Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. november 1998Nr. 75
Løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 2. mai 2022
Kapittul 1
Endamál stovnsins
§ 1. 1) 2) Føroya Realkreditstovnur, ið varð stovnaður við lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, er sjálvstýrandi realkreditstovnur, við navni Føroya Realkreditstovnur (Realurin). Stovnurin veitir vinnulán við veð í førum og flótandi eindum við heimstaði í Føroyum, til nýbygging, umbygging, keyp og sølu umframt umfígging.
Stk. 2. 3) 2) Í undantaksføri kunnu lántakarar hjá Realinum í eitt tíðarskeið skráseta før og flótandi eindir í fremmandari skipaskrá, tó í mesta lagi 12 mánaðir.
Stk. 3. Stovnurin heldur fram við teimum rættindum og skyldum, eginogn og avsetingar íroknaðar, ið eru bygd upp og stovnað av Færøernes Realkreditinstitut í rakstrinum samsvarandi lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, grundfæ íroknað.
Stk. 4. 3) 1) 2) Kravið um heimstað í Føroyum, sum er ásett í § 1, stk. 1, 2. pkt. er ikki galdandi fyri:
1) før og flótandi eindir innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans, um farið ella flótandi eindin hevur virkisstað í Føroyum, og
2) eigarin av farinum ella flótandi eindini er fevndur av Hoyvíkssáttmálanum og hevur heimstað innan umveldisvídd sáttmálans.
Stk. 5. 3) 2) Hoyvíkssáttmálin, sum víst verður til í § 1, stk. 4, er sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin.
Kapittul 2
Leiðsla stovnsins
§ 2. 2) Stovnurin verður stjórnaður av einari nevnd, sum hevur tríggjar nevndarlimir, ið landsstýrismaðurin tilnevnir. Nevndin hevur ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum fyri leiðsluni av stovninum.
Stk. 2. 2) Limirnir í nevndini skulu tilnevnast soleiðis, at nevndin samanlagt hevur neyðuga vitan og royndir til at tryggja, at avgerðir verða tiknar á haldgóðum grundarlag.
Stk. 3. 2) Tilnevningin er fyri 4 ár í senn, tó verða ikki allir tríggir nevndarlimir tilnevndir samstundis. Tilnevnt verður annaðhvørt ár soleiðis, at aðruhvørja ferð verða tveir limir valdir og aðruhvørja ferð verður ein limur valdur. Neyvari reglur í sambandi við tilnevning av nevndarlimum verða ásettar í viðtøkunum.
Stk. 4. 2) Nevndarlimur situr tilnevningarskeiðið ella til nýggjur nevndarlimur verður tilnevndur í hansara stað sbrt. stk. 3.
Stk. 5. 2) Nevndin setir stjóra til at stjórna dagligu leiðslu stovnsins. Landsstýrismaðurin skal kunnast um setanina av stjóra.
Stk. 6. 2) Stjórin setir metingarmenn eftir góðkenning frá nevndini.
§ 3. 2) Vald verður umboðsnevnd, ið virkar ráðgevandi fyri nevndina hjá stovninum. Ráðgevandi umboðsnevndin hevur 8 limir, 2 valdir av landsstýrismanninum, 2 av lántakarum stovnsins, 1 av Føroya Reiðarafelag og 1 av Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, meðan Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið eru saman um at velja 2 limir.
Stk. 2. 2) Valini eru galdandi fyri 4 ár í senn. Nevndin boðar umboðsnevndini til fundar í minsta lagi eina ferð um árið.
§ 4. 2) Landsstýrismaðurin ger viðtøkur fyri stovnin.
§ 5. 2) Nevndarlimir, stjóri og starvsfólk mega ikki taka lut í viðgerð av málum um lán til ella meting av ognum hjá teim sjálvum, hjúnafelagum teirra ella persónum, sum teir eru skyldir við í beinari linju ella fyrru og aðru síðulinju ella sum standa teimum serliga nær á einhvønn hátt. Eiheldur mega teir taka lut í viðgerð av málum um lán viðvíkjandi ognum, ið teir sjálvir hava veðrætt í ella keypsrætt til, ið teir seinastu tvey árini hava medvirkað til keyp ella umbygging av, ella ið teir sum fíggjarleiðarar ella medhjálparar medvirka ella í sama tíðarskeiði hava medvirkað til veðseting ella sølu av.
Stk. 2. 2) Eingin nevndarlimur, stjóri ella grannskoðari hjá stovninum kann taka lán frá stovninum. Heldur ikki kunnu feløg, ið nevndarlimur ella stjóri beinleiðis ella óbeinleiðis hava avgerandi ávirkan á, taka lán frá stovninum.
