Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. juni 1983Nr. 70
Løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 124 frá 10. december 2003
1. táttur.
§ 1. Frítíðarundirvísing v.m. er undirvísing og virksemi, sum verða boðin út eftir hesi lóg, ið er givin út sambært rammulóg fyri Føroyar um frítíðarundirvísing v.m.
2. táttur.
Almenn frítíðarundirvísing.
§ 2. Tann almenna frítíðarundirvísingin skal tryggja íbúgvunum í einari kommunu eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing í teimum evnum, sum íbúgvarnir yvir 14 ár ynskja undirvísing í.
2. stk. Kommunurnar seta á stovn almenna frítíðarundirvísing sambært 1. stk. í einum vavi, sum er hóskandi eftir viðurskiftunum í kommununi.
§ 3. 1) Almenn frítíðarundirvísing skal lúka hesar treytir:
1) Undirvísingin skal standa øllum yvir 14 ár í boði,
2) undirvísingin skal vera løgd til rættis eftir eini ætlan, sum tryggjar, at givin verður ein verulig undirvísing við eini fjølbroyttari lýsing av evninum. Undirvísingin skal vera skipað hóskandi eftir evnunum,
3) undirvísingin skal fevna um í minsta lagi 20 tímar og í mesta lagi 120 tímar í hvørjum evni,
4) undirvísingin skal fara fram í egnaðum hølum við neyðugum útbúnaði,
5) lærararnir skulu hava neyðuga útbúgving fyri at kunna undirvísa í viðkomandi evnum.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann í serstøkum førum loyva frávik frá reglunum í 1. stk.
§ 4. Almenn frítíðarundirvísing kann skipast við sjálvstøðugari stovnseting av frítíðarundirvísing, við samarbeiði við aðrar kommunur, við ávísing til frítíðarundirvísing í øðrum kommunum ella við samarbeiði við aðrar undirvísingarstovnar ella felagsskapir.
2. stk. Tær einstøku kommunurnar hava skyldu til í tann mun, tað er pláss í góðkendum flokkum, at taka ímóti íbúgvum úr øðrum kommunum til frítíðarundirvísing eftir hesum tátti.
3. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna reglur um skyldu kommunanna eftir 1. og 2. stk.
§ 5. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta almennar reglur um almenna frítíðarundirvísing.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna reglur um innihaldið í undirvísingini, og hvussu hon kann verða løgd til rættis, her í millum avmarkingar í undirvísingarevnunum.
3. stk. 1) Landstýrismaðurin kann undir serligum umstøðum loyva ungfólki undir 14 ár at luttaka í frítíðarundirvísing eftir hesum tátti.
3. táttur.
Serstøk frítíðarundirvísing.
§ 6. Kommunurnar hava skyldu til í tí vavi, sum tørvur er á, at seta á stovn serstaka frítíðarundirvísing fyri íbúgvarar yvir 14 ár, sum fevnir um:
1) Royndarfyrireikandi undirvísing, sum eftir ynski hjá tí einstaka luttakaranum kann enda við góðkendari roynd ella próvtøku,
2) yrkiskenda undirvísing, sum miðar ímóti einum ávísum arbeiðsøki,
3) serundirvísing sambært § 5, stk. 3 í rammulógini.
§ 7. Skeiðini skulu lúka hesar treytir:
1) Undirvísingin skal standa øllum íbúgvum yvir 14 ár í boði,
2) undirvísingin skal verða løgd til rættis samsvarandi teimum ætlanum, sum eru ásettar fyri viðkomandi lærugrein ella evni,
3) undirvísingin skal vera ókeypis,
4) undirvísingin skal fara fram í egnaðum hølum við neyðugum útbúnaði,
5) lærararnir skulu hava neyðuga útbúgving fyri at geva viðkomandi undirvísing.
2. stk. 1) Landstýrismaðurin kann í serstøkum førum loyva frávik frá reglunum í 1. stk.
§ 8. 1) Lærarar á øðrum undirvísingarstovnum v.m. kunnu eftir nærri meginreglum, sum Landsstýrismaðurin ásetir, taka á seg ta í hesum tátti nevndu undirvísing. Skylduga undirvísingartímatalið læraranna á viðkomandi stovni kann verða niðurskorið samsvarandi.
