Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 65 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 65

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi

(Nýggjar reglur um tryggingarhaldfelagsskapir, dagføring av reglum um leiðslu og solvens og víðarilating av upplýsingum til Føroya váðaráð)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Fyri fíggjarligar haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir eru § 6, § 35, stk. 1, kapittul 7, § 49, stk. 4, §§ 55 og 56, §§ 61a-61c, § 74, §§ 106-109, kapittul 13, § 133, stk. 3, §§ 190-193, § 194, § 196, stk. 4, § 204, § 208, stk. 1, og § 211, stk. 2, 3 og 4, nr. 1, og stk. 5, galdandi. Fyri fíggjarligar haldfelagsskapir er § 105 a harumframt galdandi. Fyri tryggingarhaldfelagsskapir eru § 81, § 105 b og § 110, stk. 1 harumframt galdandi.”

 

2.    Í § 1, stk. 8 verður “nr. 14 og 15” broytt til: “nr. 15 og 16”.

 

3.    § 5, stk. 1, nr. 4 verður orðað soleiðis:

“4) Fíggjarligur haldfelagsskapur:

Eitt móðurfelag, ið ikki er eitt fíggjarfelag í einari samtøku, har í minsta lagi eitt av dótturfeløgunum í samtøkuni er eitt fíggjarfelag, og har í minsta lagi 40 prosent av samlaða fíggjarjavnanum fyri samtøkuna og afturatknýtt feløg hjá móðurfelagnum viðvíkja fíggjargeiranum, sbr. tó 2. pkt. og stk. 7. Eitt móðurfelag er ikki ein fíggjarligur haldfelagsskapur, um fíggjarfeløgini í samtøkuni bara eru tryggingarfeløg.”

 

4.    Í § 5, stk. 1 verður aftan á nr. 4, sum nýtt nr. sett:

5) Tryggingarhaldfelagsskapur:

Eitt móðurfelag, hvørs høvuðsvirksemi er at ogna sær og eiga fæfeingislutir i dótturfeløgum, tá ið hesi dótturfeløg bara ella í høvuðsheitum eru tryggingarfeløg ella endurtryggingarfeløg, triðjalandstryggingarfeløg ella endurtryggingarfeløg, og í minsta lagi eitt av hesum dótturfeløgum er eitt tryggingarfelag ella endurtryggingarfelag. Ein tryggingarhaldfelagsskapur er ikki ein fíggjarligur haldfelagsskapur, sbr. nr. 4.”

Nr. 5-16 verða eftir hetta nr. 6-17.

 

5.    Í § 5, stk. 3 verður “fíggjarfelagnum ella haldfelagsskapinum” broytt til: “tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum”.

 

6.    Í § 10, stk. 1, nr. 4 verður “nr. 7” broytt til: “nr. 8”.

 

7.    Í § 35, stk. 1 verður “Tryggingarfeløg, tryggingarmeklarafeløg og haldfelagsskapir” broytt til: “Tryggingarfeløg, tryggingarmeklarafeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

8.    Í § 46, stk. 1, 1. pkt. og í § 46 b verður “tryggingarfelag ella einum haldfelagsskapi” broytt til: “tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella í einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

9.    Í § 46, stk. 1, 2. pkt., og tríggja staðni í § 48, stk. 4 verður “tryggingarfelagið ella haldfelagsskapurin” broytt til: “tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin”.

 

10.  Í § 46 a, stk. 1, nr. 2 og 3 og í § 46 c, stk. 2 verður “tryggingarfelagnum ella haldfelagsskapinum” broytt til: “tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum”.

 

11.  Í § 46 c, stk. 1 verður “tryggingarfelag ella ein fíggjarligur haldfelagsskapur” broytt til: “tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur ella ein tryggingarhaldfelagsskapur”.

 

12.  Í § 46 c, stk. 2, § 48, stk. 2, § 126, stk. 1, 1. pkt. og § 127, stk. 1, 1. pkt. verður “Tryggingarfeløg og haldfelagsskapir” broytt til: “Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

13.  Í § 47, stk. 1 verður “tryggingarfelagi ella einum haldfelagsskapi” broytt til: “tryggingarfelagi, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella í einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

14.  Í § 48, stk. 1, 1. pkt. verður “tryggingarfeløg og haldfelagsskapir” broytt til: “tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

15.  § 49, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag skal til eina og hvørja tíð hava nóg stóra vitan, fakligan førleika og royndir til at kunna røkja uppgávuna ella starvið í viðkomandi felagi.”

 

16.  Í § 49 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag skal til eina og hvørja tíð hava eitt nóg gott orð á sær og vera heiðurligur, hava integritet og vera óheftur fyri effektivt at kunna meta um og finnast at avgerðum, tiknar av dagligu leiðsluni.”

Stk. 2-5 verða eftir hetta stk. 3-6.

 

17.  Í § 49, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “stk. 2” broytt til: “stk. 3”.

 

18.  § 49, stk. 4, sum verður stk. 5, verður orðað soleiðis:

Stk. 5. Stk. 1 og 2, stk. 3, nr. 1, 2 og 4, stk. 4 og § 61 b, stk. 2, 2. pkt. verða at nýta samsvarandi fyri nevndar- og stjórnarlimir í einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi.”

 

19.  Í § 49, stk. 5, sum verður stk. 6, verður “Stk. 1-4” broytt til: “Stk. 1-5”.

 

20.  Aftan á § 49 verður sett:

§ 49 a. Ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag skal seta nóg mikið av tíð av til at røkja uppgávuna sum nevndarlimur ella starvið sum stjóri í viðkomandi felagi. Leiðslulimurin skal støðugt meta um, hvørt viðkomandi hevur sett nóg mikið av tíð av til at røkja uppgávuna ella starvið. Metingin skal verða gjørd við atliti at støddini á felagnum, bygnaði og hvussu torskilt virksemið er.”

 

21.  Í § 55, stk. 1 verður aftan á “tryggingarfelagi” sett: “, einum fíggjarligum haldfelagsskapi og einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

22.  Í § 55, stk. 1, nr. 2 verður “sær, og” broytt til: “sær,”.

 

23.  Í § 55, stk. 1, nr. 3 verður “millum hesi.” broytt til: “millum hesi, og”.

 

24.  Í § 55, stk. 1 verður sum nr. 4 sett:

“4) áseta ein politikk fyri fjølbroytni í nevndini, sum birtir uppundir neyðugt fjølbroytni millum nevndarlimirnar, tá ræður um nøktandi vitan, fakligan førleika og royndir.”

 

25.  Í § 55, stk. 2-4 verður “tryggingarfelagnum” broytt til: “felagnum”.

 

26.  Í § 55, stk. 2, nr. 4 verður “tryggingarfelagsins” broytt til: “felagsins”.

 

27.  Í § 55 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:

Stk. 4. Nevndin í felagnum skal tryggja, at nevndarlimirnir hava nóg stóra kollektiva vitan, fakligar førleikar og royndir til at kunna skilja virksemi felagsins og tann váða, sum er tengdur at hesum.”

Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 5 og 6.

 

28.  Í § 55, stk. 5, sum verður stk. 6, verður aftan á “tryggingarfelagi” sett: “einum fíggjarligum haldfelagsskapi og einum tryggingarhaldfelagsskapi” og “stk. 1-4” verður broytt til: “stk. 1-5”.

 

29.  Í § 56, stk. 1 verður aftan á “tryggingarfelag” sett: “, ein fíggjarligur haldfelagsskapur og ein tryggingarhaldfelagsskapur”.

 

30.  Í § 56, stk. 1, nr. 8 verður “KT-økinum og” broytt til: “KT-økinum,”.

 

31. Í § 56, stk. 1, nr. 9 verður “lønarpolitikk og –siðvenju” broytt til: “ein skrivligan lønarpolitikk” og “virkna váðastýring.” broytt til: “effektiva váðastýring, og”.

 

32.  Í § 56, stk. 1 verður sum nr. 10 sett:

“10) nóg mikið av starvsfólkaorku og fíggjarorku til tess at tryggja nóg góðar møguleikar fyri innleiðsluskeiðum og eftirútbúgvingarskeiðum fyri nevndarlimir og stjórnarlimir.”

 

33.  Í § 56, stk. 2 verður “eitt tryggingarfelag og fíggjarligir haldfelagsskapir” broytt til: “eitt tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur og ein tryggingarhaldfelagsskapur”.

 

34.  § 56, stk. 3 verður strikað.

 

35.  Í § 59 verður sum stk. 4 sett:

Stk. 4. Stk. 1-3 verða at nýta samsvarandi fyri tryggingarfeløg, fíggjarligar haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir um viðurskifti í dótturfeløgum, ið eru tryggingarfeløg.”

 

36.  Í § 61 a, stk. 1, 1. pkt., verður “tryggingarfeløg og fíggjarligir haldfelagsskapir” broytt til: “tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

37.  Í § 61 a, stk. 2 og § 61 c, stk. 4 verður “tryggingarfeløgum og fíggjarligum haldfelagsskapum” broytt til: “tryggingarfeløgum, fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum”.

 

38.  Í § 61 a, stk. 3 verður “Tryggingarfeløg ella fíggjarligir haldfelagsskapir skulu” broytt til: “Tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin skal”.

 

39.  Í § 61 a, stk. 4-6 verður “Tryggingarfelagið ella fíggjarligi haldfelagsskapurin” broytt til: “Tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin”.

