Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 1992Nr. 49
Løgtingslóg um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018 1)
Kapittul 1 1)
Endamál 1)
§ 1. Savnindi hjá almennum stovnum, samanber §§ 5 og 6, skulu goymast og varðveitast við tí í hyggju at síggja til rættin til og tørvin á upplýsing og gransking.
Stk. 2. 2) 1) Um savnindi ríkisins Føroyum viðvíkjandi verður landsstýrismanninum heimilað at gera avtalu við avvarðandi ríkismyndugleika.
§ 1 a. 1) Landsstýrismaðurin kann gera avtalu um samstarv við danska Ríkisskjalasavnið um varðveiting av talgildum savnindum í Føroyum.
§ 2. 1) Landsskjalasavnið skal savna, skipa, varðveita, lýsa og røkja tey skjøl, undir hesum talgild skjøl, sum almennir stovnar avhenda til savnið.
Stk. 2. 1) Viðvíkjandi savnindum hjá privatum verður víst til kapittul 4.
§ 3. 1) Landsskjalasavnið skal veita almennum stovnum, privatum og granskingini upplýsingar frá søvnum sínum. Fyri hesar tænastur kann Landsskjalasavnið taka gjald. Gjaldið verður ásett av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsskjalasavnið skal sjálvt ella í samstarvi við onnur inna gransking í tilknýti til savn tess.
§ 4. 1) Landsskjalasavnið er landsstovnur.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur fyri virksemi Landsskjalasavnsins.
Kapittul 2 1)
Skjalasøvn hjá almennum stovnum 1)
§ 5. Heitið almennur stovnur, hereftir nevndur stovnur, fevnir um løgting og landsstýri og stovnar teirra, kommunur og felagskommunur og kommunalar eins og felagskommunalar stovnar, stovnar við lógásettum einarætti, sjálvsognarstovnar og privatar stovnar, sum heilt ella fyri meginpartin verða riknir fyri almennan pening, ella sum røkja uppgávur vegna tað almenna.
§ 6. 1) Heitið savnindi fevnir um skrivligt tilfar eins og øll onnur sløg av tilfari, undir hesum talgilt tilfar, sum gevur upplýsing og er vorðið til ella fingið til vega í sambandi við tænastuvirki hjá stovninum og hjá starvsfólki hansara. Fyri kort, tekningar og ætlanir, ljósmyndir, filmar og smáfilmar, ljómfløgur, ljóðbond, holkort, magnetbond, disklar og aðrar miðlar til at viðgera og goyma upplýsingar galda somu reglur sum fyri savnindi annars, um tey eru partur av skjalasavninum hjá stovninum.
§ 7. 1) Undir eftirliti av Landsskjalasavninum hevur stovnurin ábyrgdina fyri, at skjalasavnið verður bygt upp og forsvarliga varðveitt.
Stk. 2. Landsskjalasavnið er í skjalasavnsviðurskiftum ráðgevi hjá stovninum, eitt nú í spurningum um málsgerð, uppbygging av skjalasavni og gerð av yvirlitum yvir innihaldið í skjalasøvnunum og í spurningum um vanlig goymsluviðurskifti á skjalasøvnunum.
Stk. 3. Landsskjalasavnið hevur eftirlit við skjalasøvnum stovnanna og ásetir reglur um skipan teirra.
Stk. 4. 1) Ætlanir um nýggj skjalasavnshøli skulu verða lagdar fyri Landsskjalasavnið til góðkenningar.
Stk. 5. 1) Avhendingarskyldug savnindi kunnu bert verða beind burtur eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
§ 7 a. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir at hava fingið ummæli frá Dátueftirlitinum áseta nærri reglur um varðveiting av almennum savnindum av slíkum slagi, sum eru fevndar av løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
§ 8. 1) Stovnarnir avhenda eftir reglum, sum Landsskjalasavnið ásetir, savnindi teirra til Landsskjalasavnið, tá savnindini eru 30 ára gomul, uttan so at Landsskjalasavnið ásetur aðrar freistir.
Stk. 2. Landsskjalasavnið kann sleppa stovni undan at avhenda savnindi, sum javnan verða brúkt í dagliga arbeiðinum.
Stk. 3. Avhendingaskyldan fevnir ikki um savnindi, sum eru partur av vísindaligu søvnum stovnsins.
Stk. 4. 1) Savnindi frá stovni, sum er avtikin, skulu beinanvegin verða avhend Landsskjalasavninum, uttan so at annar stovnur, sum yvirtekur málsøki avtikna stovnsins, skal brúka hesi savnindi.
§ 8 a. 1) Savnindi av talgildum uppruna skulu vera í talgildum formi, tá tey verða avhend til Landsskjalasavnið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um avhending, varðveiting og vraking av talgildum savnindum og freistir hesum viðvíkjandi, undir hesum reglur um format í sambandi við avhending og reglur um frávik frá ásetingini í stk. 1.
Stk. 3. Landsskjalasavnið skal góðkenna allar viðkomandi fyrisitingarligar og fakligar kt-skipanir hjá almennum myndugleikum, áðrenn hesar verða tiknar í brúk.
§ 9. 1) Tá stovnur avhendir Landsskjalasavninum savnindi, tekur Landsskjalasavnið við ábyrgdini fyri forsvarligari goymslu og skipan av savnindunum.
§ 10. Savnindi hjá stovni kunnu ikki verða keypt, seld ella latin á annan hátt.
Stk. 2. 1) Eru savnindi hjá stovni komin á privatar hendur, skulu tey beinanvegin og uttan viðurlag verða latin avvarðandi stovni ávikavist Landsskjalasavninum aftur.
Stk. 3. Rættindi landsins til savnindi hjá stovnum verða ikki burturmist við avogning ella hevd.
