Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 1969Nr. 43
Løgtingslóg um vápn o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 1)
§ 1. Tað er forboðið uttan loyvi frá landfútanum at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við:
1. skotvápnum og pípum og lásum til,
2. lóður til skotvápn, harundir eisini patrónhylkir, tendriproppar, perlur, brandrør og projektil,
3. slag- ella stoytvápn, harundir knújørn, totenschlägera, gummilurkar o.t. vápn,
4. springknívar og springstillettar.
Stk. 2. Tað er forboðið uttan loyvi frá landsstýrinum at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við:
1. handgranatum, bumbum o.t. vápn, sum ganga av við bresti, spræna smáflindur,
2. handgranatum, bumbum, patrónum o.t. sum vápn ella sum lóður, sum innihalda ella eru ætlað at innihalda fast tilfar, flótandi evnir ella luftevnir, sum við spreiðing elva skaða, sum doyvandi ella ørkimlandi og lutir til tílík vápn ella lóðurevnir og evnir at fáa tey at ganga av.
Stk. 3. 1) Tað er forboðið uttan loyvi frá landsstýrinum at gera ella flýta út amboð og tilfar sum tilskilað í stk. 1 og 2. Undir somu reglurnar kemur gerð av føstum tilfari, veskum ella luftevnum, sum við spjaðing elvir skaða sum doyvandi ella ørkymlandi.
§ 2. 1) 2) Undantikin frá forboðnum í § 1, stk. 1 eru:
1. slættpípaðar haglbyrsur og lutir til, um so er at teir bert kunnu nýtast til slættpípaðar haglbyrsur, løddar haglpatrónir við leysum høglum og haraftrat umløðuhettur og hálvlødd ella tóm patrónhylki til haglpatrónir. Luftbyrsur, størri enn kaliber 5,5 mm, og lóður til,
2. uftbyrsur kaliber 5,5 mm og minni, fjarðabyrsur og lóður til,
3. stikkpatrónir av kaliber ikki yvir 4,5 mm og lóður til við kúluprojektil og patrónlongd ikki yvir 12 mm,
4. sláturamboð, sum bert kunnu nýtast til sláturs og lóður, sum bert kann nýtast til tess.
2. stk. 3) 2) Loyvt er tó ikki persónum undir 18 ár at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við teimum í 1. stk., nr. 1-4 nevndu vápnum v.m. Eisini er forboðið at handa ella geva persónum undir 18 ár tey í 1. stk., nr. 1-4, tilskilaðu vápn v.m. Tó er loyvt persónum millum 16 og 18 ár, sum hava staðið vápnatrygdarskeið, at nýta høglbyrsur, tá tey eru saman við persónum, ið hava vápnaprógv og eru 25 ár ella eldri, og persónum 16 ár ella eldri, at nýta seyðabyrsu.
§ 2 a. 2) Tað er forboðið at nýta og handfara vápn, nevnd í §§ 1 og 2 á ein hátt, ið greitt má metast sum vandamikil, hóttandi ella ræðandi fyri persónar, ið eru í nánd.
§ 3. 3) Tað er forboðið at handa ella geva øðrum at hava lutir og tilfar, sum loyvi tørvar til eftir § 1, uttan so hann, sum skal hava tey, vísir fram tørvandi loyvi.
Stk. 2. Omanfyri standandi regla skal tó ikki forða fyri, at byrsupípa ella lutir til lás verða endurnýggjað við umvæling.
§ 3 a. 2) 1) Tað er forboðið persónum, ið ikki hava vápnaprógv, at flyta inn, flyta út, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápnum, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar, sum í sínum virki hava serligan tørv á skotvápnum, kunnu søkja um loyvi at keypa og eiga skotvápn.
§ 3 b. 2) Persónar, sum eru 18 ár og eldri og hava staðið vápnatrygdarskeið, kunna søkja um vápnaprógv .
Stk. 2. Vápnatrygdarskeiðið skal vera minst 8 tímar og innihalda ein verkligan part, ein ástøðiligan part og roynd í hesum pørtum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir lesiætlanina fyri ástøðiliga partin og krøv til skjótiroynd o.a. fyri verkliga partin av skeiðnum.
§ 3 c. 2) Landstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um vápnaprógv, herundir krøvini til at fáa vápnaprógv, útvegan av revsiváttan, skráseting av vápnaprógvi, møguleikan at taka vápnaprógv aftur og reglur um títtleikan at endurtaka vápnatrygdarskeiðið.
§ 3 d. 2) Landsstýrismaðurin gevur eftir umsókn vápnaprógv eftir treytum, ásettar sbrt. § 3 c. Landsstýrismaðurin kann krevja gjald fyri vápnaprógvið.
§ 3 e. 2) Til nýtslu í málsviðgerðini av umsóknum um vápnaprógv hevur landsstýrismaðurin krav at fáa revsiváttan frá viðkomandi persóni.
Stk. 2. Til nýtslu í málsviðgerðini av umsóknum um vápnaprógv, í samband við vápnatrygdarskeið og skráseting av vápnum, hevur landsstýrismaðurin krav at fáa upplýst p-tal hjá viðkomandi persóni.
Stk. 3. Vinnurekandi, ið selja vápn, hava krav at fáa p-tal at nýta í sambandi við skráseting av teimum, ið keypa vápn.
