Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 14-05-1999
Valmøguleikar
Tín lógalisti

10. mai 1999Nr. 48

Løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 6. mai 2016

Kapittul 1

Heimild

§ 1. Henda lóg um sosialar pensiónir er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.

Kapittul 2

Veitingar

§ 2. 1) Pensjónir eftir hesi lóg eru:

1)   fólkapensjón,

2)   hægsta fyritíðarpensjón,

3)   miðal fyritíðarpensjón,

4)   lægsta fyritíðarpensjón

5)   veitingar eftir kap. 11 og

6)   avlamisveiting.

Stk. 2. 1) 2) Allar pensjónir sambært § 4 og §§ 6-8 eru settar saman við eini grundupphædd og  eini viðbót.

Stk. 3. 2) Afturat pensjónini sbrt. § 6 og § 7, verður veitt ein avlamisviðbót.

Stk. 4. 2) Afturat pensjónini sbrt. § 8 verður veitt ein eyka viðbót.

Stk. 5. 1) 2) Afturat pensjónini kunnu eftir reglunum í kapittul 4 verða veittar hesar viðbøtur:

1)   barnaviðbót,

2)   hjálparviðbót,

3)   røktarviðbót og

4)   persónlig viðbót.

Stk. 6. 1) 2) Barnaviðbót og persónlig viðbót kunnu ikki tillutast teimum, sum fáa avlamisveiting sambært stk. 1, nr. 6.

Kapittul 3

Treytir

Heimarættur, bústaður, o.a.

§ 3. Rætturin til pensión er treytaður av, at tann, ið fær pensión

1)   hevur danskan heimarætt ella er giftur við ella seinast hevur verið giftur við einum persóni við donskum heimarætti,

2)   hevur fastan bústað í Føroyum ella hevur hýru við skipi skrásett í Føroyum, og

3)   hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi 3 ár frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið.

Stk. 2. Samsvarandi reglum í sáttmálum við onnur lond, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um undantak frá treytunum í stk. 1, nr. 1 og 2.

Stk. 3. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá regluni í stk. 1, nr. 1 fyri persónar, sum hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi 10 ár millum fylta 15. árið og fylta 67. árið, herav minst 5 ár beint áðrenn pensión verður tillutað. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá regluni í stk. 1, nr. 2 fyri persónar, sum aftaná at hava fingið pensión, búsetast í útlandinum.

Stk. 4. 3) Fyritíðarpensjónistur, ið búsetir seg í Danmark ella í Grønlandi eftir at hava fingið tillutað fyritíðarpensjón, varðveitir rættin til fyritíðarpensjón, inntil endalig avgerð um fyritíðarpensjón ella annað varandi uppihaldsgrundarlag er tikin í Danmark ella í Grønlandi, tó í mesta lagi upp til 3 ár og treytað av, at viðkomandi ikki í Danmark ella í Grønlandi fær almannapensjón ella aðra almannaveiting til uppihalds. Almannaverkið kann taka avgerð um, at persónur, ið hevur fingið staðfest deyðiliga sjúku, og lekjandi viðgerðin er steðgað, kann varðveita rættin til fyritíðarpensjón longur enn 3 ár. Rætturin at taka fyritíðarpensjón sína við til Danmarkar og Grønlands fevnir ikki um gjald fyri aðrar tænastur ella veitingar, ið viðkomandi fær í ávikavist Danmark og Grønlandi.

Treytir fyri tillutan av tí einstøku veitingini

§ 4. Rætt til fólkapensión hava persónar, sum hava fylt 67 ár.

§ 5. 4) 5) Pensjón, undantikið pensjón sambært § 7, nr. 2, kann ikki tillutast persónum undir 60 ár, um møguleikar eru fyri at seta í verk fyriskipanir, ið meira enn fyribils betra arbeiðsevnini, ella um møguleiki er fyri at útvega eitt eftir viðurskiftunum hjá viðkomandi hóskandi arbeiði.

§ 6. 6) Hægsta fyritíðarpensión kann tillutast persónum, sum hava fylt 18 ár, men sum ikki hava fylt 67 ár, tá umsóknin verður latin inn, ið, orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni, mugu roknast sum varandi óarbeiðsførir í eini og hvørjari vinnu, ella sum einans hava smávegis eftir av arbeiðsføri.

§ 7. 6) Miðal fyritíðarpensión kann tillutast

1)   persónum, sum hava fylt 18 ár, men sum ikki hava fylt 67 ár, tá umsóknin verður latin inn, hvørs arbeiðsføri, orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni, varandi er minkað við í minsta lagi 2/3,

2)   einkjum og einkjumonnum við uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár.