§ 9. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta almennar reglur um serstaka frítíðarundirvísing.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna reglur um innihaldið í undirvísingini, og hvussu hon kann verða løgd til rættis.
3. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetir, um skylda kommunanna eftir § 6, 1. stk., skal lúkast við sjálvstøðugari stovnseting av undirvísing av hesum slagi, við samarbeiði við aðrar kommunur, við ávísing til undirvísing í øðrum kommunum ella til kommunalar skúlar v.m.
§ 10. 1) Teir næmingar, sum fáa undirvísing í samsvarandi lærugreinum í fólkaskúlanum ella á øðrum undirvísingarstovnum, kunnu bert luttaka í serstakari frítíðarundirvísing eftir hesum tátti við loyvi frá Landsstýrismanninum.
4. táttur.
Frítíðarvirksemi.
§ 11. Bý/bygdaráðið eigur at tryggja, at tað í einum vavi, sum er hóskandi eftir viðurskiftunum í kommununi, verður givið íbúgvunum eitt fjølbroytt tilboð um frítíðarvirksemi, sum skal vera fyri øll børn og ung undir 25 ár.
2. stk. Ein kommuna kann góðkenna, at fólk yvir 25 ár luttaka í frítíðarvirksemi eftir 1. stk. Hon kann somuleiðis góðkenna, at frítíðarvirksemi bert verður skipað fyri fólk yvir 25 ár.
3. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um innihaldið og vavið av frítíðarvirksemi eftir 1. og 2. stk.
5. táttur.
Høli v.m.
§ 12. Bý/bygdaráðið útvegar egnað høli ella uttandura pláss við neyðugum útbúnaði til frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi fyri íbúgvararnar.
2. stk. Skúlar, onnur egnað høli og uttandura pláss, sum tað almenna eigur, skulu vera til taks í einum vavi, ið er hóskandi og sambæriligt við nýtslu teirra annars.
3. stk. 1) Aðrir skúlar, høli og uttandura pláss, sum lands- og/ella ríkiskassin til rakstur og/ella bygging hava goldið lán og/ella studning til, skulu vera til taks í einum vavi, sum er hóskandi og sambæriligt við nýtslu teirra annars, eftir reglum, sum Landsstýrismaðurin góðkennir.
6. táttur.
Fyrisitingarligar reglur.
§ 13. 1) 2) Skúlaleiðarin ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving, skal eftir nærri reglum, sum Landsstýrismaðurin hevur góðkent, leiða ta frítíðarundirvísing v.m., sum verður sett á stovn í kommununi eftir reglunum í hesi lóg.
2. stk. 1) 2) Um so er, at ein kommuna hevur fleiri skúlaleiðarar, so setir kommunan ein av skúlaleiðarunum ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving, at taka sær av tí í stk. 1 nevnda verkevni. Landsstýrismaðurin skal góðkenna setanina.
3. stk. Eftir tilmæli frá tí í 1. stk. nevnda leiðara kann eitt bý/bygdarráð, eftir at tað hevur fingið ummæli frá skúlanevndini, seta leiðaranum eitt ella fleiri hjálparfólk, sum undir eftirliti leiðarans tekur sær av teimum verkevnum, sum eru løgd á leiðaran eftir 1. stk.
4. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áleggja einum bý/bygdarráði at seta leiðaranum eitt hjálparfólk. Setanin fer fram eftir teimum í 3. stk. nevndu reglum.
5. stk. 1) Landsstýrismaðurin góðkennir nærri reglur fyri tí virksemi v.m., sum tað í 3. stk. nevnda hjálparfólk kann útinna og eftirlitinum við tí.
6. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetir setanarkorini og lønina hjá leiðarum, hjálparfólki eftir § 13, 3. stk. og lærarum við frítíðarundirvísingina v.m.
§ 14. Bý/bygdarráðið og skúlanevndin hava skyldu at tryggja, at ásetingarnar í hesi lóg verða fylgdar.
