Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2017Nr. 56
Løgtingslóg um talgildar rokningar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Løgtingslógin er galdandi fyri landsstovnar, grunnar o.o., sum eiga at verða tikin við á løgtingsfíggjarlógina, hereftir nevnd landið, og fyri øll, sum senda almennum stovnum rokningar, hereftir nevndir ognarar.
Rokningar til landið frá ognarum fyri vørur og tænastur
§ 2. Ognarar skulu senda almennum stovnum rokningar talgilt umvegis eina rokningahandfaringarstøð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin góðkennir og kunnger neyðugar upplýsingar um rokningahandfaringarstøðir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur fyri, hvørjum tøkniligum sniði talgildu rokningar skulu vera í, sum landið skal taka ímóti.
§ 3. Tá ið landið bíleggur vøru ella tænastu, skal landið lata ognaranum:
1) eitt eintýðugt nummar, sum eyðmerkir, hvagar talgilda rokningin til landið skal sendast,
2) eitt bíleggingarnummar ella umbiðingarnummar,
3) persónstilvísing ella aðra tilvísing og
4) møguliga eyðmerkingarupplýsing um útreiðsluna.
§ 4. Talgildar rokningar, sum verða sendar landinum, skulu hava tær upplýsingar, sum landið sbrt. § 3 skal lata ognaranum.
§ 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta frávik frá § 2 fyri ognarar, sum árliga bara senda landinum fáar rokningar.
§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.
Stk. 2. Løgtingslógin er bert galdandi fyri avtalur, sum eru gjørdar á privatrættarligum grundarlagi.
Stk. 3. Løgtingslógin er ikki galdandi fyri avtalur, ið eru gjørdar, áðrenn lógin kemur í gildi.
Í Tinganesi, 10. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 105/2016