Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2012Nr. 59
Løgtingslóg um málráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 13. juli 2017
Stovnurin
§ 1. Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini.
Endamál
§ 2. Málráðið hevur til endamáls:
1) at røkja, menna og verja føroyska málið,
2) at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum,
3) at áseta føroyska stavseting.
Stk. 2. 1) Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið.
Skipan
§ 3. 1) Málráðið er skipað sum umboðsráð og við einari starvsnevnd. Í Málráðið tilnevnir landsstýrismaðurin 11 umboð. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjálvur tvey umboð. Hini umboðini verða tilnevnd eftir tilmæli frá stovnum, feløgum o.ø., sum hava áhuga fyri, ella sum arbeiða við føroyska málinum og føroyska teknmálinum, tó soleiðis, at Fróðskaparsetur Føroya, Móðurmálslærarafelag Føroya, Javnstøðunevndin, Navnanevndin, Nám, Rithøvundafelag Føroya, Staðarnavnanevndin og Deyvafelag Føroya saman við Felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum altíð tilmæla hvør sín lim í Málráðið. Málráðið situr í fýra ár í senn, og kunnu limirnir sita tvey skeið á rað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir limirnar í Málráðið og tilnevnir millum limirnar formann og næstformann, ið báðir skulu hava málfrøðiliga útbúgving.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um at tilnevna limir í Málráðið.
§ 4. Málráðið skipar seg við eini starvsnevnd. Í starvsnevndini sita formaðurin og næstformaðurin í Málráðnum og tríggir nevndarlimir, sum Málráðið velur millum limirnar í ráðnum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan og nærri reglur um virksemið hjá Málráðnum og starvsnevndini í samráði við Málráðið.
Uppgávur
§ 5. Málráðið ger niðurstøður í málspurningum.
Stk. 2. 1) Málráðið gevur landsstovnum og almenningi vegleiðing, ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál í talu og skrift eins og um føroyskt teknmál. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðum Málráðsins.
Stk. 3. Málráðið svarar málspurningum frá stovnum og einstaklingum og eigur at samstarva við fjølmiðlar, stovnar og almennar myndugleikar, ið hava stóra málsliga ávirkan.
Stk. 4. 1) Málráðið skal í samvinnu við yrkisbólkar menna gott føroyskt yrkismál og teknmál.
Stk. 5. Málráðið skipar fyri átøkum, málinum at frama.
§ 6. 1) Málráðið savnar og skrásetir nýkomin orð, máliskur, framburðir og onnur málslig fyribrigdi í føroyskum og er til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Sama er eisini galdandi fyri føroyskt teknmál.
§ 7. Málráðið ritstjórnar og greiðir til útgávu eina føroyska stavsetingarorðabók, sum landsstýrismaðurin løggildar.
Stk. 2. Almennir myndugleikar hava skyldu at fylgja ásetingunum í stavsetingarorðabókini.
Samstarv
§ 8. Málráðið samstarvar við Fróðskaparsetur Føroya, so tryggjað verður, at vitan og førleikar, ið eru á málsliga økinum, verða gagnnýtt til fulnar.
Stk. 2. 1) Málráðið samstarvar við Staðarnavnanevnd og Navnanevnd eins og við aðrar viðkomandi partar undir hesum Teknmálstulkatænastuna og aðrar viðkomandi partar.
Stk. 3. Málráðið samstarvar við aðrar málnevndir og samsvarandi stovnar í hinum Norðurlondunum.
Skrivstovu- og fundarhald
§ 9. Málráðið hevur egið skrivstovuhald, men kann samstarva við aðrar stovnar.
Stk. 2. Skrivstova Málráðsins hevur um hendur dagliga virksemið undir umsjón formansins.
Stk. 3. 1) Skrivstova Málráðsins er mannað við fólkum, sum hava málsliga útbúgving í føroyskum ella á einhvønn hátt hava prógvað kunnleika og hegni til føroyskt málstarv umframt at kunna útvega ella vísa á hollan kunnleika til føroyskt teknmál.
Stk. 4. Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá Málráðnum, íroknað fundar- og ferðapening o.l. til limirnar í ráðnum og í starvsnevndini.
Gildiskoma
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 14 frá 7. januar 1985 um reglugerð fyri Føroysku málnevndina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, og kanna um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.
Tórshavn, 15. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 170/2011
1) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 13. juli 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2017. Stk. 2. Í tíðarskeiðnum frá 1. august 2017 til 1. juli 2021 verður umboðið, sum Deyvafelag Føroya saman við Felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum hava tilmælt, sbrt. § 1, nr. 2 í hesi lóg, 12. umboð í Málráðnum.”