Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 16-08-1962
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. august 1962Nr. 55

Løgtingslóg um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 15. mai 2014 1)

I. Tinglýsing av føstum eigindómi

1. kapitul.

Rættindi, ið skulu tinglýsast.

§ 1. Rættindi í føstum eigindómi skulu lýsast á tingi fyri at fáa gildi móti avtalum um eigindómin og móti rættargangi.

Stk. 2. Avtala ella rættargangur, sum skal kunna ota burtur ótinglýst rættindi, skal vera tinglýst og rættindahavarin eftir avtaluni í góðvari.

§ 2. Tá ið pantibræv er tinglýst, tørvar avhending ella aðrari flyting pantibrævsins ikki tinglýsing.

§ 3. Brúksrættindi við hálvárs uppsagnarfrest og styttri eru gildug móti einum og hvørjum uttan tinglýsing.

Stk. 2. Tá ið brúkssáttmáli er tinglýstur, skal forgjald av leigu fyri meira enn hálvt ár og lækkan av leiguni tinglýsast sambært § 1 í hesi lóg, um forgjaldið ella lækkanin ikki hevur heimild í tí tinglýsta sáttmálanum.

§ 4. Skattir og gjøld av føstum eigindómi til landskassa og kommunu og tryggingargjøld til brunatryggingarfeløg, ið eru gókend av landsstýrinum, hava gildi ímóti einum og hvørjum uttan tinglýsing.

Stk. 2. Gildug uttan tinglýsing eru eisini gjøld, sum standast av tiltøkum, sum skulu tryggja eigindóminum vatn, ljós, hita og tílíkt, samband við umverðina, burturveiting ella burturbeining av vatni frá eigindóminum ella annað, men treytað av at nevndu tiltøk verða framd av tí almenna sjálvum ella eftir heimild, sum givin er av tí almenna. Íløgugjøld til tílík tiltøk skulu tó altíð tinglýsast.

Stk. 3. Tey í stykki 2 nevndu rættindi, ið eru gildug uttan tinglýsing, standa aftan fyri almennar skattir og gjøld og nevndu brunatryggingargjøld, men standa annars framman fyri øll bæði fyrr og seinri stovnað rættindi.

Stk. 4. Har lóggávan hevur givið ella seinri gevur kommunum forrættindi fyri gjøld ella tílík í 2. stk. nevndu tiltøk sum fyri almennar skattir, krevst ikki tinglýsing, hvørki fyri íløgugjald ella árlig gjøld.

§ 5. Góðvari í hesi lóg er at skilja, at rættindahavarin ikki veit av tí ótinglýsta rættinum og ei heldur av grovum ósketni er sekur í sínum ókunnleika. Góðvari má vera, tá ið avtalan verður meldað til tinglýsingar, og við avhending av pantibrævi, tá ið avhendingin fer fram.

§ 6. Sum skeyti er at skilja hvørt tað skjal, ið flytur eigindómsrættin til ein tilskilaðan fastan eigindóm ella part av tílíkum, treytaleyst ella treytað av rinding av keypspeninginum ella øðrum. Eigindómsavhending kann fara fram við flutningi á skeytið.

Kapitul 2.

Tinglýsingarinnar myndugleikar og mannagongd.

§ 7. 2) 3) Tinglýsingin verður útint av Tinglýsingarstovuni.

Stk. 2. 3) Tinglýsingarstovan heldur eina dagbók og eina tingbók.

§ 8. 2) Øll skjøl viðvíkjandi føstum eigindómi, sum meldað verða til tinglýsingar, skulu førast inn í dagbók og tingbók eftir fylgjandi reglum.

Kapitul 3.

Tinglýsingargrundarlagið.

§ 9. 2) 3) Sum tinglýsingargrundarlag krevst eitt skjal, ið meldað verður til Tinglýsingarstovuna til tinglýsingar. Samstundis við skjalinum verður endurrit av tí latið inn. Við avlýsing verður endurrit av kvittanini latin inn og av hartil hoyrandi váttanum.

Stk. 2. 3) Við pantibrævi skal seinast tinglýsta skeyti til eigindómin fylgja. Verður tað upplýst fyri Tinglýsingarstovuni við skrivligari váttan frá tilmeldarum, at skeytið er burtur, ella tað av øðrum grundum ikki fæst til vega, skal í staðin verða lagt fram alment skjal, sum styðjar sanngildi pantibrævsins, eitt nú loyvisbræv útgevarans, starvsbræv, uppnevning ella tílíkt.

Stk. 3. 4) Skjøl eins og endurrit skulu ovast á fyrstu síðu siga frá eigindómsins matr. nr. og navni, bústaði og telefonnummari tilmeldarans. Skeytið og veðbrøv skulu haraftrat siga frá lógligari adressu. Eitt veðbræv skal siga frá bústaði veðsetarans og veðhavarans, um ikki hesin má metast at vera almannakunnigur, ella bústaðnum hjá einum, ið hevur rætt at taka ímóti tilsøgnum, frásøgnum og gjøldum vegna skuldara ella ognara. Viðvíkjandi likamligum persónum skal eitt skeyti siga frá p-tali ognarans, og eitt veðbræv skal siga frá p-tali veðsetarans. Viðvíkjandi løgfrøðiligum persónum skal eitt skeyti siga frá v-tali ognarans.

Stk. 4. 3) Til tann, sum uppgivin er sum tilmeldari, kann Tinglýsingarstovan við bindandi gildi senda allar frásagnir tinglýsingini viðvíkjandi.

Stk. 5. 3) Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, hvørjar kvittanir fyri almennar skattir og gjøld og hvørjar aðrar váttanir skulu fylgja einum skjali, tá ið tað verður meldað til tinglýsingar, og um avleiðingina, at hesar váttanir ikki fylgja við.

Stk. 6. Um so er, at fleiri rættindi eru stovnað í einum skjali, skal tað við áriti á skjalið tilskilast, fyri hvørji rættindi tinglýsing verður kravd; tí annars verður skjalið bert at tinglýsa fyri tey rættindi, sum skjalið sjálvt tilskilar sum sítt høvuðsevni.

§ 10. Um privat skjal skal kunna tinglýsast, skal tað eftir sínum innihaldi fastseta, stovna, broyta ella taka av rættindi í ávísum føstum eigindómi ella í felagseigindómi, ið hoyrir til ávísan fastan eigindóm, og sýna sum útgivið ella viðtikið sambært grannastevnulógini ella hagalógini av honum ella teimum, sum eftir tingbókini – ella fyri pantibræv sambært flutningi – eru heimilað at ráða yvir viðkomandi rættindum, ella sum útgivið við samtykki hansara.

Stk. 2. Í skeytum og pantibrøvum skal undirskrift útgevarans vera váttað av einum advokati ella tveimum øðrum sannvitnum. Sama regla er galdandi fyri samtykki eftir stk. 1. Vitnini skulu í orðum vátta, at undirskriftin er sonn, dagsetingin bein, og at útgevarin er myndigur. Starv og bústaður hjá vitnunum skulu tilskilast. Nevnda váttan tørvast ikki, tá ið skjalið er útgivið av almennum stovni.

Stk. 3. Skjalið kann vera treytað ella bundið til tíðarfrest, men tess innihald má vera endaliga fyrisett. Skaðaloysisbrøv kunnu tó gevast út við tilskiling av størstuhædd á skuldini.

Stk. 4. 3) Um eitt skeyti skal kunna tinglýsast sum heimild, má tað ikki vera treytað av øðrum enn rinding keypspeningsins innan nærri ásetta frest. Tinglýsingarárit Tinglýsingarstovunnar á skeyti skal tilskila, um skeytið er treytað ella endaligt, og tá ið seljarin seinni váttar, at keypspeningurin eftir treytaðum skeyti er goldin, skal við tinglýsing av hesum tilskilast í áriti sorinskrivarans, at skeytið er endaligt.

Stk. 5. Eitt servitutskjal skal altíð tilskila, hvør átalurætt hevur.

§ 11. Til strikingar ella broytingar av rættindum í tænandi eigindómi krevst bert samtykki frá eigaranum av tí valdandi eigindóminum, uttan so aðrir, sum rættindi hava í honum, hava latið serstaka váttan tinglýsa á tí tænandi eingindóminum um, at samtykki teirra krevst til strikingina ella broytingina.

Stk. 2. 3) Til strikingar av pantibrøvum krevst annaðhvørt skjalið sjálvt kvittað ella prógv fyri, at pantirætturin er burturdottin sambært dómsúrskurði. Pantibrøv til statskassan, landskassan, Føroya Jarðagrunn, Føroya vanlukkutryggingarráð (peningaogn hjá tí føroysku avlamistryggingini), Tryggingarsambandið Føroyar, føroyskar sparikassar og teir realkreditstovnar, sum eru góðtiknir av stati ella løgtingi, kunnu tó eftir avgerð Tinglýsingarstovunnar verða strikað móti kvittan frá honum, sum rættindi hevur eftir tingbókini.

§ 12. Til tinglýsing av úttøku, dómi og aðrari almennari rættaravgerð skal váttan frá tí valdi, sum tikið hevur avgerðina, leggjast fram, ella váttað útskrift úr tess bókum, og avgerðin skal viðvíkja tí persóni, sum eftir tingbókini hevur heimild at ráða yvir eigindóminum.

Stk. 2. Til tinglýsingar av hevd krevst annaðhvørt váttan frá honum, sum hevd er fingin ímóti, at hann góðkennir hevdina, ella dómur fyri, at hevd er fingin.

