Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2013Nr. 61
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 49, stk. 1, 1. pkt. verður “, hefti” strikað.
2. Í § 49, stk. 2 verður “, hefti” strikað.
3. § 52 verður orðað soleiðis:
“§ 52. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir skip ella hevur starv umborð, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,20 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,10 mg pr. litur luft. Sama er galdandi fyri førara av vatnskutarum og tílíkum førum.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip 12 metrar og styttri. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir stuttleikaskip, ið er 12 metrar og styttri, ella hevur starv umborð á slíkum stuttleikaskipi, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,40 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,20 mg pr. litur luft.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip 12 metrar og styttri, sum í mesta lagi kunnu sigla 15 sjómíl um tíman. Hesi stuttleikaskip koma tó framvegis undir revsiásetingarnar í § 52 a.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip, sum liggja bundin við bryggju ella á vardum akkersplássi.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru eisini galdandi fyri útlendsk stuttleikaskip í føroyskum sjóøki.”
4. Aftaná § 52 verður sett:
“§ 52 a. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir skip ella hevur starv umborð, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsløgi, ella tikið so mikið av rúsevnum, at hann ella hon ikki er førur fyri at røkja tænastu sína á fulltryggan hátt.
§ 52 b. Løgreglan kann til eina og hvørja tíð krevja, at persónur, ið er fevndur av §§ 52 og 52 a, ger útandingar-, sveitta- ella spýttroynd ella letur eyguni kanna. Løgreglan kann krevja, at persónur ger útandingarroynd á øðrum staði, enn komið er fram á hann, um orsøk er til at halda, at hann hevur framt brot á §§ 52 ella 52 a.
Stk. 2. Løgreglan kann krevja blóð- og landroynd tikna av persóni, um orsøk er til at halda, at persónurin hevur framt brot á §§ 52 og 52 a, ella persónurin sýtur ella ikki er førur fyri at luttaka í eini útandingarroynd. Er illgruni um annað enn ávirkan av rúsdrekka, kann løgreglan krevja, at viðkomandi verður kannaður av lækna. Sama er galdandi við illgruna um ávirkan av rúsdrekka, tá ið serligar umstøður tala fyri tí.
§ 52 c. Tá ið revsing verður áløgd fyri brot á § 52 og 52 a, skal verða tikið atlit til hesi viðurskifti:
1) um rúsdrekkasiglingin hevur ella kundi elvt til eina vanlukku við deyðsfalli ella álvarsamum persónskaða sum avleiðing,
2) um alkoholstyrkin, meðan siglt verður ella aftaná, hevur verið omanfyri 2,00 promillu í blóðinum ella omanfyri 1,00 mg pr. litur luft í útandingarluftini,
3) um viðkomandi verður funnin sekur í fleiri førum av rúsdrekkasigling,
4) um viðkomandi áður hevur fingið treytaða frádøming av rættindunum til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari orsakað av rúsdrekkasigling, og lógarbrotið, sum tað nú skal verða áløgd revsing fyri, er framt innan 3 ár eftir, at fyrra revsingin varð endaliga áløgd,
5) um viðkomandi áður hevur fingið treytaleysa frádøming av rættindunum til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari orsakað av rúsdrekkasigling, og lógarbrotið, sum tað nú skal verða áløgd revsing fyri, er framt innan 5 ár eftir, at frádømingartíðarskeiðið er runnið, ella
6) um tað annars eru framd álvarsom siglingarmistøk, ella aðrar herðandi umstøður eru til staðar.
Stk. 2. Tá bót verður áløgd fyri brot á § 52 og § 52 a, skulu harumframt eisini takast serlig atlit til inntøkuviðurskiftini hjá viðkomandi um tað mundið, lógarbrotið varð framt, og alkoholstyrkina í blóðinum ella útandingarluftini undir ella aftaná siglingina. Sama er galdandi fyri bøtur, sum sambært § 55 í revsilógini verða álagdar í sambandi við treytaða frádøming fyri brot á § 52 og § 52 a.
Stk. 3. Undir serligum umstøðum kann víkjast frá ásetingunum í stk. 2.
Stk. 4. Tað verður mett sum herðandi umstøður, um ung undir 18 ár hava fingið skaða, ella hava verið í vanda fyri at fáa skaða.”
5. § 53 verður orðað soleiðis:
“§ 53. Rættindini til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari kunnu við dómi verða frádømd tí persóni, ið er funnin sekur í rúsdrekkasigling. Hetta er tó ikki galdandi, um tað ikki krevst vinnubræv at føra skip ella bát í ítøkiliga førinum. Frádømingin er treytaleys, men kann undir linkandi umstøðum verða treytað.
Stk. 2. Rættindini til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari kunnu undir skerpandi umstøðum eisini verða frádømd í sambandi við dóm fyri brot á §§ 50 og 51. Frádømingin kann verða treytað.
Stk. 3. Treytaleys frádøming sambært stk. 1 og stk. 2 kann verða frá 6 mánaðum og upp til 5 ár ella sum varandi frádøming.
Stk. 4. Verða rættindini til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari frádømd treytaleyst, sendir ákæruvaldið vinnubrævið hjá viðkomandi til Sjóvinnustýrið saman við avriti av dóminum. Eru rættindini til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari frádømd í eitt longri tíðarskeið enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa rættindini aftur, áðrenn frádømingartíðarskeiðið er runnið, leggjast fyri dómsvaldið til støðutakan sambært ásetingunum í § 78, stk. 3 í revsilógini, tó í fyrsta lagi, tá ið 3 ár eru runnin, síðan frádømingin varð endaliga staðfest við dómi. Rættindini kunnu bert verða givin aftur undir heilt serligum umstøðum.
Stk. 5. Treytað frádøming er treytað av, at viðkomandi í eini 3 ára royndartíð, roknað frá endaligum dómi, ikki førir skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari undir tílíkum umstøðum, at rættindini til hetta skulu frádømast viðkomandi. Við treytaðari frádøming verður frádømingartíðarskeiðið útsett. Ger viðkomandi í royndartíðini seg sekan í nýggjum lógarbrotum, sum viðføra frádøming av rættindunum til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari, ásetur dómsvaldið eitt felags frádømingartíðarskeið við støði í bæði tí nýggja lógarbrotinum og áður dømda lógarbrotinum.
Stk. 6. Metir løgreglan, at tað í sambandi við rúsdrekkasigling verður talan um treytaleysa frádøming av rættindunum til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari, kann løgreglan fyribils taka rættindini frá viðkomandi, tó soleiðis, at dómsvaldið kann seta hesa meting til síðis, innan endaligur dómur er fallin í málinum. Verður frídømt á 1. dómsstigi, og ákæruvaldið leggur dómin fyri hægri rætt, kann ákæruvaldið, um umstøðurnar serliga tala fyri, at fyribils frátøkan av rættindunum til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari stendur við, til dómur er fallin á hægri rættarstigi, leggja henda spurningin serskilt fyri hægra dómsvaldið, sum tekur avgerð við úrskurði. Tíðarskeiðið, sum rættindini til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari hava verið frátikin, verður drigið frá frádømingartíðarskeiðnum.
Stk. 7. Verða rættindini tikin frá skipara, stýrimanni ella maskinmeistara, verður samstundis ásett í dóminum, um skiparin kann starvast sum stýrimaður, og um stýrimaðurin ella maskinmeistarin kunnu starvast á lægri stigi enn frádømdu rættindini góvu loyvi til. Sjóvinnustýrið útflýggjar, um so er, viðkomandi sjóvinnubræv samsvarandi dóminum. Tílík lutvís frádøming er tó ikki møgulig, um viðkomandi er funnin sekur í rúsdrekkasigling.“
6. Aftaná § 53 verður sett:
“§ 53 a. Tann, ið førir skip, ella virkar sum stýrimaður ella maskinmeistari umborð á skipi, hóast rættindini til hetta treytaleyst eru frádømd viðkomandi, verður revsaður við bót, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Revsingin sambært stk. 1 kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um viðkomandi:
1) Í fleiri førum hevur siglt í frádømingartíðarskeiðinum ella
2) áður er revsaður fyri sigling í frádømingartíðarskeiðinum.
Stk. 3. Tá bót verður áløgd fyri brot á stk.1, skulu harumframt eisini takast serlig atlit til inntøkuviðurskiftini hjá viðkomandi um tað mundið, tá lógarbrotið varð framt. Sama er galdandi fyri bøtur, sum sambært § 55 í revsilógini verða ásettar í sambandi við treytaða frádøming fyri brot á stk. 2.
Stk. 4. Undir serligum umstøðum kann víkjast frá ásetingunum í stk. 3.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 20. mai 2013.
Stk. 2. Løgtingslógin hevur bert virknað fyri revsimál, sum eru byrjað eftir, at løgtingslógin er komin í gildi.
Tórshavn, 17. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 120/2012