Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 15-05-2001
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mai 2001Nr. 73

Løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004

Kapittul 1

Endamál

§ 1. Lógin hevur til endamáls at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, soleiðis at persónsupplýsingar verða viðgjørdar við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum og grundað á persónsupplýsingar við høgari góðsku.

Kapittul 2

Orðlýsingar

§ 2. Í lógini skilst við:

1)   Persónsupplýsing:

       Einhvør upplýsing og meting knýtt at einum ávísum likamligum persóni.

2)   Viðgerð:

       Øll nýtsla, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending v.m. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er elektronisk ella ikki.

3)   Persónsskrá:

       Skipað savn av persónsupplýsingum, sum er atkomandi eftir ávísum eyðkennum, líkamikið um savnið er miðsavnað, miðspjatt ella býtt sundur eftir virki ella staði.

4)   Dátuábyrgdara:

       Likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki, stovnur ella einhvør annar, sum einsamallur ella saman við øðrum, ásetir endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingunum og ásetir, hvørji hjálparamboð kunnu nýtast.

5)   Dátuviðgera:

       Likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki, stovnur ella einhvør annar, sum vegna dátuábyrgdaran viðger persónsupplýsingar.

6)   Triðjapersón:

       Einhvør likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki, stovnur, felagsskapur osv. annar enn tann skrásetti, dátuábyrgdarin ella dátuviðgerin og tann, sum hevur fingið heimilað at viðgera persónsupplýsingar undir beinleiðis myndugleika dátuábyrgdarans ella dátuviðgerans.

7)   Móttakara:

       Tann likamligi ella løgfrøðiligi persónur, almenni myndugleiki, stovnur ella annar, sum fær persónsupplýsingar, eisini hóast hetta er triðipersónur. Almennir myndugleikar, sum fáa persónsupplýsingar í sambandi við einstakar fyrispurningar, eru ikki móttakarar.

8)   Samtykki frá tí skrásetta:

       Eitt sjálvboðið, nágreiniligt og kunnað viljaboð frá skrásetta um, at upplýsingar um ein sjálvan kunnu viðgerast.

9)   Viðkvom upplýsing:

       Upplýsing um lit og ættarslag, um átrúnaðarliga, heimsspekiliga ella politiska sannføring, um revsiverd og kynslig viðurskifti, heilsustøðu, yrkisfelagsligt tilknýti, munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.

10) Útland:

       Danmark og Grønland eru eisini at rokna sum útland.

Kapittul 3

Málsøki lógarinnar

Sakliga málsøkið

§ 3. Lógin er galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri privat og fyri tað almenna:

1) um viðgerðin er heilt ella lutvíst elektronisk,

2) um persónsupplýsingarnar eru ella verða settar í eina skrá, sjálvt um viðgerðin ikki er elektronisk.

Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri ta viðgerð av persónsupplýsingum, sum einstaklingar gera til heilt persónlig endamál.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at lógin heilt ella fyri ein part skal vera galdandi fyri viðgerð av upplýsingum um vinnuvirkir, stovnar, fyritøkur v.m., framd fyri privat ella fyri tað almenna.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðgerð av persónsupplýsingum innan ávíst virksemi, innan ávís virkir, innan ávísar starvs- og vinnugreinar og innan serlig málsøki.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at lógin heilt ella fyri ein part ikki skal vera galdandi fyri ávísar stovnar og ávís málsøki.

Onnur lóggáva

§ 4. Lógin víkir fyri ásetingum um viðgerð av persónsupplýsingum í aðrari lóggávu, sum hava við sær, at tann skrásetti fær eina betri rættarstøðu.

Innlit sambært fyrisitingarlógini

§ 5. Lógin avmarkar ikki innlit sambært fyrisitingarlógini, lógini um alment innlit ella sambært aðrari lóg um innlit í persónsupplýsingar.

Stk. 2. Um onnur lóg heimilar innlit í fleiri upplýsingar enn hendan lóg, er tað skylda dátuábyrgdarans av sínum eintingum at vegleiða um hendan rætt.

Skrivi- og talufrælsið

§ 6. Fyri viðgerð av persónsupplýsingum við einans listaligum, bókmentaligum ella journalistiskum endamáli, eru bert ásetingarnar í § 31 og § 46 galdandi.

Stk. 2. Fyri kunningardátugrunnar, sum hava journalistiskt endamál og sum einans rúma tilfari, sum frammanundan er almannakunngjørt, eru bert ásetingarnar í § 31 og § 46 galdandi.

Hetta er treytað av, at tilfarið í kunningardátugrunninum er óbroytt í mun til almannakunngeringina.

