Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 1999Nr. 42
Løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri hægri tøkniliga próvtøku og hava eftirlit við henni.
§ 2. Útbúgvingin til hægri tøkniliga próvtøku verður skipað sum eitt støðisár við eini 2 ára framhaldandi útbúgving afturat.
Stk. 2. Í støðisárinum verður undirvísingin framd eftir lógini um støðisútbúgving innan tøkni.
Stk. 3. Hægri tøknilig próvtøka er ein almennandi og yrkisgymnasial útbúgving, ið veitir næmingunum støði undir hægri framhaldslestri og innlit í viðurskifti vinnulívsins.
Stk. 4. Útbúgvingin skal sum heild miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, tøkniligar, fyrisitingarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar, og við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal HT-útbúgvingin leggja serligan dent á, at næmingarnir skilja vinnulívskorini bæði í heimligum og altjóða høpi.
§ 3. Hægri tøknilig próvtøka kann skipast sum sjálvlestur, fjarlestur og stakgreinalestur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um hesi viðurskifti.
§ 4. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Kapittul 2
Upptøka
§ 5. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan tøkni, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn verða tikin upp til 2 ára framhaldandi útbúgvingina til hægri tøkniliga próvtøku, sbr. § 2, stk. 1, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir á ávísum lærugreinastigi ella ávísa eykaundirvísing.
§ 6. Somu treytir, sum eru ásettar í § 5, stk. 1 og 2, verða settar næmingi, sum verður tikin upp eftir § 3.
§ 7. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar, sbr. § 5, stk. 1, verða tiknir upp í útbúgvingina eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku og upptøkukrøv og um treytir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka treytirnar í § 5, stk. 1 ella 2.
§ 8. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, hann ynskir, treytað at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 9. Hægri tøknilig próvtøka fevnir um lærugreinir úr eini tøkniligari gymnasialari lærugreinarøð, sum landsstýrismaðurin ásetir reglur um, herímillum um innihaldið í lærugreinunum og um hvar í útbúgvingini, lærugreinirnar koma fyri, og við hvørjum pultstímatali um árið, og um møguligar lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar lærugreinir úr tí tøkniligu gymnasialu lærugreinarøðini og ein triðingur er vallærugreinir.
Stk. 3. Lærugreinirnar í tí tøkniligu gymnasialu lærugreinarøðini eru skipaðar í fleiri stigum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kravdar lærugreinir og vallærugreinir til eina samlaða hægri tøkniliga próvtøku, tó skal næmingurin í minsta lagi hava tvær vallærugreinir á hægsta stigi (A-stigi).
§ 10. Næmingi við serligum fakligum tørvi kann verða bjóðað avmarkaða stuðulsundirvísing.
Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 11. Undirvísingin til hægri tøkniliga próvtøku endar við próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri hægri tøkniliga próvtøku, herímillum um krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting.
Kapittul 5
Námsfrøðilig leiðsla
§ 12. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av námsfrøðiliga virksemi skúlans.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum í skúlanum.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar prógv.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.
Kapittul 6
Lærarar
§ 13. Lærari skal hava prógv frá tøkniligum háskúla, universiteti ella frá øðrum hægri lærustovni.
Stk. 2. Lærari skal, í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv, hava staðið námsfrøðiliga próvtøku eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv, herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr. stk. 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesari grein.
Kapittul 7
Kærur
§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum, og kæra um avgerðir tiknar í sambandi við próvtøku, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Kapittul 8
Fígging
§ 15. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrarstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi sbr. § 1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útvega studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at taka gjald fyri ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 17. Næmingarnir hava møtiskyldu og skyldu at lata inn alt kravt avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má ikki skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.
§ 19. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti skaðum, sum hann kann verða fyri undir skúlagongdini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 20. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkniliga útbúgving við seinni broytingum úr gildi.
Stk. 3. Reglurnar í løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 við seinni broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri tøkniliga próvtøku áðrenn 1. august 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður