Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 1984Nr. 69
Løgtingslóg um stuðul til musikkskúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
§ 1. Eftir reglunum í hesi lóg verður latin studningur úr landskassanum til musikkskúlar, ið hava til endamáls í samarbeiði við heim, skúla og aðrar musikkfelagsskapir at menna musikalsku evni og gávur næminganna og leggja grundarlag undir einum ríkum musikklívi á staðnum.
§ 2. Til tess at røkka endamálinum skal musikkskúlin geva grundútbúgving, vokal- og/ella instrumentalundirvísing, undirvísing í samspæli og samansangi, kunning um mentunararvin og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan musikkin og skipa fyri næmingaframførslum.
2. stk. Undirvísingin kann enda við roynd.
3. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur hesi undirvísing viðvíkjandi.
§ 3. 1) Áðrenn studningur verður latin, skal skúlin, sum skal vera knýttur at eini kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, vera góðkendur av Landsstýrismanninum.
2. stk. 1) Fyri at fáa studning skal skúlin harumframt lúka hesar treytir:
1) undirvísingin skal standa øllum í boði,
2) undirvísingin skal vera skipað eftir reglum sambært § 2, 3. stk.,
3) næmingagrundarlagið skal í minsta lagi vera 20,
4) skúlin skal hava minst ein fastan lærara,
5) næmingar skulu gjalda eitt árligt gjald, sum er góðkent av Landsstýrismanninum.
3. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá Landsskúlaráðnum og teirri í § 7 umrøddu nevnd gera frávik frá regluni í 1. stk. og 2. stk., 3. pkt.
§ 4. Studningur til musikkskúlar verður latin soleiðis:
1) 50% av útreiðslunum til læraralønir,
2) ferðaútreiðslur til lærarar, sum undirvísa á fleiri musikkskúlum.
§ 5. Lærarar við musikkskúlarnar skulu hava musikkpedagogiskt prógv frá musikk-konservatorium ella aðra hægri musikkútbúgving.
2. stk. 1) Lærararnir verða settir av Landsstýrismanninum eftir tilmæli frá avvarðandi kommunu ella kommunufelagsskapi ella nevndini fyri musikkskúlan.
3. stk. Læraralønir skulu góðkennast av landsstýrinum.
§ 6. 1) Til tess at samskipa alla musikkundirvísing í Føroyum setir landsstýrið eftir tilmæli frá Landsstýrismanninum ein leiðara við ábyrgd yvir fyri landsstýrismanninum. Leiðarin skal hava musikpedagogiskar kvalifikatiónir, smb. § 5, 1. stk.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri virki musikkskúlaleiðarans.
§ 7. 1) At vera musikkskúlaleiðaranum til hjálpar at samskipa musikkundirvísingina setir landsstýrismaðurin eina nevnd við umboðum fyri musikkskúlarnar og Landsstýrismannin.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri virki nevndarinnar.
§ 8. Hvør musikkskúli ger á hvørjum ári áðrenn 1. september uppskot til fíggjarætlan fyri skúlan fyri komandi fíggjarár og sendir tað til musikkskúlaleiðaran.
2. stk. 1) Musikkskúlaleiðarin leggur uppskotini til fíggjarætlan fyri nevndina, sum er umrødd í § 7, og sendir síðani Landsstýrismanninum uppskotini við tilmæli frá nevndini áðrenn 15. september.
§ 9. Henda lóg fær gildi beinan vegin.