Landafrøðiliga økið

§ 7. Lógin er galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri dátuábyrgdara, sum rekur virksemi sítt í Føroyum og fyri viðgerð av persónsupplýsingum fyri almennan dátuábyrgdara, um hesin er undir myndugleika heimastýrisins.

Stk. 2. Lógin er herumframt galdandi fyri viðgerð fyri dátuábyrgdara, sum rekur virksemi sítt uttan fyri Føroyar, um

1)   hjálparamboð í Føroyum verða nýtt, uttan so at hesi bert verða nýtt at senda upplýsingar um landið, ella

2)   upplýsingar verða savnaðar í Føroyum við atliti at viðgerð uttan fyri Føroyar.

Stk. 3. Dátuábyrgdari sbrt. stk. 2 skal tilnevna eitt umboðsfólk, sum hevur virksemi sítt í Føroyum

Stk. 4. Dátuábyrgdarin skal skrivliga boða dátueftirlitinum frá navni og bústaði hjá umboðsfólkinum sbrt. stk. 3. Reglurnar galdandi fyri dátuábyrgdaran eru eins galdandi fyri umboðsfólkið.

Kapittul 4

Viðgerð av persónsupplýsingum

Meginreglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum

§ 8. Dátuábyrgdarin skal, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, veita skrásetta kunning, sbrt. §§ 18-25, geva fráboðan til dátueftirlitið, sbrt. §§ 32-34, og samsvarandi góðum dátuviðgerðarsiði ansa eftir, at persónsupplýsingarnar lúka hesar treytir:

1)   Eru loyvdar at viðgera,

2)   bert verða savnaðar saman til eitt nágreiniliga tilskilað endamál, sum er sakliga grundað í virksemi dátuábyrgdarans, og at seinni viðgerð samsvarar hesum endamáli,

3)   bert verða viðgjørdar, um tær eru viðkomandi og ikki fevna um meira enn krevst fyri at røkja endamálið við innsavnanini og tí víðari nýtsluni av upplýsingunum,

4)   ikki verða nýttar til onnur endamál, sum ikki samsvara upprunaliga endamálinum, uttan so at skrásetti hevur givið sítt samtykki,

5)   verða varðveittar soleiðis, at ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini, og

6)   eru beinar og verða nøktandi dagførdar. Nøktandi eftirlit skal tryggja, at persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villandi, skjótast verða rættaðar ella strikaðar.

Stk. 2. Um seinni viðgerð av persónsupplýsingum einans fer fram við søguligum, hagfrøðiligum ella vísindaligum endamáli, er henda viðgerð at rokna sum verandi í samsvari við upprunaendamálið við innsavnanini, um bágin, tann einstaki hevur av hesari, má metast eigur at víkja fyri tí munandi samfelagsliga týdningi, viðgerðin hevur.

Krøv til viðgerð av persónsupplýsingum

§ 9. Persónsupplýsingar kunnu bert viðgerast, um tann skrásetti hevur givið sítt samtykki, um viðgerðin er heimilað í lóg, ella um viðgerðin er neyðug til tess

1)   at halda avtalu, sum gjørd er við skrásetta, ella sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum neyðugt er, fyri at slík avtala eftir áheitan frá skrásetta kann fáast í lag,

2)   at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum,

3)   at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta,

4)   at røkja eitt samfelagsáhugamál,

5)   at útinna almennan myndugleika, sum álagdur er dátuábyrgdaranum ella triðjapersóninum, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar útflýggjaðar, ella

6)   av røttum at kunna fylgja einum sjálvsagt heimilaðum áhugamáli hjá dátuábyrgdaranum ella tí  triðjapersóni, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar, og fyrilitini fyri skrásetta ikki eru eins stór og hesi áhugamál.

Stk. 2. Viðgerð av persónsupplýsingum um láns- og fíggjarviðurskifti hjá skrásetta fyri at ávara onnur um handilssamband við skrásetta ella um starvsviðurskifti skrásetta krevur samtykki frá skrásetta.

Stk. 3. Fyritøkur, virkir e.o. privat kunnu ikki, uttan at samtykki er fingið frá skrásetta, geva víðari ella vegna annað virki brúka persónsupplýsingar um skrásetta sum lið í marknaðarrøkt.

