirlitinum, til tey eru endað.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir samráðing við avvarðandi myndugleika nærri reglur um fráboðan og skráseting í Landsfólkayvirlitinum av persónum, ið stk. 1 fevnir um.

Kapittul 5

Flytingar til Føroya

§ 14. Flytingar til Føroya kunnu bara verða skrásettar í Landsfólkayvirlitinum, um persónurin skal vera í landinum í meira enn 3 mánaðir.

Stk. 2. Persónar, ið flyta úr einum Norðurlandi, hava bara skyldu at boða frá flyting, um teir skulu vera í Føroyum í meira enn 6 mánaðir.

Onnur, ið flyta til Føroya, hava skyldu at boða frá flyting, um tey skulu vera í Føroyum í meira enn 3 mánaðir. Tann, ið flytur, skal í seinasta lagi 5 dagar eftir, at treytirnar í stk. 5 og § 15 eru loknar, boða kommununi, hann flytur til, frá flytingini. Flytifráboðanin kann eisini fevna um tey av húsfólkunum, ið flyta við, og sum eisini lúka treytirnar fyri skráseting, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.

Stk. 3. Stuttar vitjanir uttanlands hava ikki við sær íslit í freistunum í stk. 1 og 2 fyri uppihaldi í Føroyum, tá ið viðkomandi í tíðarskeiðnum gistir oftast her á landi. At persónar, ið § 21, stk. 7-8 fevnir um, hava tilhald uttanlands, hevur ikki við sær íslit í freistunum í stk. 1 og 2.

Stk. 4. Hevur kommunustýrið serliga orsøk til at halda, at eitt uppihald her á landi ikki fer at vara meira enn 3 mánaðir, kann kommunustýrið bíða við at skráseta flytingina, um ikki viðkomandi við skjalprógvi kann vísa kommunustýrinum á sannlíkindini fyri, at uppihaldið fer at vara neyðturviligu tíðina. Persónar, ið fyrstu ferð flyta higar til lands við uppihaldsloyvi, sum er givið við atliti at varandi loyvi, verða altíð taldir upp í tey, sum lúka tíðarkrøvini fyri skráseting.

Stk. 5. Kommunustýrið kann einans skráseta eina flyting til Føroya, um viðkomandi hevur fastan bústað ella fast tilhald í landinum, sbr. § 6, stk. 1 og 2, og harumframt lýkur krøvini í § 15.

§ 15. Treytirnar fyri at skráseta persónar, sum flyta til Føroya og ikki eru úr einum Norðurlandi, í Landsfólkayvirlitinum eru, at hesi hava uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini ella hava váttan frá útlendingamyndugleikanum um, at teir eru frítiknir fyri at hava uppihaldsloyvi, sbr. tó stk. 4.

Stk. 2. Uppihaldsloyvi, ið áður er nýtt sum grundarlag fyri skráseting, kann einans nýtast, um útlendingamyndugleikin váttar, at uppihaldsloyvið ikki er fallið burtur ella ikki verður mett sum burturfallið. Verður endaliga avgerðin tann, at uppihaldsloyvið er burturfallið, boðar útlendingamyndugleikin kommunustýrinum frá hesum. Kommunustýrið skal skráseta viðkomandi sum farnan av landinum tann dagin, sum útlendingamyndugleikin hevur tilskilað sum fráferðardag, hóast viðkomandi framvegis er í landinum.

Stk. 3.Visum ella fráferðarfreist í passinum er ikki at javnseta við uppihaldsloyvi. Givin fráferðarfreist, sum gevur rætt til uppihald í landinum í meira enn 3 mánaðir, kann ikki nýtast sum grundarlag undir skráseting.

Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónar, ið verða sendir til Føroya beinleiðis úr útlandinum at sita dóm.

§ 16. Útlendskir ríkisborgarar í Føroyum, ið eru skrásettir í protokollini hjá uttanríkisráðnum, verða ikki skrásettir í Landsfólkayvirlitinum sum fluttir til landið. Sama er galdandi fyri útlendskar ríkisborgarar, sum eru í Føroyum í hernaðarligari tænastu, í tann mun hesir eru undantiknir sambært altjóða avtalum, ið danska ríkið hevur bundið seg til, og sum lýstar eru at galda í Føroyum.

Stk. 2. Útlendsk familja hjá teimum, ið stk. 1 fevnir um, og sum hoyrir til húskið, verður heldur ikki skrásett í Landsfólkayvirlitinum, tá ið hon flytur til Føroya.

§ 17. Tá ið boðað verður frá flyting til Føroya, skal hetta upplýsast:

1)   fult navn,

2)   møguligt føroyskt persónstal,

3)   kyn, føðingardagur, og føðiskrásetingarstaður,

4)   síðsti bústaður uttanlands,

5)   flytidagur,

6)   bústaður í Føroyum,

7)   hjúnastøða,

8)   møguligur vígsludagur og vígslumyndugleiki,

9)   møguligur limaskapur í donsku fólkakirkjuni ella eini evangeliskt-lutherskari kirkju uttanlands,

10) nøvn á børnum, hjúnafelaga og foreldrum, ið flytifráboðanin ikki fevnir um, og

11) ríkisborgararættur.

Stk. 2. Tá ið boðað verður frá flyting úr  Norðurlandi, skal eisini persónstalið hjá viðkomandi upplýsast, eins og bústaðurin og bústaðarkommunan í landinum, flutt verður úr.

Stk. 3. Innlendismálaráðið og avvarðandi kommunustýri skulu veita skrásetingarmyndugleikunum í  Norðurlandinum, flutt verður úr, tær upplýsingar, ið eru neyðugar, til tess at teir kunnu meta um bústaðarviðurskiftini.

§ 18. Neyðugt samleikaprógv skal vísast í sambandi við upplýsingarnar í § 17 og til at vátta, at viðkomandi lýkur § 15.

Stk. 2. Kommunustýrið kann krevja, at hvør einstakur persónur, ið ein tilflytingarfráboðan fevnir um, sjálvur skal koma á skrivstovuna, áðrenn skrásetingin verður gjørd.

Stk. 3. Kommunustýrið skal staðiliga, tá ið tilflytarar upplýsa, at teir eru limir í donsku fólkakirkjuni ella eini evangeliskt-lutherskari kirkju uttanlands, gera teimum greitt, at hetta hevur við sær, at teir í framtíðini standa skrásettir sum limir í fólkakirkjuni.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin í innlendismálum kann gera av, at fleiri upplýsingar skulu latast enn tær, sum ásettar eru í § 17.

Stk. 5. § 11, stk. 3-6 og § 12, stk. 1 kunnu somuleiðis nýtast, tá ið boðað verður frá flyting til Føroya.

§ 19. Tá ið flutt verður til Føroya, skal innferðardagurin skrásetast sum flytidagur, uttan í undantaksførum sbrt. stk. 2.

Stk. 2. Útlendingar, ið verða skrásettir sum fluttir til Føroya grundað á uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini, givið eftir innferðardagin, skulu skrásetast við dagfestingini á uppihaldsloyvinum sum flytidegi.

§ 20. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um leiklutin hjá kommunustýrunum, tá ið boðað verður frá flyting úr øðrum Norðurlandi.

Kapittul 6

Flytingar úr Føroyum

§ 21. Øll, sum flyta úr Føroyum, skulu verða skrásett í Landsfólkayvirlitinum at vera flutt av landinum, sbr. tó stk. 4-8 og § 22, stk. 2. Tann, ið flytur, skal boða bústaðarkommununi frá flytingini, áðrenn flutt verður. Varir uppihaldið uttanlands meira enn 6 mánaðir, skal altíð verða boðað frá flyting. Varir uppihaldið uttanlands 6 mánaðir ella styttri, og viðkomandi framvegis hevur fult ræði á bústaðnum, hann hevur havt higartil, hevur hann rætt til at biðja um framvegis at vera skrásettur við bústaði har, sbr. tó § 22, stk. 1. Hevur viðkomandi ikki fult ræði á bústaðnum, meðan hann er staddur uttanlands í 6 mánaðir ella styttri, skal kommunustýrið gera eina ítøkiliga meting um, hvørt tað snýr seg um flyting úr Føroyum ella ikki.

Stk. 2. Styttri vitjanir í Føroyum verða ikki roknaðar sum íslit í uppihaldinum uttanlands, so leingi viðkomandi í tíðarskeiðnum gistir oftast uttanlands.

Stk. 3. Meðan persónur er uttanlands sbrt. stk. 1, 4. pkt., stk. 4 og 5 hevur viðkomandi rætt, men ikki skyldu til at fáa skrásett sín núliga bústað uttanlands sum ískoytisbústað.

Stk. 4. 1) Persónar, ið eru starvsettir undir danska statinum og sendir í uttanríkistænastu, ella í avmarkað tíðarskeið eru útsendir í trúboðaravirksemi, í humaniterum arbeiði ella framhaldsnámi, verða, hóast stk. 1, ongantíð skrásettir sum fluttir av landinum, sbr. tó § 22, stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvat hugtøkini trúboðaravirksemi, humanitert arbeiði og framhaldsnám fevna um, og kann áseta nærri reglur annars.

Stk. 5. Persónur, ið er sambúgvi hjá persóni, sum er fevndur av stk. 4, verður ikki skrásettur at vera fluttur av landinum, um so er, at tey eru gift við hvørjum øðrum ella lúka treytirnar fyri at kunna giftast og eru setst í búgv saman, áðrenn tey fóru. Sama er galdandi fyri børn teirra undir 18 ár, um so er, tey búgva hjá foreldrunum.

Stk. 6. Persónur, sum í einum tíðarskeiði, ið er longri enn 6 mánaðir, gistir oftast uttanlands av arbeiðsávum ella tílíkum, men sum í sama tíðarskeiði gistir á bústaði sínum í Føroyum flestu vikuskifti, frídagar, feriudagar o.tíl. sbr. § 6, stk. 1, hevur hóast ásetingarnar í stk. 1 rætt til framvegis at vera skrásettur við hesum bústaði, sbr. tó § 22, stk. 1.

Stk. 7. Sjómenn, ið varðveita bústað sín í Føroyum, sbr. § 6, stk. 1, og eru her á landi mestapartin av sínum frídøgum, feriudøgum o.tíl., hava, hóast ásetingarnar í stk. 1, rætt til framvegis at vera skrásettir við bústaði í Føroyum.

Stk. 8. Persónur, ið er sambúgvi hjá einum, sum er fevndur av stk. 6 ella 7, og sum av arbeiðsávum e.tíl. hjá sambúgvanum hevur somu tilhaldsvenju sum hann, hevur rætt til framvegis at vera skrásettur á føroyska bústaðnum, um tey eru gift við hvørjum øðrum ella lúka treytirnar fyri at kunna giftast og eru setst í búgv saman áðrenn umskiftið í bústaðarmynstrinum. Sama er galdandi fyri børn undir 18 ár, sum búgva hjá foreldrunum.

