6. mai 2003Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 14, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Er einki annað ásett, er uppskot samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.”
2) Í § 48 verður sett sum stk. 2:
“Stk. 2. Skjøl hjá kommununum, sum sambært lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini eru innanhýsis, verða framhaldandi at meta sum innanhýsis skjøl, hóast tey verða latin landsstýrismanninum í sambandi við eftirlit sambært stk. 1”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2003.
Tórshavn, 6. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður