Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 04-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 53 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 53

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.

(Undantak frá kravinum um ástøðiligt innlit í og praktiska vitan um ognarmiðlan)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. verður gjørd henda broyting:

 

1.    § 35 verður orðað soleiðis:

§ 35. Teir persónar, sum reka ognarmiðlanar- og meklaravirksemi, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, hava framvegis rætt til at reka hetta virksemi, hóast teir ikki lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7, um Skráseting Føroya, eftir eini ítøkiligari meting sbrt. stk. 2, metir, at teir hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiska vitan um ognarmiðlan.

Stk. 2. Tá ið Skráseting Føroya ger ta í stk. 1 nevndu meting, kann dentur m.a. leggjast á á­støðiligar og praktiskar førleikar, fingnir í verandi starvi ella øðrum starvi, viðkomandi útbúgvingar ella skeið o.tíl.

Stk. 3. Verður mett, at teir í stk. 1 nevndu persónar hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiskari vitan um ognarmiðlan og annars lúka tær treytir, sum eru ásettar í § 25, stk. 2, nr. 1-5 og nr. 8-10, kunnu hesir verða skrásettir í ognarmeklaraskránni, sbr. § 25, stk. 1.

Stk. 4. Aðrir enn teir í stk. 1 nevndu persónar, sum fara undir at reka ognarmiðlanarvirksemi og meklaravirksemi, skulu lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 93/2017