§ 8. Lægsta fyritíðarpensión kann tillutast

1)   persónum millum 18 og 67 ár, hvørs arbeiðføri, orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni, varandi er minkað við í minsta lagi eini helvt,

2)   5) persónum millum 50 og 67 ár og persónum ið hava móttikið pensión eftir § 7, nr. 2, men hava mist rættin til hesa, tí yngsta barnið hevur fylt 18 ár, tá viknandi heilsa, vantandi arbeiðsmøguleikar ella aðrar serligar umstøður gera, at viðkomandi hevur brúk fyri hjálp til uppihald.

§ 8 a. 1) 6) Avlamisveiting kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, sum vegna inntøku ikki kunnu fáa pensjón eftir dømingini sambært § 9, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensjón sambært §§ 6 og 7, nr. 1, um teir ikki høvdu arbeiði.

Stk. 2. Avlamisveiting kann eisini tillutast persónum, sum vegna álvarsamar hoyriskaðar hava stórar samskiftistrupulleikar.

§ 9. 6) Í metingini av í hvønn mun arbeiðsførið er minkað eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og § 8, nr. 1, skal metast um

1)   ta inntøku, sum viðkomandi verður mettur at kunna forvinna við einum arbeiði, sum svarar til hansara kreftir og førleikar, og sum við atliti til útbúgving og virksemi fyrr, kann verða kravt av honum, samanborið við ta inntøku, sum persónar við samsvarandi útbúgving vanliga kunnu forvinna í sama øki,

2)   aldur, lívsstarv, bústað og arbeiðsmøguleikar, umframt líkindi fyri betran ella versnan av avlamninum,

3)   slíkar aðrar umstøður, sum hildið verður í tí einstaka førinum, at dentur skal leggjast á í heildarmetingini av skerda arbeiðsførinum.

Kapittul 4

Viðbøtur

§ 10. Barnaviðbót verður veitt einum pensionisti, sum hevur uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis einum barni undir 18 ár.

Stk. 2. 1) Til hvønn pensjónist verður veitt ein barnaviðbót fyri hvørt barnið.

Stk. 3. Barnaviðbót verður útgoldin við somu upphædd fyri hvørt barnið sum vanliga gjaldið eftir lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

Stk. 4. 1) Barnaviðbót verður ikki veitt, um barnið er uppihildið uttan fyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni.

Stk. 5. Barnaviðbótin verður útgoldin eina ferð um mánaðin saman við pensiónini.

Stk. 6. Broyting av barnatali undir 18 ár hjá einum pensionisti fær gildi frá 1. í mánaðinum aftaná broytingina.

§ 11. Hjálparviðbót kann tillutast einum fyritíðarpensionisti, um viðkomandi støðugt má hava persónliga hjálp frá øðrum, ella um avlamnið stavar frá blindi ella nógv niðursettari sjón.

Stk. 2. Røktarviðbót kann tillutast í staðin fyri hjálparviðbót, um avlamnið hevur við sær tørv á varandi røkt ella støðugari umsjón, ið ger tað neyðugt, at annar persónur er støðugt hjáverandi.

Stk. 3. 7) Almannaverkið kann taka avgerð um, at hjálparviðbót og røktarviðbót verða ikki útgoldnar, um pensionisturin í sama tíðarskeiði fær stuðul sambært lóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima. Útgjaldingin verður tikin uppaftur, tá ansingarstuðulin heldur uppat.

Stk. 4. 1) Persónar, sum fáa avlamisveiting, hava eisini rætt til hjálpar- og røktarviðbót eftir reglunum í stk. 1-3.

§ 12. 8) Persónlig viðbót kann veitast einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor.

Stk. 2. Verður persónlig viðbót veitt til avdráttarpartin av terminsgjøldum, skal hjálpin afturgjaldast.

Stk. 3. Avgerð kann verða tikin um, at persónlig viðbót skal afturgjaldast, tá

1)   persónlig viðbót verður veitt orsakað av skilaleysari peninganýtslu,

2)   tað um játtanarmundið eru viðurskifti, ið vísa, at pensjónisturin sjálvur innan stutta tíð verður førur fyri at gjalda hjálpina aftur,

3)   pensjónistur, ið hevur fingið persónliga viðbót, seinni fær eina upphædd útgoldna til sama endamál og fyri sama tíðarskeið, sum persónliga viðbótin.

Stk. 4. Afturgjaldskrav kann bert verða sett fram, um mett verður, at pensjónisturin er førur fyri at bera útreiðslurnar, uttan at pensjónistinum vantar tað, ið er mett hóskandi til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum.

Stk. 5. Afturgjald sambært stk. 2 og stk. 3, nr. 1 og 2 kann einans krevjast, um pensjónisturin, tá persónliga viðbótin verður játtað, verður kunnaður um afturgjaldskylduna.

Stk. 6. Afturgjaldskrav sambært stk. 2 verður tryggjað við at stovna og tinglýsa veðskuldarbræv ella skaðaloysisbræv í ognini, sum hjálpin viðvíkur.

Stk. 7. Afturgjaldskravið sambært stk. 2 fellur til gjaldingar við eigaraskifti. Afturgjaldskravið kann avskrivast, um tað í sambandi við eigaraskifti vísir seg, at verður afturgjaldskravið gjørt galdandi, hevur hetta við sær órímiligar fíggjarligar avleiðingar fyri viðkomandi ella persónar, viðkomandi hevur uppihaldsskyldu mótvegis.

Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um

1)   veiting av persónligari viðbót eftir stk. 1, herundir møguligt egingjald,

2)   afturgjalding sambært stk. 2-7.

§ 12 a. 9) 10) 7) Almannaverkið kann játta at veita persónligan stuðul í heiminum til fyritíðarpensjónistar við serligum tørvi.

§ 12 b.11) 5) (Strikað).

Kapittul 5

Útrokning

Innvinnan eftir bústaðartíð í danska ríkinum

§ 13. Rætturin til fulla pensión til persónar yvir 67 ár er treytaður av føstum bústaði í danska ríkinum í minsta lagi 40 ár.

Stk. 2. Er treytin fyri fullari pensión eftir stk. 1 ikki lokin, verður pensiónin ásett eftir lutfallinum millum bústaðartíðina og 40 ár.

Stk. 3. Tá ein pensionistur fer frá fyritíðarpensión til fólkapensión við 67 ára aldur, verður pensiónin útgoldin við eins nógvum fjørutiundapartum, sum pensiónin higartil hevur verið útgoldin.

Stk. 4. Tá serligar umstøður tala fyri tí, kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá regluni í stk. 1, um í minsta lagi at hava búð í danska ríkinum í 40 ár fyri at fáa rætt til fulla pensjón

§ 14. Rætturin til fulla pensión til persónar undir 67 ár er treytaður av, at bústaðartíðin í danska ríkinum er í minsta lagi 4/5 av árunum frá tí fylta 15. árinum til dagfestingina fyri játtan av pensión.

Stk. 2. Er treytin fyri tillutan av fullari pensión eftir stk. 1 ikki lokin, verður pensiónin ásett eftir lutfallinum millum bústaðartíðina og 4/5 av tíðini frá tí fylta 15. árinum til dagfestingina fyri tillutan av pensión.

Stk. 3. Tann útroknaði parturin av fullari pensión verður lækkaður til næsta talið av fjørutiundapartum av fullari pensión.

§ 15. Við útrokning av pensión eftir § 13, stk. 2 og § 14, stk. 2, verður fulla pensiónin fyrst útroknað eftir reglunum í §§ 18-20. Síðani verður útroknaða pensiónsupphæddin lækkað við tí útroknaða talinum av fjørutiundapartum. Viðbøtur sambært § 10 og § 12 verða tó ikki lækkaðar.

Uppgerð av bústaðartíðini

§ 16. Tá ið bústaðartíðin verður gjørd upp eftir ásetingunum í § 3, stk. 1, nr. 3 og §§ 13 og 14 verður við bústað í danska ríkinum javnsett

1)   hýra við føroyskum, grønlendskum ella donskum skipi,

2)   uppihald uttanlands sum útsent umboð fyri ein føroyskan, grønlendskan ella danskan almennan myndugleika,

3)   uppihald uttanlands annars í sambandi við starv í føroyskum, grønlendskum ella donskum almennum áhuga,

4)   uppihald uttanlands í sambandi við starv á deild av eini føroyskari, grønlendskari ella danskari fyritøku ella dótturfelag hjá hesum fyritøkum, ella

5)   uppihald uttanlands við atliti til útbúgving.

§ 17. Í uppgerðini av bústaðartíðini verður einans roknað við bústaðartíðum frá tí fylta 15. árinum, tó í mesta lagi til fylta 67. árið. Fleiri bústaðartíðarskeið verða samanløgd, og samlaða bústaðartíðin verður lækkað til næsta heila talið av árum. Tó verða tær nevndu bústaðartíðirnar avrundaðar til næsta heila talið av mánaðum við útroknan av lutfallinum eftir § 14, stk. 2.

Lækking av pensión

§ 18. Grundupphæddin til fólkapensión verður útgoldin uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá tí, ið fær pensión.

Stk. 2. 1) 2) Grundupphæddin til fyritíðarpensjón og viðbøturnar sbrt. § 2, stk. 2 og 4, verða útroknaðar eftir inntøku sambært reglunum í § 19.

Stk. 3. 1) Avlamis-, barna-, hjálpar- og røktarviðbótin og avlamisveitingin verða ikki útroknaðar eftir inntøku.

§ 19. 12) Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20. Viðbótin til giftan fólkapensjónist verður, tá bæði fáa fólkapensjón, lækkað við grundarlagi í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.

Stk. 2. 1) 8) 2) Viðbótin til fyritíðarpensjón sbrt. § 2, stk. 2 verður lækkað við 30 % av inntøkugrundarlagi pensjónistsins sbrt. § 20. Skiftisupphæddin til fyritíðarpensjónistar sbrt. § 7, stk. 2 í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum verður lækkað á sama hátt í framhaldi av viðbótini.

Stk. 3. 2) Eykaviðbótin til fyritíðarpensjón sambært § 2, stk. 4 verður lækkað eftir somu reglum, sum viðbótin sbrt. stk. 2. Lækkingin av viðbótini til lægstu fyritíðarpensjón verður gjørd í framhaldi av lækkingini av eykaviðbótini.

Stk. 4. 2) Grundupphæddin til fyritíðarpensjón sambært § 2, stk. 2 verður lækkað í framhaldi av og eftir somu reglum, sum lækkingin av viðbótini  og eykaviðbótini sbrt. stk. 2 og 3.

Stk. 5. 2) Pensjónin dettur burtur, tá hon er minni enn 1/40 av grundupphæddini.

Inntøkugrundarlag

§ 20. 8) Inntøkugrundarlagið er seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan sambært skattalógini, undantikið

1)   sosialar pensjónir, herímillum pensjón eftir hesi lóg og sosial pensjón, útgoldin sambært lóg í einum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensjón og sosialar veitingar annars við samsvarandi endamáli, og

2)   arbeiðsmarknaðareftirløn sambært lóg um arbeiðsmarknaðareftirløn.

Stk. 2. 13) Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skulu leggjast nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini.

Stk. 3. Tíðarskeiðið fyri uppgerð av inntøkugrundarlagnum er seinasta álíknaða inntøkuárið.

Stk. 4. Fyrsta pensjónsútrokningin verður grundað á væntaða ársinntøku frameftir, um inntøkan broytist varandi aftaná pensjónstillutan.

Stk. 5. Ein frádráttur verður gjørdur í inntøkugrundarlagnum sambært stk. 1-4.

Stk. 6. 4) (Strikað).

Kapittul 6

Árlig ásetan, broytingar, afturtøka, o.a.

§ 21. 4) Pensjónir verða ásettar hvønn 1. januar við gildi fyri eitt álmanakkaár eftir inntøkugrundarlagnum sambært § 20.

Stk. 2. Pensjón verður umroknað í árinum,

1)   um inntøka broytist, og ein útrokning av pensjónini, grundað á væntaða ársinntøku, hevur við sær, at pensjónsupphæddin broytist, ella

2)   um broytingar henda í teim persónligu viðurskiftunum, harímillum hjúnabandsstøðu, uppihaldarastøðu ella øðrum viðurskiftum, ið hava týdning fyri støddina av pensjónini.

Stk. 3. 7) 13) Pensjón verður umroknað, tá Almannaverkið hevur fingið fráboðan frá pensjónistinum um broytt viðurskifti, ella tá Almannaverkið hevur staðfest broytingar í ásetta inntøkugrundarlagnum. Pensjón verður umroknað frá 1. í mánaðinum eftir, at broytingin er staðfest.

Stk. 4. Pensjón, umroknað sambært stk. 2, nr. 1, verður fyrsta árið umroknað eftir inntøku áðrenn og væntaðari inntøku aftan á broytingina. Annars verður pensjónin roknað eftir væntaðari ársinntøku til samsvar er ímillum væntaða inntøku og inntøku, uppgjørda eftir reglunum í § 20.

Stk. 5. 7) 13) Fyritreytin fyri at rokna pensjónina eftir væntaðari lægri inntøku er, at broytingin framgongur av fyribilsskránni hjá TAKS. Er talan um væntandi hægri inntøku, kann Almannaverkið rokna pensjón, grundað á fráboðan frá pensjónisti.

§ 21 a. 4) 13) Pensjón verður eftirroknað eftir skattskyldugu inntøkuni o.a. sambært § 20, tá inntøkan viðkomandi álmanakkaár er endaliga uppgjørd av skattamyndugleikunum. Pensjónin verður eftirroknað fyri eitt heilt álmanakkaár. Pensjón, roknað eftir væntaðari inntøku sambært § 20, stk. 4, verður eftirroknað fyri tíðarskeiðið frá tillutanardegnum og árið út, og verður inntøka umroknað til ársinntøku.

Stk. 2. Vísir eftirrokningin sambært stk. 1, at ein pensjónistur hevur fingið lægri veiting, enn hann hevði havt fingið, um inntøkan, sum pensjónin varð umroknað eftir, var kend frammanundan, verður avlopsupphæddin útgoldin. Hevur ein pensjónistur fingið hægri veiting, verður ov nógv útgoldna upphæddin kravd aftur. Um mett verður, at afturgjaldskravið ikki kann fremjast, uttan at pensjónisturin kemur at vanta tað, ið hóskandi er til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum, kann ein afturgjaldskipan gerast.

Stk. 3. 7) Fær Almannaverkið fráboðan frá pensjónisti um, at inntøka hansara er umlíknað afturvirkandi, og henda inntøkan er lægri enn inntøkan, sum pensjónin viðkomandi ár varð útroknað eftir, skal pensjónisturin hava útgoldnan munin millum útgoldnu pensjónina og pensjón, útroknað eftir umlíknaðu inntøkuni.