2. stk. 1) Tær skyldur, sum bý/bygdarráðið og skúlanevndin hava eftir hesi lóg, kunnu eftir góðkenning Landsstýrismansins heilt ella lutvíst latast einum felagsskúlastýri og viðkomandi felagsskúlanevnd ella øðrum kommunalum felagsskapi upp í hendi.
3. stk. 1) Tær í 2. stk. nevndu skyldur, ið eru latnar til ein annan stovn, kunnu, um hetta er hentast og við góðkenning Landsstýrismansins, við 1/2 ára frest verða fluttar aftur til kommununa til byrjan av einum skúlaári.
§ 15. 1) Landsstýrismaðurin tryggjar neyðuga samskipan millum frítíðarundirvísingina v.m. eftir hesi lóg í teimum einstøku kommunum og millum hesa undirvísing v.m. og undirvísingina í øðrum undirvísingarstovnum.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann seta í verk landsumfatandi frítíðarundirvísing v.m.
§ 16. 1) Eftir teimum av Landsstýrismanninum ásettu reglum skulu kommunurnar á hvørjum ári senda inn ætlan um ta frítíðarundirvísing v.m., ið kommunan ætlar at fremja í komandi skúlaári eftir reglunum í hesari lóg.
7. táttur.
Studningsreglur v.m.
§ 17. 1) Kommunan ber allar útreiðslur til góðkenda frítíðarundirvísing v.m. eftir 2.-3. tátti í hesi lóg, um so er, at ikki annað er ásett í lóg ella reglum, sum Landsstýrismaðurin hevur góðkent.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetir, í hvønn mun tær goldnu útreiðslurnar kunnu vera góðkendar sum studningsheimilaðar, eins og hon ásetir, hvussu útreiðslurnar skulu býtast millum tvær ella fleiri kommunur, um so er, at íbúgvararnir í eini kommunu luttaka í frítíðarundirvísing v.m., sum er fyriskipað og góðkend av øðrum kommunum ella stovnum.
3. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna almennar reglur um tey í 2. stk. nevndu viðurskifti.
§ 18. 1) Luttakarar í almennari frítíðarundirvísing eftir 2. tátti skulu rinda eitt gjald, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
2. stk. Luttøka í serstakari frítíðarundirvísing eftir 3. tátti er ókeypis.
3. stk. 1) Luttakarar í frítíðarvirksemi eftir 4. tátti skulu sjálvir rinda ein part, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
§ 19. Landskassin veitir studning til útreiðslur kommunanna til frítíðarundirvísing v.m. eftir hesi lóg.
2. stk. Studningurin er 50% av teimum studningsheimilaðu útreiðslunum til góðkenda almenna frítíðarundirvísing eftir 2. tátti og 100% av teimum studningsheimilaðu útreiðslunum til góðkenda serstaka frítíðarundirvísing eftir 3. tátti.
3. stk. Til frítíðarvirksemi eftir 4. tátti kann landskassin veita kommunum í mesta lagi 50% í studningi av teimum studningsheimilaðu útreiðslunum.
4. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna nærri reglur um, hvør skal bera útreiðslurnar eftir hesi lóg.
§ 20. Studningur eftir § 19 kann í mesta lagi verða nettoútreiðslur kommunanna til tey í 2.-4. tátti nevndu verkevni, tá byggiútreiðslur eru ikki tiknar við.
8. táttur.
Aðrar ásetingar.
§ 21. 1) Landsstýrismaðurin kann veita leiðarum og lærarum, sum luttaka í útbúgvingarskeiðum við atliti til frítíðarundirvísing v.m., allan ella lutvísan stuðul. Hann kann skipa fyri, at skeið verða hildin.
9. táttur.
Ásetanir um, nær lógin fær gildi v.m.
§ 22. Henda lóg fær gildi 1. august 1983.
2. stk. Kunngerð nr. 9 frá 22. januar 1931 um ríkisstudning til ungdóms- og kvøldskúlar í Føroyum, sbr. kunngerð nr. 276 frá 7. oktober 1935, fer samstundis úr gildi.