Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2012Nr. 60
Løgtingslóg um at byggja bygningar o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
(Byggilógin)
Skynsamilig bygging
§ 1. Endamálið við lógini er at tryggja, at bygningar verða bygdir á skynsaman hátt og samsvarandi góðari venju innan byggivinnuna.
Stk. 2. Bygningar skulu byggjast, so at teir í mun til heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti lúka lógásett krøv og fyrisett mát, sum eru heimilað sambært byggilógini og lóggávuni annars.
§ 2. Bygging í § 1 fevnir um nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum.
Stk. 2. Bygningar sambært stk.1 eru umframt bústaðarbygningar eisini aðrir bygningar, sum verða nýttir til vinnuendamál, fyrisiting, at hýsa tænastum til almenningin ella til frítíðarítriv og tílíkt.
Stk. 3. Lógin fevnir eisini um niðurtøku av bygningum.
Stk. 4. Bygningur, hvørs byggiloyvi er útskrivað, áðrenn lógin kom í gildi, er ikki fevndur av lógini. Hetta er tó ikki galdandi fyri umbygging, umvæling, broyting av nýtslu og tílíkt í førum, har søkt verður um byggiloyvi eftir, at lógin kom í gildi.
Stk. 5. Brýr og tunlar, umframt skýli og tílíkt, sum ikki eru ætlað at hýsa fólki í longri tíðarskeið, eru ikki fevnd av lógini.
Kunngerðaheimildir
§ 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð, fyri at varða um heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti í sambandi við bygging eftir hesi lóg, áseta neyvari reglur fyri bygningar, heruppií reglur um:
1) Brunaviðurskifti, so at vandin fyri og avleiðingarnar av eldsbruna verða avmarkað mest møguligt.
2) Heilsuviðurskifti, so at inniluft, tilfarsnýtsla og tílíkt ikki elvir til heilsuvanda.
3) Atkomuviðurskifti, so at fólk, ið bera brek, eisini fáa lætta atkomu at bygningum, ið eru ætlaðir almenninginum.
4) Orkuviðurskifti, so at sleppast kann undan orkuspillu til eitt nú upphiting, luftskifti o.t.
5) Innleggingar, so at tær ikki eru til ampa fyri fólk, bygningin ella umhvørvið.
§ 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um førleikakrøv til eftirlits- og sýnsfólk, sum vegna myndugleikan føra eftirlit og sýn við bygningum sambært hesi lóg og sambært kunngerðum, ásettar við heimild í hesi lóg.
§ 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um:
1) Nýtslustig
2) Byggistig
3) Minstustødd á grundstykki
4) Hædd á bygningi
5) Tal av hæddum í bygningi
6) Frástøðu til mark o.a., sum ber brá av lendisplanlegging
Stk. 2. Ásetingar sambært stk. 1 eru ikki galdandi í førum, har góðkend byggisamtykt ella onnur lóggáva hevur ásetingar um somu viðurskifti.
§ 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um stødd og staðseting av tilhaldsøkjum fyri børn og vaksin, umframt onnur øki, sum skulu tryggja bjargingar- og tilbúgvingareindum atgongd at bygningum og økjum og til parkering.
Stk. 2. Ásetingar sambært stk. 1 eru ikki galdandi í førum, har góðkend byggisamtykt ella onnur serlóggáva hevur ásetingar um somu viðurskifti.
§ 7. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at bygningar skulu skrásetast í eini bygningsskrá, sum er atkomulig hjá almenninginum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um bygningsskránna, um formkrøv til kort og dátur, um skyldu at senda kort og dátur til skránna, um gjøld fyri brúk av upplýsingum úr skránni og annað, sum hevur týdning fyri at skipa eina landsfevnandi bygningsskrá.
§ 8. Kommunali byggimyndugleikin kann við góðkenning frá landsstýrismanninum í ávísum førum gera frávik frá ásetingunum í hesi lóg og ásetingum, ásettar við heimild í hesi lóg.
Umsókn um bygging
§ 9. Umsókn um loyvi at byggja skal sendast kommunala byggimyndugleikanum.
Stk. 2. Umsóknin skal vera skrivlig, og hjálagt skulu vera allar viðkomandi upplýsingar um byggingina, so sum:
1) eyðmerking av bygningi
2) upplýsingar um, hvat bygningurin verður ella fer at verða nýttur til og
3) umsókn um frávik, um so er, at ætlaða byggingin gongur ímóti ásetingum í hesi lóg ella kunngerðum, ásettar við heimild í lógini, ella ímóti ásetingum í galdandi byggisamtykt fyri økið.
Stk. 3. Kommunali byggimyndugleikin kann umframt upplýsingar sambært stk. 2 krevja aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerðina av umsóknunum, heruppií formkrøv til umsóknartilfarið, og at tilfarið skal vera talgilt.