§ 22. Øll, ið uppihalda sær í øðrum Norðurlandi, skulu skrásetast at vera flutt úr Føroyum, um so er, at kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum boðar frá, at tey skulu skrásetast at vera flutt til tað landið.

Stk. 2. Kommunustýrið kann ikki skráseta persón, ið boðar frá flyting til annað Norðurland, sum fluttan úr Føroyum, fyrr enn kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum hevur boðað frá, at hann er skrásettur við bústaði har.  Aðramáta skal persónurin framvegis verða skrásettur í teirri kommununi, har hann frammanundan var skrásettur, møguliga sum fluttur frá bústaðnum.

Stk. 3. Innlendismálaráðið og avvarðandi kommunustýri skulu veita skrásetingarmyndugleikunum í hinum Norðurlondunum tær upplýsingar, teimum tørvar til tess at kunna meta um bústaðarspurningin, sbr. stk. 1 og 2.

§ 23. Í fráboðanum um flyting úr Føroyum skulu vera hesar upplýsingar um tann, ið flytur:

1)   persónstal,

2)   fult navn ella navn til uttanáskrift,

3)   higartil nýtti bústaður og bústaðarkommuna,

4)   flytidagur, og

5)   møguligur komandi bústaður, um hann er kendur, ella landið, bústaðurin er í.

Stk. 2. Flytidagurin hjá persóni, ið verður skrásettur í øðrum Norðurlandi, er tann dagur, tá ið komulandið skrásetir viðkomandi sum tilfluttan. Aðramáta verður nýttur dagurin, tá ið viðkomandi fór úr Føroyum. Sama er galdandi í sambandi við uppihald uttanlands, ið seinni vísir seg at vara so leingi, at viðkomandi skal skrásetast sum fluttur av landinum, sbr. § 21, stk.1.

Stk. 3. Meðan persónur er uttanlands, hevur hann rætt, men ikki skyldu til at fáa skrásett sín núliga bústað uttanlands, umframt ein tilknýtisbústað í Føroyum, hagar almennir myndugleikar og privat kunnu senda postin hjá viðkomandi.

Stk. 4. Persónur, ið hevur fingið eitt persónstal eftir § 3, stk. 1, nr. 2  ella § 3, stk. 6 hevur rætt, men ikki skyldu til at fáa skrásett møguligan tilknýtisbústað í Føroyum ella uttanlands, hagar almennir myndugleikar og privat kunnu senda postin hjá viðkomandi.

Stk. 5. § 11, stk. 3-6 og § 12, stk. 1, kunnu somuleiðis nýtast, tá ið boðað verður frá flyting úr Føroyum.

§ 24. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um leiklutin hjá kommunustýrunum, tá ið boðað verður frá flyting til annað Norðurland.

Kapittul 7

Trygdin hjá skrásetta fyri, at upplýsingar ikki verða latnar víðari

§ 25. Øll kunnu venda sær til bústaðarkommununa til at fáa navna- og bústaðarvernd sum trygd fyri, at navn og bústaður hjá viðkomandi í Landsfólkayvirlitinum ikki verður upplýst privatum, sbr. tó § 31, § 35, stk. 4, § 39, stk. 3-5, § 40, stk.1 og § 42. Verndin fellur av sær sjálvum burtur, tá ið eitt ár er farið, uttan so, at persónurin vil hava verndina at falla burtur áðrenn, ella tá ið kommunustýrið heldur, at heilt serlig viðurskifti rættvísgera vernd út um tað eina árið.

§ 26. Øll kunnu venda sær til bústaðarkommununa til at fáa frámerki sett í Landsfólkayvirlitið, sum tryggjar, at viðkomandi ikki fær áheitanir í sambandi við hagtalsligar og vísindaligar kanningar, sum Innlendismálaráðið sbrt. §§ 32 og 33 letur upplýsingar til ella ger adressulistar til og sendir út tilfar eftir.

Stk. 2. Øll kunnu venda sær til bústaðarkommununa til at fáa frámerki sett í Landsfólkayvirlitið, sum vísir, at viðkomandi vil sleppa undan áheitanum í sambandi við marknaðarføring.

§ 27. Persónar við navna- og bústaðarvernd eru harafturat vardir eftir ásetingunum í § 26, stk. 1, so leingi navna- og bústaðarverndin er galdandi.

Stk. 2. Í teimum førum, har serligt frámerki er um vernd eftir einari ella fleiri av ásetingunum í § 26, fellur verndin ikki burtur, fyrr enn viðkomandi gevur bústaðarkommununi boð um tað.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um leiklutin hjá kommunustýrunum í sambandi við tillutan av navna- og bústaðarvernd.

Kapittul 8

At lata upplýsingar víðari til almennar myndugleikar

§ 28. Upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum og gomlum fólkayvirlitstilfari kunnu latast øðrum almennum myndugleika eftir reglunum í lóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

§ 29. Tá ið ein almennur myndugleiki hevur fyri neyðini at fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum, kann myndugleikin útvega sær hesar upplýsingar, sbr. tó § 30, stk. 1.

Stk. 2. Innlendismálaráðið setir treytirnar, undir hesum treytir um trygdartiltøk og kostnað, fyri at lata upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum eftir stk. 1.

§ 30. Almennir myndugleikar, ið hava stakfyrispurningar, skulu venda sær til kommunustýrini, ið kunnu krevja eitt gjald upp til 25 kr. hvørja ferð.