Serlig krøv til viðgerð av viðkvomum upplýsingum

§ 10. Viðkvæmar persónsupplýsingar sambært § 2, nr. 9, kunnu bert viðgerast, um viðgerðarloyvi er fingið, sbrt. § 35, stk. 1, og viðgerðin lýkur eina av treytunum í § 9, stk. 1, nr. 1-6, og herumframt eina av hesum treytum:

1)   Skrásetti hevur givið sítt samtykki,

2)   viðgerðin er heimilað í lóg,

3)   viðgerðin er neyðug fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persónum í førum, har viðkomandi hvørki likamliga ella løgfrøðiliga fær givið sítt samtykki,

4)   viðgerðin viðvíkir persónsupplýsingum, sum skrásetti hevur almannakunngjørt,

5)   viðgerðin er neyðug, fyri at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast,

6)   viðgerðin er neyðug fyri at útinna almennan myndugleika, sum álagdur er dátuábyrgdaranum ella triðjapersóninum, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar útflýggjaðar,

7)   viðgerðin er neyðug fyri at fáa haldgóða fyribyrgjandi sjúkuviðgerð, læknafrøðiliga sjúkuavgerð, sjúkrarøkt ella sjúklingaviðgerð ella fyri umsiting av lækna- og heilsutænastum, og persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar av starvsfólkum innan heilsuverkið, sum sambært lóggávuni hava fingið álagt tagnaðarskyldu,

8)   viðgerðin um yrkisfelagsligt tilknýti er neyðug, til tess at dátuviðgerðin kann halda sína starvsrættarligu skyldu ella tilskilað rættindi, ella

9)   viðgerðin er neyðug søguliga, hagfrøðiliga og vísindaliga, og bágin, tann einstaki hevur av hesari, má metast eigur at víkja fyri tí munandi samfelagsliga týdningi, viðgerðin hevur.

       Viðgerðin fevnir ikki um víðarigeving, sum krevur loyvi frá dátueftirlitinum.

Stk. 2. Almannagagnlig feløg og grunnar, tað veri seg við t.d. politiskum, heimsspekiligum,  átrúnaðarligum ella fakligum endamáli, kunnu hóast treytirnar í stk. 1, nr. 1.- 9. pkt., innan egnar karmar viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar um egnar limir ella um persónar, sum við sama endamáli javnan eru í sambandi við hesi, tó bert upplýsingar, sum eru úrslit av sjálvum sambandinum. Viðgerðin fevnir ikki um víðarigeving, sum krevur loyvi frá dátueftirlitinum.

Stk. 3. Dátueftirlitið kann geva loyvi til viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum eisini í øðrum førum, um týðandi samfelagsáhugamál krevja tað, og tiltøk vera gjørd at tryggja áhugamál skrásetta. Dátueftirlitið kann áseta serligar treytir fyri loyvinum.

Persónstalið

§ 11. Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar.

Stk. 2. Privat kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið um:

1)   Viðgerðin er heimilað í lóg,

2)   skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki, ella

3)   viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál.

Stk. 3. Viðgerðin í stk. 2,  nr. 1 og 2 fevnir ikki um víðarigeving, sum bert er loyvd, um:

1)   Víðarigevingin er heimilað í lóg,

2)   skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki til víðarigevingina,

3)   víðarigevingin er kravd av einum almennum myndugleika, ella

4)   víðarigevingin er ein nattúrligur liður í regluliga virkseminum hjá virkjum o.ø. av tílíkum slagi og er altýðandi fyri eina eintýdda eyðmerking av skrásetta.

Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 fevna ikki um at gera persónstalið alment kent. Til tað krevst samtykki frá skrásetta.

Revsirættarligir dómsúrskurðir

§ 12. Ein fullfíggjað skrá við revsirættarligum dómsúrskurðum er bert loyvd at gera fyri tað almenna.

Rættarkunningarskipanir

§ 13. Viðkvæmar upplýsingar sambært § 10 kunnu viðgerast í rættarkunningarskipanum, sum hava alstóran samfelagsligan týdning, um viðgerðin er neyðug fyri at røkja skipanirnar.

Stk. 2. Tær í stk. 1. nevndu upplýsingar kunnu ikki seinni viðgerast til annað endamál.

Somuleiðis er við øðrum upplýsingum, sum bert verða viðgjørdar til tess at røkja rættarkunningarskipanir.

Stk. 3. Dátueftirlitið kann seta nærri treytir við tær í stk. 1. nevndu viðgerðir. Somuleiðis er við øðrum persónsupplýsingum, sum bert verða viðgjørdar í sambandi við røkt av rættarkunningarskipanum.

Goymsla av upplýsingum

§ 14. Upplýsingar, fevndar av hesari lóg, kunnu flytast til goymslu í skjalasavni sambært skjalasavnslóggávuni.

Telefonsamskifti

§ 15. Almennum myndugleikum, privatum virkjum o.ø. er ikki loyvt sjálvvirkandi at skráseta, hvønn starvsfólk teirra samskiftir við. Um altýðandi privat ella almenn áhugamál krevja tað, kann dátueftirlitið geva loyvi til slíka skráseting. Dátueftirlitið kann áleggja gjøllari treytir fyri skrásetingini.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um annað er ásett í lóg.