Stk. 4. 13) Er ov lítið útgoldna upphæddin sbrt. stk. 2 25 kr. ella meira, fær pensjónisturin upphæddina útgoldna.

Stk. 5. 13) Er ov nógv útgoldna upphæddin sbrt. stk. 2 100 kr. ella minni, verður pensjónisturin ikki kravdur eftir upphæddini.

Stk. 6. 13) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur í kunngerð um um- og eftirrokning av pensjónum sambært § 21 og § 21a, stk. 2-4.

§ 22. 4) 7) Persónar, sum fáa veiting eftir hesi lóg, skulu boða Almannaverkinum frá einihvørjari broyting í viðurskiftum, sum ætlast at hava við sær, at veitingin broytist.

Stk. 2. 13) (Strikað).

Stk. 3. 7) 13) (Strikað).

§ 23. Hevur ein persónur, ið fær veiting, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir § 22 ella móti betri vitan av órøttum fingið veiting, skal viðkomandi ella deyðsbúgv hansara gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.

Stk. 2. 4) Um mett verður, at afturgjaldskrav sambært stk. 1 ikki kann fremjast, uttan at pensjónisturin kemur at vanta tað, ið neyðugt er til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum, kann ein afturgjaldskipan gerast.

§ 24. 1) Eru munandi broytingar hendar í viðurskiftum, sum hava týdning fyri rættin til fyritíðarpensión ella avlamisveiting, skal málið takast upp til nýggja døming.

Stk. 2. 1) 6) Rætturin til pensión eftir § 7, stk. 1, nr. 2 heldur uppat, um pensjónisturin giftist uppaftur. Hetta við endan av tí mánaði, ið kemur aftaná mánaðin, ið viðkomandi verður giftur.

§ 25. 4) 6) 7) Almannaverkið tekur avgerð um tillutan av pensjón. Almannaverkið tekur avgerð um afturtøku ella flyting til aðra pensjón fyri persónar, sum fáa pensjón sambært § 6, § 7, stk. 1, nr. 1, §§ 8 og 8 a,

1)   um fyritíðarpensjónistur hevur persónligar inntøkur, sum fara upp um eina upphædd svarandi til dupultu árligu grundupphæddina fyri støk,

2)   um arbeiðsførið er týðandi betrað ella versnað, og týðandi broytingar henda í viðurskiftum viðvíkjandi arbeiðsmøguleikum, inntøku o.ø. hjá einum pensjónisti, og

3)   um broytingar eru farnar fram í viðurskiftum hjá persóni, sum fær hjálpar- ella røktarviðbót sambært § 11, sum gera, at roknast má við, at hann ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa slíka veiting.

Stk. 2. 7) 14) Almannaverkið kann avgera, at útgjald av fyritíðarpensjón fyribils verður steðgað, tá fyriskipan eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður sett í verk, sum hevur til endamáls at menna ella endurmenna arbeiðsevni pensjónistsins.

Stk. 3. 1) 7) Almannaverkið kann avgera, at eitt mál skal takast upp aftur til kanningar seinni.

Stk. 4. 7) Almannaverkið kann avgera, at ein pensjón, í sambandi við afturtøku, skal gjaldast aftur yvir í mesta lagi 12 mánaðir. Haraftrat kann Almannaverkið, tá umstøðurnar tala fyri tí, avgera, at rætturin til pensjón fyribils, tó hægst í 3 ár, skal vera hvílandi.

Stk. 5. 7) Almannaverkið kann áleggja umsøkjara at møta og geva frágreiðing. Eisini kann Almannaverkið áleggja pensjónisti at møta og geva frágreiðing um móttikna frágreiðing.

Stk. 6. 7) Almannaverkið kann áleggja umsøkjara at vera við í lýsing av máli, millum annað við at lata seg kanna og viðgera av lækna, ella innleggja til kanningar og viðgerð.

Stk. 7. 7) Almannaverkið kann avgera, at mál dettur burtur ella pensjón verður afturtikin, um persónur ikki vil vera við í neyðugum kanningum, uppvenjing ella øðrum fyriskipanum, sum ætlast at hava við sær munandi betran av arbeiðsføri.

Stk. 8. 7) Almannaverkið hevur heimild at lata ein ella fleiri sakkøn útinna eftirlit við atliti til arbeiðsføri, ella at kalla pensjónist inn til samrøðu.

Stk. 9. 7) Darvar pensjónistur kanningum hjá Almannaverkinum, og verður mett sannlíkt, at nýggj avgerð í málinum fer at hava við sær afturtøku av pensjónini, kann Almannaverkið avgera at steðga útgjaldingini. Henda avgerð skal takast skjótast til ber.

Stk. 10. 7) Útreiðslur til eftirlit verða goldnar av Almannaverkinum.

