Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. apríl 2003Nr. 58
Løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
§ 1. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um forboð fyri innflutningi av vandamiklum og eksotiskum djórum til Føroya og haldi av slíkum djórum í Føroyum.
Stk. 2. Vandamikil djór eru djór, sum við biti, eiturstingi ella á annan hátt kunnu verða til vanda fyri menniskju ella djór.
Stk. 3. Eksotisk djór eru djór, sum ikki natúrliga hoyra heima í føroyska djóraheiminum.
§ 2. Gjald fyri tiltøk eftir reglum við heimild í hesi lóg liggur á viðkomandi djóraeigara ella fyritøku, um ikki landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Um gjøld sambært stk. 1 ikki verða rindað innkrevjandi myndugleika rættstundis, verður rindað renta eftir § 5 í rentulógini. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri áminningarskriv.
Stk. 3. Gjøld sambært stk. 1 og 2 kunnu verða heintað inn við panting.
§ 3. 1) 2) Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvið hjá einum myndugleika at taka upp aftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært.
Stk. 2. 1) 2) Eftir samráðingar við avvarðandi landsstýrismann kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at aðrir almennir myndugleikar ella stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur eftir lógini. Landsstýrismaðurin kann áseta, at avgerðir hjá hesum myndugleikum kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvið hjá einum myndugleika at taka upp aftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært.
Stk. 3. 1) 2) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at privatir stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur sambært lógini ella reglum við heimild í lógini og um kæru um avgerðir til Føroya Kærustovn.
§ 4. Í reglunum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann vera ásett, at brot á reglurnar verða revsað við bót.
Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 22. apríl 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 94/2002
1) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”