Stk. 2. Áheitanir um upplýsingar úr gomlum fólkayvirlitstilfari, ið kommunurnar ikki hava til skjals, skulu stílast til Landsfólkayvirlitið. Gjald kann krevjast fyri útreiðslurnar, ið standast av fyrispurninginum.

Stk. 3. Kommunustýri og Landsfólkayvirlitið kunnu hvør sær gera av, at fyrispurningar eftir stk. 1-2 skulu vera skrivligir.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at almennir myndugleikar í sambandi við ávísar stakfyrispurningar kunnu undantakast frá reglunum um gjald.

§ 31. Ein myndugleiki kann bara lata upplýsingar, undir hesum vard nøvn og bústaðir, fingnar eftir §§ 28-30, víðari til aðrar almennar myndugleikar ella privat, tá ið hetta er heimilað í lóg, ella tá ið Innlendismálaráðið hevur givið loyvi til tess.

Stk. 2. Ein myndugleiki, ið eftir §§ 28-30 fær upplýsingar um vard nøvn og bústaðir, skal viðgera tær soleiðis, at privat ikki fáa atgongd til hesar. Herumframt skal myndugleikin í øllum førum, tá ið ræður um nøvn og bústaðir, skráseta, at upplýsingarnar eru vardar. Verða vardar navna- og bústaðarupplýsingar latnar víðari, sbr. stk. 1, eigur altíð samstundis at verða boðað frá, at upplýsingarnar eru vardar.

Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 eru kortini ikki galdandi, tá ið annað er heimilað í lóg.

Kapittul 9

At lata upplýsingar víðari til nýtslu í hagtalsgerð ella til vísindalig endamál

§ 32. Innlendismálaráðið kann lata upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum um ella gera adressulistar til ein avmarkaðan skara av persónum til nýtslu í hagtalsgerð ella til vísindalig endamál. Treytin er, at móttakarin kann viðgera hesar upplýsingar sambært lógini um viðgerð av persónsupplýsingum. Innlendismálaráðið setir treytirnar, undir hesum treytir um trygdartiltøk og kostnaðin fyri at lata upplýsingarnar ella fyri at gera adressulistar og avgreiða sendingar.

§ 33. Innlendismálaráðið kann við hagtalsgerð ella vísindaligum endamáli fyri eyga geva atkomurætt til at leita og spyrja elektroniskt eftir upplýsingum í Landsfólkayvirlitinum. Treytin er, at móttakarin kann viðgera hesar upplýsingar sambært lógini um viðgerð av persónsupplýsingum. Innlendismálaráðið setir treytirnar, undir hesum treytir um trygdartiltøk og kostnað.

§ 34. Innlendismálaráðið kann við hagtalsgerð ella vísindaligum endamáli fyri eyga gera av at lata upplýsingar úr gomlum fólkayvirlitstilfari hjá Landsfólkayvirlitinum. Treytin er, at móttakarin kann viðgera hesar upplýsingar sambært lógini um viðgerð av persónsupplýsingum. Innlendismálaráðið kann krevja gjald fyri útreiðslurnar, ið standast av at lata upplýsingarnar.

Kapittul 10

Upplýsingar, ið Innlendismálaráðið letur víðari til privat

§ 35. Partafeløg, smápartafeløg, grunnar, fyritøkur og aðrir løgfrøðiligir og likamligar persónar, ið reka vinnuvirksemi, hava eftir reglunum í hesi grein og í § 37 rætt til at fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum frá Innlendismálaráðnum um størri, avmarkaðan skara av persónum, treytað av, at hvør persónur sær er eyðmerktur frammanundan, sbr. stk. 5. Tá ið feløg biðja um upplýsingar, skulu tey harumframt hava eitt viðurkent endamál.

Stk. 2. Upplýsingarnar, ið Innlendismálaráðið kann lata víðari eftir stk. 1, eru

1)   núverandi navn, uttan so, at hetta er vart,

2)   núverandi bústaður, uttan so, at hann er vardur, og dagfesting fyri seinastu flytingina,

3)   møguligt starv,

4)   møguligt frámerki um, at viðkomandi vil sleppa undan áheitanum í sambandi við marknaðarføring, sbr. § 26, stk. 2,

5)   hvørt persónurin er deyður, deyðadagur og seinasti bústaður hjá viðkomandi, uttan so, at bústaðurin er vardur,

6)   hvørt persónurin er horvin og dagfesting hesum viðvíkjandi,

7)   møgulig flyting av landinum og dagfesting, møguligi nýggi bústaðurin uttanlands, uttan so, at hann er vardur, og dagfesting hesum viðvíkjandi,

8)   møguligur tilknýtisbústaður og dagfesting hesum viðvíkjandi,

9)   møgulig upplýsing um, at persónurin  hevur mist sjálvræðið, dagfesting hesum viðvíkjandi og navn og bústaður hjá verjanum, ella

10) broytingar í upplýsingunum, sum nevndar eru í nr. 1-9.

Stk. 3. Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, sum eru fevnd av lógini um tryggingarvirksemi, og peningastovnar, tá ið hesir fyrisita pensjónsuppsparingar sambært lógini um fíggjarligt virksemi, hava rætt til, umframt upplýsingarnar í stk. 2, at fáa upplýsingar um hjúnastøðu og dagfesting hesum viðvíkjandi, tó ikki um sundurlesing.

Stk. 4. Møgulig skuldaraupplýsingarvirki, ið hava loyvi frá Dátueftirlitinum at reka skuldaraupplýsingarvirksemi, kunnu fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum um navn og bústað, hóast hesar eru vardar eftir § 25.

Stk. 5. Eyðmerkingin av einstaka persóninum eftir stk. 1-4 skal verða gjørd við

1)   persónstali,

2)   navni (núverandi ella fyrrverandi) og føðingardegi, ella

3)   navni (núverandi ella fyrrverandi) og bústaði (núverandi ella fyrrverandi).

Stk. 6. Ein treytin er, tá ið upplýsingar skulu latast eftir stk. 1-4, at tann, ið fær upplýsingarnar, kann viðgera hesar sambært lógini um viðgerð av persónsupplýsingum.

§ 36. Partafeløg, smápartafeløg, grunnar, fyritøkur og aðrir løgfrøðiligir og likamligir persónar, ið reka vinnuvirksemi, kunnu fáa loyvi frá Innlendismálaráðnum til at fáa atgongd til at biðja um stakupplýsingar, fevndar av § 39, stk. 1 og 2, sbr. § 39, stk. 6, úr Landsfólkayvirlitinum í elektroniskum formi. Tá ið feløg biðja um upplýsingar, skulu tey harumframt hava eitt viðurkent endamál.

§ 37. Innlendismálaráðið setir treytirnar, undir hesum treytir um trygdartiltøk og kostnað, fyri at lata upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum eftir § 35, stk. 1-4 og § 36.

Stk. 2. Upplýsingar, ið eru fingnar eftir §§ 35 og 36, mugu ikki latast øðrum privatum, uttan so, hetta er heimilað í lóg, ella tá ið Innlendismálaráðið hevur givið loyvi til tess. Tá ið navna- og bústaðarupplýsingar verða latnar øðrum, eiga samstundis møgulig frámerki um vernd av nøvnum og bústøðum at verða upplýst.

Stk. 3. Ikki er loyvt skuldaraupplýsingarvirkjum at lata víðari upplýsingar um vard nøvn og bústaðir, ið tey hava útvegað sær eftir § 35, stk. 4.

Kapittul 11

Sendingar, ið Innlendismálaráðið avgreiðir fyri útlendskar myndugleikar

§ 38. Innlendismálaráðið kann vegna almennar myndugleikar í øðrum londum senda val- ella fólkaatkvøðutilfar til ríkisborgarar úr avvarðandi landi, sum búgva í Føroyum og eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum. Tann, ið biður um, at tilfar verður sent út eftir adressulistum, kann ikki fáa nøvn og bústaðir á listunum útflýggjað. Innlendismálaráðið setir treytirnar, undir hesum treytir um trygdartiltøk og kostnað, fyri slíkar sendingar.

Kapittul 12

Stakupplýsingar o.a., ið kommunustýri lata víðari til privat

§ 39. Øll kunnu við at venda sær til eitt kommunustýri fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum um ávísan persón, sum viðkomandi frammanundan hevur sannað, hvør ið er, sbr. stk. 6.

Stk. 2. Upplýsingarnar, ið kunnu verða latnar víðari eftir stk. 1, eru

1)   núverandi navn, uttan so, at hetta er vart,

2)   núverandi bústaður, uttan so, at hann er vardur, og dagfesting fyri seinastu flytingina,

3)   møguligt starv,

4)   møguligt frámerki um, at viðkomandi vil sleppa undan áheitanum í sambandi við marknaðarføring, sbr. § 26, stk. 2,

5)   hvørt persónurin er deyður, deyðadagur og seinasti bústaður hjá viðkomandi, uttan so, at bústaðurin er vardur,

6)   hvørt persónurin er horvin og dagfesting hesum viðvíkjandi,

7)   møgulig flyting av landinum og dagfesting, møguligi nýggi bústaðurin uttanlands, uttan so, at hann er vardur, og dagfesting hesum viðvíkjandi,

8)   møguligur tilknýtisbústaður og dagfesting hesum viðvíkjandi, og

9)   møgulig upplýsing um, at persónurin hevur mist sjálvræðið, dagfesting hesum viðvíkjandi og navn og bústaður hjá verjanum.

Stk. 3. Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, sum eru fevnd av lógini um tryggingarvirksemi, og peningastovnar, tá ið hesir fyrisita pensjónsuppsparingar sambært lógini um fíggjarligt virksemi, hava rætt til, umframt upplýsingarnar í stk. 2, at fáa upplýsingar um hjúnastøðu og dagfesting hesum viðvíkjandi, tó ikki um sundurlesing, og eisini upplýsingar um ættarviðurskifti, undir hesum navn og bústað á skyldfólki, hóast hesar eru vardar eftir § 25, um upplýsingarnar eru neyðugar til tess at útgjalda tryggingarupphædd til tann njótunartilskilaða.

Stk. 4. Møgulig skuldaraupplýsingarvirki, ið hava loyvi frá Dátueftirlitinum at reka skuldaraupplýsingarvirksemi, kunnu fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum um navn og bústað, hóast hesar eru vardar eftir § 25.

Stk. 5. Vardar navna- og bústaðarupplýsingar kunnu ikki vanliga haldast loyniligar fyri kravánarum, ið hava í hyggju at fara undir at krevja ella heinta inn falna skuld. Er ivi um, hvørt fíggjarkravið er veruligt, skal kommunustýrið biðja um ummæli frá skuldaranum, sum tað snýr seg um, áðrenn upplýsingarnar verða latnar víðari.

