Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2006Nr. 66
Løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan 1)
(Staðfesting Føroya o.a. av Sáttmála millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Sáttmáli frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, við atknýttum frumskjølum og yvirlýsingum (Skjal 1) kann verða staðfestur Føroya vegna.
§ 2. Ásetingarnar í Sáttmálanum frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, (Skjal 1) hava gildi í Føroyum í øllum yvirtiknum málum, ið nevndi sáttmáli fevnir um.
Stk. 2. Stk. 1 fevnir ikki um grein 7, stk. 2 og grein 8, stk. 2 í sáttmálanum og atknýtt frumskjøl og yvirlýsingar til sáttmálan.
§ 3. Løgtingslógin fær gildi á gildisdegi sáttmálans, undirritaður 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, (Skjal 1) samsvarandi grein 13, stk. 2 í sáttmálanum.
Sáttmáli millum stjórn Íslands, øðrumegin, og stjórn Danmarkar og Føroya landsstýri, hinumegin
Stjórn Íslands, øðrumegin, og
Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin;
Hereftir nevnd sáttmálapartarnir;
VILJA fremja búskaparligu viðurskiftini millum Ísland og Føroyar og samskipa búskaparligu menning teirra;
LEGGJA ÁHERÐSLU Á rættvís kappingarkor á einum sameindum marknaði uttan tollsamgongu;
HAVA SETT SÆR FYRI at víðka búskaparligu viðurskiftini teirra millum til allar greinar av búskaparligum virksemi sum heild;
HAVA SETT SÆR FYRI at menna og fremja samvinnu sínámillum á øðrum økjum;
HAVA SAMTYKT at beina burtur allar forðingar, sum hindra búskaparligu viðurskiftunum millum Ísland og Føroyar, innan innihaldsvídd Sáttmálans.
Grein 1
ENDAMÁL
Endamálið við hesum Sáttmála er at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar. Á hesum búskaparøki verður, innan innihaldsvídd Sáttmálans, bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.
Grein 2
UMVELDISVÍDD
Hesin Sáttmáli er virkin í umveldunum Ísland og Føroyar.
Øll stig, sum Sáttmálapartarnir binda seg til at taka eftir hesum Sáttmála, skulu vera avmarkaði til umveldini hjá antin Íslandi ella Føroyum, og til teirra likamligu persónar, sum skilmarkaðir í Frumskjali 1, og til løgfrøðiligar persónar heimahoyrandi har.
Ásetingarnar í hesum Sáttmála skulu vera virknar fyri flutning millum Ísland og Føroyar av vørum, sum hava uppruna í umveldunum hjá Íslandi ella Føroyum, og av tænastum og kapitali, veitt av íslendskum ella føroyskum likamligum persónum, sum skilmarkaðir í Frumskjali 1, ella av løgfrøðiligum persónum heimahoyrandi antin í Íslandi ella í Føroyum.
Grein 3
INNIHALDSVÍDD
Er ikki annað tilskilað, er hesin Sáttmáli virkin fyri:
a) handil við vørum;
b) handil við tænastum;
c) flyting hjá persónum og uppihaldsrætt;
d) flutning av kapitali og íløgur;
e) stovnseturætt;
f) kapping, almennan einkarrætt, almennan stuðul og innkeyp hjá tí almenna;
g) samvinnu á øðrum økjum, sum ásett í Grein 7.
Grein 4
VIÐFERÐ SUM BEST TIGNAÐA TJÓÐ
Innan vídd Sáttmálans, skal hvør Sáttmálapartur geva likamligum og løgfrøðiligum persónum hjá hinum Sáttmálapartinum og somuleiðis vørum, ið hava uppruna sín innan umveldisvídd Sáttmálans, eina viðferð, sum á ongan hátt er ólagaligari enn hon, teir geva likamligum og løgfrøðiligum persónum í nøkrum øðrum landi, og somuleiðis vørum, sum hava uppruna sín uttanfyri umveldisvídd Sáttmálans.