Stk. 11. Viðkomandi pensjónistur kann reisa mál eftir stk. 1.

Stk. 12. 7) Almannaverkið sendir árliga landsstýrismanninum og Kærunevndini í almannamálum frágreiðing um virksemi sítt eftir hesi grein.

§ 26. 1) Til pensionistar, sum skifta frá fyritíðarpensión ella avlamisveiting til fólkapensión, og sum við umskiftið fingu hjálparviðbót ella røktarviðbót, verða hesar viðbøtur framhaldandi veittar.

Stk. 2. 1) Persónar, sum fáa fyritíðarpensión alla avlamisveiting skifta uttan umsókn til fólkapensión frá 1. í mánaðinum aftaná fylta 67. árið.

§ 27. Rætturin til veitingar sambært hesi lóg heldur uppat við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin ein pensionistur doyr.

Stk. 2. Doyr ein giftur pensionistur, og hava bæði hann og hjúnafelagin fingið pensión, hevur eftirsitandi hjúnafelagin rætt til at fáa pensiónina og møguligu persónligu viðbótina til bústaðarútreiðslur hjá báðum tilsamans í 3 mánaðar frá endanum av tí mánaði, pensionisturin  doyr. Tó fella møguligar hjálpar-, røktar- og barnaviðbøtur burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin ein pensionistur doyr.

§ 28. Fær ein pensionistur uppihald á einum stovni, herundir bústovni, sambýli o.l., fyri persónar við víttfevnandi likamligum ella sálarligum breki, sum er góðkendur eftir lógini um almenna forsorg, ella á samsvarandi almennum ella privatum stovni, fella røktar- og hjálparviðbótin burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, pensionisturin fær uppihald á viðkomandi stovni.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri pensionistar, sum verða innlagdir á sjúkrahús ella fáa uppihald á ellis- ella røktarheimi, umframt fyri pensionistar, sum av teimum undir stk. 1 nevndu stovnum verða settir í røkt í privatum heimum undir umsjón av einum almennum ella alment góðkendum stovni. Somuleiðis er ásetingin galdandi fyri pensionistar, tá serligar stuðulsfyriskipanir, sum hava sama endamál sum hjálpar- og røktarviðbótin eru ætlaðar at fevna, verða settar í verk.

Stk. 3. Tá ein pensionistur situr revsing ella er undir øðrum frælsisskerjandi fyriskipanum sambært dómi, verður pensiónin útgoldin honum í 6 mánaðir frá endan av tí mánaði, viðkomandi byrjar at sita dómin av. Pensiónin dettur burtur írestandi revsitíðina. Hjálpar- og røktarviðbót detta burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin viðkomandi byrjar at sita dómin av.

Stk. 4. Reglur um, hvat annars hendir við pensiónini og um møguligt gjald fyri stovnsuppihaldi, tá ein pensionistur fær uppihald á teimum í stk. 1 og 2 nevndu stovnum, røktarheimum o.ø. verða ásettar í serligari løgtingslóg.

Kapittul 7

Upphæddir og javning

§ 29. Upphæddir og frádráttir sambært hesi lóg og javning av hesum, verða ásettar í serligari løgtingslóg.

Stk. 2. Í ásetan av pensiónini verður ein giftur persónur javnsettur við ein einsamallan, tá samlívið við hjúnafelagan er slitið.

Stk. 3. Upphæddirnar sambært §§ 44 og 45 verða ikki javnaðar.

Kapittul 8

Umsókn, útgjalding o.a.

§ 30. Veitingar sambært hesi lóg verða bert veittar eftir umsókn.

Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um veiting.

Stk. 3. 7) Tað áliggur Almannaverkinum at senda einum og hvørjum upplýsingar- og umsóknarblað til fólkapensjón 3 mánaðir, áðrenn persónurin gerst 67 ár.

Stk. 4. Við umsóknini skulu fylgja upplýsingar og skjalprógv, sum eru neyðug fyri, at avgerð kann takast.

Stk. 5. 1) 4) (Strikað).

Stk. 5.8) 4) 7) Læknaváttanir, sum Almannaverkið biður um, og aðrar útreiðslur, sum eru fylgja av viðgerðini, verða goldnar sambært hesi lóg.

Stk. 6. 8) 4) 7) Almannaverkið kann av sínum eintingum reisa mál um játtan av veitingum eftir hesi lóg.

§ 31. 4) 7) Almannaverkið kann krevja skattamyndugleikar, Landsfólkayvirlitið, kommunalar myndugleikar, arbeiðsgevarar og onnur viðkomandi, herímillum sjúkrahús, læknar o.o., ið hava kunnleika til viðurskiftini, eftir upplýsingum av týdningi fyri viðgerð av pensiónsmálum.

§ 32. 1) 8) 4) 7) Pensjón verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er játtað, tó í seinasta lagi frá 1. í fjórða mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin.