Byggiloyvi
§ 10. Ikki kann farast undir at byggja, fyrr enn skrivligt byggiloyvi er fingið til vega frá kommunala byggimyndugleikanum.
Stk. 2. Um farið verður undir at byggja, áðrenn byggiloyvi sambært stk. 1 fyriliggur, skal kommunali byggimyndugleikin geva boð um at steðga byggingini.
Stk. 3. Eitt byggiloyvi kann verða býtt í partar, um kommunali byggimyndugleikin metir, at byggingin kann byrja, uttan at endalig greiða er fingin á øllum viðurskiftum ella stigum í byggingini.
Stk. 4. Letur kommunali byggimyndugleikin umsøkjara eitt treytað byggiloyvi, skal tað í loyvinum týðiliga vera ásett, hvørjar treytir tað snýr seg um við tilvísing til heimildargrundarlagið.
Stk. 5. Kommunali byggimyndugleikin ásetir, nær byggingin skal byrja, tó í seinasta lagi 2 ár eftir, at byggiloyvið er latið. Er byggingin ikki byrjað innan ásettu tíð, fellur byggiloyvið burtur.
Stk. 6. Kommunali byggimyndugleikin kann í byggiloyvinum áseta freist fyri, nær byggingin skal vera liðug.
§ 11. Fyri bygging á økjum, har eingin góðkend byggisamtykt er, krevst eisini byggiloyvi frá kommunala byggimyndugleikanum.
Eftirlit
§ 12. Kommunala byggieftirlitið hevur eftirlitið við, at ásetingarnar í lógini og reglur og treytir, ásettar við heimild í lógini og kunngerðum, verða hildnar.
Stk. 2. Fyri at fremja eftirlitið hava kommunala byggieftirlitið og løgreglan, við at vísa hóskandi samleikaprógv og uttan rættarúrskurð, atgongd til allar bygningar, ið eru fevndir av hesi lóg.
§ 13. Eigarin av bygninginum skal skjótast gjørligt boða kommunala byggieftirlitinum frá, tá arbeiðið at byggja, umbyggja, umvæla ella broyta ein bygning er liðugt ella ávegis liðugt, sambært stk. 4, so eftirlitið sambært hesi lóg kann verða framt.
Stk. 2. Kommunala byggieftirlitið fremur eftirlitið við sýni.
Stk. 3. Sýn sambært stk. 2 skal vera framt, áðrenn tað, sum bygt, umbygt, umvælt ella broytt er, verður tikið í nýtslu, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at fráboðan um liðugtgerð sambært stk. 1 er latin kommunala byggieftirlitinum.
Stk. 4. Kommunali byggimyndugleikin kann í byggiloyvinum áseta, nær loyvishavin skal lata kommunala byggieftirlitinum fráboðan um ávegis liðugtgerð.
Stk. 5. Eru ávegis fráboðanartreytir ásettar í byggiloyvinum, hevur kommunala byggieftirlitið skyldu til skjótast gjørligt og innan 1 viku eftir, at fráboðan er móttikin, at fremja eftirlitið, so sleppast kann víðari við byggingini.
§ 14. Tað er skylda eigarans at rætta tey viðurskifti í bygninginum, sum ganga ímóti ásetingunum í hesi lóg, ella ímóti ásetingum, ásettar við heimild í hesi lóg.
§ 15. Staðfestir kommunala byggieftirlitið, at tað, sum bygt, umbygt, umvælt ella broytt er, ikki er í samsvari við ásetingarnar í lógini, reglur ásettar við heimild í lógini ella byggiloyvið, skal kommunala byggieftirlitið geva eigaranum boð um at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa freist.
Stk. 2. Um staðfestast kann, at viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag, eftir at freistin sambært stk. 1 er farin, kann kommunala byggieftirlitið áseta nýggja freist.
Stk. 3. Fylgir eigari ikki boðum sambært stk. 1 og stk. 2, kann kommunala byggieftirlitið skipa so fyri, at bøtt verður um feilir og manglar í bygninginum fyri eigarans rokning, ella at bygningurin verður niðurtikin.
§ 16. Verður kommunala byggieftirlitið varugt við bygning, sum vegna feilir og manglar má metast at vera til ampa ella skaða fyri tey, sum bygningurin hýsir, ella onnur, kann kommunala byggieftirlitið geva eigaranum boð um, at bygningurin ikki framhaldandi kann nýtast, fyrr enn bøtt er um hesar feilir og manglar.
Stk. 2. Fylgir eigarin ikki boðum sambært stk. 1, kann kommunala byggieftirlitið skipa so fyri, at bøtt verður um feilir og manglar í bygninginum fyri eigarans rokning, ella at bygningurin verður niðurtikin.
Nýtsluloyvi
§ 17. Tað, ið bygt, umbygt, umvælt ella broytt verður, kann ikki takast í nýtslu, fyrr enn kommunala byggieftirlitið hevur staðfest, at bygningurin lýkur ásetingar í hesi lóg og ásetingar, ásettar við heimild í hesi lóg, og treytir, ásettar í byggiloyvinum við heimild í góðkendari byggisamtykt ella við heimild í hesi lóggávu.