Grein 5
TJÓÐSKAPARVIÐFERÐ
1. Innan vídd Sáttmálans er
A. bannað at gera nakran mismun millum íslendskar likamligar persónar og føroyskar likamligar persónar vegna tjóðskap, sum hann er skilmarkaður í Frumskjali 1;
B. bannað at gera nakran mismun vegna virkisstað millum løgfrøðiligar persónar, heimahoyrandi innan umveldisvídd Sáttmálans;
C. bannað at gera nakran mismun vegna upprunastað millum vørur, sum hava uppruna sín innan umveldisvídd Sáttmálans.
2. Við virkni av meginregluni ásettari í stykki 1 binda Sáttmálapartarnir seg, inter alia, til hetta:
A. Viðvíkjandi handli við vørum:
i. Allur mismunur vegna uppruna í sambandi við viðferð av vørum, í lóg sum í verki, skal vera bannaður.
ii. Mongdaravmarkingar, uttan mun til heiti ella orsøk, og tiltøk, sum hava samsvarandi ávirkan, skulu vera bannað.
iii. Tollur, uttan mun til heiti ella orsøk, og tiltøk, sum hava samsvarandi ávirkan, skulu vera bannað.
iv. Ásetingarnar í hesi grein galda fyri allar vørur, løgliga marknaðarførdar innan umveldisvídd Sáttmálans, við tí fyrivarni, at tær lúka tilskilað krøv um alment siðsemi og trygd.
v. Í Frumskjali 2 í hesum Sáttmála eru virknu upprunareglurnar ásettar.
vi. Í Frumskjali 3 í hesum Sáttmála eru reglur ásettar viðvíkjandi samstarvi millum Sáttmálapartarnar um tollmál og einfaldaðar tollmannagongdir.
B. Viðvíkjandi handli við tænastum:
i. Bannað er, í lóg sum í verki, á nakran hátt at mismuna einum tænastuveitara hjá øðrum Sáttmálapartinum, ið hevur virksemi í umveldinum hjá hinum Sáttmálapartinum.
ii. Uttan at vika við ásetingina í (i) omanfyri, skulu likamligir ella løgfrøðiligir persónar hjá øðrum Sáttmálapartinum, sum virka í umveldinum hjá hinum Sáttmálapartinum, ganga undir somu krøv, sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar hjá hinum Sáttmálapartinum gera, sambært tjóðarlóg seinna Sáttmálapartsins.
C. Viðvíkjandi flyting hjá persónum og uppihaldsrætti:
i. Allur mismunur í sambandi við uppihaldsrætt og frælsa flyting hjá persónum, í lóg sum í verki, skal verða bannaður, eins og nágreiniligari er ásett í Frumskjali 4 í hesum Sáttmála.
ii. Atgongd skal mismunarleyst veitast til skúlar, lærdar háskúlar og aðrar lærustovnar.
iii. Hvør Sáttmálapartur skal viðurkenna sambærilig próvskjøl og onnur førleikaprógv, ið fingin eru í umveldinum hjá hinum Sáttmálapartinum, eins og vóru tey skrivað út í hansara umveldi. Viðurkenning av slíkum próvskjølum og førleikaprógvum skal undir ongum umstøðum vera verri enn viðurkenningar av sambæriligum próvskjølum og førleikaprógvum útskrivað av einum parti, sum ikki er partur í hesum Sáttmála.
iv. Íslendskir likamligir persónar, ið hava havt uppihald í Føroyum í trý ár og føroyskir likamligir persónar, ið hava havt uppihald í Íslandi í trý ár, hava rætt til at stilla upp til og greiða atkvøðu á kommunuvalum.
D. Viðvíkjandi flutningi av kapitali og íløgum:
i. Allur mismunur vegna ætlanarstað hjá kapitali ella íløgustað í sambandi við frælsan flutning av kapitali ella í sambandi við íløgur, í lóg sum í verki, skal vera bannaður allastaðni innan umveldisvídd Sáttmálans.
E. Viðvíkjandi stovnseturætti :
i. Allur mismunur viðvíkjandi stovnseturætti, í lóg sum í verki, skal vera bannaður.