Stk. 3. Útbjóðarar av telenetið og teletænastum kunnu tó skráseta alt samskifti til egna nýtslu ella at nýta í sambandi við tøkniliga umsiting.

Kapittul 5

Flutningur av upplýsingum til útlond

Grundleggjandi krøv

§ 16. 1) Persónsupplýsingar kunnu bert flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingunum. Í metingini av hesum skal, umframt at metast um viðgerðina sum heild, dentur leggjast á, hvat endamálið er við viðgerðini, slagið av upplýsingum, viðgerðartíðina, galdandi rættarreglur, siðvenjur og galdandi reglur um trygdartiltøk á staðnum. Loyvi krevst frá dátueftirlitinum, sbr. § 35, stk. 6.

Stk. 2. 1) Hóast stk. 1 kann landsstýrismaðurin eftir ummæli frá Dátueftirlitinum áseta reglur um, til hvørji útlond persónsupplýsingar kunnu flytast uttan loyvi frá Dátueftirlitinum.

Undantøk

§ 17. Persónsupplýsingar kunnu tó eisini við loyvi frá dátueftirlitinum, sbrt. § 35, stk. 6, flytast til útlond, hóast hesi ikki kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð um:

1)   Skrásetti hevur givið sítt samtykki til flutningin,

2)   flutningurin er kravdur sambært altjóðarættarligari semju ella er grundaður í limaskapi í altjóða felagsskapi,

3)   flutningurin er neyðugur fyri at halda avtalu, sum gjørd er við skrásetta, ella fyri at

       gera tað, sum neyðugt er, fyri at slík avtala eftir áheitan frá skrásetta kann fáast í lag,

4)   flutningurin er neyðugur fyri at gera ella halda avtalu, sum gjørd er við triðjapersón í

       áhuga skrásetta,

5)   flutningurin er neyðugur fyri at røkja altavgerandi áhugamál hjá skrásetta,

6)   flutningurin er neyðugur fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast,

7)   flutningurin er heimilaður í lóg, ella flutningurin er neyðugur fyri at verja umráðandi samfelagslig áhugamál, ella

8)   lógarheimild er at krevja upplýsingar frá einari almennari skrá.

Stk. 2. Dátueftirlitið kann loyva flutningi til útlond, hóast treytirnar í stk. 1 ikki eru loknar, um dátuábyrgdarin kann veita fullgóða trygd um verju av rættindunum hjá skrásetta. Dátueftirlitið kann áseta gjøllari treytir fyri flutninginum.

Stk. 3. 1) (strikað)

Kapittul 6

Innlit og kunning um viðgerð av persónsupplýsingum

Alment innlit

§ 18. Ein og hvør kann krevja at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar ein dátuábyrgdari viðger, og fáa upplýst:

1)   Navn og bústað dátuábyrgdarans og umboðsfólkum hjá viðkomandi,

2)   hvør hevur dagligu ábyrgdina undir dátuábyrgdaranum,

3)   endamálið við viðgerðini og heitið á henni,

4)   skrásettu persónsbólkarnar og sløgini av upplýsingum,

5)   hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar, og

6)   um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar, og tá til hvørjar persónsbólkar ella persónar.

Egið innlit

§ 19. Krevur  persónur, sum er skrásettur, innlit, skal dátuábyrgdarin á ein lættskiljandi hátt siga viðkomandi frá:

1)   Navni og bústaði dátuábyrgdarans og umboðsfólkum hjá viðkomandi,

2)   hvør hevur dagligu ábyrgdina undir dátuábyrgdaranum,

3)   endamálinum við viðgerðini og heitinum á henni,

4)   hvørjar persónsupplýsingar um viðkomandi, sum verða viðgjørdar,

5)   hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar,

6)   um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar og tá til hvønn, og

7)   trygdartiltøkunum í viðgerðini í tann mun, innlit ikki skaðar trygdina

Stk. 2. Skrásetti kann krevja so nágreiniliga kunning sbrt. stk. 1, sum neyðug er, fyri at skrásetti kann røkja síni áhugamál.

Kunningarskylda tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá skrásetta

§ 20. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá skrásetta, skal dátuábyrgdarin av sínum eintingum siga skrásetta frá:

1)   Navni og bústaði dátuábyrgdarans og umboðsfólkum hjá viðkomandi,

2)   endamálinum við viðgerðini og heitinum á henni,

3)   um persónsupplýsingarnar verða víðarigivnar og tá til hvønn,

4)   um skrásetti hevur upplýsingarskyldu, og um møguligar avleiðingar, um upplýsingarnar ikki verða givnar, og

5)   um aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at skrásetti kann røkja áhugamál síni sambært lógini, tað veri seg t.d. upplýsingar um reglurnar um innlit og um rætting av upplýsingum, sum viðvíkja skrásetta.

