12. juli 1984Nr. 77
Løgtingslóg um bann móti burturkoyring av mold til sjós
§ 1. Tað er bannað at forkoma mold, leiri og øðrum tilfari frá útgrevstri, vegagerð og tílíkum við at koyra slíkt tilfar til sjós.
§ 2. Øll býráð og bygdarráð hava skyldu til at ávísa øki, har mold og tilfar frá útgrevstrum og vegagerð o.t. kann leggjast.
§ 3. Landsstýrið kann við kunngerð áseta aðrar reglur um útinning av lógini.
§ 4. Brot á reglurnar í § 1 og á reglurnar ásettar við heimild í § 3 verða revsað við bót.
§ 5. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1984.