30. apríl 2018Nr. 60
Løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 29. mars 2023
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at fara undir at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu.
Stk. 2. Útreiðslan til verkætlanina kann í mesta lagi vera 43 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2024.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 75/2017
1) Broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 26. mars 2021.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 29. mars 2023.