Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. apríl 2001Nr. 55
Løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o. ø.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Stevnumið og karmar
§ 1. Stevnumiðið við útbúgvingunum er,
1. at geva tí lesandi ástøðiligan førleika til at arbeiða umborð á skipi í føroyskari og altjóða sigling,
2. at gera tann lesandi føran fyri at taka atlit at rakstri, búskapi, trygd, heilsu og umhvørvi umborð,
3. at umboða land og skipsáhugamál á besta hátt og
4. at gera tann lesandi føran fyri at leiða, samstarva, samskifta, taka ábyrgd og seta seg inn í nýggja tøkni og arbeiðsumstøður.
§ 2. Lógin er galdandi fyri útbúgving av:
1. skipsførarum,
2. skiparum,
3. dugnaskapsprógvi í sigling,
4. eindarmanning,
5. maskinmeistarum,
6. maskinistum,
7. motorpassarum,
8. dugnaskapsprógvi í motorpassing
9. elinnleggjarum og sterkstreymsteknikarum,
10. skipskokkum og
11. dekkarum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um útbúgving av manningarbólkum, sum ikki eru nevndir í stk. 1.
§ 3. Landsstýrismanninum verður heimilað, at
1. byggja og reka skúlar,
2. reka ella taka lut í rakstri av venjingarskipum og
3. skipa fyri framhalds- og eftirútbúgvingum og skeiðum til fremjing av teimum í § 2 nevndu útbúgvingum.
§ 4. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við teimum í §§ 2 og 3 nevndu skúlum, skipum, útbúgvingum, framhalds- og eftirútbúgvingum og skeiðum, og kann áseta treytir fyri at góðkenna virksemi.
Útbúgvingarráð
§ 5. Landsstýrismaðurin setur útbúgvingarráð, sum geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um útbúgving av fólki á sjónum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir umboð frá vinnuligu feløgunum á sjónum og øðrum sakkønum í tey í stk. 1 nevndu ráð.
Stk. 3. Útbúgvingarráð taka mál til viðgerðar, sum landsstýrimaðurin leggur fyri tey. Ráðini eiga at viðgera størri broytingar í útbúgvingunum og kunnu sjálvi taka mál til viðgerðar og senda landsstýrismanninum niðurstøðuna.
Stk. 4. Skúlastjórar eiga at taka lut á fundum í útbúgvingarráðunum, tá ið mál, sum snúgva seg um teirra arbeiðsøki, verða umrødd. Teir hava ikki atkvøðurætt.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ger fundarskipan fyri útbúgvingarráðini.
Felags ásetingar
§ 6. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um:
1. upptøkukrøv,
2. hvussu long útbúgvingin er,
3. innihald og vav av lærugreinunum,
4. próvtøkuskipan
5. eftirmeting og
6. næmingaskyldur og –rættindi um tær í § 2 nevndu útbúgvingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri eftir- og framhaldsútbúgvingar, skeið og undirvísingartilfar.
Royndarvirksemi og serskeið
§ 7. Landsstýrismaðurin kann eftir frammanundan lagdari ætlan skipa fyri royndarvirksemi og kann tá víkja frá reglum ásettar við heimild í § 6.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal virka fyri, at serskeið, sum eftir altjóða krøvum eru neyðug fyri manningina, verða hildin í skúlunum.
Skúlaleiðsla og lærarar
§ 8. Landsstýrismaðurin setur í starv, og loysir úr starvi skúlastjórar í skúlum, sum útbúgva manning á skipum.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluna av skúlanum og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingar og skeið verða framd sambært ásettum reglum.
Stk. 3. Skúlastjórin setur í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk. Lønar-, setanar- og eftirlønarviðurskifti hjá lærarum og øðrum starvsfólkum í skúlunum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrið hevur avtalað ella ásett.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tey krøv, sum lærarar skulu lúka fyri at undirvísa í útbúgvingum eftir hesi lóg.
Stk. 5. Skúlarnir skipa fyri skeiðum fyri lærarar.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann eisini skipa fyri og samskipa tey í stk. 5 nevndu skeið.
§ 9. Á hvørjum skúla, sum skipar fyri útbúgvingum, smb. § 2, verður skipað eitt námsfrøðiligt ráð at ráðgeva skúlastjóranum. Limir í ráðnum kunnu vera øll tey starvsfólk, ið hava undirvísingarligar og aðrar námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur eftir stk. 1.
Næmingar
§ 10. Næmingarnir kunnu skipa seg í næmingaráð.
Stk. 2. Næmingaráðini gera sína egnu fundarskipan.
Stk. 3. Umboð fyri næmingaráðini kunnu, eftir áheitan, luttaka á fundum í námsfrøðiligu ráðunum og útbúgvingarráðunum.
Stk. 4. Skúlarnir hava skyldu at lata høli til fundirnar hjá næmingaráðunum.
Stk. 5. Skúlarnir skulu tryggja næmingar móti óhappi undir sigling við venjingarskipi, bjargingarroyndum, eldsløkkingarskeiði og øðrum skeiðum, sum kunnu vera vandafull.
Kæra og gildiskoma
§ 11. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um kærumøguleikar fyri avgerðir tiknar í sambandi við útbúgvingar eftir hesi lóg.
§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving og løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar, tó verða reglur, sum eru gjørdar við heimild í hesum lógum í gildi, til tær verða settar úr gildi við reglum, sum verða gjørdar við heimild í hesi lóg.
Tórshavn, 24. apríl 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður