Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 19-05-2006
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2006 A - Hefti 12 A frá 19. mai 2006
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. mai 2006Nr. 61

Løgtingslóg um kringvarp, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 24. desember 2015

Kapittul 1

Rættindi

§ 1. Rætt til at reka programmvirksemi hava:

1     Kringvarp Føroya

2)   Persónur, felag, kommuna o.o. við loyvi sbrt. kap. 3.

Stk. 2. Programmvirksemi skal fara fram sambært ásetingunum í hesi lóg, umframt teimum treytum, sum settar eru í loyvinum.

Stk. 3. Landið hevur skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya.

§ 2. Programmvirksemi merkir:

1)   kringvarping av ljóð- og myndasendingum til almenningin

2)   kringvarping um fjarskiftiskervi

Stk. 2. Fjarskiftiskervi sbrt. hesi lóg er at skilja sum øll sløg av fjarskiftiskervum, ið koma undir fjarskiftislógina, til kringvarping av ljóð- og myndasendingum til privatar búðstaðir.

Stk. 3. Krav um sendiloyvi sbrt. § 1, stk. 1, nr. 2 forðar ikki eigarafelagi o.ø. at senda út fráboðanir til íbúgvar í eigarafelagsumdøminum, sum snúgva seg um ymisk viðurskifti í grannalagnum.

Stk. 4. Tey, ið taka niður frá fylgisveini ella gjøgnum annan útbúnað móttaka og senda útvarps- ella sjónvarpssendingar sbr. stk. 1, hava skyldu at senda sendingarnar hjá  Kringvarpi Føroya, um sent verður á fleiri enn trimum rásum og til fleiri enn 20 húski. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva frávik frá hesum.

Kapittul 2

Kringvarp Føroya

Bygnaður

§ 3. Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

§ 4. Kringvarp Føroya verður stjórnað av stýri við sjey limum. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn.

Stk. 2. Stýrislimir og varalimir hjá hesum verða tilnevndir soleiðis:

1)   Átta persónar verða tilmæltir av politisku flokkunum, ið hava umboð í Løgtinginum. Millum hesar átta tilnevnir landsstýrismaðurin ávikavist fýra stýrislimir og fýra varalimir.

2)   Ein limur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi í Kringvarpi Føroya.

3)   Landsstýrismaðurin tilnevnir eftir egnari avgerð tveir stýrislimir og  tveir varalimir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Stk. 4. Teir stýrislimir, ið verða tilnevndir sbrt. stk. 2, skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti.

Stk. 5. Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu stýrislimir sbrt. stk. 2, nr. 1 verða valdir, og hvørjar ítøkiligar førleikar hesir hvør sær skulu umboða. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hvussu tilráðingin av umboði fyri starvsfólk í Kringvarpi Føroya fer fram, sbr. stk 2, nr. 2.

Stk. 7. Samsýning til stýrislimir skal góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 5. Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.

Stk. 2. Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Kringvarpi Føroya, sum landsstýrismaðurin góðkennir.

Stk. 3. Stýrið setir og loysir úr starvi stjóra.

§ 6. Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu- og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.

Stk. 2. 1) Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaredaksjónir.

Stk. 3. 1) Stjórin eigur at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaredaksjónunum.

Fíggjarviðurskifti

§ 7. 1) 2) Allir likamligir persónar í aldursbólkinum 24 til og við 66 ár við fullari skattskyldu sambært § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt hava skyldu at rinda kr. 150,00 um mánaðin í kringvarpsgjaldi, sbr. stk. 4-6. Skyldan at rinda kringvarpsgjald tekur við tann fyrsta mánaðin eftir, at persónur er fyltur 24 ár. Undantiknir skylduni at rinda kringvarpsgjald sambært 1. pkt. eru persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar.

Stk. 2. 2) Skyldan at rinda kringvarpsgjald sambært stk. 1 er kr. 50,00 um mánaðin fyri persónar, sum eru 67 ár ella eldri. Skyldan at rinda kringvarpsgjald tekur við tann fyrsta mánaðin eftir, at persónur er fyltur 67 ár.

Stk. 3. 2) Landsstovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir, kommunalir stovnar og feløg sambært § 5 í løgtingslóg um partafeløg og smápartafeløg (vinnufeløg) rinda eitt árligt kringvarpsgjald til Kringvarp Føroya, sbr. stk. 4-5. Árliga kringvarpsgjaldið hjá løgfrøðiligum persónum sambært 1. pkt. verður ásett eftir samlaðu árligu lønarútgjaldingunum hjá viðkomandi løgfrøðiliga persóni árið undan innkrevjingarárinum, sbr. nr. 1-7: 

1)   Er samlaða árliga lønarútgjaldið yvir 10 mió. kr., er árliga kringvarpsgjaldið kr. 12.000,00,

2)   er samlaða árliga lønarútgjaldið millum 7 mió. kr. og 9.999.999,99 kr., er árliga kringvarpsgjaldið kr. 9.000,00,

3)   er samlaða árliga lønarútgjaldið millum 3 mió. kr. og 6.999.999,99 kr., er árliga kringvarpsgjaldið kr. 8.000,00,

4)   er samlaða árliga lønarútgjaldið millum 1 mió. kr. og 2.999.999,99 kr., er árliga kringvarpsgjaldið kr. 7.000,00,

5)   er samlaða árliga lønarútgjaldið millum 500.000,00 kr. og 999.999,99 kr., er árliga kringvarpsgjaldið kr. 3.500,00,

6)   er samlaða árliga lønarútgjaldið millum 100.000,00 kr. og 499.999,99 kr., er árliga kringvarpsgjaldið kr. 2.000,00 ella

7)   er samlaða árliga lønarútgjaldið undir 100.000,00 kr., verður kringvarpsgjald ikki rindað.

Stk. 4. 2) TAKS krevur kringvarpsgjaldið sambært hesi lóg inn fyri Kringvarp Føroya. Rindar persónur við gjaldskyldu, og sum er umfataður av lógini, ikki kringvarpsgjaldið, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Kringvarpsgjald, ið er fallið til gjaldingar, kann verða innheintað við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum. TAKS er eisini heimilað til at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Kringvarp Føroya rindar kostnaðin av innkrevjingini av kringvarpsgjaldinum til TAKS.

Stk. 5. 2) TAKS kann krevja inn allar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at umsita lógina, frá teimum í stk. 3 nevndu løgfrøðiligu persónum.

§ 8. 2) Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi sambært § 7, kunngerðarinntøkum, sponsorering sambært stk. 4 og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Kringvarp Føroya hevur loyvi at skipa fyri inntøkugevandi eydnuspølum. Loyvt er ikki Kringvarpi Føroya at hava lýsingarinntøkur á netmiðlum, sjónvarpsmiðlum ella útvarpsmiðlum Kringvarpsins.

Stk. 2. 2) Hóast ásetingina í stk. 1 kann Kringvarp Føroya á útvarpsmiðlum og sjónvarpsmiðlum Kringvarpsins hava lýsingarinntøkur í tann mun, at lýsingarnar hava eitt beinleiðis tilknýti til vinningar í sambandi við inntøkugevandi eydnuspøl hjá Kringvarpi Føroya.

Stk. 3. 2) Hóast ásetingina í stk. 1 kann Kringvarp Føroya hava lýsingar á útvarpsmiðlum og sjónvarpsmiðlum Kringvarpsins og at krevja gjald í hesum sambandi, sum fer í landskassan, tó soleiðis at tað frá hesum inntøkum verða drignar beinleiðis rakstrarútreiðslur, ið Kringvarpið hevur í sambandi við at fáa nevndu inntøkur til vega.

Stk. 4. 2) Kringvarpi Føroya verður heimilað at hava inntøkur frá sponsorering í tann mun, at talan er um sponsorering, sum hevur beinleiðis samband við inntøkugevandi eydnuspøl sambært stk. 1, serstøk tiltøk ella pallseting, sbr. annars stk. 8.

Stk. 5. 2) Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini verða fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Stk. 6. 2) Kringvarp Føroya kann hava virksemi, sum hevur til endamáls til fulnar at nýta útgerð, søvn, serkunnleika o.a.

Stk. 7. 2) Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum og politiskum áskoðanum. Kunngerð, lýsing og sponsorering skal vera háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.

Stk. 8. 2) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um kunngerðir, lýsingar og sponsorering, harímillum reglur um, at programminnihaldið hjá Kringvarpi Føroya ikki má ávirkast í sambandi við sponsorering, reglur um lýsingaeyðmerking, stuðulsupphæddir í sambandi við sponsorering og reglur um forboð móti sponsorum innan ávísar vinnugreinar. Reglurnar kunnu harumframt vera avmarkandi og útdýpandi í mun til § 10.