Stk. 2. Kunningarskylda sambært stk. 1 er ikki, um skrásetti frammanundan kennir hesar í nr. 1-5 nevndu upplýsingar.

Kunningarskylda tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta

§ 21. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn skrásetta sjálvum, skal dátuábyrgdarin, sum tekur ímóti upplýsingunum, av sínum eintingum, kunna skrásetta um, hvørjar tær persónsupplýsingar eru, sum verða savnaðar og, beinanvegin persónsupplýsingarnar eru útvegaðar, siga skrásetta frá so, sum ásett í § 20, stk. 1, nr. 1- 5. 

Stk. 2. Kunningarskylda sambært stk. 1 er ikki,

1)   um skrásetti frammanundan kennir hesar í  § 20, stk. 1, nr. 1-5, nevndu upplýsingar,

2)   um savnanin er ásett í lóg,

3)   um ógjørligt ella órímiliga torført er at veita neyðugu kunningina. Í tílíkum førum skal kunnast í seinasta lagi, tá samband fæst við skrásetta í sambandi við, at fingnu upplýsingarnar verða viðgjørdar.

Undantøk frá rættinum til innlit og kunning

§ 22. Ásetingarnar í §§ 18 og 19 um innlit og § 20, stk. 1, og  § 21, stk. 1, um upplýsingarskyldu fevna ikki um persónsupplýsingar, sum,

1)   um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella samskifti við útlendskar tjóðir ella felagsskapir,

2)   eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsókn í revsimálum,

3)   ikki er ráðiligt, at skrásetti fær kunnleika um, umhugsandi heilsuna hjá skrásetta ella tøtt persónssambond við skrásetta,

4)   eru fevndar av tagnarskyldu, ásett í lóg,

5)   bert eru í innanhýsis arbeiðsskjølum, og sum ikki eru útflýggjaðar øðrum, ella

6)   áhugin hjá tí skrásetta at fáa kunning um eigur at víkja fyri, orsakað av altavgerandi almennum ella privatum áhugamálum.

Stk. 2. Um innlit verður noktað, skal grundgevast fyri hesum við ávísing til heimildina.

Stk. 3. Fyri upplýsingar, sum verða fyrisitingarliga málsviðgjørdar fyri almennu umsitingina, kunnu frávik gerast í rættinum til innlit samsvarandi ásetingunum í lógini um alment innlit § 2, §§ 7-11 og § 14.

Stk. 4. Ásetingarnar í § 18 eru ikki galdandi, um persónsupplýsingarnar bert verða viðgjørdar við søguligum, vísindaligum ella hagfrøðiligum endamáli, og um persónsupplýsingarnar bert verða goymdar sum persónsupplýsingar so leingi, sum neyðugt er, við atliti at endamálinum við viðgerðini.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um onnur undantøk frá reglunum um innlit og kunningarskyldu og um treytir annars í sambandi við, at innlit verður givið.

Hvussu verður kunningin givin

§ 23. Kunningarfrásøgn sambært kap. 6 skal vera skrivlig, um biðið verður um tað. Í førum har serligt ansni eigur at havast fyri skrásetta, kann frásøgnin um innihaldið í upplýsingunum vera munnlig.

Freist

§ 24. Dátuábyrgdarin eigur at svara áheitanum um innlit ella um onnur rættindi sambært kap. 6 uttan ógrundaðan steðg og í seinasta lagi 4 vikur frá tí degi, áheitanin er framkomin.

Stk. 2. Um serstøk viðurskifti gera, at tað er ógjørligt at svara áheitanini innan 4 vikur, verður hetta at bíða, til svarast kann. Dátuábyrgdarin skal tá í einum fyribilssvari greiða frá orsøkini til seinkanina, og nær roknast kann við endaligum svari.

Endurfrásagnir

§ 25. Ein skrásettur persónur, sum hevur fingið frásøgn sambært § 19,  fær ikki frásøgn aftur fyrr enn 6 mánaðir aftan á síðstu frásøgn.

Stk. 2. Um skrásetti kann prógva ein serstakan áhuga í nýggjari frásøgn, kunnu frávik gerast.

Kapittul 7

Onnur rættindi hjá skrásetta

§ 26. Skrásetti kann átala, at persónsupplýsingar um hann/hana verða viðgjørdar.

Stk. 2. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar ikki viðgerast.