Stk. 6. Eyðmerkingin av einstaka persóninum eftir stk. 1-4 skal verða gjørd við

1)   navni (núverandi ella fyrrverandi) og føðingardegi,

2)   navni (núverandi ella fyrrverandi) og bústaði (núverandi ella fyrrverandi) ella

3)   navni (núverandi ella fyrrverandi) og persónstali.

§ 40. Kommunustýri kunnu lata vardar navna- og bústaðarupplýsingar víðari úr Landsfólkayvirlitinum til privat, ið hava rættarligan áhuga í tílíkum upplýsingum um persón, sum frammanundan er eyðmerktur, sbr. § 39, stk. 6. Ein treytin er, at tann, ið er vardur, fær møguleika at ummæla áheitanina um at lata upplýsingarnar víðari og ikki hevur mótmælt hesum í slíkan mun, at kommunan metir mótmælið hava størri týdning enn rættarliga áhugan hjá tí, ið hevur biðið um vardu upplýsingarnar.

Stk. 2. Tann, ið prógvar, at hann hevur rættarligan áhuga í øðrum upplýsingum úr Landsfólkayvirlitinum um persón, ið frammanundan er eyðmerktur, sbr. § 39, stk. 6, enn tær, nevndar eru í § 39, stk. 2-5 og § 40, stk. 1, kann fáa hesar útflýggjaðar. Hetta er eisini galdandi fyri upplýsingar um navn, bústað og føðingardag hjá verandi og fyrrverandi hjúnafeløgum og hjá børnum og foreldrum hjá tí, sum eyðmerktur er. Upplýsingar um persónstøl mugu tó ongantíð latast, sbr. tó § 43.

§ 41. Upplýsingar, fingnar eftir § 39, stk. 3-5 og § 40, mugu ikki latast víðari til onnur privat, uttan so, at hetta er heimilað í lóg. Tá ið navna- og bústaðarupplýsingar verða latnar víðari eftir § 39, stk. 5 og § 40, stk. 1, skal upplýsing um møguliga navna- og bústaðarvernd somuleiðis latast víðari.

Stk. 2. Nøvn og bústaðir, ið kommunustýri hava latið víðari eftir § 39, stk. 5 og § 40, stk. 1 mugu einans nýtast til endamál, ið kommunustýri hava ásett.

Stk. 3. Vardar navna- og bústaðarupplýsingar, ið skuldaraupplýsingarvirki hava fingið eftir § 39, stk. 4 mugu ikki latast víðari.

§ 42. Øll hava rætt til frá einum kommunustýri at fáa upplýst nøvn á persónum, ið sambært Landsfólkayvirlitinum eru skrásett á bústaði, sum viðkomandi kann skjalprógva, at hann sjálvur eigur, eigur part í ella leigar. Hetta er galdandi, hóast nøvn og bústaðir hjá skrásettu persónunum eru vard.

§ 43. Øll hava rætt til, tá ið tey venda sær til eitt kommunustýri, at fáa váttan á føroyskum um núgaldandi og eldri upplýsingar, skrásettar í Landsfólkayvirlitinum ella í øðrum fólkayvirlitstilfari í hesi kommunu um sjálvan seg, undir hesum persónstølini hjá børnum sínum, hjúnafelaganum og foreldrum sínum.

Stk. 2. Áheitanir um upplýsingar úr gomlum fólkayvirlitstilfari, ið kommunurnar ikki hava til skjals, skulu stílast til Innlendismálaráðið.

§ 44. Øll, ið hava rætt at fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum eftir §§ 39 og 40, hava rætt at venda sær til eitt kommunustýri, ið goymir gamalt fólkayvirlitstilfar um tann, ið er eyðmerktur, til tess at fáa somu upplýsingarnar úr tí tilfarinum.

Stk. 2. Áheitanir um upplýsingar úr gomlum fólkayvirlitstilfari, ið kommunurnar ikki hava til skjals, skulu stílast til Innlendismálaráðið.

Stk. 3. Reglurnar í § 41 eru somuleiðis galdandi, tá ið upplýsingar verða latnar eftir stk. 1.

§ 45. Øll, sum eftir § 39, stk. 6 frammanundan hava sannað, hvør ein deyður persónur er, kunnu frá kommunustýri ella Innlendismálaráðnum, ið hevur skrásett slíkar upplýsingar um tann deyða, fáa hesar upplýsingar:

1)   Fulla navn, undir hesum fyrrverandi nøvn.

2)   Føðingardag og -stað.

3)   Hjúnastøðudagfestingar og vígslustað.

4)   Deyðadag og deyðaskrásetingarstað.

5)   Allar bústaðir við tilskilan um til- og fráflytingardagar.

6)   Skyldfólk hjá tí deyða við upplýsing um navn, føðingardag og skrásetingarstað, tó ikki um skyldfólk, ið eru á lívi.

Stk. 2. Harafturat er treytin fyri at lata upplýsingar víðari eftir stk. 1, at upplýsingarnar ikki eru í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, og at upplýsingarnar eru meira enn 30 ára gamlar.

Stk. 3. Áheitanir um upplýsingar úr gomlum fólkayvirlitstilfari, ið kommunurnar ikki hava til skjals, skulu stílast til Innlendismálaráðið.

§ 46. Øll, sum eftir § 39, stk. 6, frammanundan kunnu sanna, hvør ein deyður persónur er, kunnu við at venda sær til kommunustýrið fáa tær upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum, ið eru neyðugar til tess at fremja skifti uttanlands.