Stk. 3. Er heimaskifti ella hjúnafelagi situr við óskiftum búgvi, verður tinglýst skiftiútskrift ella váttan frá skiftirættinum, at arvingarnir hava tikið búgvið til heimaskiftis, ella at búgvið er latið hjúnafelaga sum óskift. Tílík útskrift ella váttan er tá nógmikið grundarlag hjá viðkomandi til tinglýsingar av skjølum eigindóminum viðvíkjandi.

Stk. 4. Í sakarmálum um fastan eigindóm kann saksøkjarin krevja váttað endurrit av stevningini tinglýst, tá ið tann rættur, har málið er tingfest, hevur tikið avgerð um tað.

Stk. 5. Dettur málið burtur uttan dóm, ella gongur dómurin saksøkjaranum ímóti, og kærufrestin er farin uttan kæru, kann saksøkti krevja stevningina avlýsta.

§ 13. 3) Tá ið søla ella yvirtøka av eigindómi á almennari tvingsilssølu er farin fram, skal fútin, og tá ið gjaldtrot og alment skifti er, sum fevnir um fastan eigindóm, skiftirætturin (ella eksekutor testamenti) beinan vegin lata Tinglýsingarstovan fáa frásøgn um hetta til tinglýsingar.

Stk. 2.5) Somu frásagnarskyldu hevur verjin, tá ið rættarligi myndugleikin verður frátikin eftir verjumálslógini § 6.

Stk. 3. 5) Tá ið ómyndugur fær eigindóm sum arv, ella viðkomandi á annan hátt ognast fastan eigindóm, skal verjin tinglýsa ómyndugleikan. Fyri ómynding av aldri skal føðingardagur hansara upplýsast.

4. kapitul.

Tinglýsingarhátturin.

§ 14. 2) 6) Skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu førast í dagbókina. Henda skal fyri hvønn dag, tinglýsingarskrivstovan er opin, hava eitt yvirlit yvir øll skjøl, ið verða latin inn til tinglýsingar tann dagin. Verður biðið um, at fleiri rættindi verða tinglýst við sama skjali, verður skjalið ført í dagbókina fyri hvørt av hesum rættindum fyri seg.

Stk. 2. 4) Skjalið verður burturvíst, uttan so at skeivleikin ella brekið verður rættað av tilmeldaranum, um tilskilanin er skeiv, ella um skjalið ikki hevur tilskilan av:

1)   eigindómsins matr. nr.,

2)   navni, p-tali ella v-tali, bústaði og telefonnummari tilmeldarans,

3)   p-tali ella v-tali og bústaði veðsetarans ella veðhavarans, um so er, at hesin ikki má metast at vera almannakunnigur, ella navni og bústaði hjá einum fulltrúa, sbrt. § 9, stk. 3.

Landsstýrismaðurin kann áseta, at aðrir skeivleikar og brek við skjalinum skulu hava somu fylgju. Hevur skjalið ikki undirskrift útgevarans, og skeytið og pantibravið ikki sannvitni, ella fylgir endurrit ikki við, verður tað burturvíst.

Stk. 3. Tann dagur, sum dagbókin sigur, at skjalið er innlatið, verður tikin fyri beinur, uttan so at fult prógv er ført, at so er ikki. Sama regla er galdandi fyri hitt, sum í dagbókini stendur.

§ 15. 2) 3) Eftir innførsluna í dagbókina kannar Tinglýsingarstovan eftir, um nakað eftir tingbókini kann vera til hindurs fyri tinglýsingini av viðkomandi skjali.

Stk. 2. Vísir tað seg, at skjalið eftir sínari náttúru als ikki kann tinglýsast í Føroyum, ella tinglýsing er eyðsæð ótørvandi til vernd rættarins, ella útgevari skjalsins – ella tann, sum ein almenn rættarstovnan viðkemur – hevur ikki heimild at ráða yvir teimum rættindum í eigindóminum, sum skjalið viðvíkur, verður tað burturvíst og ikki innført í tingbókina. Sama regla er galdandi, um so er at persónur, sum bert hevur treytaða heimild, útgevur skjal uttan at tilskila treytina. Burturvísing kann eisini fara fram, longu tá skjalið verður tilmeldað til dagbókina.

Stk. 3. 3) Sýnist útgevarin av skjalinum at hava rætt at ráða yvir eigindóminum, men hevur ikki tilmeldað tørvandi prógv fyri tí (t. d. exekutorloyvisbræv, fultrúarbræv, skiftiútskrift, útskrift úr handils- ella partafelagsskrá og tílíkum), gevur Tinglýsingarstovan tilmeldaranum frest at útvega tørvandi prógv. Tinglýsingarstovan kann eftir áheitan frá tilmeldaranum framleingja frestina.

Stk. 4. 3) Hevur skjalið ikki tilskilað rættindahavarans prioritetsstøðu ella tilskilað hana soleiðis, at hon ikki samsvarar tingbókini, gevur Tinglýsingarstovan tørvandi viðmerking um hetta á skjalinum beint aftaná áritið um tinglýsing tess. Viðmerkingin skal eisini setast á endurritið. Sama regla verður eisini nýtt viðvíkjandi minni týðandi avvikum í skjalinum frá upplýsingunum í tingbókini, t.d. í tilskiling av vídd, markatali og tílíkum. Rættarviðmerking slepst ikki undan.

Stk. 5. Til upplýsingar um rættarins prioritetsstøðu tørvar skjalinum bert at vísa til tey rættindi, sum frammanundan eru førd inn á blað eigindómsins í tingbókini, uttan at tað er neyðugt at nevna tey. Tó skal eitt skjal viðvíkjandi veðrætti burtursæð frá rættarveð og lógfestum veð, altíð tilskila teir einstøku prioritetir, ið frammanfyri eru, og stødd teirra.

§ 16. 2) Er einki til hindurs fyri tinglýsing av viðkomandi skjali, ella kann tað tinglýsast við rættarviðmerking, verður tað innført í tingbókina, í seinna føri við orðinum viðmerking. Hevur pantibræv fingið rættarviðmerking um prioritetsraðfylgjuna, verður viðmerkingin í stuttum innførd í tingbókina. Um so er, at tvinni rættindi í sama eigindómi verða meldað til tinglýsingar sama dag, verður viðmerking gjørd um hetta í tingbókini, á skjalið og á endurritið, um tey ganga hvørt móti øðrum.

Stk. 2. Tá skjalið er ført í tingbókina, fær tað og endurritið upplýsing um, at tað er tinglýst, um tann dagin, tað er innført í dagbókina, og um dagbóksnummar.

Stk. 3. Verður frest eftir § 15 sett at fáa brest burtur, verður skjalið fyribils innført í tingbókina við tilskiling av orðinum fyribils. Er bresturin ikki fingin burtur innan ásettan dag, verður tað fyribils innførda skjalið strikað í tingbókini.

Stk. 4.  Kanningin av skjalinum og tess endaliga ella fyribils innførsla ella burturvísing skal fara fram skjótast gjørligt og seinast 10 dagar eftir tess tilmelding til dagbókina. Um burturvísing og fyribils innførslu fær tilmeldarin beinanvegin frásøgn við stuttari tilskiling av grundini. Tað innførda ella burturvísta skjalið verður aftursent tilmeldaranum ella honum, tilmeldarin hevur sett sum móttakara.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdina, tá skjøl verða send aftur.

§ 17. 2) Í tingbókini hevur hvør eigindómur og hvør bygd (markatalsbygd) sítt blað.

Stk. 2. Skjølini verða førd inn í stuttum við tilskilan av skjalsins slag og honum, sum tað er skrivað til, tí degi, skjalið er innført í dagbókina og dagbóksnummar. Viðvíkjandi rættindum, sum bundin eru til tíðarfreist, verður henda tilskilað. Eru rættindini treytað, verður treytin tilskilað.

Stk. 3. Viðvíkjandi brúkssáttmálum, verða tíðartreytir tilskilaðar. Viðvíkjandi pantirættindum, verða pantiupphæddir, rentufótur og prioritetsstøða tilskilað. Prioritetsstøðan kann verða tilskilað við talmerking.

Stk. 4. Við avlýsing og strikan av rættindum, verður innførðslan í tingbókini strikað og førd í eina serstaka skrá, jbr. § 50c, stk. 4.

Stk. 5. Eftir áheitan verða endurrit av eigindómsblaðnum givin. Landsstýris­maðurin ásetir nærri reglur um váttan, um hvussu útskriftir verða háttaðar og um sending.

§ 18. 2) 3) Endurritini av tinglýstum skjølum eru í varðveitslu Tinglýsingarstovunnar og fyri hvønn eigindóm einsæris løgd í eina akt, hvørs perma sigur frá, hvar eigindómurin er at finna í tingbókini. Í aktina koma bert tey tinglýstu skjøl, sum enn eru í gildi. Tá ið skjal er avlýst, fær tað og endurritið árit um tað. Endurrit av skjølum, sum ikki longur eru í gildi, verða tikin úr aktini og goymd í skjalagoymslu Tinglýsingarstovunnar.

§ 19. 2) Er hann, ið eigur bygning, ikki hin sami, sum eigur grundina, fær bygningurin egið eigindómsblað – við tørvandi tilskiling til og frá eigindómsblaðnum fyri grundina – og kemur yvirhøvur undir somu reglur eftir hesi lóg sum sjálvstøðugur fastur eigindómur. Somuleiðis við bygningum, sum settir eru í fjøruni ella út í sjógvin, uttan fyri matrikulerað lendi, tá ið bygningurin er ætlaður at verða standandi á staðnum.

Stk. 2. Um so er at rættindi verða tinglýst sum fevnandi um fleiri eigindómar hjá sama eigara, verður víst frá hvørjum eigindómsblaði til hini.

§ 20. 2) 3) Tinglýsingarstovan strikar rættindi, sum eyðsæð ikki eru til longur.

Stk. 2. 3) Eru í tingbókini óstrikað rættindi, ið mugu metast at hava mist sín týdning, ella sum helst ikki eru til longur, ella sum tað eftir øllum líkindum ikki er nakar rættindahavari til longur, skal Tinglýsingarstovan tilsiga møguligum havarum av rættindunum. Tilsøgnin skal fara fram við kunngerð í tí blaði, sum er góðkent at taka almennar kunngerðir í Føroyum og við eini freist, ið ikki er undir 3 vikur. Um tað ber til, fær eisini hann tilsøgn, sum í tingbókini stendur sum rættindahavari. Sigur eingin frá, áðrenn freistin er úti, verða rættindini strikað úr tingbókini.

Stk. 3. 3) Verður Tinglýsingarstovan varur við villur í endurgevingini í tingbókini av skjølunum í aktini ella í upplýsingum hennara um eigindómin, skulu hesar rættast beinanvegin..

§ 21. 2) 3) Áðrenn matrikulvaldið loyvir samanlegging av eigindómum, soleiðis at eigindómarnir ikki aftur kunnu leggjast sundur uttan tess loyvi, skal váttan fyriliggja frá Tinglýsingarstovuni um, at uppgjørt er millum teir tinglýstu panthavararnar í eigindóminum, hareftir prioritetur heftinganna er løgd føst sínamillum ella um, at eigindómarnir eru undir somu heftingum, ella bert ein av eigindómunum er heftur. Nevnda fastlegging av prioritetinum skal verða gjørd við tinglýstum áriti á pantibrøvini.

Stk. 2. 3) Er ikki gjørligt í løtuni at fáa árit, ella sýtir ein panthavari at geva árit, kann samanlegging tó loyvast, tá ið nóg góð trygd eftir Tinglýsingarstovunnar meting verður givin fyri rinding av viðkomandi pantibrævi, ella váttan fæst, sum í § 23, stk. 2 fyrisett, um, at samanleggingin als ikki kann hava nakran vanda við sær fyri pantitrygdina. Í hesum føri fyrisetir Tinglýsingarstovan prioritetsstøðuna.

Stk. 3. Við tvingsilssølu av einum samanløgdum eigindómi ásetir fútarætturin eftir ætli partin av keypspeninginum, sum lutast servituttum, brúksrættindum og tílíkum tyngslum, sum vóru frammanundan samanleggingini, um ikki nóg mikið er til rindingar av teimum, metandi um virði tyngslanna av tí parti av eigindóminum, sum hevur tyngsl og virði av øllum eigindóminum.

 Stk. 4. Tá samanleggingin er framd, verða galdandi rættindi sett á eitt eigindómsblað. Á eigindómsblaðið kunnu hereftir einans førast slík rættindi, ið allur tann nýggi eigindómurin heftir fyri.

§ 22. 2) 3) Áðrenn eitt sundurbýti verður endaliga framt við tinglýsing av skeytum til teir nýggju eigindómarnar, skal váttan fyriliggja frá Tinglýsingarstovuni, um teir servituttir, ið tinglýstir eru á eigindóminum, liggja á øllum eigindóminum ella bert summum av teimum nýggju eigindómunum, sum ætlað er at býta hann í, og tá hvørjum. Sum grundarlag fyri hesi váttan kann Tinglýsingarstovan krevja álit frá matrikulstovuni um nevndu spurningar.

Stk. 2. 3) Tinglýsingarstovan skal annars vera teim, sum býta sundur, til hjálpar at nýta mannagongdina eftir § 20 í hesi lóg til tílíkar heftingar og tyngsl á megineigindóminum, sum búgvin eru til strikingar eftir nevndu reglu.

Stk. 3. 3) Kemur fráboðan um sundurbýti ella matrikulering eftir teimum reglum, sum galdandi eru um hetta, stovnar Tinglýsingarstovan beinanvegin eigindómsbløð fyri teir nýggju eigindómarnar. Sundurbýti verður viðmerkt á blaðið hjá tí sundurbýtta eigindóminum.

Stk. 4. Á tey nýggju eigindómsbløðini verður í  heimildar-, byrðu- og heftingarteiginum sett ein stutt tilvísing til blaðið hjá høvuðseigindóminum.

Stk. 5. Í seinasta lagi við fyrstu tinglýsing av skjeyti verða viðmerktar tær byrðar og heftingar, ið liggja á tí einstaka eigindóminum. Er tann nýggi eigindómurin ikki loystur undan nevndu heftingum, ið liggja á høvuðseigindóminum, verða hesar samstundis tilskilaðar.

Stk. 6. Reglan í § 23, stk. 2, verður eisini at nýta í hesum førum.

Stk. 7. Reglurnar í stk. 1-6 verða at nýta samsvarandi við uppbýti í eigaraíbúðir.

§ 23. 3) Um so er, at ein partur verðu latin burturav einum eigindómi og beinavegin lagdur aftrat einum øðrum eigindómi, soleiðis at hann ikki kann verða skildur frá hesum aftur uttan loyvi matrikulvaldsins, skulu panthavararnir í fyrrnevnda eigindómi frammanundan í tinglýstum áriti á pantibrøvini hava givið sítt samtykki til frígeringar av heftingum á tí burturavlatna eigindóminum. Reglurnar í § 22 um servituttir og onnur tyngsl verða her nýttar samsvarandi, tó soleiðis, at Tinglýsingarstovunnar váttan í hesum føri má fyriliggja, áðrenn broyting verður loyvd í matrikuleringini.

Stk. 2. 3) Hesari her fyrisettu mannagongd kann tó sleppast undan, um váttan kann fáast frá Tinglýsingarstovuni og tveimum av honum boðsendum og á hesum øki serliga kønum monnum, at ein eftir stødd og virði eigindómsins smámunarligur lutur kann latast burturav uttan nakran vanda fyri pantitrygdina, hareftir pantiheftingarnar kunnu strikast á tí burturav latna lutinum. Greinligari reglur um hetta, herundir reglugerð fyri metingarmenninar og reglur um gjald fyri nevndu váttanar, fyrisetir landsstýrimaðurin.

Stk. 3. Um sundurleggingina og afturatleggingina verður fráskriving og tilskriving gjørd á viðkomandi eigindómsbløð við tørvandi sínámillum tilskiling til blaðið hvaðan ella hvar viðkomandi eigindómslutur er fluttur.

§ 24. Tá ið ein ikki pantsettur eigindómur ella partur av tílíkum verður lagdur aftrat einum øðrum, soleiðis at hann ikki aftur má skiljast frá seinna eigindómi uttan loyvi matrikulvaldsins, kemur hin aftratlagdi eigindómur ella eigindómspartur í framtíðini undir tær heftingar, sum tinglýstar eru á hesum, tó við prioriteti aftaná møgulig eftirstandandi tyngsl á tí afturatlagda eigindómi ella eigindómsparti.

Kapitul 5.

Tinglýsingarinnar rættarfylgja.

§ 25. Eitt skjal verður roknað fyri tinglýst, tá tað er ført inn í tingbókina. Rættarfylgja tinglýsingarinnar verður roknað frá tí degi, skjalið er meldað til tinglýsingar, um ikki annað er fyrisett í hesi lóg. Skjøl, ið meldað verða til tinglýsingar sama dag, eru javnbjóðis.

§ 26. Um so er at hevd ikki er tinglýst og tí dettur burtur móti einum seinni ognara eftir § 1, skal hesin tó gera rætt sín galdandi innan 2 ár, eftir at rættindi hansara eru tinglýst. Annars fær hevdin eisini gildi móti honum.

Stk. 2. Er hevdartíðin ikki gingin, tá ið ognarans rættindi verða tinglýst, skal hann gera sín rætt galdandi innan nevndu frest, um hevdartíðin er gingin frammanundan.

Stk. 3. Er hevd fingin detta øll rættindi í eigindóminum burtur, ið annars høvdu gingið móti tí brúki ella nýtslu, sum fingin er við hevdini.

§ 27. Tá ið eitt skjal er ført inn í tingbókina, kann góðvarin ognari av rættindum í eigindóminum eftir tinglýstari avtalu – ella eftir flutningi á pantibræv – ikki verða møttur við mótmæli móti viðkomandi skjals gildi. Mótmæli, at eitt skjal er falskt ella falskað, ella at tess útgáva er ólógliga framd við persónligum yvirgangi ella við hóttan um nýtslu av tílíkum í stundini, ella at útgevarin var ómyndigur við útgávuna, hevst tó eisini móti góðvarnum ognara.

§ 28. Hann, sum hevur tinglýst pantibræv í hendi og eigur tað í forminum heimilt, hevur ikki skyldu at geva tað frá sær til hansara, ið mist tað hevur, uttan so tað verður prógvað, at hann, tá hann fekk tað, hevur gjørt seg sekan í ósketni.

§ 29. Rindan av leigu ella øðrum gjøldum, uppsøgn og tílíkt, sum heimild hava í tinglýstum skjali, kunnu, tá tað verður gjørt í góðvari, gildiga vera honum latin, sum eftir tingbókini hevur heimild at taka ímóti nevndu gjøldum, uppsøgnum og tílíkt.

