Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 1994Nr. 73
Løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2007
§ 1. Henda lóg fevnir um íløt til øl, mineralvatn og aðrar lidnar leskidrykkir.
§ 2. 1) Loyvt er at framleiða, flyta inn og selja tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í endurfyllingaríløtum, t.e. íløt, sum eftir nýtslu, skulu endurfyllast, og í einnýtsluíløtum, t.e. íløt, sum eftir nýtslu, skulu verða nýtt til annað endamál enn tað upprunaliga.
Stk. 22) 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvørji íløt og úrdráttir eru fevnd av § 1.
§ 3. 2) 1) Áðrenn loyvt er at selja og flyta inn tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í einnýtsluíløtum, skal søkjast um loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Í umsóknini skal m.a. tilskilast:
1) hvat slag av úrdrátti og ílati tað snýr seg um,
2) hvat framleiðarin ella innflytarin hevur gjørt fyri at tryggja sær, at hann fær tómu íløtini aftur, og
3) til hvønn íløtini verða avhendað, umframt váttan frá móttakara um, at hesi verða endurnýtt.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann í loyvinum víkja frá treytini um endurnýtslu, um umsøkjari kann skjalprógva, at tað er ógjørligt ella umhvørvisliga ikki ráðiligt at endurnýta viðkomandi íløt.
Stk. 4. 1) Í loyvinum frá landsstýrinum verður m.a útgreinað, hvørjar skrásetingar framleiðari og innflytari skulu gera í sambandi við sølu og móttøku av íløtum, og í hvønn mun hesar skulu latast landsstýrismanninum.
Stk. 5. 1) Innflytari skal vátta fyri tollmyndugleikunum, at loyvi er fingið frá landsstýrismanninum, áðrenn tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í einnýtsluíløtum kunnu útflýggjast.
Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í lógini og reglur, ásettar sambært lógini, verða hildnar.
Landsstýrismaðurin, ella tann myndugleiki, sum hann heimilar, kann frá innflytara, framleiðara ella seljara krevja allar upplýsingar og øll skjøl, ið neyðug eru í sambandi við útinnan av eftirlitinum.
Stk. 7. 1) Um treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar, kann loyvið verða tikið aftur, eins og bann kann verða sett framleiðara, innflytara ella seljara fyri sølu av teimum í § 1 nevndu drykkjuvørum og íløtum.
Stk. 8. 1) Fyri viðgerð og avgreiðslu av loyvum eftir stk. 1 verður gjald kravt. Loyvi verður skrivað, tá goldið er.
§ 4. 1) Øll, sum framleiða, innflyta ella selja tær í § 1 nevndu drykkjuvørur og íløt, skulu taka ímóti tómum íløtum av tí slagi, ið tey selja.
Stk. 2. 1) Øll, sum keypa tær í § 1 nevndu drykkjuvørur og íløt, skulu lata tómu íløtini inn aftur til framleiðara, innflytara, heilsølu ella sølustað.
Stk. 3. 1) Við sølu av teimum í § 1 nevndu íløtum skulu bæði framleiðari, innflytari og sølustað krevja pant. Á sama hátt skulu framleiðari, innflytari og sølustað lata pant, tá nevndu íløt verða móttikin.
Stk. 4. 1) Landsstýrimaðurin ásetir í kunngerð støddina á tí panti, ið skal verða kravt ella latið eftir stk. 3. Eisini kann verða ásett, at einki pant skal verða latið í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu.
§ 5. 1) Framleiðarar, innflytarar og seljarar av teimum í § 1 nevndu drykkjuvørum og íløtum kunnu samskipa og samstarva við annan part um umsitingina av panti, innsavning og avhendan av tómum íløtum.
Stk. 2. 1) Samskipan og samstarv eftir stk. 1 er treytað av loyvi frá landsstýrismanninum. Loyvið kann einans verða givið, um mett verður, at møguleikin at fáa tómu íløtini til høldar ikki versnar.
§ 6. Brot á hesa lóg verða sektað og hald verður lagt á ólógliga innfluttu ella seldu vøruna í nevndu íløtum. Reglurnar í § 18 og kap. 9 og 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. 1) Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. 1) Í reglum, sum eru ásettar við heimild í lógini, kunnu verða ásettar reglur um revsing við bót.
§ 7. Henda lóg fær gildi 1. juli 1994. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 79 frá 27. juli 1989 um forboð móti innflutningi og sølu av øli, mineralvatni o.ø. lidnum leskidrykkjum í dósum og eingangsfløskum.