§ 27. Av sínum eintingum ella eftir áheitan frá einum skrásettum persóni skal dátuábyrgdarin rætta, strika ella steingja persónsupplýsingar, sum eru rangar, villeiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg.

Stk. 2. Dátuábyrgdarin skal somuleiðis av sínum eintingum ella eftir áheitan siga triðjapersóni, sum hevur fingið persónsupplýsingarnar, at hesar eru rættaðar, strikaðar ella stongdar sbrt. stk. 1. Hetta er tó ikki galdandi, um kunning er ógjørlig ella órímiliga torfør.

§ 28. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar skulu rættast.

§ 29. Skrásetti kann taka eitt samtykki aftur.

§ 30. Skrásetti kann klaga til dátueftirlitið um viðgerð, sum viðvíkir honum ella henni.

Kapittul 8

Trygdarskipanir

§ 31. Dátuábyrgdari, sum letur dátuviðgera ella øðrum, tað veri seg persónum ella virkjum, sum gera arbeiði fyri dátuábyrgdaran, atgond til persónsupplýsingar, skal tryggja, at persónsupplýsingarnar bert verða viðgjørdar eftir fyriskipan dátuábyrgdarans, og at viðgerðin er samsvarandi stk. 3-5 uttan so, at lógarheimild er fyri øðrum.

Stk. 2. Áðrenn persónsupplýsingarnar, sum dátuábyrgdarin letur øðrum, kunnu viðgerast, skal skrivlig avtala verða gjørd um, at arbeitt bert verður eftir fyriskipan dátuábyrgdarans, og at reglurnar í hesi grein stk. 3-5 eru eins galdandi fyri tann, sum fær persónsupplýsingarnar og fyri dátuábyrgdaran.

Stk. 3. Við væl skipaðum tiltøkum skulu dátuábyrgdarin og dátuviðgerin tryggja, at viðgerðin av upplýsingunum nøktar tær treytir, henda lóg setir um trúnað, sjálvræðisrætt og innlit eins og við tekniskum og fyriskipanarligum tiltøkum skal tryggjast, at persónsupplýsingar ikki av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar ella minka í virði, og at ikki óviðkomandi fáa kunnleika til persónsupplýsingarnar, misbrúka tær ella annars ólógliga viðgera tær. Skjalprógv um skipað tiltøk skulu vera atkomilig fyri starvsfólkum dátuábyrgdarans og dátuviðgerans eins og fyri dátueftirlitinum. Dátuábyrgdarin skal viðlíkahalda tiltøk, sum henda lógin treytar.

Stk. 4. Fyriskipan dátuábyrgdarans eigur ikki at skerja tað journalistiska frælsið ella tarna listarligum og bókmentanarligum avrikum.

Stk. 5. Reglurnar í stk. 3 - 4 eru somuleiðis galdandi, tá persónsupplýsingar verða latnar øðrum enn dátuviðgera, sbr. stk. 1. 

Stk. 6. Serlig tiltøk skulu tryggja, at persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar fyri tað almenna, og sum hava serligan áhuga fyri fremmandar tjóðir, vald o.o., kunnu burturbeinast ella týnast, tá kríggj ella líknandi støður eru.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um trygdartiltøkini, nevnd í stk. 3 og 5.

Kapittul 9

Fráboðanarskylda til dátueftirlitið og viðgerðarloyvi

Fráboðanarskylda

§ 32. Dátuábyrgdarin ella tann, sum virkar vegna henda, skal fráboða dátueftirlitinum, tá:

1)   Persónsupplýsingar verða elektroniskt viðgjørdar, og/ella 

2)   persónsupplýsingar verða viðgjørdar í manuellari skrá.

Stk. 2. Fráboðanin skal latast í seinasta lagi 30 dagar, áðrenn viðgerðin er ætlað at byrja. Dátueftirlitið váttar skrivliga móttøkuna.

Stk. 3. Nýggj fráboðan skal latast dátueftirlitinum, um viðgerðin broytist og fer út um karmarnar í áður galdandi fráboðan.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um frávik frá fráboðanarskylduni, bæði so at fráboðanarskylda ikki verður fyri ávísar viðgerðarhættir ella dátuábyrgdarar, at fráboðanarskyldan verður avmarkað ella so, at viðgerðarloyvi krevst.

Fyri slíkar viðgerðir ella dátuábyrgdarar kunnu ásetast serligar reglur fyri at avmarka bágan fyri skrásetta.

§ 33. Ásetingarnar í § 32, stk. 1-3, og § 34 eru ikki galdandi fyri viðgerð, sum hevur til endamáls at gera ella viðlíkahalda skrá, sum sambært lóg er ætlað at kunna almenningin, um skráin er atkomulig hjá almenninginum.