F. Viðvíkjandi kapping:
i. Allur mismunur í sambandi við kappingarreglur og virkna teirra skal vera bannaður.
ii. Til tess at tryggja frælsan handil og jøvn kappingarkor á tí búskaparøki, sum stovnað er við hesum Sáttmála, skulu kappingarmyndugleikarnir hjá Sáttmálapørtunum samstarva, flýggja hvørjum øðrum upplýsingar og ráðføra seg hvør við annan um eftirlit sum heild og, krevst tað, í einstøkum málum.
iii. Um annar av Sáttmálapørtunum verður varur við undirvirðissølu av eini ávísari vøru hjá einum útflytara hjá hinum Sáttmálapartinum, sum skilmarkað í viðkomandi ásetingum í WTO sáttmálunum, kann rakti Sáttmálaparturin taka hóskandi stig í samsvari við grein VI í GATT 1994. Rakti Sáttmálaparturin skal skrivliga boða hinum Sáttmálapartinum frá og seta eina 30 daga freist til við samráði at finna eina loysn, ið báðir Sáttmálapartar kunnu sætta seg við.
G. Viðvíkjandi almennum einkasølum:
i. Almennar einkasølur hjá einum Sáttmálaparti skulu hvørki í lóg ella í verki fremja mismun í virksemi sínum.
H. Viðvíkjandi almennum stuðuli:
i. Almennur stuðul ella stuðul við almennum tilfeingi í hvørjum líki hann so er, ið verður veittur til búskaparligt virksemi, ið heilt ella lutvíst fer fram í umveldinum hjá einum Sáttmálaparti, skal verða veittur mismunaleyst í tí umveldinum.
ii. Kemur ein Sáttmálapartur fram á, at almennur stuðul ella stuðul við almennum tilfeingi avlagar ella kann avlaga kappingina við at geva ávísum virksemi ella vinnugreinum fyrimunir, kann hesin Sáttmálapartur leggja málið fyri Felagsnevndina í samsvari við Grein 8.
I. Viðvíkjandi innkeypi hjá tí almenna:
i. Allur mismunur í sambandi við alment innkeyp, í lóg sum í verki, skal vera bannaður.
J. Viðvíkjandi handli við landbúnaðarvørum:
i. Skaðar innflutningur av ávísum landbúnaðarvørum í tátti 1, 2, 4, 5, 12, 15, 16 og 21 í Samrímaðu Vørulýsinga og Talskipanini frá øðrum Sáttmálapartinum álvarsliga framleiðsluna av somu vøru hjá hinum Sáttmálapartinum, kann seinni Sáttmálaparturin av sínum eintingum taka hóskandi og rímilig stig. Áðrenn slík stig verða tikin, skulu Sáttmálapartarnir geva sær tíð til samráð um loysnir til tess at bøta um støðuna.
ii. Gera serligar umstøður átrokandi stig neyðug, kann Sáttmálaparturin hjá innflytaranum taka stig, sum eru alneyðug til at bøta um støðuna, í fyrsta lagi tríggjar dagar eftir, at hann hevur boðað Sáttmálapartinum hjá útflytaranum frá.
iii. Øll stig skulu alt fyri eitt fráboðast Felagsnevndini, í samsvari við Grein 8, og skal hon eisini hava allar viðkomandi upplýsingar. Samráð skal verða við jøvnum millumbilum í Felagsnevndini við serligum fyrilitið fyri, hvussu stigini kunnu verða avtikin aftur, so skjótt sum umstøðurnar loyva tí.
Grein 6
UNDANTØK FRÁ TJÓÐSKAPARVIÐFERÐ
Hesi undantøk frá meginreglunum ásettum í Grein 5, stykki 1 skulu vera virkin:
1. Allar vørur, sum handlað verður við, skulu koma undir reglur um djóraheilsufrøði og plantuheilsufrøði hjá Sáttmálapartinum, sum flytur inn. Slíkar reglur skulu ikki hava við sær hindringar av tøkniligum ella mannagongdsslagi fyri beinleiðis handil. Við fyrivarni fyri skyldum teirra í altjóða sáttmálum viðvíkjandi djóraheilsufrøði og plantuheilsufrøði, skulu Sáttmálapartarnir tryggja, at beinleiðis handil við framleiðslum, ið koma undir greinar um heilsu og plantuheilsufrøði, verður lættur um og bera so í bandi, at stovna marknaeftirlitsstøðir og aðrar hentleikar, ið neyðugir eru fyri beinleiðis handli við øllum framleiðslum, sum hesin Sáttmáli fevnir um.
2. Vóru tær virknar á undirritingardegi Sáttmálans, kann Ísland framvegis innan vinnugreinarnar fiskiskap og fiskavirking hava avmarkingar viðvíkjandi ognarrætti hjá útlendingum og/ella ognarrætti hjá ikki búføstum persónum og somuleiðis viðvíkjandi stovnseturætti hjá ikki ríkisborgarum og ríkisborgarum, sum ikki hava heimstað í Íslandi.
3. Vóru tær virknar á undirritingardegi Sáttmálans, kunnu Føroyar framvegis innan vinnugreinina fiskiskap hava avmarkingar viðvíkjandi ognarrætti hjá útlendingum og/ella ognarrætti hjá ikki búføstum persónum og somuleiðis viðvíkjandi stovnseturætti hjá ikki ríkisborgarum og ríkisborgarum, sum ikki hava heimstað í Føroyum.
4. Føroyar kunnu framhaldandi hava ásetingar virknar um loyvi sambært Grein 10, 11 og 18 í lóg um kolvetnisvirksemi (Nr. 31, 16 mars 1998). Í hesum sambandi skal føroyska lógin um kolvetnisvirksemi verða tulkað soleiðis, at hon á mismunaleysan hátt gevur íslendskum løgfrøðiligum persónum, ið eru stovnsettir í Føroyum, og íslendskum likamligum persónum, sum eru búsettir í Føroyum, rættindi sambært nevndu lóg. Í allar aðrar mátar eru almennu ásetingarnar í hesum Sáttmála virknar á umrødda øki.
5. Ásetingarnar í hesum Sáttmála um íløgur eru ikki virknar fyri íløgur, sum stjórn og almennir stovnar hjá Sáttmálapørtunum gera.
Grein 7
SAMSTARV Á ØÐRUM ØKJUM
1. Innan vídd Sáttmálans vilja Sáttmálapartarnir stimbra og breiðka sínámillum samstarv á øllum viðkomandi økjum, ið hava felags áhuga, hesi øki íroknað:
· Mentan, útbúgving, læra, ítróttur og ungdómur
· Orka
· Umhvørvi
· Heilsutænastur
· Menning av mannatilfeingi í almenna geiranum
· Gransking og tøknimenning
· Tilfeingisumsiting
· Telesamskifti
· Ferðavinna
· Flutningur
2. Ásetingar um samstarv samsvarandi stykki 1 verða útgreinaðar av Felagsnevndini í frumskjølum, sum verða sett í henda Sáttmála seinni.
Grein 8
FELAGSNEVND
1. Sáttmálapartarnir seta við hesum eina Felagsnevnd. Hon skal tryggja, at hesin Sáttmáli verður framdur og virkar á munadyggan hátt. Við tí fyri eyga skal hon fremja sínámillum skifti av upplýsingum og sjónarmiðum.
2. Felagsnevndin kann við samtykki gera av at broyta Grein 5, 6 og 7 og somuleiðis Frumskjølini í hesum Sáttmála ella leggja frumskjøl afturat hesum Sáttmála sum ásett í Grein 7, stykki 2 við tí endamáli støðugt at frælsisgera handil ella at stimbra samstarv millum Sáttmálapartarnar.
3. Felagsnevndin skipar sjálv starv sítt.
4. Felagsnevndin skal halda fund í samsvari við starvsskipan sína minst eina ferð um ári, og tá ið annar Sáttmálaparturin biður um tað.
5. Felagsnevndin kann seta undirnevndir.
Grein 9
RÁÐ
1. Stjórnarlimir skulu hittast minst eina ferð um árið.
2. Eitt Ráð er við hesum skipað. Ráðið skal fyrst og fremst geva politiska tilstuðlan til, at hesin Sáttmáli verður framdur og, tá ið áneyðir eru, leiðbeina Felagsnevndina, sum er sett sambært honum, í starvi hennara.
3. Ráðið skal meta um, hvussu hesin Sáttmáli sum heild virkar og mennist. Felagsnevndin kann leggja øll trætumál fyri Ráðið.
4. Ráðið skipar sjálvt starv sítt.
Grein 10
FRUMSKJØL
Frumskjølini í hesum Sáttmála skulu vera ein samrunnin partur av honum.
Grein 11
UPPTØKA
Hesin Sáttmáli kann verða víðkaður til eisini at fevna um aðrar Partar ella partar av Danmarkar Kongsríki eftir umsókn. Sáttmáli skal gerast um treytir og kor fyri eini slíkari víðkan.