Kapittul 3
Ogn og lántøka
§ 6. 2) Eginogn stovnsins er tann í § 1, stk. 3 nevnda eginogn umframt rakstrarúrslit stovnsins síðan yvirtøkuna til føroyskt málsøki. Eginognin er býtt upp í ein høvuðsgrunn og ein eykagrunn. Í eykagrunnin verða løgd stovnsins rakstraravlop. Fer eykagrunnurin upp ella niður um mørkini sett í stk. 2, kann munurin verða javnaður umvegis stovnsins høvuðsgrunn.
Stk. 2. 2) Eykagrunnurin skal í minsta lagi vera 10% av útlánum stovnsins og 20% av stovnsins skuld.
Stk. 3. 2) Peningurin í eykagrunninum kann ikki verða læntur út, men skal umsitast samsvarandi íløgumannagongdini fyri gjaldførinum hjá Føroya landsstýri.
Stk. 4. 2) (Strikað).
§ 7. 2) Stovnurin kann útvega sær útlánspening við vanligari lántøku, og við útgávu av skuldarbrøvum ella lánsbrøvum ljóðandi uppá stovnin samsvarandi reglunum í viðtøkum stovnsins.
Stk. 2. 2) Undirskrift krevst frá øllum nevndarlimunum skal samtykt eftir stk. 1 hava gildi.
Stk. 3. 2) Áljóðandi upphæddin tilsamans av teimum útgivnu lánsbrøvum í umfari til hvørja tíð og øðrum skuldarbrøvum má ikki fara upp um eina upphædd, ið samsvarar við høvuðsgrunnin við seinasta roknskaparárslok.
Stk. 4. 2) Landsstýrismaðurin kann, um serlig viðurskifti skuldu tala fyri tí, eftir tilmæli frá nevndini loyva, at áljóðandi av lánsbrøvunum og skuldarbrøvunum kann vera hægri enn høvuðsgrunnurin, tó í mesta lagi 2 ferðir høvuðsgrunnin.
Stk. 5. 2) Gjøllari reglur um útrokning av lutfallinum millum høvuðsgrunnin og tikin lán verða ásettar í viðtøkunum.
Kapittul 4
Útlán stovnsins
§ 8. 2) Lánstreytir heruppií lánsupphæddir, renta, eykagrunsgjald, afturgjaldingartíð og aðrar treytir verða ásettar av nevndini sambært teimum reglum, ið ásettar eru í viðtøkunum. Afturgjaldingartíðin av lánunum kann ikki vera longri enn 15 ár. Nevndin kann tó í afturgjaldingartíðini, um serligar umstøður tala fyri tí, loyva, at avdráttir verða lækkaðir, ella at gjaldfreist verður veitt, soleiðis at afturgjaldingartíðin verður longd til í mesta lagi 20 ár.
Stk. 2. 1) 2) Stovnurin kann veita lán antin sum einsamallur veðhavari ella saman við javnsettum veði frá aðrari fíggjarkeldu.
Stk. 3. 1) 2) Lán frá stovninum kunnu ikki fara uppum 80% av metingarvirðinum.
Stk. 4. 2) Farið kann verða upp um tey í stk. 2 og 3 nevndu lánihámark, tá veðsettar ognir, ið eru yvirtiknar á tvingsilssølu ella undir líknandi umstøðum, verða seldar aftur, um sleppast kann undan óneyðugum fíggjarmissi á hendan hátt.
Stk. 5. Um útlitini hjá lántakara gera, at ein slík avtala er til fíggjarligan fyrimun fyri stovnin, kann stovnurin undir serligum umstøðum strika skuld hjá lántakara og gera aðrar kreditoravtalur, heruppií eisini avtalur, ið hava við sær, at stovnurin fyribils fer at reka annað virksemi enn tað, sum er ásett í § 1.
Stk. 6. 2) Stovnurin kann ikki veita lán til ein lántakara ella ein bólk av sínámillum samanbundnum lántakarum innan sama samtak, konsern, sambært Vinnufelagalóggávuni, ið fara upp um 25% av stovnsins ognum, høvuðsgrunn og eykagrunn. Um farið verður upp um nevnda mark, skal stovnurin beinanvegin fráboða hetta til uttanhýsiseftirlitið sambært § 13, sum kann geva stovninum eina freist til aftur at fáa viðurskiftini í samsvar við markið uppá 25%.
Stk. 7. 2) Til játtan av láni krevst undirskrift av í minsta lagi tveimum nevndarlimum.
Stk. 8. 2) Lánini verða útgoldin kontant við kursi og rentu, ið nevndin ásetir.
Stk. 9. 2) (Strikað).
Stk. 10. 2) (Strikað).