Fráboðanin

§ 34. Í fráboðanini skal greiðast frá:

1)   Navni og bústaði dátuábyrgdarans, dátuviðgerans og møguligum umboðum og hvør, ið hevur dagligu ábyrgdina av viðgerðini,

2)   endamálinum við viðgerðini, heitinum og eini lýsing av viðgerðini,

3)   nær viðgerðin byrjar,

4)   eini lýsing av teimum skrásettu og teimum sløgum av persónsupplýsingum, sum skulu viðgerast,

5)   hvaðani persónsupplýsingarnar stava, og hvørjum hesar verða latnar, eisini um tær verða latnar av landinum, sbr. § 35, stk. 6, herundir um tær verða lýstar á alnetinum,

6)   hvørji trygdartiltøkini eru og eini lýsing av hesum,

7)   rættargrundarlagnum undir viðgerðini, og

8)   nær persónsupplýsingarnar verða strikaðar.

Stk. 2. Dátueftirlitið avger, um fráboðanin er fullgóð. Somuleiðis kann dátueftirlitið áseta gjøllari reglur um innihaldið í fráboðanini og um fráboðanarháttin.

Viðgerðarloyvið

§ 35. Viðgerð av viðkvomum persónsupplýsinum, sbr. § 2, nr. 9, krevur viðgerðarloyvi frá dátueftirlitinum.

Stk. 2. Dátueftirlitið kann eisini krevja viðgerðarloyvi til viðgerð av øðrum persónsupplýsingum, um viðgerðin skilliga ger seg inn á týðandi persónsverndaráhugamál. Dátueftirlitið skal í avgerð síni ætla um slagið av persónsupplýsingunum, hvussu nógvar og umfatandi hesar eru og um endamálið við viðgerðini.

Stk. 3. Ein dátuábyrgdari kann krevja, at dátueftirlitið tekur støðu til, um ein viðgerð krevur viðgerðarloyvi.

Stk. 4. Dátueftirlitið kann í viðgerðarloyvinum seta serligar viðgerðartreytir til tess at avmarka bágan, viðgerðin hevur fyri skrásetta.

Stk. 5. Í avgerðini um viðgerðarloyvi skal liggja ein støðutakan grundað á, í hvønn mun viðgerðin av persónsupplýsingunum er tí einstaka til bága, hóast serligar treytir eru settar sbrt. stk. 4 ella hóast galdandi verndarreglur í lógini, kap. 2-7, og um bágin kortini má víkja fyri atlitinum at viðgerðini.

Stk. 6. 1) Til flutning av persónsupplýsingum til útlond krevst loyvi sambært reglunum í §§ 16 og 17.

 

Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir viðgerðarhættir ikki krevja viðgerðarloyvi eftir stk. 1. Fyri slíkar viðgerðir kunnu ásetast serligar reglur til tess at avmarka bágan, tann skrásetti kann hava av hesum.

Kapittul 10

Eftirlit

Bygnaður

§ 36. Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki. Dátueftirlitið er skipað við ráði og avgreiðsluskrivstovu og hevur eftirlit við allari viðgerð, sum lógin fevnir um.

Stk. 2. Dagliga virksemið hjá dátueftirlitinum verður røkt av avgreiðsluskrivstovuni, sum hevur ein stjóra.

Stk. 3. Ráðið, sum landsstýrismaðurin setir, verður skipað við formanni, sum skal vera løgfrøðingur, og 2 øðrum limum. Tiltaksfólk kunnu verða tilnevnd fyri limirnar. Limir og tiltakslimir verða tilnevndir fyri 4 ár.

Stk. 4. Ráðið ger egna reglugerð og nærri reglur um arbeiðsbýtið millum ráð og avgreiðsluskrivstovu.

Uppgávur

§ 37. Dátueftirlitið skal:

1)   Av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bert fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini,

2)   viðgera fráboðanir og umsóknir um loyvi og áleggja treytir sambært lógarheimild,

3)   hava ein skipaðan almennan lista yvir allar fráboðanir og loyvir sambært lógini,

4)   geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkir persónsupplýsingum,

5)   gera kanningar, har persónsupplýsingar verða viðgjørdar,

6)   vegleiða privat og tað almenna  í ivamálum og virka fyri, at upplýsingar verða viðgjørdar sambært góðum dátuviðgerðarsiði,

7)   fylgja við í og kunna um gongdina í viðgerðini av persónsupplýsingum her á landi og uttanlands, og

8)   gera árliga ársfrágreiðing.

Myndugleiki/heimild

§ 38. Dátueftirlitið kann krevja, at dátuábyrgdari steðgar viðgerð, sum er brot á lógina, og at hann rættar, strikar ella stongir ávísar upplýsingar, sum eru fevndar av tílíkari viðgerð.

