Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2014Nr. 62
Løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 7. mai 2025
Stovnan
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag at røkja tær uppgávur, sum nevndar eru í § 2, og hvørs partapeningur verður innskotin av landinum.
Stk. 2. Navn felagsins er P/F Visit Faroe Islands. Landsstýrismaðurin hevur heimild til at góðkenna, at navn felagsins verður broytt.
Stk. 3. Partapeningurin verður við stovnan ásettur til kr. 500.000.
Stk. 4. Landið eigur allan partapeningin í felagnum, og partabrøv í felagnum kunnu ikki verða seld, ella á annan hátt avhendað øðrum enn landinum.
Stk. 5. Fyri felagið er lóggávan um parta- og smápartafeløg galdandi við teimum broytingum, sum fylgja av hesi lóg.
Endamál
§ 2. 1) P/F Visit Faroe Islands hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.
Stk. 2. P/F Visit Faroe Islands røkir sínar uppgávur í samstarvi við ferðavinnuna í Føroyum.
Leiðsla
§ 3.2) Aðalfundurin velur nevndarformannin og sjey nevndarlimir, sum tilsamans hava fakligu førleikarnar til at røkka endamálinum í § 2.
Stk. 2. 2) Umframt nevndarformannin velur aðalfundurin hinar nevndarlimirnar soleiðis:
1) Eitt umboð fyri ferðavinnuna,
2) tvey umboð fyri ferðaflutningsfyritøkur,
3) eitt umboð frá Tórshavnar kommunu,
4) eitt umboð fyri kommunurnar uttan fyri Tórshavnar kommunu,
5) eitt umboð fyri mentan ella ítrótt og
6) eitt umboð fyri landbúnaðarvinnuna.
Stk. 3. 2) Afturat nevndarlimunum, nevndir í stk. 2, velur landsstýrismaðurin eitt umboð fyri stjórnarráðið, sum hevur møtirætt og talurætt, men ikki atkvøðurætt á fundi.
1) Eitt umboð fyri Ferðavinnufelagið, umboðandi ferðavinnuna í Føroyum, herundir gistingarhús, matstovuvinnu, ferðasmiðir v.m.
2) Tvey umboð fyri ferðaflutningsfyritøkur
3) Eitt umboð frá Tórshavnar Kommunu
4) Eitt umboð fyri kommunurnar uttan fyri Tórshavnar kommunu
5) Eitt umboð fyri mentanina ella ítróttin
6) Eitt umboð fyri landsstýrismannin
Stk. 4. Áðrenn nevndin setur stjóra, skal landsstýrismaðurin verða kunnaður.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin góðkennir starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevnd og lønina til stjórn felagsins.
Fígging
§ 4. Felagnum verður veitt stuðul á fíggjarløgtingslógini.
Stk. 2. Virksemi felagsins kann eisini vera fíggjað við inntøkum frá ferðavinnuni í sambandi við marknaðarátøk, sum P/F Visit Faroe Islands skipar fyri.
Stk. 3. Í sáttmála millum P/F Visit Faroe Islands og landsstýrismannin verður ásett, hvussu stuðulin eftir stk. 1 kann verða nýttur.
Starvsfólkaviðurskifti
§ 5. P/F Visit Faroe Islands yvirtekur tey rættindi og tær skyldur mótvegis starvsfólkunum hjá Ferðaráði Føroya, sum sambært sáttmála ella serligari avtalu um lønar- og setanarviðurskifti eru yvirtøkudagin.
Innlit
§ 6. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri felagið.
Økisferðavinna o.a.
§ 7. 1) P/F Visit Faroe Islands kann í samstarvi við kommunur, kunningarstovur og privat seta í verk menningarátøk í ferðavinnuni.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita menningarverkætlanum í ferðavinnuni fíggjarligan stuðul.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann lata P/F Visit Faroe Islands umsita stuðulsskipanina.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um stuðul sbrt. stk. 1 og 2.
§ 7 a. 2) Menningardeildin hjá P/F Visit Faroe Islands er kommununum til hjálpar, tá ið ferðavinnan í kommununi skal leggjast til rættis.
Gildiskoma
§ 8. Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 26. mai 2011 um Ferðaráð Føroya.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 143/2013
1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 20. desember 2017.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 7. mai 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. stk. 2. Stk. 2. Broytingin í nr. 1 hevur virknað fyri fyrsta aðalfund í P/F Visit Faroe Islands eftir gildiskomu.”