Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 67
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Pensjónsnýskipan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 164 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Almannaveitingar sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. verða árliga javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar. Tó verður frádráttarfría inntøkuupphæddin fyri fólkapensjónistar – grundupphædd – fødd aftaná 31. desember 1952, í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., ikki javnað.”
2. § 3, nr. 1, 6. rað verður orðað soleiðis:
“
Viðbót til fólkapensjón – støk – fødd áðrenn 1. januar 1953 |
2016 |
45.252,00 |
”
3. Í § 3, nr. 1 verður aftan á 6. rað sum nýtt rað sett:
“
Viðbót til fólkapensjón – støk – fødd aftaná 31. desember 1952 |
2020 |
57.348,00 |
”
4. § 3, nr. 1, 7. rað verður orðað soleiðis:
“
Viðbót til fólkapensjón – gift hvør – fødd áðrenn 1. januar 1953 |
2016 |
36.372,00 |
”
5. Í § 3, nr. 1 verður aftan á 7. rað sum nýtt rað sett:
“
Viðbót til fólkapensjón – gift hvør – fødd aftaná 31. desember 1952 |
2020 |
42.444,00 |
”
6. Í § 3, nr. 1 verður aftan á 17. rað sum nýtt rað sett:
“
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar – grundupphædd – fødd aftaná 31. desember 1952 |
2020 |
60.000,00 |
”
7. § 3, nr. 1, 18. rað verður orðað soleiðis:
“
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar – viðbót – fødd áðrenn 1. januar 1953 |
2014 |
61.900,00 |
”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2019 og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2020.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 65/2017