14. mai 2013Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum
(Deponeringskonta)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, stk. 1 verður “sam við” broytt til: “samsvarandi við”.
2. Í § 5 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Depositum, sambært stk. 1, skal setast á deponeringskontu hjá útleigara í peningastovni, tó undantikið fyri leigumál, skipað sambært § 5 b í løgtingslóg um Húsalánsgrunn. Depositum kann takast av deponeringskontuni sambært deponeringsavtalu, ella við avgerð leigunevndarinnar.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Skipanin við tvungnari deponeringskontu verður eftirmett áðrenn 1. januar 2018.
Tórshavn, 14. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 103/2012