Kapittul 3 1)
Atgeingi 1)
§ 11. 1) Øll hava atgeingi at savnseindum, sum stovnar hava avhent Landsskjalasavninum, tá eindirnar eru 30 ára gamlar, sí tó §§ 12 og 13.
§ 12. 1) Stovnurin, ið avhendir, kann í samráð við Landsskjalasavnið áseta eina longri atgeingifreist enn 30 ár fyri savnseindir ella bólkar av hesum, um hetta er neyðugt til tess at tryggja serlig fyrilit fyri:
1) verju av skuldsettum, vitnum ella øðrum í agamálum,
2) búskaparligum áhugamálum hjá tí almenna, heruppií fremjan av vinnuvirksemi hjá tí almenna,
3) búskaparliga áhuganum hjá einstaklingum ella privatum virkjum í at verja upplýsingar um tøkniligar skipanir ella arbeiðshættir ella upplýsingar um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella tílíkt ella
4) privatum og almennum áhugamálum, har serlig viðurskifti krevja, at mál verða hildin loynilig.
§ 13. 1) Atgeingifreistin er 80 ár fyri savnseindir ella bólkar av hesum, sum
1) innihalda upplýsingar um privat, heruppií búskaparlig viðurskifti hjá einstaklingum,
2) viðvíkja skráum, sum løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum fevnir um,
3) fevna um brævaskifti millum stovnar og serkøn til nýtslu í rættarmálum ella tá umhugsað verður, um rættarmál eigur at verða reist, ella
4) fevna um tilfar, ið verður útvegað sum grundarlag fyri gerð av almennum hagtølum hjá Hagstovu Føroya.
Stk. 2. 1) Stovnurin, ið avhendir, kann, har viðurskiftini tala fyri tí, í samráð við Landsskjalasavnið áseta eina styttri ella longri atgeingifreist fyri savnseindir, ið eru nevndar í stk. 1.
§ 14. Atgeingifreistin verður roknað frá tí ári, tá ein savnseind endar.
§ 15. 1) Landsskjalasavnið kann í ávísum førum loyva nýtslu av eini savnseind ella bólkum av hesum, áðrenn atgeingifreistin er úti, sí tó stk. 2-4.
Stk. 2. 1) Loyvi eftir stk. 1 er treytað av, at avvarðandi stovnur hevur játtað hesum, um
1) stovnurin, ið avhendir, hevur ásett eina longri atgeingifreist eftir § 12,
2) ein savnseind fevnir um tilfar av tí slagnum, sum er nevnt í § 13, stk. 1, nr. 2-4, ella
3) ein savnseind er avhend Landsskjalasavninum, áðrenn hon er 30 ára gomul, og hon fevnir um tilfar av tí slagnum, sum er nevnt í § 12.
Stk. 3. 1) Loyvi eftir stk. 1 krevur herumframt samtykki frá Dátueftirlitinum, um savnseindin fevnir um tilfar av tí slagnum, sum er nevnt í § 13, stk. 1, nr. 2.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um atgeingi og um treytir fyri nýtslu av teimum upplýsingum, sum atgeingi verður givið til.
§ 16. Tann, ið fær atgeingi at savnseindum, sum ikki eru beinleiðis atgeingiligar, hevur ikki loyvi uttan heimild at almannakunngera, lata víðari ella nýta upplýsingar, sum eru givnar í trúnaði, og sum viðkomandi í hesum sambandi hevur fingið kunnleika til. Ein upplýsing er givin í trúnaði, tá hon í lóg ella aðrari galdandi ásetan er ásett at vera tað, ella tá tað annars er neyðugt, at hon verður hildin loynilig av týðandi fyriliti fyri almennum ella privatum áhugamálum.
Kapittul 4 1)
Privat savnindi 1)
§ 17. 1) Landsskjalasavnið savnar, tekur ímóti og tryggjar privat savnindi, sum verða hildin at hava stóran granskingarligan ella mentanarligan týdning.
Stk. 2. 1) Slík privat savnindi, sum ikki eru avhend Landsskjalasavninum, eigur savnið at skráseta. Skrásetingin hevur við sær, at eigarin fær skyldu at boða Landsskjalasavninum frá, um eigaraviðurskiftini verða broytt, ella savnindini verða flutt.
Stk. 3. 1) Verða skrásett savnindi flutt av landinum, hevur eigarin skyldu at geva Landsskjalasavninum høvi at taka avrit av savnindunum, áðrenn tey verða útflutt.
Kapittul 5 1)
Revsing og gildiskoma 1)
§ 18. 1) Tann, sum brýtur § 16, kemur undir sekt ella fongsul upp til 6 mánaðir.
§ 19. 1) Tann, sum brýtur ásetanirnar í § 10, stk. 2 og § 17, stk. 2 og 3, kemur undir sekt.
§ 20. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Lógin er eisini galdandi fyri savnindi, ið eru vorðin til hjá stovni ella eru komin stovni í hendi, áðrenn lógin fær gildi.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um atgeingi at savnindum, ið eru avhend Landsskjalasavninum, áðrenn lógin fær gildi.
Stk. 4. Samstundis, sum lógin fær gildi, fara úr gildi §§ 10-15 í løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um landsbókasavn v.m.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018.
2) Tílík avtala er gjørd millum forsætismálaráðið og landsstýrið, undirritað ávikavist 30. mars 1990 og 12. oktober 1990. Úr avtaluni er serliga at nevna § 8 stk. 1, 1. pkt., har sagt verður: “Landsarkivaren træffer inden for den gældende danske lovgivnings rammer bestemmelse om offentlighedens adgang til at benytte de afleverede arkivalier.”