Stk. 2. Um umsøkjarin hevur fingið aðra almannaveiting, meðan málið er viðgjørt, verður pensjón kortini ikki veitt fyrr enn frá 1. í mánaðinum eftir, at veitingin er steðgað.

§ 33. 4) 7) Tá umsókn um fyritíðarpensjón er latin Almannaverkinum, og mett verður sannlíkt, at pensjón verður játtað, kann fyritíðarpensjón útgjaldast sum forskot, sbr. § 32, stk. 1.

Stk. 2. Forskotið verður veitt innanfyri tær upphæddir, sum roknað verður við, at pensiónin fer at verða.

Stk. 3. Um so er, at umsøkjarin fær eina lægri pensión, verður munurin at rokna sum hjálp uttan afturgjaldsskyldu eftir lóg um almenna forsorg.

§ 34. Pensiónin verður útgoldin frammanundan eina ferð um mánaðin.

Stk. 2. 7) Flytur ein pensionistur, skal hann geva Almannaverkinum fráboðan um nýggja bústaðin.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir, aftaná samráðingar við donsku stjórnina, nærri reglur fyri, hvussu verður við pensiónini, tá ein persónur, sum fær pensión eftir donskum reglum, flytur til Føroya.

§ 35. 8) 15) 7) 14) Varnast Almannaverkið, at ein pensjónistur eitt nú vegna sálarsjúku, menningartarn, heilaskaða, sinnisbrek ella vegna rúsmisnýtslu ikki megnar at umsita pensjónina, undir hesum um viðkomandi ikki megnar at halda sínar skyldur mótvegis útleigara, kann Almannaverkið:

1)   taka avgerð um, hvussu pensjónin skal útgjaldast, ella

2)   taka avgerð um, at avvarðandi ella starvsfólk í Almannaverkinum ella á vardum bústaði umsita pensjónina hjá pensjónisti.

Stk. 2. 14) Pensjónin skal umsitast samsvarandi áhuga og vilja borgarans.

Stk. 3. 14) Pensjónistur og Almannaverkið kunnu avtala, at Almannaverkið umsitur pensjónina.

Stk. 4. 14) Pensjónistur skal hoyrast í tann mun, viðkomandi er førur fyri hesum, áðrenn Almannaverkið tekur avgerð sambært stk. 1.

Stk. 5. 14) Almannaverkið skal ansa eftir, at pensjónistur, ið er undir umsiting  sambært stk 1, ikki verður fyri misnýtslu ella sviki.

Stk. 6. 14) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um umsiting av pensjón, undir hesum reglur um eftirlit.

§ 36. Krøv um veitingar eftir hesi lóg kunnu ikki gerast til mál fyri úttøku ella aðrari rættarsókn. Avtalur um tílík krøv eru ógildugar.

Stk. 2. 13) Krøv um ov nógv útgoldna pensjón og krøv um ov nógv útgoldna viðbót eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar kunnu mótroknast í eftirgjøldum av pensjón og pensjónsútgjaldingum og í viðbót eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar.

Stk. 3. Krøv um ov nógv útgoldna pensión, sum stava frá ov stórum útgjaldi til ein pensionist í tíðini frá tillutingardag til útgjaldingardag fyri pensión hjá hjúnafelaga hansara, kunnu mótroknast í eftirgjaldinum hjá hjúnafelagnum.

Kapittul 9

4) (Strikað)

Kapittul 9

4) Kærurættur

§ 39. 7) Avgerðir hjá Almannaverkinum sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í Almannamálum.

Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 40. 4) (Strikað).

Kapittul 10

4) Reglur um gildiskomu og skiftisreglur

§ 41. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2000, og samstundis fer úr gildi lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 “for Færøerne om folkepension”, sbr. lógarkunngerð nr. 103 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997, lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 “for Færøerne om invalidpension m.v.” sbr. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við lóg nr. 1131 frá 21. desember 1994, §§ 27-31 í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 “for Færøerne om offentlig forsorg”, sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 36 frá 4. mai 1977 um uppískoytisveiting til einkjur, sum broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 29. desember 1983.

§ 42. 6) Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til hægstu, miðal og lægstu avlamispensión eftir § 3 í avlamispensiónslógini, hava framyvir rætt til hægstu, miðal og lægstu fyritíðarpensión eftir ávikavist § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og § 8, nr. 1 í hesi lóg. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11 í avlamispensiónslógini ella § 16 í fólkapensiónslógini, fara yvir til somu veitingar eftir ávikavíst § 11 og § 27, stk. 2 í hesi lóg. 

Stk. 2. 6) Kvinnur, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til einkjupensión eftir § 27, stk. 1 í forsorgarlógini hava framyvir rætt til miðal fyritíðarpensión eftir § 7, stk. 1, nr. 2 í hesi lóg. Kvinnur, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til pensión eftir § 27, stk. 2 í forsorgarlógini, hava framyvir rætt til lægstu fyritíðarpensión eftir § 8, nr. 2 í hesi lóg.

