29. mai 2017Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin)
(Undantaka smærri føroysk handilsskip frá loðsskyldu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing, sum broytt við løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 7, stk. 2 verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett:
”2) føroysk handilsskip undir 100 metrar, tó ikki skip sambært § 7, stk. 1, nr. 2-4,”.
Nr. 2-6 verða eftir hetta nr. 3-7.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 86/2016