 

40.  Í § 61 b, stk. 2, 2. pkt. verður “einum fíggjarligum haldfelagsskapi” broytt til: “einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

41.  Í § 61 c, stk. 1 verður “eitt tryggingarfelag ella ein fíggjarligur haldfelagsskapur” broytt til: “eitt tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur ella ein tryggingarhaldfelagsskapur”.

 

42.  Í § 61 c, stk. 2, 1. pkt. verður “einum tryggingarfelagi ella fíggjarligum haldfelagsskapi” broytt til: “einum tryggingarfelagi, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

43.  Í § 61 c, stk. 3, § 111, stk. 1, 1. pkt. og stk. 4 verður “Tryggingarfeløg og fíggjarligir haldfelagsskapir” broytt til: “Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

44.  Í § 74, stk. 1, 2. pkt. verður “haldfelagsskapir” broytt til: “fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

45.  Í § 77, stk. 1, 1. pkt. verður “fíggjarfelag ella ein haldfelagsskapur” broytt til: “tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur ella ein tryggingarhaldfelagsskapur”.

 

46.  Í § 81, stk. 2, nr. 4, litra a verður “57,5 milliónir evrur” broytt til: “61,3 milliónir evrur”.

 

47.  Í § 81, stk. 2, nr. 4, litra b verður “40,3 milliónir evrur” broytt til: “42,9 milliónir evrur”.

 

48.  Í § 81, stk. 2, nr. 5 og 7 verður 3,5 milliónir evrur” broytt til: “3,7 milliónir evrur”.

 

49.  Í § 81, stk. 2, nr. 6 verður “2,3 milliónir evrur” broytt til: “2,5 milliónir evrur”.

 

50.  Í § 81, stk. 2, nr. 8 verður “3 milliónir evrur” broytt til: “3,6 milliónir evrur”.

 

51.  Í § 81, stk. 2, nr. 9 verður “1 millión evrur” broytt til: “1,2 milliónir evrur”.

 

52.  Aftan á § 105 a verður sett:

§ 105 b. Í samtøkum, har móðurfelagið er ein tryggingarhaldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag, verða ásetingarnar í § 81 at nýta samsvarandi fyri tryggingarhaldfelagsskapin. Móðurfelagið hevur eftirlit við, at hesar ásetingar verða hildnar.

 

53.  Í § 106, stk. 1 verður “ein haldfelagsskapur” broytt til: “ein fíggjarligur haldfelagsskapur, ein tryggingarhaldfelagsskapur” og “nr. 6” verður broytt til: “nr. 7”.

 

54.  Aftan á § 106 verður sett:

§ 106 a. Tryggingarfeløg og dótturfeløg tess og feløg, ið fyribils verða rikin av tryggingarfeløgum, skulu ikki takast við í konsolideringina sambært § 105 a. Tryggingareftirlitið kann tó gera av, at hesi feløg skulu takast við.”

 

55.  Í § 107 verður “einum haldfelagsskapi” broytt til: “einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

56.  Í § 107 verður áðrenn nr. 1 sum nýtt nr. sett:

“1) samtøkan er soleiðis skipað, at móðurfelagið ikki skal lúka solvenskravið í § 105 a ella § 105 b,”.

Nr. 1 og 2 verða eftir hetta nr. 2 og 3.

 

57.  Í § 108 verður “einum haldfelagsskapi” broytt til: “einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

58.  Í § 108 verður áðrenn nr. 1 sum nýtt nr. sett:

“1) móðurfelagið ella samtøkan ikki lýkur solvenskravið í § 105 a ella 105 b,”

Nr. 1 og 2 verða eftir hetta nr. 2 og 3.

 

59.  Í § 109, stk. 1, nr. 2 verður “§ 5, stk. 1, nr. 7” broytt til: “§ 5, stk. 1, nr. 8”.

 

60.  Í § 110, stk. 1 verður aftan á “tryggingarfelag” sett: “ella ein tryggingarhaldfelagsskapur”.

 

61.  Í § 125 verður “fíggjarfeløgum og haldfelagsskapum” broytt til: “tryggingarfeløgum, fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum”.

 

62.  Í § 127, stk. 2 verður “ella haldfelagsskapi” broytt til: “, í einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella í einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

63.  Í § 127, stk. 6 og 7 verður “í einum haldfelagsskapi” broytt til: “í einum fíggjarligum haldfelagsskapi, einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

64.  Í § 127, stk. 8 og í § 191, stk. 4, nr. 1 verður “tryggingarfeløg og haldfelagsskapir” broytt til: “tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

65.  Í § 127, stk. 11, 1. pkt. verður “haldfelagsskapum” broytt til: “fíggjarligum haldfelagsskapum, tryggingarhaldfelagsskapum”.