§ 3 f. 2) Persónar, fyritøkur og onnur, ið vilja bjóða út vápnatrygdarskeið, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 3 g. 2) Persónar, ið hava staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum liður í útbúgving, kunnu fáa føroyskt vápnaprógv, um tað lokna vápnatrygdarskeiðið verður mett at vera á minst sama støði sum tað føroyska.
§ 3 h. 2) Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sbrt. § 3 b, stk. 3, § 3 d, § 3 e, stk. 1 og 2 og § 3 f til ein annan myndugleika ella almennan stovn. Ger landsstýrismaðurin tað, kann hesin myndugleikin ella stovnurin krevja gjald fyri sínar tænastur.
Stk. 2. Ger landsstýrismaðurin av at leggja heimildir sínar sambært hesi løgtingslóg til eina annan myndugleika ella stovn, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærur um avgerðir, tiknar av hesum myndugleika ella stovni, undir hesum áseta kærufreist uppá 4 vikur, og avgera, at ávíst slag av avgerðum ikki kann kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 3. 4) Landsstýrismaðurin kann eisini leggja sín kærumyndugleika til Føroya Kærustovn, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.
§ 4. 2) 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um loyvi, fráboðan og skráseting av teimum lutum og tilfari, sum koma undir §§ 1 og 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd til upplýsingarnar, sum eru skrásettar sambært 1. pkt.
Stk. 2. 2) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um goymslu og ræði á teimum í §§ 1 og 2 tilskilaðu lutum og evnum.
Stk. 3. 2) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir hjá vinnurekandi at handla við lutum og tilfari, sum koma undir §§ 1 og 2, herundir hvussu vinnurekandi skulu skráseta og boða frá sølu av hesum lutum og tilfari.
Stk. 4. 2) Í ítróttarhøpi er einki aldursmark at nýta høglbyrsu, tá persónar eru undir eftirliti av góðkendum skjótivegleiðara og á ítróttarskjótibreyt. Landsstýrismaðurin ásetir nærri krøv til góðkenning av skjótivegleiðara.
Stk. 5. 2) Um so er, at tað í serstøkum undantaksføri av almennum tryggleika grundum er neyðugt, kann landsstýrið fyriseta, at einhvør, sum liggur inni við lutum ella evnum, sum koma undir §§ 1 og 2, skal geva tey frá sær til landskassan mót fullum endurgjaldi ella geva tey í varðveitslu.
Stk. 6. 2) Í teim førum, tá ið spurningur kemur upp um endurgjald av tiltøkum eftir stk. 5, verður endurgjaldið fyrisett, tá ið tað ber ikki til at koma til sættis, av nevnd, sum hevur sorinskrivaran (sum formann), landfútan, og ein lim, kønur í vápnum, uppnevndur av landsstýrinum.
§ 5. Skotvøllir skulu hava góðkenning landfútans.
§ 6. Lands- og ríkismyndugleikar koma ikki undir reglurnar í hesi lóg. Kommunalum myndugleikum tørvar ikki at søkja loyvi til keyp og nýtslu av spreingievni til nýtslu í vegagerð o.t.
§ 7. 2) Brot á § 1, § 2, stk. 2, § 2 a, § 3, stk. 1, § 3 a § 4, stk. 4 og § 5 verða revsað við bót.
Stk. 2. 2) Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.tíl. og um sama brot verður endurtikið.
Stk. 3. 2) Í reglum, sum verða ásettar við heimild í § 3 c, § 4, stk. 1-4, kann ásetast revsing við bót. Somuleiðis kann ásetast, at revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár undir somu umstøðum, sum nevndar eru í stk. 2.
Stk. 4. 2) Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 8. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin, og samstundis fer lóg nr. 607 frá 22. november 1918 um forboð fyri innflutningi av vápnum v.m. úr gildi.
Stk. 2. Persónar, sum lógliga liggja inni við lutum ella evnum, sum tilskilað í §§ 1 og 2, tá ið henda lógin kemur í gildi, kunnu alsamt hava tey, men mugu ikki ganga við teimum ella nýta tey uttan loyvi.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 20. november 2020.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015, har §§ 2 og 3 ljóða soleiðis: “§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. § 3 Stk. 1. Persónar, ið lógliga eiga vápn, nevnd í løgtingslógini § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, skulu einans útvega sær vápnaprógv, um teir skulu nýta hesi. Stk. 2. Vápnaprógv sbrt. § 3 a, sum ásett í § 1, nr. 5, skal vera fingið í seinasta lagi 1. januar 2017. Stk. 3. Persónar, sum eru føddir 31. desember 1985 ella áðrenn, og sum lógliga eiga vápn, sum eru nevnd í løgtingslógini § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, kunna søkja um vápnaprógv sbrt. § 3 b, stk. 1, sum ásett í § 1, nr. 5, uttan at taka vápnatrygdarskeiðið. Hesi vápnaprógv hava frámerki um, at viðkomandi ikki hevur tikið vápnatrygdarskeiðið. Stk. 4. Persónar, ið eiga ella liggja inni við ólógligum vápnum ella lutum sbrt. § 1 í løgtingslógini, kunnu til og við 30. juni 2016 lata hesi inn til landfútan uttan revsitiltøk. Vápn, sum av antikvariska myndugleikanum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, kunnu í samráð við Føroya Landfúta latast Søvnum Landsins til varðveitslu.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 1980.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”