Grein 12
UPPSØGN
1. Annarhvør Sáttmálaparturin kann siga henda Sáttmála upp við eini orðsending til hin Sáttmálapartin. Sáttmálin fer úr gildi fyrsta mánaðardag í tí mánaði, sum tekur við, tá ið tólvti mánaður er liðin frá tí, at fráboðan um uppsøgn varð móttikin.
2. Fyrimunir, sum íleggjarar ella tænastuveitarar hjá øðrum Sáttmálapartinum hava fingið frá hinum Sáttmálapartinum sambært treytunum í hesum Sáttmála fyri tann dag, sum uppsagnarfráboðanin er dagfest, skulu vera verðandi í gildi í minsta lagi fimm ár eftir, at Sáttmálin gongur út.
Grein 13
GILDISKOMA
1. Hesin Sáttmáli skal staðfestast, góðkennast ella samtykkjast av Sáttmálapørtunum í samsvari við teirra innanhýsis mannagongdir.
2. Hesin Sáttmáli kemur í gildi fyrsta dag í tí mánaði, sum tekur við eftir, at seinasta løgskjal um staðfesting, góðkenning ella samtykki er komið varveitslupartinum, Uttanríkismálaráði Íslands, í hendur.
3. Sáttmálin millum Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Stjórn Íslands hinumegin um Frælsan Handil Føroya og Íslands millum, ið varð undirritaður 6 august 1992, fer úr gildi, tá ið hesin Sáttmálin kemur í gildi, tó við fyrivarni fyri ásetingunum í Frumskjali 2 til henda Sáttmála.
Gjørdur í Hoyvík hin 31 august 2005 á íslendskum, føroyskum, donskum og enskum máli, allir tekstir javnálítandi.
Í ivamálum skal enski teksturin ráða.
Vegna Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri
|
Vegna Stjórn Íslands
|
Jóannes Eidesgaard (sign.)
|
Davíð Oddsson (sign.)
|
FRUMSKJAL 1
Í hesum Sáttmálanum verður ein "íslendskur likamligur persónur" skilmarkaður sum ein persónur við íslendskum heimarætti, og ein "føroyskur likamligur persónur" sum ein persónur við donskum heimarætti, búsitandi ella áður búsitandi í Føroyum.
FRUMSKJAL 2
Viðvíkjandi lýsing av hugtakinum ”upprunaframleiðslur” og fyrisitingarligir samstarvshættir
Upprunareglurnar, sum eru ásettar í Frumskjali 3 til Sáttmálan millum Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Stjórn Íslands hinumegin um Frælsan Handil Føroya og Íslands millum, ið varð undirritaður 6 august 1992, soleiðis sum tær eru virknar, tá hesin Sáttmáli kemur í gildi, halda áfram at vera virknar og skulu verða mettar sum verandi partur av hesum Frumskjali.
FRUMSKJAL 3
um sínámillum stuðul í tollmálum
Grein 1
Orðalýsingar
Í hesum Sáttmála merkir:
(a) „tolllóggáva“ fyriskipanir við virkni á øki Sáttmálapartanna fyri innflutning, útflutning og umlandsflutning av vørum og teirra luti í eini tollmannagongd, eisini fyriskipanir av forboðum, avmarkinum ella eftirliti í gildi hjá nevndu Pørtum;
(b) „tollur“ allur tollur, skattir, avgjøld og onnur gjøld, sum eru áløgd og heintaði í umveldunum hjá Sáttmálapørtunum, sum partur av nýtsluni av tolllóggávuni, tó ikki avgjøld og gjøld sum í upphædd eru avmarkaði til á leið kostnaðin av veittari tænastu;
(c) „umbiðjandi myndugleiki“ ein málførur fyrisitingarmyndugleiki, sum ein av Sáttmálapørtunum hevur útnevnt til hetta endamál, og sum setur fram áheitan um hjálp í tollmálum;
(d) „áheittur myndugleiki“ ein málførur fyrisitingarmyndugleiki, sum ein av Sáttmálapørtunum hevur útnevnt til hetta endamál, og sum fær áheitan um hjálp í tollmálum;
(e) „brot“ øll brot á tolllógávuna eins væl og allar royndir at bróta hesa lóggávu.