§ 9. Fíggjarætlan Kringvarpsins verður send landsstýrismanninum til góðkenningar.

Stk. 2. Ársroknskapur verður granskoðaður av løggildum granskoðara. Granskoðaði roknskapurin verður sendur landsstýrismanninum til góðkenningar og Løgtinginum til kunningar.

Stk. 3. Kringvarp Føroya skal fylgja roknskaparlóg landsins og teimum fyriskipanum, ið eru ásettar sbrt. hesi lóg. Kringvarp Føroya kann hava egna búskaparskipan.

Stk. 4. 1) (Strikað).

Public service – skyldur

§ 10. Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.

Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfókunum holla málsliga ráðgeving.

Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi.

Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum.

Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at endurvarpa útlendskar public-service sjónvarpsrásir.

§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera public-service sáttmála við Kringvarp Føroya.

Stk. 2. Áðrenn public-service sáttmáli verður undirskrivaður, skal landsstýrismaðurin tryggja sær, at Løgtingið hevur havt høvi at umrøða ætlaða innihaldið í sáttmálanum.

§ 12. Umframt egnar sendingar kann Kringvarp Føroya eisini kringvarpa sendingar, ið onnur framleiða. Slíkar sendingar koma undir somu treytir, sum nevndar eru í § 10.

Onnur viðurskifti

§ 13. Løgtingslóg um fyrisitingarlóg og løgtingslóg um alment innlit í fyrisitingina eru galdandi fyri fyrisitingina hjá Kringvarpi Føroya.

Stk. 2. Kapitlarnir 4 til 6 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg eru ikki galdandi fyri mál, ið snúgva seg um programmvirksemi, og upplýsingar, ið viðvíkja handilsviðurskiftum í sambandi við programmvirksemi.

Stk. 3. Løgtingslóg um alment innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri mál, ið snúgva seg um programmvirksemi og upplýsingar, ið viðvíkja handilsviðurskiftum í sambandi við programmvirksemi.

§ 14. Kringvarp Føroya hevur skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingarskipanum.

§ 15. Kringvarp Føroya hevur skyldu at goyma eintak av allari eginframleiðslu. Hetta tilfar verður goymt í miðlasavni, ið verður knýtt at Kringvarpi Føroya. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skipan og rakstur av miðlasavninum.  

Stk. 2. Miðlasavnið kann taka ímóti og varðveita talgilt tilfar (savnindi) frá almennum og privatum stovnum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri varðveiting av talgildum tilfari sbrt. stk. 2 og atgeingi til hetta tilfar.

Kapittul 3

Aðrar kringvarpsstøðir

§ 16. Kringvarping av sendingum um fjarskiftiskervi kann einans fara fram við sendiloyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Sendiloyvi kann eftir umsókn latast persónum og feløgum í upp til fimm ár í senn. Umsókn um sendiloyvi skal lýsa ætlaða programmvirksemið hjá umsøkjaranum. Sendiloyvið kann eisini fevna um loyvi til at skipa fyri eydnuspølum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri treytir í sendiloyvinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at treytirnar í sendiloyvum verða hildnar. Landsstýrismaðurin kann taka sendiloyvi aftur, um so er, at treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um sendiloyvi til kringvarp og um   kringvarpsstøðir sum heild.

§ 17. Kommunur kunnu fáa sendiloyvi, um so er, at endamálið hjá kommununi við programmvirkseminum einans er at seta framleiðslu- og sendiútgerð til nýtslu fyri áhugaðar borgarar ella at senda kommmunala kunning.

§ 18. Ein persónur, sum er myndugur, skal hava ábyrgdina av sendiloyvinum sum loyvishavari.

Stk. 2. Loyvishavarin skal sjálvur útvega frekvensloyvi og konsessjónsloyvi frá avvarðandi myndugleika.

Stk. 3. Sendiloyvi til kringvarp kann endurnýggjast.

Stk. 4. Útvegar loyvishavarin ikki frekvensloyvi frá avvarðandi myndugleika og onnur neyðug loyvi innan 12 mánaðir eftir, at sendiloyvið er givið, fellur sendiloyvið burtur.