Stk. 2. Kommunali byggimyndugleikin letur nýtsluloyvi, tá tað við sýn er staðfest, at bygningurin er lógligur, sambært stk. 1.
Stk. 3. Kommunali byggimyndugleikin kann lata fyribils nýtsluloyvi í førum, har øll byggingin, umbyggingin, umvælingin ella broytingin ikki er liðug, um mett verður, at hetta ikki er til ampa ella skaða fyri tey, ið skulu gera brúk av bygninginum, ella onnur.
Stk. 4. Fyribils nýtsluloyvi sambært stk. 3, kann bert latast eftir, at kommunala byggieftirlitið við sýn hevur staðfest, at tann parturin, sum er liðugur, ikki er til ampa ella skaða fyri tey, sum skulu gera brúk av bygninginum, ella onnur.
Gjald
§ 18. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum, sum myndugleikar hava í sambandi við umsiting og eftirlit sambært hesi lóg og reglum, ásettar við heimild í lógini.
Kæra o.a
§ 19. Ein og hvør, sum hevur persónligan og veruligan áhuga í málinum, kann kæra avgerðir, sum eru tiknar við heimild í hesi lóg. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum hevur rætt at kæra avgerðir, sum viðvíkja atkomuviðurskiftum.
Stk. 2. 1) Avgerðir, tiknar við heimild í hesi lóg ella reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
Stk. 3. 1) Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 4. 1) Mál, ið einans snúgva seg um byggitøkniligar staðfestingar í sambandi við byggingina, kunnu ikki kærast til Føroya Kærustovn.
Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at óreglusemi í bygging, sum verður staðfest í sambandi við ávegis eftirlit, kann leggjast fyri ein óheftan byggitøkniligan stovn til endaliga skoðan og staðfesting.
Stk. 6. 1) Avgerðir, sektaruppskot og dómsúrskurðir kunnu verða almannakunngjørd eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Revsing
§ 20. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum
1) brýtur § 10, stk. 1, § 13, stk. 1, § 14 og § 17, stk. 1,
2) brýtur treytirnar, givnar í § 10, stk. 4,
3) ikki heldur freist, ásett eftir § 10, stk. 6 og § 13, stk. 4,
4) ikki lýðir boð, givin sambært § 10, stk. 2, § 15, stk. 1 og § 16, stk. 1.
Stk. 2. Í reglum, sum ásettar verða við heimild í § 3, § 4, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1, § 7 og § 19, stk. 6, kann verða ásett revsing við bót.
Stk. 3. Tann, sum hevur latið bygning byggja, ella tann, sum hevur staðið fyri byggingini, verður revsaður við bót, um bygningurin er bygdur á ein hátt, sum gongur ímóti reglum í hesi lóg, ella ímóti reglum, ásettar við heimild í hesi lóg.
Stk. 4. Tann, sum hevur staðið fyri byggingini uttan at eiga bygningin, verður revsaður sambært stk. 3, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og byggingin ikki er gjørd í samsvari við lógásett krøv og góða venju innan byggivinnuna.
Stk. 5. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
§ 21. Landsstýrismaðurin, ella tann, ið landsstýrismaðurin heimilar, kann í málum um brot á reglur, ásettar við heimild í § 3, við einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at vera til reiðar at gjalda bótina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist. Eftir áheitan kann landsstýrismaðurin, ella tann, ið landsstýrismaðurin hevur heimilað, leingja freistina.
Stk. 2. Stk. 1 verður samsvarandi nýtt í málum um brot á § 10, stk. 1, stk. 4 og stk. 6, § 13, stk. 1 og stk. 4, § 14, § 15, stk. 1, § 16, stk. 1 og § 17, stk. 1.
Stk. 3. Reglurnar í rættargangslógini um krøv til innihaldið í ákæruritum og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu at geva frágreiðing, verða samsvarandi nýttar viðvíkjandi sektaruppskotum.
Stk. 4. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, bótina, fellur rættarsóknin burtur.
§ 22. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um stødd á bótum, sum kunnu verða givnar við heimild í § 20 og § 21.
Stk. 2. Bótin kann verða hækkað munandi, um ólógliga byggingin er framd við vilja ella av ósketni, og um tað við ólógligu byggingini er fingin peningaligur fyrimunur, ella tílíkur fyrimunur hevur verið tilætlaður fyri eigaran sjálvan ella onnur, eitt nú við sparingum.
Gildiskoma
§ 23. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2013.
§ 24. Landsstýrismaðurin skal í seinasta lagi 1. apríl 2015 leggja fram fyri tingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, herundir um broytingar mugu gerast í lógini.
Tórshavn, 15. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 157/2011
1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”