Grein 2
Karmar
1. Sáttmálapartarnir stuðla hvør øðrum á tann hátt og sambært teimum treytum, ið settar eru í hesum Frumskjali við at tryggja, at tolllóggávan verður nýtt á rættan hátt serstakliga við at fyribyrgja, uppdaga og rannsaka virksemi, ið fremur brot á hesa lóggávu.
2. Hjálp í tollmálum, eins og fyriskipað er í hesum Frumskjali, hevur virkni í øllum fyrisitingarmyndugleikum hjá Sáttmálapørtunum, sum eru málførir til nýtsluna av hesum Frumskjali. Hon skal ikki taka galdandi reglur um sínámillum hjálp í revsirættarligum viðurskiftum framum.
Grein 3
Stuðul eftir áheitan
1. Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum skal áheitti myndugleikin geva honum allar viðkomandi upplýsingar, sum gera hann føran fyri at tryggja, at tolllóggávan er framd á rættan hátt, harímillum upplýsingar um staðfest ella ætlað tiltøk, sum eru ella kunnu verða brot á hesa lóggávu.
2. Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum, skal áheitti myndugleikin upplýsa honum, um vørur, útfluttar úr umveldinum hjá øðrum Sáttmálapartinum, eru innfluttar á rættan hátt í umveldið hjá hinum Partinum, við at tilskila, har tað er hóskandi, hvør tollmannagongd er nýtt til vørurnar.
3. Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum skal áheitti myndugleikin taka neyðug stig til at tryggja umsjón við:
(a) likamligum ella løgfrøðiligum persónum, um hvørjar tað við góðari grund verður hildið, at hesir væntandi fremja ella hava framt brot á tolllóggávuna;
(b) vøruflutningi, sum fráboðað er um, at hann møguliga elvir til brot á tolllóggávuna;
(c) flutningshættum, um hvørjar tað við góðari grund verður hildið, at hesir væntandi hava verið, eru ella kunnu verða nýttir til at elva til brot á tolllóggávuna.
Grein 4
Sjálvboðin stuðul
Sáttmálapartarnir skulu í samsvari við lóggávur sínar veita hvør øðrum hjálp, um teir halda tað vera neyðugt, fyri at tolllógin kann verða nýtt rætt, serstakliga tá teir fáa upplýsingar, sum hava samband við:
- tiltøk, sum hava verið, eru ella fara at vera brot á tílíka lóggávu, og sum hin Sáttmálaparturin kann hava áhuga í;
- nýggjar hættir ella mannagongdir, ið nýtt verða til at fremja tílík tiltøk;
- vørur, ið vitandi er um, eru orsøk til brot á tolllóggávuna fyri innflutning, útflutning, umlandsflutning ella nakra aðra tollmannagongd.
Grein 5
Lating/fráboðan
Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum, skal áheitti myndugleikin í samsvari við lóggávu sína taka øll neyðug stig til:
- at lata øll skjøl,
- at boða frá øllum avgerðum,
ið falla innan karmarnar á hesum Frumskjali til ein móttakara, búsitandi ella staðbundin í umveldi hansara.
Grein 6
Formur og innihald í áheitan um stuðul
1. Áheitanir samsvarandi hesum Frumskjali skulu vera skrivligar. Neyðug skjøl at fylgja slíkum áheitanum skulu verða hjáløgd. Bráðneyðugar áheitanir kunnu vera munnligar, men skulu staðfestast skrivliga beinanvegin.
2. Áheitanir samsvarandi stk. 1 skulu innihalda hesar upplýsingar:
(a) navnið á umbiðjandi myndugleika;
(b) ætlað tiltøk;
(c) endamál og orsøk til áheitanina;
(d) lógir, reglur og aðrar løgfrøðiligar tættir í hesum sambandi;
(e) upplýsing, sum er so nágreinilig og týðilig sum møguligt um likamligu ella løgfrøðiligu persónarnar, sum eru málið fyri hesum kanningum;
(f) ein samandráttur av viðkomandi upplýsingum, tó ikki í málum nevnd í Grein 5.
3. Áheitanir verða settar fram á almenna málinum hjá tí áheitta myndugleikanum ella á einum máli, sum hesin myndugleiki kann góðtaka.
4. Um ein áheitan ikki lýkur formligu krøvini, kann verða kravt, at hon verður rættað ella fullfíggjað; boð kunnu kortini verða givin um trygdarfyriskipanir.