Stk. 2. Øll, sum eftir § 39, stk. 6, frammanundan kunnu sanna, hvør ein deyður persónur er, kunnu við at venda sær til kommunustýrið fáa tær upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum, ið eru neyðugar í sambandi við jarðarferð ella líkbrenning.

Stk. 3. Áheitanir um upplýsingar úr gomlum fólkayvirlitstilfari, ið kommunurnar ikki hava til skjals, skulu stílast til Innlendismálaráðið.

Stk. 4. Upplýsingar um persónstøl mugu ongantíð latast eftir stk. 1 og 2.

§ 47. Kommunustýri og Innlendismálaráðið kunnu hvør sær gera av, at fyrispurningar eftir §§ 39, 40, 42, 43 og 44-46 skulu vera skrivligir.

Stk. 2. Kommunustýri og Innlendismálaráðið kunnu krevja, at rindast skulu upp til 50 kr. fyri útreiðslurnar, ið standast av hvørjum fyrispurningi. Eisini kann krevjast, at móttakarin rindar allan kostnaðin, ið stendst av at lata upplýsingar víðari eftir §§ 44-46. Kommunustýri og Innlendismálaráðið kunnu krevja, at rindað verður, áðrenn fyrispurningurin verður svaraður, ella áðrenn upplýsingarnar verða latnar víðari.

Kapittul 13

Hvussu almennir myndugleikar skulu viðgera persónstøl

§ 48. Um so er, at almennur myndugleiki í samsvari við lóg um viðgerð av persónsupplýsingum nýtir persónstal sum samleikaprógv ella málsnummar, skal persónstalið hjá tí, málið snýr seg um, verða nýtt.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er tó ikki galdandi, um tað sambært lóg er ásett, at tað í ávísum føri er neyðugt at beina fleiri persónar undir sama mál. Í tílíkum førum ger fyrisitingin sjálv av, hvussu innanhýsis skrásetingin av málunum verður skipað. Í hesum sambandi eiga atlit m.a. at verða tikin at javnrættindum.

§ 49. Nýtir almennur myndugleiki persónstal, tá ið spurningar verða settir persónum í sambandi við viðurskifti teirra, skal persónstalið hjá tí, málið snýr seg um, verða nýtt. Somuleiðis kunnu persónar einans verða kravdir at upplýsa sítt egna persónstal, tá ið teir venda sær til almennan myndugleika í førum, sum § 48 fevnir um.

§ 50. Almennir myndugleikar hava skyldu til at ansa eftir, at eingin óviðkomandi fær upplýsingar um persónstøl. Persónstøl mugu ikki setast á brævbjálvar, síggjast ígjøgnum brævbjálvar við rúti ella síggjast á øðrum sendingum. Er í onkrum tílíkum føri neyðugt at tilskila samleikan hjá móttakaranum, skal persónstalið kámast, so ikki ber til at kenna tað aftur.

Stk. 2. Persónstal kann setast á girokort, um tað verður sent viðkomandi í afturlatnum brævbjálva.

Stk. 3. Tað er ikki loyvt at almannakunngera persónstøl, uttan so at tað snýr seg um proklama í sambandi við deyðsbúgv, ella at hetta er heimilað í lóg.

Kapittul 14

Tilbúgving, trygdartiltøk v.m.

§ 51. Innlendismálaráðið skipar fyri, at tað gerst møguligt at beina burtur ella beina fyri Landsfólkayvirlitinum, skuldi kríggj brostið á ella tílíkar umstøður komið í.

Stk. 2. Í tíðini upp undir, at møguligt kríggj brestir á ella tílíkar umstøður koma í, skal Innlendismálaráðið skriva út allar skrásettar upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum, til tess at kommunustýrini kunnu føra fólkayvirlitini við hond.

Stk. 3. Innlendismálaráðið skipar fyri serstakari tilbúgving, sum ger tað møguligt at skriva út upplýsingar til tess at gera vallistar og -kort í sambandi við val.

Stk. 4. Skuldi Landsfólkayvirlitið heilt ella fyri ein part misfarist ella vorðið ónýtiligt, kunnu kommunustýrini eftir nærri ásetingum frá landsstýrismanninum áleggja almennum myndugleikum og teimum persónum, sum búgva ella uppihalda sær í kommununi, at veita kommununi tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at fáa Landsfólkayvirlitið aftur í rættlag.

Kapittul 15

Kæra og revsing

§ 52. Kærast kann til Innlendismálaráðið um avgerðir, ið kommunustýri hava tikið eftir hesi lóg, innan 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað kæraranum. Kærur skulu vera skrivligar og latast tí kommunustýrinum, sum tikið hevur avgerðina.

Stk. 2. Gongur kommunustýrið ikki kæraranum á møti, sendir tað Innlendismálaráðnum kæruna saman við grundgevingini fyri bæði tí fyrru avgerðini og endurmetingini og avrit til kæraran. Í avritinum til kæraran skal vera upplýst, at møguligar viðmerkingar hjá kæraranum til endurmetingina skulu leggjast fyri Innlendismálaráðið innan 4 vikur frá tí, at kærarin hevur fingið boð um endurmetingina.

Stk. 3. Ikki kann verða kært um bústaðarskráseting, sum er gjørd meira enn 2 ár fyri kærudagin, um skrásetingin hevur staðið óbroytt síðan tá.

Stk. 4. Innlendismálaráðið kann gera av at vísa kæruni frá sær, at staðfesta kæruna, at vísa málið aftur til kommunustýrið ella at broyta avgerðina. Verður ein avgerð broytt, kann Innlendismálaráðið sjálvt greiða neyðugu rættingina av skrásetingini í Landsfólkayvirlitinum.