Um rindan av frádráttum av pantibrævi galda tó reglurnar í skuldarbrævslóggávuni.

§ 30. 3) Í teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum verður endurgjald latið, sum landskassin rindar. Endurgjaldið verður ásett av dómstólunum. Sakarmál verður reist við Føroya Rætt móti Tinglýsingarstovuni vegna tað almenna.

§ 31. Góðvarin ognari, sum eftir regluni í § 27, 2. punktum, ikki fær rætt á eingindóminum, eigur endurgjald fyri tað tap, ið av tí stendst.

§ 32. Um onkur, ið hevur fingið sín rætt strikaðan eftir § 20, kemur seinri og prógvar sín rætt, og hann verður hildin ósekur í, at rætturin ikki er gjørdur galdandi í rættari tíð eftir nevndu reglu, hevur hann endurgjaldskrav fyri tað tap, ið av hesum hevur staðist. Rætt til endurgjald hevur eisini tann, ið eftir § 22 hevur fingið servitut sín skerdan til ein part av eigindóminum og seinni er strikaður uttan at hava fingið fullnað á tvingsilssølu yvir hann, uttan so tað má haldast, at hann eisini var dottin burtur, sjálvt um hann framvegis hevði havt trygd í høvuðseigindóminum.

§ 33. 3) Hann, ið heldur, at tað ikki er beint sum í tingbókini stendur, og rætti hansara at bága, kann, hóast hann ikki beinanvegin prógvar tað, krevja eina fyribils tinglýsing av kravi sínum um rætting, tá ið hann fyri Tinglýsingarstovuni ger tað líkt til, at hann hevur rætt ella letur eina av Tinglýsingarstovuni ásetta trygd. Prógvar hann ikki krav sítt innan fyri eina frest, sum Tinglýsingarstovan fyrisetur, verður fyribils tinglýsingin strikað.

§ 34. 2) Skuldi tað víst seg, at eitt skjal er skeivt endurgivið í tingbókini ella aktini ella av vansketni ikki er ført inn í tingbókina, ella at tað er innført við skeivum tilmeldingardegi, hevur hann, sum órættaður er, rætt at krevja rætting í tingbókini ella aktini og endurgjald fyri tap, sum nevndi skeivleiki ella vansketni hevur havt við sær fyri hann, Hevur nakar, áðrenn rætting er gjørd, við avtalu ognast rætt í eigindóminum í treysti til tingbókina ella aktina, verður tað eftir meting um allar umstøður í tí einstaka føri at gera av við dómi, um hann, sum órættin hevur liðið, ella hin góðvarni ognarin skal fáa sjálvan rættin dømdan til ella skal lata sær endurgjald lynda. Málið skal reisast eftir regluni í § 30, seinasta pkt. Í hesari meting fer rætturin serstakliga at leggja dent á, um hin órættaði longu eina tíð hevur gjørt nýtslu av viðkomandi rætti, lagað síni viðurskifti hareftir ella tílíkt, um hann, serstakliga við servituttum, hevur nýtt sín kærumálsrætt móti tiltøkum, sum ganga hansara rætti ímót ella ikki, eisini hvat slag rætturin er (t.d. brúksrættur ella pantirættur) og um rætting í tingbókini fer at órógva seinni tinglýst rættarviðurskifti nógv, serstakliga pantirættarviðurskifti og tílík.

Stk. 2. 3) Fyri tap av øðrum skeivleikum í tingbókini ella av Tinglýsingarstovunnar tinglýsingarátekning verður latið endurgjald. Tó verður endurgjald ikki latið fyri skeiva tilskiling av eigindómsins stødd, bústaði og virði.

§ 35. Umframt í her nevndu førum skal endurgjald eisini latast fyri onnur tap, sum standast av mistøkum hjá tænastumonnum tinglýsingarinnar.

Stk. 2. Reglurnar í §§ 34 og 35 gera onga broyting í galdandi reglum um ábyrgd tænastumanna fyri gjørd mistøk.

§ 36. 3) Um avgerðir Tinglýsingarstovunnar eftir hesi lóg kann kærumál reisast innan 4 vikur. Kærufrestin verður roknað frá tí degi, viðkomandi hevur fingið frásøgn um avgerðina. Verður kæra reist, verður viðmerking um hetta beinanvegin førd inn í dagbók ella tingbók.

Stk. 2. 7) Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan eftir stk. 1 til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.

Kapitul 6.

Tinglýst pant í føstum eigindómi.

§ 37. Tá ið ein fastur eigindómur er gjørdur at nýta til eitt varandi vinnuligt virki, koma undir tinglýst pantibræv í eigindóminum, tá ið ikki annað er avtalað, eisini tað til virkið hoyrandi rakstrarinventar og rakstraramboð – haruppi í maskinur og tekniskar innleggingar av øllum sløgum – og í landbúnaðareigindómi eisini eigindómsins innstøða, taðfall, grøði og onnur framleiðsla, um so er at tey ikki verða latin burturav í eigindómsins vanliga rakstri.

Stk. 2. Er ein eigindómur tryggjaður, kemur undir tinglýst pantibræv í eigindóminum, tá ikki annað er avtalað, tryggingarpeningur hansara. Sama regla er galdandi fyri tað í stk. 1 nevnda tilhoyr.

Stk. 3. 4) Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri akfør, nevnd í § 42 a.

§ 38. 4) Tá ið ein bygningur er gjørdur, heilt ella partvís liðugur, og tá ið maskinur, ketlar, ovnar ella tílíkt er innlagt í einum eigindómi fyri eigarans rokning eigindóminum til nýtslu, kann ikki takast fyrivarni um serstakan rætt til bygningsins tilhoyr, hvørki sum ognarrættur ella á annan hátt. Undir tinglýst pantibræv í eigindóminum kemur uttan serliga avtalu eisini hetta tilhoyr.

§ 39. Átekur ognari av føstum eigindómi sær pantiskuldina í honum eftir avtalu við avhendaran, og er tilskilað í pantibrævinum, at skuldin ikki kann krevjast goldin við eigaraskifti, er ognari, tá ið ognarheimild hansara er treytaleyst tinglýst, farin undir og avhendarin loystur frá skyldum sínum í eingindóminum til panthavaran. Hesin hevur tó rætt at krevja hin fyrra eigaran eftir øllum gjøldum eftir pantibrævinum, so leingi hann ikki hevur fingið frásøgn um yvirtøkuna og tinglýsing nýggja eigarans við tørvandi prógvi um hana. Avhendarin kann krevja, at pantibrævið fær eina av panthavaranum undirskrivaða átekning um skuldyvirtøkuna.

Stk. 2. Í øðrum førum fær skuldyvirtøkan ikki gildi fyri panthavarin, fyrrenn avtala er gjørd ímillum hann og nýggja eigaran. Avtalan kann gerast við átekning á pantibrævið.

Stk. 3. Skuldyvirtøkuni tørvar onga tinglýsing.

§ 40. Heldur ein tinglýstur pantirættur í føstum eigindómi uppat, heilt ella lutvíst, ella vísir tað seg, at hann ikki er gildugt stovnaður, hevur eigarin, hóast mótgangandi avtalu við aftanfyri standandi panthavara ella aðrar, rætt at nýta – antin beinanvegin ella seinni – hetta soleiðis leysa plássið til nýggjan pantirætt, uttan so, at hann við uppathaldið ella seinni hevur sagt henda rætt frá sær. Verður pantirætturin avlýstur, uttan at eigarin samstundis ger nýtslu av sínum rætti at seta ein nýggjan pantirætt í tað leysa plássið, skal tað eftir áheitan viðmerkjast í tingbókini, at hin fyrrverandi pantirætturin nú er eigarans. Er eingin viðmerking gjørd, taka teir aftanfyri standandi tað leysa plássið. Við tvingsilssølu ognast eitt leyst pláss øllum hinum rættindahavarunum á eigindóminum. Sama er galdandi, um eigindómurin á annan hátt enn við tvingilssølu verður seldur av trotabúgvi ella búgvi við ikki viðgingnari skuld.

Stk. 2. Somu reglur eru galdandi, tá eigarin hevur hildið sær eitt pláss til seinni stovning av pantirætti.

Stk. 3. Tó skal tað gildugt í aftanfyri standandi pantibrævi kunna samtykkjast um, at pantirættur tess tekur seg fram, so hvørt sum ein frammanfyri standandi verður avdrigin, ella tá ið hesin pantirætturin til eina frammanundan ásetta tíð verður fult innloystur. Í hesum føri kann ikki verða viðtikið, at minka um støddina á avdráttinum ella gera annan steðg í lánsins rindan uttan loyvi frá eftirpanthavaranum. Gjaldfrest við avdrátti frá forpanthavara hevur ikki tað við sær, at kapitalur eftirpanthavarns er fallin til gjaldingar, men kann eftirpanthavarin tá krevja sær ta fallnu peningahæddina goldna sum avdrátt uppá skuldina til hansara. Um so er at fleiri eftirpanthavarar kunnu gera nevnda rætt galdandi, skal hann hava avdráttin, ið eigur fyrstarætt til hansara.

Stk. 4. Panthavari kann ikki, tá ið hann letur skuldara fáa gjaldfrest við rentum og tílíkum gjøldum framvegis hava sín pantirætt fyri hesum gjøldum frammanfyri aftanfyri standandi ella javnbjóðis panthavaranum longur enn 1 ár frá gjalddegi. Hevur panthavari krav uppá hægri rentu ella annað serstakt gjald orsakað av seinkaðari gjalding, standa tílík gjøld við fullnað pantsins aftanfyri rætt annara panthavara. Hesar reglur verða tó ikki nýttar á skaðaloysisbrøv.

Stk. 5. Panthavari kann ikki uttan samtykki frá teimum, sum hava rætt í eigindóminum aftaná ella javnbjóðis honum, gera avtalu við skuldaran, at hesin skal hava longri uppsagnarfrest enn avtalað varð, tá ið tann aftanfyri standandi ella javnbjóðis rættur var stovnaður. Heldur ikki kann hann gera avtalu við skuldaran um hægri rentu enn galt tá, uttan samtykki frá nevndu rættindahavarum, um so er at rentan fer upp um 5 pct.

Stk. 6. Øðrum broytingum, sum gjørdar verða í pantirættar treytum ella virkan tørvar ikki samtykki frá nevndu rættindahavarum. Mótgangandi viðtøkur eru ógildugar.

§ 41. Er tað í pantibrævi viðtikið, at tað stendur aftan fyri lán av almennum peningi, kann frammanfyri standandi pantirættur ikki uttan samtykki eftirpanthavarans gevast sum trygd fyri øðrum lánum enn úr yvirformyndarastovninum og øðrum stovnum, sum eftir reglum, góðkendar eru av stati ella løgtingi, veita lán í føstum eigindómi eftir reglunum um innseting av peningi ómyndinga, og lánum úr sparikøssum og teim av stati ella løgtingi góðkendu realkredittstovnum.

Stk. 2. Er tað í aftanfyri standandi pantibrævi tilskilað, at tað fer afturum lán av einum av stati ella løgtingi góðkendum realkreditstovni, soleiðis at lánið kann rindast við teimum íhendihavara skuldarbrøvum, sum nevndu stovnar geva, krevst samtykki eftirpanthavarans til eina og hvørja hækking av rentuni av tí frammanfyri standandi pantirættinum og somuleiðis at seta á hetta pláss annan pening enn nevnda.

Stk. 3. Tá ið plássið hjá einum frammanfyri standandi verður nýtt til lán úr einum realkreditstovni av omanfyri nevnda slag, krevst eftirpanthavarans samtykki til at koma undir ta samtyktarligu solidarisku ábyrgdina í tílíkum stovni ella broytingar í hesari ábyrgd, uttan so tað er samtykt, at eftirpanthavarin fer afturum lán av almennum peningi, smbr. stk. 1.

§ 42. Pantirætturin fyri høvuðsstólin sambært tinglýstum pantibrævi í føstum eigindómi við fast ásettari nøgd fyrnist ikki.

Kapittul 6 a. 4)

Tinglýsing í akfarsbókina 4)

§ 42 a. 4) Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri motorakfør, húsvognar, lendisakfør, leguvognar og viðfestivognar til bilar.

§ 42 b. 4) Ognarfyrivarni og undirveð í teimum í § 42 a nevndu akførum skulu tinglýsast fyri at fáa verju ímóti avtalum, sum í góðvari verða gjørdar um akfarið, og ímóti rættarsókn. Tað sama er galdandi fyri rættarsókn í slíkum akførum, um skuldarin ikki hevur mist ræðisrættindini yvir akfarinum.

Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1 skulu ognarfyrivarni í teimum í § 42 a nevndu akførum ikki tinglýsast fyri at fáa verju ímóti rættarsókn, um akfarið hvørki er, ella áður hevur verið, skrásett í akfarsskránni hjá Akstovuni. Hetta er tó ikki galdandi, um akfarið er frítikið fyri skráseting.

Stk. 3. Tá tey í stk. 1 nevndu rættindi eru tinglýst, tørvar avhending ella onnur flyting av rættindunum ikki tinglýsing.

§ 42 c. 4) Tinglýsing av teimum í § 42 b nevndu rættindum verður gjørd í akfarsbókini, ið verður førd av tinglýsingarmyndugleikanum.

Stk. 2. Sum tinglýsingargrundarlag krevst eitt skjal, ið meldað verður til tinglýsingarmyndugleikan til tinglýsingar. Skjalið skal eftir sínum innihaldi fastseta, stovna, broyta ella taka av rættindi í einum ávísum akfari. § 9, stk. 4 og 5 og § 10, stk. 3 hava samsvarandi nýtslu.

Stk. 3. Viðvíkjandi skjølum um ognarfyrivarni og veðbrøv hevur § 10, stk. 2 samsvarandi nýtslu. Harafturat hevur § 11, stk. 2 eisini samsvarandi nýtslu viðvíkjandi veðbrøvum. Við tinglýsing av rættarsókn skal váttan frá tí valdi, sum tikið hevur avgerðina, leggjast fram, ella váttað útskrift úr tess bókum.

§ 42 d. 4) Skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu førast í dagbókina. § 14, stk. 1, 2. og 3. pkt., § 14, stk. 3 og § 15, stk. 1-3 hava samsvarandi nýtslu.

Stk. 2. Skjøl um ognarfyrivarni og pantibrøv skulu tilskila teir einstøku prioritetir, ið frammanfyri eru, og stødd teirra. § 15, stk. 4 og stk. 5, 1. pkt. hava samsvarandi nýtslu. Um akfarið ikki er skrásett í akfarsskránni hjá Akstovuni, um skrásetti eigarin er ein annar enn tann á skjalinum uppgivni, ella er tað til skrokknummarið svarandi skrásetingarnummarið eitt annað enn tað á skjalinum uppgivna, fær skjalið viðmerking. Víkur innihaldið í skjalinum annars munandi frá upplýsingunum í akfarsskránni hjá Akstovuni, fær skjalið viðmerking.

Stk. 3. Er einki til hindurs fyri tinglýsing av viðkomandi skjali, ella kann tað tinglýsast við viðmerking, verður tað ført inn í akfarsbókina. Ein møgulig stutt viðmerking verður somuleiðis førd inn í akfarsbókina. § 16, stk. 1, 3. pkt. og stk. 2-4 hava samsvarandi nýtslu.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tinglýsingarháttin.

§ 42 e. 4) Eitt skjal verður roknað fyri tinglýst, tá tað er ført inn í akfarsbókina. Rættarfylgja tinglýsingarinnar verður roknað frá tí degi, skjalið er meldað til tinglýsingar. Skjøl, ið meldað verða til tinglýsingar sama dag, eru javnbjóðis.

Stk. 2. Tinglýst rættindi verða strikað úr akfarsbókini, tá ið 10 ár eru liðin síðani tinglýsingina, og tað ikki innan fyri hesa freist er meldað til tinglýsingar av nýggjum.

Stk. 3. §§ 34 og 35 hava samsvarandi nýtslu.

II. Tinglýsing viðvíkjandi leysafæ og ognarvirðum yvirhøvur

Kapitul 7.

§ 43. 4) Skjøl, ið ikki skulu tinglýsast sbrt. ásetingunum í kap. 6 a, og sum antin viðvíkja persóns ræði á leysafæ ella á ognarvirðum hansara yvirhøvur, og sum eftir niðanfyri standandi reglum krevja tinglýsing, verða førd inn í eina serstaka persónsbók.

Stk. 2. Persónbókin kann skipast í serstakar deildir fyri tey ymisku sløgini av skjølum.

Stk. 3. Skjalið skal viðvíkja einum ávísum í Føroyum búgvandi persóni, felagi, íognarfelagi, partafelagi, stovni, ella tílíkum, og skal ovast á forsíðuni standa tilmeldarans navn og bústaður.

Stk. 4. Reglurnar um tinglýsing sum standa í hesi lóg í §§ 7 stk. 1, 9 stk. 1, stk. 4, stk. 6, 10 stk. 1-3, 11 stk. 2, og 14, hava samsvarandi nýtslu til tinglýsingar av teim her nevndu skjølum.

Stk. 5. Tað, sum fyrisett er í §§ 15 og 16 um kanning út frá tingbókini og innførslu í hana, verður samsvarandi nýtt um kanning út frá persónbókini og innførslu í hana.

Stk. 6. 4) Skjøl, ið tinglýst verða sbrt. § 1, kunnu snúgva seg um, at ein persónur bindur seg til ikki at undirveðseta ogn sína, sbrt. § 47, § 47 b, stk. 2, § 47 d, stk. 3, nr. 1-7 ella § 47 e, uttan samtykki frá tí, ið átalurætt hevur. Skjalið skal staðfesta, hvør hevur átalurætt.

§ 44. Dagbókin skal, tá ið her umrøddu skjøl verða meldað til tinglýsingar, í stuttum nevna slag skjalsins og persónin (felag, partafelag ella tílíkt), sum skjalið viðvíkur umframt tilmeldarans navn og bústað.

Stk. 2. Skjalið skal seinast 10 dagar eftir tess tilmelding til dagbókina førast inn í persónbókina.

Stk. 3. Endurritini av skjølunum verða samlað eftir bókstavunum í persónbókini, ella eftir raðfylgjuni, tey eru tinglýst. Tá ið eitt skjal verður strikað, fer tað í skjalagoymsluna.

§ 45. Her umrøddu skjøl verða kunngjørd í tinglýsingarlistanum. Av pantibrøvum verða í honum at tilskila nøvn partanna og størv umframt bústaður skuldarans. Av hjúnasáttmálum tilskilast nøvn partanna, størv og bústaður.

§ 46. Eitt skjal verður roknað fyri tinglýst, tá tað er ført inn í persónbókina. Rættarfylgja tinglýsingarinnar verður roknað frá tí degi, tá ið skjalið verður meldað til tinglýsingar. Skjøl, sum meldað verða til tinglýsingar sama dag, eru javnbjóðis.

§ 47. 4) Pantibrøv, sum geva undirpant í leysafæ, sum ikki er nevnt í § 42 a, skulu tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðvari verða gjørdar við panteigaran, og móti rættarsókn.

Stk. 2. Pantibrøv, sum geva undirpant í ávísum leysafælutum, verða strikað, tá ið 10 ár eru liðin síðani tinglýsing pantibrævsins, og tað ikki innanfyri hesa frest er meldað tinglýsing av nýggjum.

Stk. 3. Umfarsskjøl, vanlig skuldarbrøv og onnur fíggjarkrøv kunnu ikki pantsetast við tinglýsing av pantibrævi eftir teim í stk. 1-2 givnu reglum.

§ 47a. 8) Eingin kann veita pant í øllum, sum ein eigur ella kemur at eiga.

§ 47b. 8) Undirpant í leysafæ kann ikki verða veitt í søvnum av eins ella til felags nýtslu ætlaðum lutum, ið nevndir verða við vanligum heitum, uttan so at annað fylgir av øðrum lógarreglum.

Stk. 2. 4) Tá ið eitt vinnuvirki verður rikið frá leigaðum eigindómi, kann eigarin hóast reglurnar í stk. 1 pantseta tað til virkið hoyrandi rakstrarinventar og rakstraramboð – heruppi í maskinur og tekniskar innleggingar av øllum sløgum – og í landbúnaðareigindómi eisini eigindómsins innistøðu, taðfall, grøði og aðra framleiðslu. Pantsetingin er ikki til hindurs fyri, at nevndu lutir verða latnir burturav í vanliga rakstri virkisins. Ásetingarnar í 1. og 2. pkt. eru ikki galdandi fyri akfør, nevnd í § 42 a.

§ 47c.9) Hóast reglurnar í § 37 og § 47b í hesi lóg kunnu tey, ið reka alivinnu við loyvi frá landsstýrinum, geva undirveð í alifiski og smolti fyri skuld, sum stavar frá rakstri av alistøð ella smoltstøð.

Stk. 2. Veðbrøv, sum geva undirveð í alifiski ella smolti, verða strikað, tá ið 3 ár eru liðin síðani tinglýsing pantibrævsins, og tað ikki innanfyri hesa freist er meldað tinglýsing av nýggjum.

§ 47 d. 4) Virkiseigari kann við ognarveðbrævi undirveðseta tað, virkið eigur, og í framtíðini ognar sær (virkisveð), sbr. stk. 3 og 4. Virkisveð er ikki forðing fyri, at ogn, við undantaki av krøvum, verður tikin frá í sambandi við vanligan rakstur av virkinum.

Stk. 2. Virkisveð skal vera tinglýst fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðvari verða gjørdar við veðhavara, og móti rættarsókn.

Stk. 3. Virkisveð kann fevna um:

1)   einføld krøv, sum stava frá sølu av vørum og tænastum,

2)   rávørugoymslur, hálvvirkaðar og lidnar vørur,

3)   akfør, sbrt. § 42 a, um veðsetari rekur virki við keyp og sølu av akførum,

4)   rakstrarinventar og rakstraramboð,

5)   rekevni og onnur hjálparráð,

6)   innstøða,

7)   góðvild, økisnøvn og rættindi sbrt. patentloven, varemærkeloven, mønsterloven og løgtingslóg um upphavsrætt, og

8)   veiðu.

Stk. 4. Hóast stk. 3 fevnir virkisveð ikki um:

1)   ognir, fevndar av tinglýstum veðrætti sbrt. § 37, uttan mun til, nær veðrætturin í føstum eigindómi er tinglýstur,

2)   akfør, sum sbrt. § 42 a eru frítikin fyri skráseting, 

3)   bátar ella før á 5 BT ella yvir og ognir, fevndar av veði í skipum sbrt. løgtingslóg um skráseting av skipum,

4)   loftfør og ognir, fevnd av veði í loftførum sbrt. §§ 1, 22 og 24 í lov om registrering af rettigheder og luftfartøjer,

5)   alifisk og smolt sbrt. § 47 c.

Stk. 5. Tinglýst virkisveð skal víkja fyri seinni úttøkum, um úttøkuhavari í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir, at úttøkan er framd, hevur givið boð til virkisveðhavara um úttøkuna.

Stk. 6. Tinglýst virkisveð skal víkja fyri undirveði í leysafæi sbrt. § 47, sum er tinglýst, tá virkisveðsetari ognar sær lutin. Sama er galdandi í mun til fullgilt avtalað ognarfyrivarni í leysafæ.

Stk. 7. Tinglýst virkisveð skal víkja fyri ognarfyrivarni og undirveði í akførum sbrt. § 42 a, sum er tinglýst, tá virkisveðhavari ognar sær akfarið.

§ 47 e. 4) Virkisánari kann við ognarveðbrævi undirveðseta vanlig krøv virkisins, ið eru ógoldin, eins og framtíðar krøv virkisins, sum stava frá sølu av vørum og tænastum (kravsveð).

Stk. 2. Kravsveð skal vera tinglýst fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðvari verða gjørdar við veðhavaran, og móti rættarsókn.

§ 47 f. 4) Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað til fyrimuns fyri tann ella tey, ið eru nærskyld skuldaranum ella veðsetaranum, sbrt. § 2 í  lovbekendtgørelse om konkurs, er uttan rættarvirknað. Verður veðhavari nærskyldur við skuldara ella veðsetara, kann veðið ikki verða sett sum veðhald fyri skuld, stovnað eftir henda dag, og ikki fevna um ogn, sum ánari hevur ognað sær eftir henda dag. 2 pkt. er somuleiðis galdandi, um nærskyld skuldaranum ella veðsetaranum taka við veðrættinum.

Stk. 2. Virkisveð, sbrt. § 47 d, og kravsveð, sbrt. § 47 e, kunnu ongantíð samstundis verða tinglýst á blað veðsetarans í persónsbókini.

Stk. 3. Tinglýsingardagurin er avgerandi fyri forrættarstøðuna millum veðrætt, sbrt. § 47 b, stk. 2, og virkisveð, sbrt. § 47 d, uttan mun til, nær ognin verður mett at verða fevnd av veðrættinum.

Stk. 4. Ásetingin í § 42 e, stk. 2 er somuleiðis galdandi fyri ognarveðbrøv sbrt. § 47 d, stk. 1 og § 47 e, stk. 1.

§ 47 g. 4) Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn avgerð um húsagang móti veðsetara er tikin, fevnir ikki um ogn, ið er útvegað eftir avgerðina.

Stk. 2. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn veðsetari hevur boðað frá gjaldsteðgi, fevnir ikki um ogn, ið er útvegað eftir fráboðanina.

Stk. 3. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn Skiftirætturin hevur tikið avgerð um at útseta trotabúsviðgerðina sbrt. § 24 í lovbekendtgørelse om konkurs, umfatar ikki ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um veðsetarin, tá avgerðin um at útseta trotabúsviðgerðina verður tikin, er fevndur av ásetingunum í kap. 2 í lovbekendtgørelse om konkurs, ella um skuldarumskipanarmál er byrjað.

Stk. 4. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn Skiftirætturin hevur tikið avgerð um viðgerð av neyðskuldarasemju, umfatar ikki ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um veðsetarin, tá samráðingar um neyðskuldarasemju (tvangsakkordforhandling) eru byrjaðar, er fevndur av ásetingunum í kap. 2 í lovbekendtgørelse om konkurs, ella um skuldarumskipanarmál er byrjað.

Stk. 5. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn Skiftirætturin hevur tikið avgerð um viðgerð av skuldarumskipanarmáli, umfatar ikki ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um veðsetarin, tá avgerðin um at viðgera skuldarumskipanarmálið verður tikin, er fevndur av ásetingunum í kap. 2 í lovbekendtgørelse om konkurs, um búgv veðsetarans er komið undir trotabúsviðgerð, ella um samráðingar um neyðskuldarasemju eru byrjaðar.

§ 48. 5) Avgerð um at frátaka rættarliga myndugleikan eftir verjumálslógini § 6 skal tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðari trúgv verða gjørdar við ómynding. Móti avtalum um fastan eigindóm skal tinglýsing eisini fara fram sambært § 1 í hesi lóg.

Stk. 2. Somu reglur eru galdandi fyri rættindi eftir tinglýstum skiftiúrdrátti.

§ 49. Rættarfylgjan av tinglýsing av hjúnasáttmála skal framvegis verða eftir lóg nr. 56 frá 18. mars 1925 § 37.

§ 49a. 2) Tá onnur skjøl enn pantibrøv, sum nevnd í § 47, stk. 1, verða strikað, verður § 20 at nýta samsvarandi.

III. Fyrisitingarligar reglur, og revsireglur v.m.   2)        

Kapitul 8. 4)

 § 50. 2) Øll heimildarskjøl og pantibrøv viðvíkjandi føstum eigindómi, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu skjótast gjørligt gerast atkomulig hjá almenninginum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um grundarlagið fyri tinglýsing, innlatingartíð fyri skjøl og um skipan og førslu av dagbók og tingbók og um at lata víðari upplýsingar, heruppií eftir § 50 c.

Stk. 3. Dagbókin og tingbókin kunnu førast við nýtslu av edv. Verður edv nýtt í tinglýsingini, eru reglurnar í § 50 a-e galdandi.

§ 50a. 2) Endamálið við edv-skráseting eftir § 50, stk. 3, er at fáa til vega eina arbeiðsskrá fyri tinglýsingarverkið og eitt grundarlag fyri formidling av tinglýsingarupplýsingum til almenningin og gerð av hagtølum.

§ 50b. 2) Einans er loyvt at skráseta upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna røkja tinglýsingaruppgávurnar, og upplýsingar, ið hava stóran týdning fyri nýtsluna av tinglýsingarupplýsing­um, hjá brúkarunum.

§ 50c. 2) Upplýsingar í edv-skrá eru atkomuligar hjá øllum á internetinum.

Stk. 2. Upplýsingar, ið verða strikaðar ella avlýstar, verða fluttar til eina serliga skrá (søguliga skrá). Heimildarupplýsingar úr hesi skrá kunnu latast víðari eftir reglunum í stk. 1. Aðrar upplýsingar úr tí serligu skránni kunnu einans verða latnar til nýtslu í ávísum rættarviðurskiftum. Fullar upplýsingar skulu tó eftir áheitan latast honum, sum upplýsingarnar viðvíkja.

Stk. 3. Tinglýsingarskráin kann ikki samkoyrast við privatar ella aðrar almennar edv-skráir, um ikki annað er ásett við lóg. Tó kann samkoyrast við almennar skráir fyri at flyta upplýsingar til tinglýsingarskránna sum liður í stovnani av hesi ella sum liður í framhaldandi dagføringini av tinglýsingar­skránni og til hagfrøðilig og vísindalig endamál. Somuleiðis kann gerast samanburður um terminal við aðrar atkomuligar upplýsingar frá øðrum almennum skráum viðvíkjandi fastari ogn.

Stk. 4. Hópupplýsingar kunnu ikki latast víðari, jbr. tó § 50, stk. 1.

Stk. 5. Latan av upplýsingum, eftir § 50, stk.1, viðvíkjandi ávísum tilskilaðum føstum eigindómum kann støðugt fara fram til brúkararnir. Slíkar upplýsingar kunnu ikki latast víðari við edv.

Stk. 6. Upplýsingar, ið verða latnar víðari eftir stk. 1-5, kunnu ikki nýtast við tí fyri eyga at fáa nýggj viðskiftafólk ella annars við øðrum endamálum enn avhending, trygging, rættarsókn og rættarviðurskifti annars, lánupptøka í fastari ogn, lánsmeting, likamligt ræði á fastari ogn og ráðgeving í sambandi við hesi endamál.

Stk. 7. 3) Avgerðir viðvíkjandi víðarilatan eftir stk. 3-5 verða tiknar av Tinglýsingarstovuni. Avgerð Tinglýsingarstovunnar kann kærast til landsstýrismannin.

Stk. 8. 3) Landsstýrismaðurin verður heimilaður at leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.

§ 50d. 2) 3) Landsstýrismaðurin ásetir eftir samráðing við Dátueftirlitið nærri reglur við atliti at tryggja, at upplýsingar í tinglýsingarskránni ikki verða oyðilagdar, reingjaðar ella settar inn av órøttum, strikaðar ella broyttar, jbr. §§ 20 og 49 a, og við atliti at tryggja, at upplýsingarnar ikki verða misnýttar, ella at óviðkomandi fáa kunnleika um tær.

Stk. 2. 3) Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við tinglýsingarskráunum. Avgerðirnar hjá landsstýrismanninum eru endaligar.

Stk. 3. 3) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta eftirlit.

§ 50e. 2) Við bót verður hann revsaður, ið nýtir eina upplýsing ímóti regluni í § 50c, stk. 7. Fyri brot, ið verða framd av partafeløgum, smápartafeløgum ella líknandi, kann bót verða áløgd felagnum sum slíkum.

§ 50f. 2) Pantibrøv, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu vera skrivað á oyðubløð, ið eru góðkend av landsstýrinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta, at onnur skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsing, skulu vera skrivað á oyðubløð, ið eru góðkend av landsstýrismanninum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, hóast reglurnar í § 50 c, stk. 3-5, áseta reglur um royndir við tinglýsing við støði í elektroniskari flytan av upplýsingum og um royndir við elektroniskari latan av upplýsingum til ein realkreditstovn. Í hesum reglum kann verða ásett, at tinglýsing av elektroniskum skjølum skal hava somu rættarfylgju  sum tinglýsing av øðrum skjølum.

§ 51. Til tey rættindi, sum standa í tingbókini, tá ið lógin kemur í gildi, koma reglurnar í §§ 26-35 í nýtslu.

 § 52. 2) Rættindi í føstum eigindómi, sum mega ætlast vera gildugt stovnað við rættarfylgju fyri triðjamann uttan tinglýsing, áðrenn henda lóg kemur í gildi, hava eisini framvegis gildi uttan tinglýsing. Rættindi, sum eftir hesi reglu ikki tørva tinglýsing, kunnu tí krevjast tinglýst, hóast regluna í § 15, stk. 2.

Stk. 2. 3) Tá ið eitt skjal gildugt er gjørt undir higartil galdandi rætti, fer tað eftir Tinglýsingarstovunnar avgerð eisini at kunna tinglýsast, eftir at henda lóg er komin í gildi, hóast tað ikki lýkur treytirnar fyri tinglýsing eftir hesi lóg.

Stk. 3. Pantibrøv, sum geva pant í føstum eigindómi, og sum eru tinglýst, áðrenn henda lóg kom í gildi, hava hóast §§ 40 og 41, framvegis ta rættarstøðu, tey høvdu eftir higartil galdandi rætti, so leingi endurnýgging ikki er framd.

§ 53. Verður ivi í, um ein rættur í føstum eigindómi gildugt kann vera stovnaður uttan tinglýsing, áðrenn henda lóg kom í gildi, kann ein og hvør, sum heldur seg hava áhug at fáa avgerð um spurningin, skrivliga heita á sorinskrivaran og krevja málið avgjørt eftir fylgjandi reglum:

Stk. 2. Sorinskrivarin skal, um líkindi eru til, at hin ótinglýsti rætturin kann vera stovnaður, áðrenn henda lóg kom í gildi, seta rættarfund. Til henda fund boðar sorinskrivarin við 14 daga frest í innskrivaðum brævi teimum, sum sorinskrivarin veit, spurningurin er eitt áhugamál hjá.

Stk. 3. Eisini kann sorinskrivarin, um hann heldur tað vera neyðugt, við 6 viku frest í kunngerð 2 ferðir í tí í § 20 nevnda blaði boða øllum teimum til fundar, sum hin ótinglýsti rætturin kann viðkoma. Frásøgn um boðanina verður eisini uppsligin á tingstaðnum. Útreiðslunar av boðanini og kunngerðunum ber hann, ið biðið hevur um at fáa málið tikið upp.

Stk. 4. Kemur einki mótmæli á einum soleiðis boðaðum fundi móti tí rætti, áheitarin kannar sær, ger sorinskrivarin eftir áheitarans umbøn úrskurð um notering í tingbókina samsvarandi tí, sum í boðanini stóð. Kemur mótmæli, roynir sorinskrivarin eftir teimum upplýsingum, sum fram eru komnir í málinum, at fáa semju í lag. Fæst semja í lag, er hon eisini bindandi fyri tey, ið ikki hava møtt eftir lógligari boðan. Fæst eingin semja, verður málið viðgjørt eftir reglunum um borgarligan rættargang.

Stk. 5. Útskrift av úrskurðinum ella av semjuni syrgir sorinskrivarin fyri verður tinglýst fyri áheitarans rokning. Eigindómshevd av parti av eigindómi kann tó ikki tinglýsast, fyrrenn tann parturin av einum eigindómi, sum fingin er við hevdini, hevur fingið egið eitið í matriklinum ella lagt undir tann eigindóm, sum hann í grundini hoyrir til. Sorinskrivarin kann, um tað gerst neyðugt, seta honum, ið fingið hevur hevdina, eina frest, og áðrenn hon er farin, skal hann hava fingið hetta í rættlag í matriklinum. Er tann setta frestin farin, kann hon framleingjast, um so er at hevdarhavarin ikki kann gera við, at hann ikki hevur hildið seg eftir frestini. Fæst ikki rættlag í innanfyri ta frest, sorinskrivarin hevur sett, missir tann ótinglýsta hevdin rættarfylgju sína mótvegis seinni ognarum og rættindum í tí eigindómi, sum hevdin er fingin í, smbr. §§ 1 og 26 stk. 1.

 § 54. §§ 20, 32 pkt. 1 og 43-49 í hesi lóg fær gildi beinanvegin. Samstundis fara úr gildi Chr. V. Norska lóg 1. bók 3. kap. 10 art. og 5. bók 1. kap. 9.-12. art., 5. kap. 1. og 2. art, umframt orðið _andet“ í 3. art., fyriskipan frá 28. juli 1841 §§ 1 og 3, smbr. lóg frá 4. januar 1854 stk. 7, lóg frá 4. mars 1857, har roynt verður at minka um sundurbýti av ognarjørð § 19, fyriskipan um trotabúgv nr. 72 frá 2. mai 1902 § 153, lóg nr. 277 frá 30. juni 1922 § 4 og lóg nr. 56 frá 18. mars 1925 §§ 45-48 smbr. § 50, stk. 3, pkt. 3.