Grein 7
At fylgja áheitanum
1. Fyri at fylgja eini áheitan um stuðul skal áheitti myndugleikin ella, tá hesin seinni ikki sjálvur kann handla, so fyrisitingardeildin, sum hesin myndugleiki hevur sent áheitanina til, eins og gjørdi hann arbeiðið fyri seg sjálvan ella eftir áheitan frá øðrum myndugleika í sama Sáttmálaparti undir teimum avmarkingum, sum málføri og tøka orka hansara hevur, útflýggja tær upplýsingar, hann longu hevur, fyri at seta í verk hóskandi kanningar ella at syrgja fyri, at slíkar verða gjørdar.
2. Áheitanir um stuðul skulu eftirlíkast sambært lógum, reglum og øðrum rættarfyriskipanum hjá áheitta Sáttmálapartinum.
3. Tænastumaður við fullum heimildum hjá einum av Sáttmálapørtunum kann, um hin parturin loyvir tí, og undir teimum treytum, sum hesin seinni hevur sett, frá áheitta myndugleikanum ella øðrum myndugleika, sum áheitti myndugleikin hevur ábyrgdina av, útvega sær upplýsingar viðvíkjandi broti á tolllóggávuna, sum umbiðjandi myndugleikanum tørvar fyri at kunna halda hetta Frumskjal.
4. Tænastumenn hjá øðrum Sáttmálapartinum kunnu, um hin Sáttmálaparturin loyvir tí, vera til staðar undir rannsóknum, ið verða útintar í landi hansara.
Grein 8
Skapið á samskiftu upplýsingunum
1. Áheitti myndugleikin boðar umbiðjandi myndugleikanum frá úrslitum av kanningum sum skjøl, váttað avrit av skjølum, frágreiðingar og tílíkt.
2. Skjølini nevnd í stk. 1 kunnu ístaðin gevast sum upplýsingar á teldu, gjørdar á ein hvønn hátt til sama endamál.
Grein 9
Undantøk frá skyldu at veita stuðul
1. Sáttmálapartarnir kunnu nokta at geva tann stuðul, sum ásettur er í hesum Frumskjali, tá ein slíkur:
a) væntandi hevði verið til bága fyri fullveldi, alment siðsemi, trygd ella onnur megináhugamál; ella
b) fevnir um gjaldoyra ella aðrar skattareglur enn tolllóggávuna; ella
c) hevði brotið ídnaðarlig, handilslig ella yrkislig loynimál.
2. Tá ið umbiðjandi myndugleikin biður um stuðul, sum hann sjálvur ikki hevði kunnað veitt, um hann var biðin, skal hann gera vart við hetta í áheitan síni. Síðani liggur tað á áheitta myngugleikanum at gera av, hvussu hann svarar tílíkari áheitan.
3. Um hjálp verður afturhildin ella noktað, skal avgerðin og orsøkin fyri avgerðini viðmerkjast til umbiðjandi myndugleikan beinanvegin.
Grein 10
Trúnaðarskylda
Allar upplýsingar, í hvørjum líki tær so eru givnar, sambært hesum Frumskjali eru trúnaðarupplýsingar. Tær eru undir tagnarskyldu og verða vardar sum slíkar upplýsingar sambært viðkomandi lógum hjá Sáttmálapartinum, sum móttekur upplýsingarnar.
Grein 11
Nýtsla av upplýsingum
1. Upplýsingar, ið fingnar eru til vegar, skulu bert nýtast sambært hesum Frumskjali. Um annar Sáttmálaparturin biður um at nýta upplýsingar til onnur endamál, skal hann biðja um skrivliga góðkenning frammanundan frá fyrisitingarmyndugleikanum, sum veitti upplýsingarnar. Slík nýtsla er undir øllum avmarkingum, ið ásettar eru av tí myndugleikanum. Hesar ásetingar fevna ikki um upplýsingar um brot í sambandi við narkotisk evni og psykotropisk evni. Slíkir upplýsingar kunnu verða veittir øðrum myndugleikum, sum eru beinleiðis partur av at berja niður ólógliga handilin við rúsevnum.
2. Stk. 1 skal ikki forða fyri, at upplýsingar verða nýttir til rættarmál ella fyrisitingarligar viðgerðir, tá tolllóggávan ikki er hildin.