§ 19. Tað áliggur loyvishavaranum at syrgja fyri, at tað í hvørji sending er ein persónur (redaktørur), sum hevur ábyrgdina av sendingini. Viðkomandi skal hava kunnleika til, hvør hevur tikið lut í sendingini ella á annan hátt lagt hana til rættis.

Stk. 2. Tað áliggur loyvishavaranum at fylgja ásetingunum í fjølmiðlaábyrgdarlógini.

Stk. 3. Loyvishavarin til kringvarp skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldur, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi.

Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum.

§ 20. Loyvishavarin hevur skyldu til at goyma upptøkur av øllum sendingum í minsta lagi í 3 mánaðir. Landsstýrið kann veita loyvishavaranum undantak frá skylduni at goyma upptøkur av tilfari, sum longu frammanundan er tøkt á aðrari goymslu.

Stk. 2. Loyvishavari hevur rætt til at lata upptøkur av sendingum við mentanarligum og siðsøguligum innihaldi til varðveiting í miðlasavninum, sbrt. § 15.

Kapittul 4

Kæra, revsing o.a.

§ 21. Fyri innihald og snið í lýsingum og sponsoravtalum eru ásetingarnar í § 10, stk. 3 og 4 og  § 19, stk. 3 og 4 galdandi.

Stk. 2. Kringvarp Føroya tekur avgerð viðvíkjandi innihaldi og sniði í kunngerðum, lýsingum og sponsoravtalum. Avgerð, tikin av Kringvarpi Føroya, er endalig innan fyrisitingina.

Stk. 3. Loyvishavari, sbrt. § 16, stk. 2, hevur skyldu til at viðgera kæru um innihald og snið í kunngerðum, lýsingum og sponsoravtalum. Brot á hesa áseting kann hava við sær, at sendiloyvið verður tikið aftur.

§ 22. Mál, ið snýr seg um fjølmiðlasið og viðvíkur programmvirkseminum hjá Kringvarpi Føroya ella aðrari kringvarpsstøð við sendiloyvi sbrt. hesi lóg, kann kærast sbrt. reglunum í fjølmiðlaábyrgdarlógini.

Stk. 2. Kringvarp Føroya ella onnur kringvarpsstøð við sendiloyvi sbrt. hesi lóg hava skyldu til at viðgera kæru um fjølmiðlasið og taka avgerð í málinum.

Stk. 3. Í sambandi við viðgerð av máli, ið snýr seg um programmvirksemi, herundir lýsingavirksemi, kann verða álagt Kringvarpi Føroya og øðrum kringvarpsstøðum við loyvi sbrt. hesi lóg at útflýggja upptøkur av viðkomandi programmum og lýsingum.

§ 23. Fyrisitingarlig avgerð, ið er tikin av Kringvarpi Føroya, kann kærast til landsstýrismannin í mentamálum. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.

§ 24. 1) 2) Um ikki strangari revsing er ásett sambært lóggávuni annars, verður hann, sum fremur brot á § 1, stk. 1 og 2, § 2, stk. 4, § 16, stk. 1 og 2, § 17, § 20, § 22, stk 3 og § 25, stk. 3 revsaður við bót.

Stk. 2. Feløg vm. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sbrt. reglunum í kap. 5 í revsilógini.

Kapittul 5

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 25. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi, løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp við seinni broytingum.

Stk. 2. Í § 2 í løgtingslóg nr. 91 frá 21. desember 2004 um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 9. desember 2005, verður “1. september 2006” broytt til: “31. desember 2006”

Stk. 3. Tey feløg, samtøk, kommunur o.o., sum sambært kap. 2 í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp senda ljóð- og myndasendingar til almenningin um radioútbúnað ella annan fjarskiftisútbúnað, skulu í seinasta lagi 1 ár eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi, hava útvegað sær sendiloyvi sbrt. kap. 3 í hesi lóg.

 

 

Tórshavn, 16. mai 2006

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/ Jógvan á Lakjuni (sign.)

 

Lm. nr. 114/2005

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mai 2010.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 24. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Lønarútgjaldingar sambært § 7, stk. 3 fevna um samlaðu árligu lønarútgjaldingarnar hjá nevndu stovnum og feløgum frá og við 1. januar 2015 at rokna. Stk. 3. Øll krøv fyri kringvarpsgjald íroknað meirvirðisgjald, ið stava frá tíðini, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru fevnd av løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mai 2010.”