Stk. 2.3) Landsstýrið fær heimild til eftir ummæli frá Tinglýsingarstovuni og matrikulvaldinum við kunngerð at seta lógina í síni heild í gildi í teimum einstøku matrikuleringsumráðunum, so við og við sum matrikulering er útinnt har.

Stk. 3. Samstundis sum tann í stk. 2 nevnda kunngerð kemur í gildi, verður fyri tað umráðið sett úr gildi Chr. V Norska lóg 1. bók 4. kap. 37 art., 8. kap. 4. art., 5. bók 3. kap. 39-43. art. og 7. kap. 7. art., fyriskipan frá 25. november 1831, smbr. kanselliskriv frá 19. oktober 1833 fyriskipan nr. 188 frá 22. juni 1928, lóg nr. 172 frá 18. mai 1937 § 24 stk. 1, lóg nr. 174 frá 24. mai 1937 §§ 57-58, kunngerð nr. 201 frá 18. mai 1938 og kunngerð nr. 35 frá 30. oktober 1940 § 4 pkt. 1.

Stk. 4. Lógarinnar § 9 stk. 1, 3, 4 og 6 fær eisini beinanvegin gildi fyri skjøl, ið latin verða til tinglýsingar viðvíkjandi eigindómum, ið liggja í umráðum, sum henda lóg ikki í síni heild hevur fingið gildi fyri sambært stk. 2. Tílík skjøl skulu tilskila, hvar tey skulu verða noterað í teimum registrum, ið eru, ella um tey ikki viðkoma nøkrum registri. Skjøl, ið einki siga um hetta, verða víst burtur. Galdandi rættur skal framvegis verða óbroyttur um tinglýsing til giftu og ættarlýsing av børnum uttanfyri hjúnalag, smbr. tó lóg nr. 132 frá 7. mai 1937 § 8 stk. 3.

Stk. 5. Galdandi rættur verður eisini framvegis óbroyttur um tinglýsing av lógum, fyriskipanum, kommunuviðtøkum og tílíkt. Greinligari reglur, hvussu hetta skal gerast í framtíðini, setur landsstýrið.

Stk. 6. Heimildin til konfirmatión av íognarfelagssáttmálum eftir kgl. resolutión frá 18. august 1814 dettur burtur.

Stk. 7. Eisini dettur burtur tað, sum í lóggávuni annars gongur hesi lóg ímóti.

 

    Gildiskunngerðirnar eru hesar:

 K. nr. 50 frá 02.06.1964 (Sørvágur), K. nr. 57 frá 02.09.1966 (Miðvágur), K. nr. 6 frá 13.02.1967 (Tórshavnar býur), K. nr. 39 frá 12.07.1967 (Norðragøta og Sandavágur), K. nr. 13 frá 19.04. 1968 (Skálavík, Sumba og Vágur), K. nr. 14 frá 04.05.1970 (Glyvrar og Søldarfjørður), K. nr. 61 frá 15.09.1970 (Klaksvík og Strond), K. nr. 4 frá 07.04.1971 (Leirvík og Lamba), K. nr. 35 frá 03.08. 1971 (Hvalba, Sandvík og oynna Lítlu Dímun), K. nr. 44 frá 06.12.1971 (Fuglafjørður), K. nr. 45 frá 08.12.1971 (Nólsoy), K. nr. 47 frá 12.07.1972 (Kirkjubøur og Argir), K. nr. 49 frá 19.10.1973 (Hoyvík og Hvítanes), K. nr. 42 frá 14.05.1974 (Húsavík), K. nr. 80 frá 29.10.1974 (Øravík), K. nr. 82 frá 29.11.1974 (Dalur), K. nr. 24 frá 14.05.1975 (Oyri), K. nr. 54 frá 10.07.1975 (Norðskáli), K. nr. 19 frá 14.04.1976 (Norðoyri), K. nr. 54 frá 31.05. 1976 (Svínoy), K. nr. 25 frá 06.04.1977 (Syðragøta og Gøtugjógv), K. nr. 48 frá 06.06.1977 (Skarvanes), K. nr. 60 frá 13.07.1977 (Sandur og Skopun), K. nr. 64 frá 09.09.1977 (Froðba), K. nr. 75 frá 14.11.1977 (Skála), K. nr. 98 frá 20.11.1978 (Vestmanna), K. nr. 8 frá 24.01.1979 (Nes í Suðuroy), K. nr. 86 frá 09.11.1979 (Velbastaður, Trongisvágur, Leynar og Kollafjørður), K. nr. 76 frá 25.06.1980 (Hattarvík, Múli og Skálatoftir), K. nr. 80 frá 20.08.1980 (Mykines), K. nr. 98 frá 14.11.1980 (Elduvík, Kirkja, Syðradal-Kalsoy og Húsar), K. nr. 74 frá 28.10.1981 (Kunoy, Skarð, Haraldssund, Hósvík, Kaldbak, Sund og Porkeri), K. nr. 105 frá 19.10.1982 (Mikladalur), K. nr. 23 frá 24.10.1983 (Gásadalur), K. nr. 48 frá 09.05.1982 (Nes, Hvalvík og Trøllanes), K. nr. 83 frá 25.08. 1983 (Viðareiði, Depil, Norðtoftir, Hvannasund og Árnafjørð), K. nr. 113 frá 30.11.1984 (Funningur), K. nr. 114 frá 30.11.1984 (Bøur), K. nr. 115 frá 30.11.1984 (Gjógv), K. nr. 78 frá 14.11.1985 (Skúvoy), K. nr. 96 frá 11.09.1986 (Toftir og heruppií partar av bygdunum Runavík og Rituvík), K. nr. 17 frá 12.03.1987 (Oyndarfjørður), K. nr. 9 frá 08.02.1988 (Selatrað), K. nr. 88 frá 01.07.1988 (Hov), K. nr. 53 frá 09.06.1989 (Kvívík), K. nr. 93 frá 16.10.1989 (Fámjin), K. nr. 14 frá 23.04.1991 (Eiði), K. nr. 15 frá 23.04.1991 (Streymnes) og K. nr. 88 frá 04.10. 1991 (Hestur og Tjørnuvík), K. nr.  151 frá 22.10.1992 (Saksun), K. nr. 215 frá 10.02.1993 (Strendur), K. nr. 167 frá 03.09.1993 (Haldarsvík), K. nr. 19 frá 03.02.1995 (Syðradal og Norðradal), K. nr. 52 frá 09.05.1995 (Koltur), K. nr. 56 frá 17.05.1995 (Skæling) og K. nr. 15 frá 10.03.1997 (Dímun).

 

 

 

 



1) Løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000 er við kunngerð nr. 112 frá 10. november 2000 sett at koma í gildi tann 20. november 2000.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 úr gildi.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 164 frá 22. desember 2005, har §§ 2og 3 eru soljóðandi: ”§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2006. § 3.  Skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru fevnd av higartil galdandi reglum.

Stk. 2. Tinglýsing av átekningum v.m. á skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tó fevnd av reglunum í § 1. Stk. 3. Skal endurgjald latast eftir teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum, ber Tinglýsingarstovan ábyrgd av skjølum, sum eru tinglisin eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi, sbr. tó stk. 2.»

4) Broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 15. mai 2014, har § 2 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. Samstundis fer úr gildi lov nr. 328 af 2. november 1962 for Færøerne om pantsætning af fangst.

Stk. 2. Veðbrøv í akførum, tinglýst sbrt. § 47, stk. 1, áðrenn henda lógin kemur í gildi, varðveita uttan tinglýsing í akfarsbókini gildi móti avtalum, gjørdar í góðvari við veðsetara, og móti rættarsókn, sbrt. ásetingunum, galdandi áðrenn lógarbroytingina í 2 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi.

Stk. 3.  Ognarfyrivarni og úttøka, sum eftir galdandi ásetingum hava gildi móti avtalum og rættarsókn, og sum eftir hesi lóg krevja tinglýsing, varðveita bara hesa trygd í 2 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi, uttan so at ognarfyrivarni og úttøka áðrenn freistina av nýggjum eru fráboðað til tinglýsingar sbrt. ásetingunum í kap. 6 a (akfarsbók).

Stk. 4. Tinglýsing innan ásettu freist, sbr. stk. 2 og 3, er uttan tinglýsingargjald og tinglýsingaravgjald.

Stk. 5. Rættindi í akførum o.ø., sum áðrenn lógin er komin í gildi, eru tinglýst sbrt. § 37 og § 47 b, stk. 2 í lógini og § 518, stk. 2 í rættargangslógini, og sum hava gildi móti avtalum og rættarsókn, varðveita rættindini sbrt. galdandi ásetingum. Rættindi, sbrt. 1. pkt. kunnu uttan tinglýsingargjald og tinglýsingaravgjald tinglýsast í akfarsbókini, sbr. kap. 6 a.

Stk. 6. Veð í veiðu, fráboðað til tinglýsingar sbrt. lov for Færøerne om pantsætning af fangst, fyri 1. januar 2015 er galdandi til og við 31. desember 2015. Veð í veiðu eftir 1. januar 2015 kann við ognarveðbrævi tinglýsast í persónsbókini sum virkisveð, sbrt. ásetingunum í tinglýsingarlógini um virkisveð.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13 er soljóðandi: ”Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”

6) Broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 1. mai 1973. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi beinanvegin.”

7) Broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006.

8) Broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 29. mai 1985 at galda frá 01.07.1985

9) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 5. mai 1987