3. Sáttmálapartarnir kunnu í rættarbókum sínum, frágreiðingum og vitnisfrágreiðingum og í rættarmálum og ákærum nýta móttiknar upplýsingar og framløgd skjøl sum prógv í samsvari við reglurnar í hesum Frumskjali.
Grein 12
Sakkøn og vitni
Ein tænastumaður hjá einum áheittum myndugleika kann verða heimilaður, innan fyri tær í heimildini ásettu avmarkingar, at møta sum sakkønur ella vitni í rættarmálum ella fyrisitingarligum viðgerðum í málum, ið hetta Frumskjal fevnir um, í løgdøminum hjá hinum Sáttmálapartinum, og til at útvega teir lutir, skjøl ella váttað avrit av hesum, ið tørvur kann vera á til nevndu rættarviðgerð. Áheitan um at koma fyri rættin skal geva greiða ábending um, í hvørjum málum og undir hvørjum heiti og eginleikum tænastumaðurin verður avhoyrdur.
Grein 13
Hjálparútreiðslur
Sáttmálapartarnir siga frá sær øll krøv til hvønn annan um samsýning fyri útreiðslur, sum teir hava átikið sær sambært hesum Frumskjali, tó undantikið, sum hóskandi er, til sakkøn og vitni og til tulkar og týðarar, sum ikki eru í starvi hjá tí almenna.
Grein 14
Fremjan
1. Umsitingin av hesum Frumskjali verður latin upp í hendurnar á tollmyndugleikunum í Sáttmálapørtunum. Teir taka avgerð um øll neyðug stig og tiltøk fyri at seta frumskjalið í verk, harímillum at hava fyrilit fyri reglum, ið eru virknar fyri dátuvernd. Teir kunnu gera tilmæli til viðkomandi myndugleikar um broytingar, sum teir meta vera neyðugar.
2. Sáttmálapartarnir skulu geva hvørjum øðrum listar yvir málføru myndugleikarnar, sum eru valdir at vera millumgongufólk, til tess at hetta Frumskjal verður framt í verki. Henda kunning skal verða víðkað við listum yvir tænastumenn hjá teimum myndugleikum, sum hava ábyrgdina av at fyribyrgja, kanna og niðurberja brot á tolllóggávuna. Hesir listar verða endurskoðaðir eftir tørvi. Til tess at tryggja at hetta Frumskjal virkar á munabestan hátt, skulu Sáttmálapartarnir harafturat taka neyðug stig til at tryggja, at deildir, sum hava ábyrgdina av at niðurberja tollsvik, grunda beinleiðis persónlig sambond, heruppií um tað hevur virkni á staðbundnum tollmyndugleikastøði, til tess at lætta um skiftið av upplýsingum og viðgerðina av áheitanum.
3. Sáttmálapartarnir ráðføra seg hvør við annan og upplýsa hvønn annan út í æsir um reglurnar fyri fremjan, sum eru samtyktar í samsvari við reglurnar í hesum Frumskjali.
FRUMSKJAL 4
Sáttmálapartarnir taka á seg at lætta um frælsa flyting persónanna innanfyri umveldisvídd Sáttmálans. Teir eru partar av fylgjandi norðurlendsku sáttmálum um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, almannatrygd og almannahjálp, sum veita grundleggjandi minstkravdu meginreglur í hesum sambandi:
Norðurlendskur Sáttmáli um ein Felags Norðurlendskan Arbeiðsmarknað, undirritaður hin 6 mars 1982.
Sáttmálin kom í gildi hin 1 august 1983. Sáttmálin varð virkin í Føroyum hin 1 apríl 1992.
Norðurlendskur Sáttmáli um Almannahjálp og Almennar Tænastur, undirrritaður hin 14 juni 1994.
Sáttmálin kom í gildi hin 1 oktober 1996 og varð virkin í Føroyum frá sama degi.
Norðurlendskur Sáttmáli um Almannatrygd, undirritaður hin 18 august 2003. Norðurlond hava fingið fráboðan um, at hann er virkin í Føroyum, og hann verður kunngjørdur í Føroyum í September 2005.
Tórshavn, 18. mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 15/2005
1) Sáttmálin er eisini lýstur á íslendskum, donskum og enskum og er at finna í kunngerðablaði A 2006 hefti 13 á síðu 109.