§ 9. Lán verða bert veitt við trygd í teimum í § 1 nevndu ognum. Veðsetingin fevnir um ognina við tilhoyri sambært skipaskrásetingar- og tinglýsingarlógini og somuleiðis tryggingarupphæddina fyri ta veðsettu ognina.
Stk. 2. 2) Gjøllari veðsetingartreytirnar verða ásettar av nevndini og eru tilskilaðar í lánsskjølunum.
§ 10. 2) (Strikað).
Stk. 2. 2) (Strikað).
§ 11. Lántakararnir eru bundnir av teimum til hvørja tíð galdandi viðtøkum.
§ 12. Tey skjøl, ið verða givin út av stovninum ella til stovnin í sambandi við hansara virksemi, verða skrásett og tinglýst uttan gjald.
Stk. 2. Váttanir og útskriftir frá almennum myndugleikum at brúka við skráseting og tinglýsing av skjølum nevnd í stk. 1, verða latin uttan kostnað.
Kapittul 5
Eftirlit, roknskapur og grannskoðan
§ 13. 2) Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við stovninum. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við avvarðandi landsstýrismann um, at Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við stovninum.
§ 14. 2) Stovnurin ger á hvørjum ári eina ársfrásøgn, sum skal hava eina leiðslufrágreiðing, leiðsluátekning og ein ársroknskap við fíggjarjavna, rakstrarroknskapi, notum, undir hesum frágreiðing um nýtta roknskaparsiðvenju. Grannskoðaraátekningin av ársroknskapinum inngongur í ársfrásøgnina.
Stk. 2. 2) Roknskaparár stovnsins gongur frá 1. januar til 31. desember.
Stk. 3. 2) Ársfrásøgnin skal gerast samsvarandi reglunum í Ársroknskaparlógini fyri feløg í bólki D.
Stk. 4. 2) Nevndin og stjórin hava ábyrgdina av, at ársfrásøgnin fyri stovnin verður gjørd samsvarandi reglunum um hetta í ársroknskaparlógini.
§ 15. 2) Ársroknskapurin skal grannskoðast av uttanhýsis grannskoðara stovnsins, sum verður valdur av nevndini. Grannskoðarin skal vera løggildur. Grannskoðanarskyldan fevnir ikki um leiðslufrágreiðingina og aðrar ískoytisfrágreiðingar, sum eru partar av ársfrásøgnini. Grannskoðarin skal kortini geva eina váttan um, hvørt upplýsingarnar í leiðslufrágreiðingini samsvara við ársroknskapin.
Stk. 2. 2) (Strikað).
§ 16. 2) Góðkenda ársfrásøgnin, sum fevnir um grannskoðaða ársroknskapin, leiðslufrágreiðing og leiðsluváttan, verður løgd fyri umboðsnevndina til ummælis og síðani send landsstýrismanninum saman við viðmerkingum grannskoðarans í seinasta lagi 4 mánaðir eftir roknskaparlok.
Stk. 2. 2) Í seinasta lagi 2 mánaðir eftir hvørt fjórðingsárslok sendir stovnurin landsstýrismanninum roknskap fyri farna ársfjórðingin.
Stk. 3. 2) Stovnurin verður skrásettur í landsroknskapinum, men virksemið hjá stovninum verður ikki tikið við í løgtingsfíggjarlógini.
Kapittul 5 a
Útluting 4)
§ 16 a. 2) Føroya Realkreditstovni verður heimilað at rinda landskassanum part av ársúrslitinum eftir skatt. Meginreglur um útlutan av vinningsbýti verða ásettar í viðtøkunum sbrt. § 4 í samráð við nevndina.
Kapittul 6
Avtøka stovnsins
§ 17. Verður stovnurin avtikin, verður við løgtingslóg tikin avgerð um, hvat ognir grunsins skulu brúkast til.
Kapittul 7
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 18. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. 2) (Strikað).
Stk. 3. 2) (Strikað).
1) Broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 22. desember 2010, har § 2 er soljóðandi: “Stk.1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Frá tí, at henda lóg fær gildi og fram til 31. mars 2013, kann verða farið upp um markið upp á 25%, tó í mesta lagi 30%, í § 8, stk. 6 í løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkredittstovn (Realin), sum broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 16. mai 2006.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 2. mai 2022, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023. Stk. 2. Núverandi nevnd situr skeiðið út, og við fyrsta komandi nevndarval tilnevnir landsstýrismaðurin tveir limir fyri 4 ár og ein lim fyri tvey ár. Stk. 3. Núverandi umboðsnevnd situr skeiðið út.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 16. mai 2006, har § 2 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi á gildiskomudegi sáttmálans frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lov nr. 60 af 12. marts 1955 um Færøernes Realkreditinstitut.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 7. desember 2012.