Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mai 1996Nr. 56
Løgtingslóg um granskingarráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 22 frá 21. apríl 1999
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin í granskingarmálum setir á stovn granskingarráð til frama fyri føroyska gransking.
Stk. 2. Navn ráðsins er Granskingarráð Føroya.
Stk. 3. Virksemi granskingarráðsins fevnir um náttúruvísindi, teknisk vísindi, fiski- vinnu-, landbúnaðar- og umhvørvisvísindi, samfelagsvísindi, hugvísindi og lækna- frøðilig vísindi.
§ 2. Granskingarráðið hevur hesar uppgávur:
at ráðgeva landsstýri og løgtingi í granskingarpolitiskum spurningum,
at fylgja við menningini innan føroyska og millumtjóða gransking – og gera kanningar og uppskot undan politiskari støðutakan,
at seta fram sjónarmið, tá granskingartiltøk skulu leggjast til rættis og samskipast, og tá almennar játtanir skulu gerast við granskingarendamálum fyri eyga,
at ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av granskingarlóggávu,
at ráðgeva í spurningum um, hvussu granskingin kann gerast gagnlig fyri samfelagið – bæði á almenna og privata økinum,
at taka stig til uppskot um loysn av aktuellum granskingarpolitiskum spurningum og evnum,
at ráðgeva í sambandi við gagnnýtslu av granskingarúrslitum og útbúgving av granskarum
at viðgera umsóknir um granskingarstuðul og at geva landsstýrinum tilmæli til, hvørjum eigur at verða latin granskingarstuðul av tí peningi, ið settur er av til endamálið á løgtingsfíggjarlógini.
§ 3. Granskingarráðið er sett saman av einum formanni og 6 limum, sum eru til- nevndir av landsstýrismanninum í granskingarmálum út frá persónligu eginleikum teirra.
Stk. 2. Limirnir í ráðnum skulu vera granskarar ella granskingarkønir, og skulu so vítt gjørligt umboða ymisku granskingarøkini í landinum. Í minsta lagi helmingurin av limunum skal vera virknir granskarar.
Stk. 3.1) Formaðurin og limirnir í ráðnum verða tilnevndir fyri fýra ár og kunnu ikki sita í ráðnum longri enn 2 skeið í senn. Fer limur úr ráðnum, verður nýggjur limur tilnevndur fyri restina av skeiðnum.
§ 4. Granskingarráðið ger sjálvt fundarskipan sína, sum skal góðkennast av landsstýrismanninum í granskingarmálum.
§ 5. Landsstýrismaðurin í granskingarmálum kann áseta nærri reglur um virksemi granskingarráðsins.
§ 6. Henda lóg kemur í gildi 29. juli 1996.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 22 frá 21. apríl 1999, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tilnevning av formanni og limum í granskingarráðið sambært hesi lóg verður fyrstu ferð 1. apríl 2000.”