Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 66 29. mai 2017
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar
(Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, 1. pkt orðað soleiðis:
“Eftir reglunum í hesi lóg verður latin studningur úr landskassanum til fólkaháskúlar, ið hava tað sum høvuðsendamál at læra ungdómin føroyskt mál, siðmenning og føroyska mentan og at vekja ans hjá ungdóminum fyri andligum virðum, ítrótti og rørslu.”
2. Í § 2, stk. 2, verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarndi aldur sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv, verða roknaðir uppí.”
3. Í § 3, nr. 4 verður aftan á “undirvísingartilfari” sett: “matur, ”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 99/2016