Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 27-11-1952
Valmøguleikar
Tín lógalisti

27. november 1952Nr. 53

Løgtingslóg um viðarlundir, sum seinast broytt við løgtinslóg nr. 110 frá 29. juni 1995.

§ 1. Viðarlundir í almennari ogn í Føroyum, nevniliga í Tórshavn (niðursettar í 1904), Kunoy (niðursett í 1905), Selatræð (niðursett í 1912), Hoydølum (niðursett um 1915), Trongisvági (niðursett í 1924), við Marknagil í Tórshavn (niðursett í 1932) og í Mikladali (niðursett í 1951) koma undir skógfriðingarskyldu eftir reglunum í hesi lóg. Friðingarváttan verður at tinglesa á hesum lendum so skjótt henda lóg er komin í gildi.

Tað verður ein treyt í framtíðini fyri almennum studningi til niðursetingar ella rakstur av viðarlund, at friðingarváttan er tinglisin á viðkomandi lendi eftir hesi lóg.

§ 2.1) Ein skógfriðingarnevnd, sum hevur 5 limir, verður sett at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum til verndar av vøkstri og dýrum á hesum lendum. Nevndin umsitur tann pening, sum latin verður henni til frama av træniðurseting í Føroyum.

2) Í nevndini sita 5 limir valdir av landsstýrinum. Nevndin skipar seg sjálv.

§ 3. Eigari av skógfriðingarskyldugum lendi hevur skyldu at halda haldgott stik rundan um alt lendi, sum kann halda seyði og stórdýrum úti, líka mikið hvør garðskylduna í grundini hevur. Tað er eisini ein treyt, at lendið er vetrarfriðað og hevur hóskandi nógvar breytir. Tað er eigarans skylda at umsita breytirnar og forkoma tílíkum óruddi, sum kann lýta viðarlundina innan og eisini uttanum.

Øll forstlig tiltøk eitt nú niðurseting, felling og tynning verða útinnt av skógfriðingarnevndini, sum hevur fullt ræði á øllum vøkstri og dýralívi í viðarlundini.

Almenningurin hevur onga atgongu uttan eftir loyvi nevndinnar, men nevndini áliggur at loyva atgongu mest gjørligt uttan at nerva vakstrarlíkindi viðarlundinnar.

§ 4. Eigari ber útreiðslurnar av teim tiltøkum, sum standast av § 3, 1. p. Um so er, at eigari misrøkir sínar skyldur sum tilskilað her og ikki eftir ávaring letur við seg koma, kann nevndin lata tørvandi tiltøk fremja fyri eigarans rokning. Fyri tílíkar útreiðslur hevst pantingarrættur.

Útreiðslur, sum standa av teim í § 3, 2. p. nevndu tiltøkum, ber nevndin í fyrstu syftu, men nevndin fær tær endurrindaðar frá eigaranum eftir uppgerð fyri eitt ár í senn.

Møguligar inntøkur av viðarlund verða bókaðar eigaranum til góðar.

Nevndin kann lata vera at krevja útreiðslur eftir § 3, 2. p. endurrindaðar og veita studning til rindingar av teim í § 3, 1. p. nevndu útreiðslum.

§ 5. Innan mars mánaði er úti letur nevndin roknskap fyri lidna álmanakkaárið og haraftrat ársfrágreiðing.

§ 6.3) Hann, sum ger skaða á skógfriðingarskyldugt lendi, eitt nú inn á vøkstur, dýr, stik ella annað, kemur undir bót, sum fer í ríkiskassan og má haraftrat endurgjalda skaðan.

Undir somu bót kemur hann, sum ger seg inn á skógfriðingarskyldugt lendi.

Tílík mál fara fram sum løgreglumál.

§ 7. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.

 

 



1) Broytt við Ll. nr. 58 frá 22. august 1975.

2) Broytt við § 5 í Ll. nr. 110 frá 29. juni 1995.

3) Broytt við L. nr. 186 frá 7 juni 1958.