Stk. 3. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til fólkapensión eftir § 2, stk. 1, nr. 1 í fólkapensiónslógini, hava framyvir rætt til fólkapensión eftir § 4 í hesi lóg. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til fólkapensión eftir § 2, stk. 1, nr. 2-4, hava framyvir rætt til lægstu fyritíðarpensión eftir § 8, nr. 2 í hesi lóg.

Stk. 4. Pensiónin verður útgoldin við sama tali av fjørutiundapartum av fullari pensión, sum higartil. Tó skulu ásetingarnar í kapittul 6 nýtast.

§ 43. Uttan mun til ásetingarnar í §§ 13-15 hevur persónur við donskum heimarætti, ið er føddur í 1938 ella fyrr, rætt til fulla fólkapensión, um viðkomandi seinasta árið, áðrenn umsókn um pensión er latin inn, hevur havt fastan bústað í danska ríkinum, ella kann javnsetast við ein slíkan, sbr. § 16.

§ 44. Persónar, sum innan 1. januar 1993 eftir reglunum í § 9 í fólkapensiónslógini, sum broytt við lóg nr. 1075 frá 23. desember 1992, hava útsett ella áðrenn hava kunna útsett áheitan um fólkapensión, varðveita rættin til somu viðbót, sum higartil er útgoldin viðkomandi við niðanfyri nevndu upphæddum:

Hjún, tá bæði lúka treytirnar fyri at fáa pensión:

Kr. um árið við útsetan til hin eldri hjúnafelagin fylti

70 ár............................. 3.828

72 ár og seinni.............. 5.880

Einsamøll umframt hjún, tá bert tann eini hjúnafelagin lýkur treytirnar:

Kr. um árið við útsetan til fylta

70. árið......................... 2.616

72. árið og seinni......... 3.792

Einsamallar kvinnur:

Kr. um árið við útsetan til fylta

65. árið......................... 852

67. árið......................... 1.860

§ 45. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 eftir reglunum í § 10 í fólkapensiónslógini høvdu rætt til aldursviðbót, varðveita hesa viðbót við somu upphædd sum higartil er útgoldin við niðanfyri nevndu upphæddum:

Kr. um árið til hjún, tá bæði høvdu fylt 80 ár, hvør:                                                                      3.276

Kr. um árið til hjún, tá tann eini hevði fylt 80 ár og hin fekk fólkapensión                                   2.184

Kr. um árið til hjún, tá tann eini hevði fylt 80 ár og hin fekk lægstu avlamispensión                    3.300

Kr. um árið til hjún, tá tann eini hevði fylt 80 ár og

hin fekk miðal ella hægstu avlamispensión                                                                                    2.748

Kr. um árið til einsamallar persónar, sum høvdu fylt 80 ár, ella

giftar persónar, sum høvdu fylt 80 ár, og hjúnafelagin ikki fekk pensión                                      4.116

 

§ 46. 6) Persónar, ið áðrenn 1. januar 2009 hava fingið tillutað miðal ella lægstu fyritíðarpensjón aftan á fylta 60. árið, kunnu søkja um broyting av pensjón eftir nýggju reglunum. Broyting í pensjónsstigi verður galdandi frá 1. í mánaðinum aftan á dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 3 frá 25. januar 2001. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001. Stk. 2. Persónar millum 18 og 67 ár, sum fingu játtað avlamisveiting eftir lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 ”for Færøerne om invalidpension m.v.” sbr. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum, varðveita rættin til hesa eftir § 8a í hesi lóg.”

2) Broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 11. desember 2007, har § 2 er soljóðandi: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3-6 og nr. 9-14 í gildi 1. januar 2009.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 6. mai 2016.

4) Broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2005, har § 2 er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 26. mai 2010, har § 2 er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2010.”

6) Broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 11. desember 2007,  har § 2 er soljóðandi: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3-6 og nr. 9-14 í gildi 1. januar 2009.”

7) Broytt við løgtingslóg nr. 150 frá 20. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013 og hevur virknað fyri øll mál, sum byrja aftan á hendan dag.”

8) Broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 2005, har § 2 er soljóðandi: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2005.

Stk. 2. Ásetingin í § 12, stk. 5 um umsorgararbeiði fyri pensjónistar í galdandi lóg verður tó verandi í gildi til 31. desember 2005.”

9) Broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 17. desember 2001. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: ”Henda lóg kemur í gildið dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1 december 2002.”

10) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 3 desember 2002. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: ”Henda lóg kemur í gildi 1. desember 2002 og fer úr gildi 1. august 2003.”

11) Broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 12. desember 2008. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.”

12) Broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 14. mai 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: "Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá útgjaldingini av fólkapensjónini fyri juli mánað 2013."

13) Broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 19. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað frá útgjaldingini av pensjón fyri januar mánað 2015.”

14) Broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 19. desember 2014.

15) Broytt við løgingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13 stk. 1 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”