Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2007Nr. 42
Løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg
Endamál
§ 1. Endamálið við lógini er at kunna og leiðbeina almenningin um filmar og telduspøl og vandamál innan miðlar annars fyri harvið at verja børn og ung.
Allýsingar
§ 2. Við film er at skilja livandi myndir av einum og hvørjum slagi, uttan mun til upptøku- ella sýningarhátt.
Stk. 2. Við telduspæl er at skilja teldustýrt elektroniskt spæl, har spælarin samvirkar við lutir/eindir, ið verða sýnd á einum skýggja, við endamálinum at verða undirhildin. Hetta uttan mun til, um talan er um spæl, ið verður spælt á eginteldu, á stýristøð ella á almennum spælimaskinum.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta í kunngerð nærri greining av, hvat hugtøkini filmur og telduspæl fevna um.
Sakliga virkisøkið
§ 3. Lógin fevnir um:
1) vinnuliga sølu, útleigan og almenna framvísing av filmi, umframt útlán av filmi hjá bókasøvnum,
2) vinnuliga sølu, útleigan ella nýtslu mótvegis gjaldi av telduspølum, umframt útlán av telduspølum hjá bókasøvnum,
3) leiðbeining og kunning hjá Miðlaráðnum um filmar, telduspøl, internet v.m.
Miðlaráðið
§ 4. Landsstýrismaðurin velur 5 limir í Miðlaráðið. Landsstýrismaðurin velur 2 limir, harav annar er formaður ráðsins. Landsstýrismaðurin setir hinar 3 limirnar eftir tilmæli frá Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag í felag og Felagnum Heim og Skúli. Fyri hvønn ráðslim verður tilnevndur ein tiltakslimur. Starvstíðin hjá ráðslimum og tiltakslimum er 5 ár.
§ 5. Miðlaráðið leiðbeinir og kunnar um góðan sið og vandamál innan filmar, telduspøl, alnót, herundir kjatt, blogg, fartelefon v.m.
Stk. 2. Miðlaráðið hevur eftirlit við, at flokking av filmum og telduspølum fer fram í samsvari við meginreglurnar, ið eru ásettar í kunngerð sbrt. § 9, stk. 4 og § 10, stk. 4.
Stk. 3. Miðlaráðið hevur eftirlit við, hvørt filmar og telduspøl koma á marknaðin, ella filmar vera sendir í kringvørpum, ið kunna vera brot á § 234 í revsilógini
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um virksemi ráðsins og ger starvsskipan fyri ráðið.
Filmar
§ 6. Fyri at filmur kann vísast alment móti gjaldi í kykmyndahøll ella verða seldur, útleigaður í vinnuligum høpi ella verða útlæntur av bókasøvnum, antin á fysiskum miðli ella umvegis fjarskiftiskervið, skal filmurin vera flokkaður á ein av niðanfyri standandi háttum:
1) vera aldursflokkaður í einum av teimum londunum, ið eru nærri tilskilað í kunngerð sambært § 9, stk. 4, og skal hava áprentað, tilskilað v.m. til hvønn aldursbólk, filmurin er mettur hóskandi,
2) vera aldursflokkaður av Miðlaráðnum samsvarandi meginreglunum í § 8 og flokkingini í § 9.
Telduspøl
§ 7. Fyri at telduspæl móti gjaldi verður tøkt at spæla hjá almenninginum ella verður selt, útleigað í vinnuligum høpi ella verður útlænt av bókasøvnum, antin á fysiskum miðli ella umvegis fjarskiftiskervið, skal spælið vera flokkað á ein av fylgjandi háttum:
1) aldursflokkað í einum av teimum londunum ella av flokkingarskipan, ið er neyvari tilskilað í kunngerð smbrt. § 10, stk. 4 í hesi lóg, og skal hava áprentað, tilskilað v.m. til hvønn aldursbólk, telduspælið er mett hóskandi, umframt møguligan evnisflokk,
2) aldurs- og evnisflokkað av Miðlaráðnum samsvarandi meginreglunum í § 8 og flokkingini í § 10.
Flokking og merking av filmum og telduspølum
§ 8. Í sambandi við flokking av filmum og telduspølum skal Miðlaráðið taka hædd fyri, um hesi verða mett at vera óhóskandi fyri børn og ung í viðkomandi aldursbólki.
Stk. 2. Flokking av filmum og telduspølum skal týðiliga tilskilast í sambandi við allar lýsingar um filmar og telduspøl, umframt í uppsløgum, skráum í bløðum, kringvørpum, á heimasíðum, alnót á fartelefonum o.l.
§ 9. Filmar verða flokkaðir í hesar flokkar:
1) loyvdur øllum,
2) loyvdur øllum, men fráráddur børnum undir 7 ár,
3) loyvdur børnum yvir 11 ár,
4) loyvdur ungum yvir 15 ár.
Stk. 2. Er filmurin flokkaður ymiskt av londum, hvørs flokkingar lógin viðurkennir, jbr. § 6, stk. 1, nr. 1, skal filmurin fylgja flokkingini í tí landinum, haðani filmurin verður innfluttur. Er talan um film, ið verður seldur ella útleigaður á diskli, bandi v.m., skal tó hægsta áprentaða flokkingin vera galdandi.
Stk. 3. Eru børn ella ung í fylgi við einum vaksnum, er teimum loyvt at koma í kykmyndahøll til aldurstig ella bólk oman fyri tann, tey hoyra til.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um flokking og merking av filmum.
§ 10. Telduspøl verða flokkað í hesar aldursflokkar:
1) 3 ár og eldri,
2) 7 ár og eldri,
3) 12 ár og eldri,
4) 16 ár og eldri,
5) 18 ár og eldri.
Skt. 2. Harumframt verða telduspøl eisini flokkað eftir evnum:
1) Óvandaligur málburður,
2) diskriminasjón,
3) rúsevni,
4) ræðsla,
5) spæl við peningi,
6) kynslív,
7) harðskapur.
Stk. 3. Er spælið flokkað ymiskt av londum ella felagsskapum, sum lógin viðurkennir, jbr. § 7, stk. 1, nr. 1, skal telduspælið fylgja flokkingini í tí landinum, haðani telduspælið verður innflutt. Er talan um spæl, ið verður selt ella útleigað á miðli (diskli, bandi v.m.), skal tó hægsta áprentaða flokkingin vera galdandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um flokking og merking av telduspølum.
Revsing
§ 11. Uttan so, at harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum við vilja ella við ósketni:
1) ikki heldur § 6, § 7, § 8, stk. 2,
2) gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar til Miðlaráðið.
Stk. 2. Feløg v.m. kunnu revsast sbrt. reglunum í kap. 5 í revsilógini.
Stk. 3. Mál, fevnd av hesi lóg, hava 5 ára fyrningarfreist.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 92 frá 4. oktober 1984 um filmseftirlit.
§ 13. Filmar, ið áður eru flokkaðir av Filmseftirlitinum, og sum bera merkið hjá Filmseftirlitinum, kunnu antin verða flokkaðir av nýggjum ella fylgja verandi flokking.
Stk. 2. Telduspøl, ið eru innflutt áðrenn 31. desember 2007, kunnu verða seld uttan mun til krøvini í hesi lóg. Sjónbandaspøl til almenningin skulu innan 31. desember 2009 fylgja krøvunum í hesi lóg.
Tórshavn, 8. mai 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
virkandi løgmaður
Lm. nr. 108/2006