 

66.  Í § 190 verður sum stk. 9 sett:

Stk. 9. Tryggingareftirlitið kann í ávísum førum, tá ið móðurfelagið í eini samtøku er ein fíggjarligur haldfelagsskapur, ein tryggingarhaldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag, gera frávik frá reglunum fyri samtøkur, ásettar í hesi løgtingslóg ella í reglum gjørdar við heimild í løgtingslógini, við atliti at endamálinum við viðkomandi reglum og virksemi í samtøkuni.”

 

67.  Í § 192, stk. 1 verður “og haldfelagsskapum” broytt til: “, fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum”.

 

68.  Í § 192, stk. 2, 1. pkt. verður “ella einum haldfelagsskapi” broytt til: “, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

69.  Í § 192, stk. 5 verður “haldfelagsskapum,” broytt til: “fíggjarligum haldfelagsskapum, tryggingarhaldfelagsskapum,”.

 

70.  Í § 193, stk. 1 verður aftan á “fíggjarligir haldfelagsskapir” sett: “, tryggingarhaldfelagsskapir”.

 

71.  § 193, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann til eina og hvørja tíð, við hóskandi samleikaprógvi, uttan rættarúrskurð fáa atgongd til eitt tryggingarfelag og deildir tess, ein fíggjarligan haldfelagsskap, ella ein tryggingarhaldfelagsskap við atliti til at savna upplýsingar, undir hesum við kanning á staðnum.”

 

72.  § 193, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Fyri at meta um fíggjarstøðuna hjá einum tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi kann Tryggingareftirlitið í neyðugan mun savna upplýsingar og kann til eina og hvørja tíð, við hóskandi samleikaprógvi, uttan rættarúrskurð fáa atgongd til tær fyritøkur, sum tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin hevur serstakt beinleiðis ella óbeinleiðis samband við.”

 

73.  Í § 193 b, stk. 1 verður “ella einum fíggjarligum haldfelagsskapi” broytt til: “, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi” og “ella í fíggjarliga haldfelagsskapinum” verður broytt til: “, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum”.

 

74.  Í § 193 b, stk. 2, 2. pkt. verður “ella fíggjarliga haldfelagsskapin” broytt til: “, fíggjarliga haldfelagsskapin ella tryggingarhaldfelagsskapin”.

 

75.  Í § 193 b, stk. 3 verður “ella fíggjarligi haldfelagsskapurin” broytt til: “, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin”.

 

76.  Í § 193 b, stk. 4 verður “ella fíggjarliga haldfelagsskapinum” broytt til: “, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum”.

 

77.  Í § 196, stk. 4 og § 202, stk. 2, nr. 1 verður “ein haldfelagsskapur” broytt til: “ein fíggjarligur haldfelagsskapur, ein tryggingarhaldfelagsskapur”.

 

78.  Í § 197, stk. 1 og 2 verður § 49, stk. 2” broytt til: § 49, stk. 2 ella 3, ella § 49 a”.

 

79.  Í § 197, stk. 3, 1. pkt. verður § 49, stk. 2, nr. 1” broytt til: § 49, stk. 3, nr. 1”.

 

80.  Í § 197, stk. 4, verður § 49, stk. 2, nr. 2, 3 ella 4” broytt til: § 49, stk. 2 ella stk. 3, nr. 2, 3 ella 4”.

 

81.  Í § 200, stk. 6 verður aftan á nr. 21 sum nýtt nr. sett:

22) Føroya Váðaráð.

 

82.  Í § 202, stk. 1 verður “haldfelagsskapurin” broytt til: “fíggjarligi haldfelagsskapurin, tryggingarhaldfelagsskapurin”.

 

83.  Í § 202, stk. 3, 1. pkt. verður “einum haldfelagsskapi” broytt til: “einum fíggjarligum haldfelagsskapi, einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

 

84.  Í § 208, stk. 1 verður “Fyritøkur hjá haldfelagsskapum gjalda árliga” broytt til: “Fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir gjalda árliga”.

 

85.  Í § 215, stk. 1 verður “§ 49, stk. 3, sbr. stk. 2, nr. 1 og 2” broytt til: § 49, stk. 4, sbr. stk. 3, nr. 1 og 2, § 49 a” og aftan á § 81, stk. 1, 2 og 8,” verður sett: §§ 105 a og 105 b,”.

 

86.  Í § 215, stk. 2 verður § 55, stk. 1-4” broytt til: § 55, stk. 1-5” og 61 c” verður broytt til: 61 c, stk. 1-3”.

 

87.  Í § 215, stk. 3 verður “tryggingarfeløg ella fíggjarligir haldfelagsskapir” broytt til: “tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir ella tryggingarhaldfelagsskapir” og aftan á “§ 193 b, stk. 1, 1. pkt.,” verður sett: “§ 194, stk. 1, 1. pkt.”.

 

88.  Í § 215, stk. 6 verður “ella einum fíggjarligum haldfelagsskapi” broytt til: “, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi”.

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 85/2017