Stk. 2. Dátueftirlitið kann nokta einum dátuábyrgdara at nýta ávísan framferðarhátt í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum, um dátueftirlitið metir, at framferðarhátturin hevur við sær vanda fyri, at persónsupplýsingar verða viðgjørdar ímóti lógini.

Stk. 3. Dátueftirlitið kann áleggja einum dátuábyrgdara at fremja tøknilig og fyrisitingarlig trygdartiltøk soleiðis, at bert viðgerð fer fram, sum hevur heimild í lógini, og soleiðis at persónsupplýsingar ikki ólógliga forkomast, missast ella skerjast, og  at tær ikki koma óviðkomandi til kunnleika ella verða misnýttar.

Stk. 4. Dátueftirlitið kann í ávísum førum geva dátuviðgerðum áleggingar sbrt. stk. 1-3.

Avgerðir og ummæli

§ 39. Dátueftirlitið tekur avgerðir í málum viðvíkjandi §§ 9, 10, 11, 13, 15, 16 og 17, §§ 18-25, §§ 26, 27, 34, 35, 38 og 40.

Stk. 2. Í øðrum førum gevur dátueftirlitið leiðbeinandi ummæli.

Stk. 3. Avgerðir hjá dátueftirlitinum sambært lógini eru fyrisitingarliga endaligar.

Atgongd til persónsupplýsingar

§ 40. Dátueftirlitið kann krevja allar upplýsingar útflýggjaðar, sum hava týdning fyri eftirlitið.

Stk. 2. Limirnir og leiðandi starvsfólk hjá dátueftirlitinum hava til eina og hvørja tíð uttan dómsskurð, atgongd til øll høli, haðani upplýsingar verða viðgjørdar og til høli, haðani atgongd er til tær persónsupplýsingarnar, sum verða viðgjørdar. Atgongd er eisini til høli, har persónsupplýsingarnar ella teknisk hjálparamboð verða goymd ella nýtt.

§ 41. Dátueftirlitið skal geva árliga frágreiðing um virksemi sítt. Frágreiðingin skal almannakunngerast.

§ 42. Dátueftirlitið samstarvar við aðrar eftirlitsmyndugleikar í Føroyum og uttanlands í tann mun, neyðugt er til tess at halda lógina.

Gjøld

§ 43. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um gjald fyri fráboðanir og umsóknir um loyvir sambært hesi lóg.

Kapittul 11

Revsing og endurgjald

Revsing

§ 44. Uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars, verður tann revsaður við bót ella hefti, sum

1)   ikki fráboðar viðgerð sbrt. § 32,

2)   viðger persónsupplýsingar uttan loyvi sbrt. § 35,

3)   ikki aktar treytir, settar av dátueftirlitinum sbrt. § 10, stk. 3, § 13, stk. 3, § 15, stk. 1, § 17, stk. 2, § 34, stk. 2, § 35, stk. 4, § 38.

4)   viðger persónsupplýsingar ímóti §§ 8-13, § 15, § 16, § 17, § 32,

5)   brýtur, §§ 23-25, § 26, § 27, 

6)   ikki gevur upplýsingar sbrt. § 7, stk. 4, §§ 18-21, § 40,

Stk. 2. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót ella hefti ásetast.

Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persónum, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

§ 45. Tann, sum rekur virki sbrt. § 9. stk. 2 og stk. 3, kann við dómi verða frádømdur henda rætt, um vandi er fyri misnýtslu. Ásetingarnar í revsilógini § 79, stk. 3 og 4, eru annars galdandi.

 Endurgjald

§ 46. Dátuábyrgdarin skal endurgjalda skaða, sum kemur av, at viðgerð fer fram ímóti ásetingunum í lógini, uttan so at sannað verður, at skaðin ikki kundi verið forðaður við tí eftiransni og umhugsni, sum krevst í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum.

Kapittul 12

Skiftisreglur og gildiskoma

Gildiskoma

§ 47. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 107 frá 15. november 1984 um privatar skráir og løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Stk. 2. Limirnir í skrásetingarráðnum verða limir í dáturáðnum, til landsstýrismaðurin hevur tilnevnt limirnar í dáturáðnum.

§ 48. Skráir sambært lógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum og lógini um privatar skráir v.m. skulu í seinasta lagi 6 mánaðir eftir gildiskomu lógarinnar lúka treytirnar í hesi lóg.

Stk. 2. Dátueftirlitið kann í serligum førum loyva ávísum skráábyrgdarum longri tillagingartíð, um hetta verður mett at vera neyðugt.

 

Tórshavn,  8. mai 2001

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 

 

 

 

 

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004.