§ 53. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum við vilja ella av grovum ósketni

1)   ikki rættstundis boðar frá flyting, sbr. § 11, stk. 1, 1. pkt., § 12, stk. 1, § 14, stk. 2 og § 21, stk. 1,

2)   ikki boðar frá, at hann settist aftur, aftaná at hava boðað frá flyting, sbr. § 11, stk. 6, 1. pkt.,

3)   gevur rangar upplýsingar um flytingina og tey viðurskifti, ið skrásetast skulu í hesum sambandi, sbr. § 11, stk. 2, § 14, stk. 4, § 17, stk. 1 og 2 og § 23, stk. 1,

4)   brýtur § 37, stk. 2 og 3, § 41 og tær treytir, ásettar eru eftir § 29, stk. 2, § 32, 3. pkt., § 33, 3. pkt. og § 37, stk. 1 ella

5)   letur vera við at geva upplýsingar eftir § 9, stk. 2 og 3, § 12, stk. 4 og § 51, stk. 4 ella gevur rangar upplýsingar, sbr. § 9, stk. 2, nr. 2.

Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 54. Kommunustýrið kann boða viðkomandi frá, at brot á reglurnar í § 53, stk. 1, nr. 1-3 og nr. 5 kunnu avgreiðast uttan rættarsókn, um so er, at tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg at vera til reiðar innan nærri ásetta freist, sum í undantaksføri kann verða longd eftir áheitan, at rinda kommunukassanum ávísa sekt, sum tilskilað er í fráboðanini.

Stk. 2. Reglurnar í rættargangslógini um innihaldið í ákæruritum í politimálum, skulu nýtast samsvarandi, tá ið fráboðanir verða kunngjørdar eftir stk. 1.

Stk. 3. Verður sektin rindað rættstundis ella eftir, at hon er samtykt, antin gjøgnum innheinting ella við at viðkomandi á annan hátt hevur liðið revsing fyri hana, fellur málið burtur.

Stk. 4. Bøtur sambært hesi grein kunnu heintast inn við panting. Peningurin fyri hesar bøturnar fer í kommunukassan. Útreiðslur í sambandi við innheintan verða at rinda av tí, ið hevur framt brotið.

Kapittul 16

Gildiskoma o.a.

§ 55. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2007, sbr. tó stk. 3-4.

Stk. 2. Samstundis fer løgtingslóg nr. 86 frá 1. juni 1982 um fólkayvirlit úr gildi.

Stk. 3. Til landsstýrismaðurin í kunngerð ger broytingar til fylgiskjal 1, sbr. § 4, kunnu einans upplýsingarnar í fylgiskjalinum verða skrásettar og latnar víðari eftir reglunum í hesi lóg.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 5, stk. 3 og 7, § 21, stk. 3, § 23, stk. 3-4, § 26, § 27, stk. 1-2, § 33 og § 36 koma í gildi.

§ 56. Kommunustýrið kann lata upplýsingar úr egnum skráum, til Innlendismálaráðið hevur fingið nýggja tøkniliga skipan, sbr. §§ 30, 39, 40 og 42. Innlendismálaráðið kann, eins og kommunustýrið, lata upplýsingar úr skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, til Innlendismálaráðið hevur fingið nýggja tøkniliga skipan, sbr. §§ 30, 39, 40, 42, 43 og 46.

 

 

Tórshavn,  8. mai 2007

 

Bjarni Djurholm (sign.)

virkandi løgmaður

Lm. nr. 98/06

 

Fylgiskjal 1

 

Hesar upplýsingar eru í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, sbr. § 4:

 

1.    Persónstal, sum er føðingardagur, -mánaður og -ár, umframt eitt raðtal og eitt eftirlitstal - raðtalið vísir í hvørjari øld, ein persónur er føddur.

2.    Navn:

a)        Eftirnavn

b)       Millumnavn

c)    Fornavn

d)       Kallinavn (tað av fornøvnunum, sum persónurin verður nevndur)

e)        Føðieftirnavn (ættarnavn)

3.    Bústaður:

a)        Gøta

b)       Hjá-bústaður (c/o)

c)        Postsmoga

d)       Húsanummar

e)        Bygd/býur

f)         Postnummar

g)        Land

h)       Bústaðarvernd

i)         Fyrrverandi bústaðir

4.    Føðiskráseting:

a)        Føðingarstaður

b)    Føðingardagur

c)        Kyn

5.    Dópsdagur, -staður og myndugleiki

6.    Ríkisborgararættur

7.    Kirkjustøða (upplýsing um persónurin er limur í fólkakirkjuni)

8.    Ættarsamband (hjá foreldrum: p-tal hjá børnum – hjá børnum: p-tal faðirs og móðurs)

9.    Hjúnastøða og –dagfesting:

a)        Upplýsing um persónurin er: ógiftur, giftur, fráskildur, einkja/einkjumaður ella sundurlisin

b)       Upplýsing um, hvørt persónurin er deyður

c)        Upplýsing um maka, undir hesum p-tal makans

10.  Starv (møgulig upplýsing um starv, sum persónurin sjálvur hevur upplýst)

11.  Sjálvræði (møgulig upplýsing um, at persónurin hevur mist sjálvræðið)

12.  Yvirlit yvir allar stovningar og broytingar í upplýsingunum, sum nevndar eru í nr. 1-11 (eisini søguligar upplýsingar).

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2011.